týsdagur 4. apríl 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Søguligur møguleiki fyri samanhaldi
Fráboðan frá flokstingi
Tjóðveldisfloksins í Sør-
vági
Søguligur møguleiki fyri
samanhaldi um fullveldi og
vælferð
Flokstingið staðfestir, at
fullveldismálið
mangan
verður lagt út sum eitt stríð
ímóti dønum ella sum eitt
stríð millum føroyingar inn-
anhýsis. Tí leggur floksting-
ið dent á, at Tjóðveldis-
flokkurin í fullveldismálin-
um arbeiðir fyri:
- Treytaleysum fólkaræði
- Fullari ábyrgd fyri væl-
ferð fólksins
- Fjølbroyttum vinnulívi
og sjálvberandi búskapi
- Rætti føroyinga at sam-
starva við aðrar tjóðir á
jøvnum føti
Flokstingið staðfestir:
- at føroyski búskapurin er
sterkari enn nakrantíð til at
verða støðið undir einum
sjálvberandi samfelag.
- at fullveldistilgongdin er
væl fyrireikað og liggur í
tryggum fólkaræðisligum
karmi.
- at nú er bert eftir at fremja
viljan til fullveldið í verki.
Tjóðveldisflokkurin heitir
á allar føroyingar, tvørtur-
um øll floks- og aldurs-
mørk, at taka við tí søguliga
møguleika, sum stendur
okkum í boði.
Tjóðveldisflokkurin mót-
mælir teirri ósømiligu út-
rokning um kostnaðin av
føroyingum í Danmark,
sum leggur upp til eitt stríð
millum fólkini, heldur enn
sømiligar samráðingar mill-
um politisk umboð.
Flokstingið staðfestir, at
nógv stórmál eru loyst í
samgonguskeiðnum higar-
til. Eitt nú:
- Avlagandi studnings-
politikkurin er manaður í
jørðina.
- Ein nýggjur vinnupolit-
ikkur er stungin út í kortið,
har greiðar linjur eru mill-
um alment og privat.
- Hóast byrjunartrupul-
leikar og ørkymlan eru pen-
siónirnar hjá øllum hækk-
aðar munandi
- Marknatrætan við bretar
er loyst og oljuleiting stend-
ur fyri framman
- Varisligar betringar eru
gjørdar á flestu samfelags-
økjum
Kortini má ásannast, at
stórmál liggja á láni at
loysa:
- Íløgutørvurin er stórur
innan heilsuverkið, skúla-
verkið og samferðsluøkið.
Tjóðveldisflokkurin gongur
á odda fyri at raðfesta, so
betringar verða gjørdar í
samsvari við búskaparligu
orkuna í einum sjálvstøð-
ugum Føroyum.
- Økismenningarpolitikk-
urin má síggjast í verki -
innan skúla, samferðslu,
samskifti og aðrar almennar
tænastur
- Ósemjur hava verið á
arbeiðsmarknaðinum, og
neyðugt er at skapa álit mill-
um fakfeløg og myndug-
leikar. Í løtuni eru sáttmála-
settu lærararnir í verkfalli.
Flokstingið ásannar, at
neyðugt er at fáa fólkaskúl-
an fullvirknan aftur beinan-
vegin, og heitir á partarnar
um at fara aftur til samráð-
ingar sum skjótast.
Í Sørvági, 1. apríl 2000
Floksting
Tjóðveldisfloksins
Um vikuskiftið hevði Tjóðveldis-
flokkurin floksting í Sørvági og sum
vanligt endaði flokstingið við einari
fundarfráboðan, sum vit prenta í
fullum líki niðanfyri
Undir heitinum Fólksligu
viðurskiftini ríkispartarnar
Danmark og Føroyar ímill-
um, nú og komandi verður
kafékvøld í Føroyahúsinum
fríggjakvøldið hin 7. apríl
klokkan 21-24.
Ole Wich lesur úr egnum
yrkingasavni
”Ophav”
(Fannir
1996).
Síðani
verður í fólksligum ljósi
kjakast um at verða dani í
Føroyum og føroyingur í
Danmark. Høvið verður at
seta spurningar og eisini at
syngja í felag — bæði á
føroyskum og donskum.
Tiltakið er fólksligt, heldur
enn partapolitiskt. Tí eru
eisini umboð fyri danska og
føroyska Norrønafelagið
boðin við.
Viðgera fólksligu
viðurskiftini
Tey luttakandi eru:
Ole Wich, yrkjari og
dani, sum leingi hevur búð
í Føroyum
Elin Heinesen, web-
redaktørur World On-line
og føroyingur, sum leingi
hevur búð í Danmark
Peter Jon Larsen, aðal-
skrivari í Foreningen Nord-
en Danmark
Birgir Kruse, lesandi í
Danmark og skrivari í Norr-
øna Felagnum í Føroyum
Atgongugjald: 25,- kr
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
Í FØROYUM
HØVUÐSSTUÐUL
P/f Esmar
Simonsen
Sosialurin - 311820
Vit takka Stjørnuni
fyri gott og vælleikandi
kappingarár.
Hjartaliga
tillukku við
føroya-
meistara-
heitinum
Flokstingið liðugt - fyribils
Flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum endaði leygarkvøldið
við fundarfráboðanini, men kortini er ikki seinasta orðið
sagt enn. Eykafloksting verður næsta leygardag um nýggja
bygnaðin, sum starvsnevndin hevur skotið upp
SVEINUR TRÓNDARSON
Floksting Tjóðveldisfloks-
ins endaði leygarkvøldið -
fyribils í hvussu er. Punktið
á skránni, val av nevnd varð
útsett til eykafloksting, sum
er lýst at vera í Havn næsta
leygardag.
Orsøkin til hetta er, at
starvsnevndin hevur lagt
fram uppskot um broytingar
í bygnaðinum, men fundar-
fólkið metti ikki, at tey
høvdu fingið neyðugu tíð-
ina til viðgerðina av broyt-
ingaruppskotinum.
Broytingar neyðugar
Meginparturin av fundar-
fólkinum, sum hevði orðið,
var samt um, at neyðugt er
við broytingum í skipan
floksins. Samanhangur er
ikki ímillum starvsnevnd og
tingbólkin og fyri at koma
hesum trupulleika til lívs
skeyt
formaðurin,
Óli
Holm, upp, at starvsnevndin
verður avloyst av einum
floksleiðslu, sum er saman-
sett av trimum ting- ella
landsstýrislimum og tveim-
um ikki, sum ikki eru fólka-
valdir.
Trupulleikin við uppskot-
inum var, sum sagt, skotbrá-
ið, men kortini tykist eing-
in ivi vera um, at tá upp-
skotið kemur til viðgerðar,
verður undirtøka fyri tí.
Onkur kneysi var á vegn-
um, tí broytingin er sum
vera mann stór, men lítil ivi
tyktist verða millum tjóð-
veldisfólk, at hetta fer at
vinna frama.
Fyrimunurin við nýggju
skipanini, skilja vit, er, at
flokkurin fær eitt greiðari
ábyrgdarbýti, samstundis
sum heimurin uttanfyri
flokkin fær eina greiðari
mynd av, hvør tað er sum
myndar flokkin.
Fullveldið og vælferð
Eins og vanlig er á floks-
tinginum endaði eisini hetta
flokstingið við eini fundar-
fráboðan. Fráboðanin stað-
festir, at tað nú finst ein søg-
uligur møguleiki fyri sam-
anhaldi um fullveldi og væl-
ferð.
Talan er ikki um eitt stríð
móti dønum ella um eitt
stríð millum føroyingar inn-
anhýsis. Tí leggur flokkurin
dent á, at flokkurin í full-
veldismálinum arbeiðir fyri:
- treytaleysum fólkaræði
- fullari ábyrgd fyri væl-
ferð fólksins
- fjølbroyttum vinnulívi
og sjálvberandi búskapi
- rætti føryinga at sam-
starva við aðrar tjóðir á
jøvnum føti
Flokstingið staðfestir, at
búskaparliga støða landsins
er sterkari enn nakrantíð til
at vera støðiðundir einum
sjálvberandi búskapi, at
fullveldistilgongdin er væl
fyrireikað og liggur í trygg-
um fólkaræðisligum karmi
og at nú er bert eftir at
fremja fólksins vilja í verki.
Í sama andadrátti heitir
flokkurin á allar føroyingar
tvørtur um aldurs- og floks-
mørk at taka við hesum
møguleika, sum nú stendur
í boði, samstundis sum
flokkurin mótmælir tí út-
rokning, sum donsku mynd-
ugleikarnir løgdu fyri før-
oyingar í sambandi við sam-
ráðingarnar 17. marts.
Mál eru rokkin
Hóast fullveldismálið er
tað, sum fær mest umrøðu
av øllum, so staðfestir
flokkurin at onnur mál eru
rokkin síðani samgongan
fór til verka.
Avlagandi studningspoli-
tikkurin er manaður í jørð-
ina og nú er ein vinnupolit-
ikkur stungin út í kortið, har
greiðar linjur eru millum al-
ment og privat.
Hóast tað í fyrstani sá út
til at ganga øvugtan veg, eri
pensjónirnar hjá øllum
hækkaðar munandi. Markn-
atrætan við bretar er loyst,
og oljuleiting stendur fyri
framman. Harafturat stað-
festir flokkurin at varisligar
betringar eru gjørdar á
flestu samfelagsøkjum.
Kortini eru mál, sum
liggja á láni, staðfestir Tjóð-
veldisflokkurin. Íløgutørv-
urin er sera stórur innan
heilsuverkið, skúlaverkið
og samferðsluøkið. Flokk-
urin gongur á odda í fyri at
raðfesta, so bertringar verða
gjørdar í samsvari við bú-
skaparligu orkuna í einum
sjálvstøðugum Føroyum.
Økismenningarpolitikk-
urin má síggjast í verki í
teimum málsøkjum, sum
nevnd eru omanfyri. Til
seinast staðfestir flokkurin,
at nógvar ósemjur hava ver-
ið á arbeiðsmarknaðinum
og neyðugt er at skapa álit
millum fakfeløg og mynd-
ugleikar. Í løtuni eru sátt-
málasettu lærararnir í verk-
falli og flokkurin ásannar,
at neyðugt er at fáa fólka-
skúlan fullvirknan aftur
beinanvegin, og heitir á
partarnar um at fara aftur til
samráðingar sum skjótast.
Veitsla í kavaroki
Tá fundurin var liðugur og
fyrsta ørindi av tjóðsangin-
um sungiuð var flokstingið
av á hesum sinni. Fólk fór
at leita sær aftur til húsa,
væl at merkja fyri at skifta í
annan ham, tí eftir floks-
tingið var veitsla í húsunum
hjá Sørvágs Húsmøðrafel-
ag, har knappliga 100 fólk
fóru til borðs um átta tíðina
leygarkvøldið.
Hóast veðrið ikki var til
vildar - flokstingsveður,
kallaði onkur tað, tí tað er
altíð keðiligt veður, tá floks-
ting er - so var hýrurin á
gestunum
góður,
og
sangurin og dansurin gekk
í Sørvági, til út á sunnu-
náttina
Næsta leygardag verður
so eykafloksting, har bygn-
aðurin í flokkinum verður
viðgjørdur.