týsdagur 4. apríl 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
JAN MÜLLER
Nú tað nærkast 17. mai,
seinasti dagur fyri at lata inn
umsókn at bora í føroysku
undirgrundini, hendar stórar
broytingar í teimum ymsu
oljubólkunum, sum ætla at
vera við í útbjóðingini.
Fríggjadagin varð ein av
hesum
broytingum
al-
mannakunngjørd. The Fa-
roes Partnership, har før-
oyska oljufelagið „Atlants
Kolvetni“ er við, verður fyri
eini rættiliga stórari broyt-
ing. Tvey av feløgunum,
Norsk Hydro og Lasmo fara
úr bólkinum, og eitt nýtt,
British Gas, kemur uppí
bólkin.
Kjartan Hoydal, nevnd-
arformaður í Atlants Kol-
vetni sigur, at teirra parta-
eigarar skulu kenna seg
heilt tryggar við broytingina
í bólkinum, nú British Gas
avloysir Lasmo og Norsk
Hydro. Arbeiðið verður ikki
nervað av hesum og bólk-
urin fer ikki at vera verri
fyri, kanska heldur hin-
vegin.
Tað var annars Jan Even-
sen, leitingarstjóri hjá Ame-
rada Hess, sum kunngjørdi
broytingina í bólkinum,
sum annars leingi hevur ver-
ið ávegis. Hann vísti á, at
British Gas (BG) er eitt sera
gott felag, sum kann tilføra
bólkin nógv, ikki minst á tí
tøkniliga økinum og reint
búskaparliga. Hóast felagið
upprunaliga
er
eitt
gassfelag, so er tað í dag at
meta sum eitt vanligt olju-
felag. Felagið hevur mesta
av virksemi sínum í Bret-
landi, men arbeiðir eisini
kring heimin. Tað hevði í
fjør ein umsetning uppá 4,5
mia. pund. Tað hevur um-
leið 20.000 fólk í arbeiði.
Tað hevur leingi verið eitt
ivamál, um Norsk Hydro
fekk loyvi til at vera við í 1.
útbjóðing við Føroyar, nú
tað tekur seg úr Partner-
shipbólkinum. Jan Evensen
sigur, at bólkurin m.a. eftir
at hava havt samrøður við
føroyskar
myndugleikar
hevur gjørt av at sleppa
Norsk Hydro úr teimum
bindingum, sum felagið
hevur í 1. útbjóðing, nú tað
hevur verið partur av bólk-
inum. Tvs. at felagið nú
kann vera partur av ein
øðrum bólki og harvið
kappast móti sínum fyrrv.
starvsfeløgum. Í løtuni
verður seinasta hond løgd á
eina avtalu, sum skal frítt-
stilla Norsk Hydro, men
hvussu nógv henda avtala
fer at kosta norska felagnum
vil Jan Evensen ikki upp-
lýsa. Feløgini, sum Norsk
Hydro fer at arbeiða saman
við - skilst - eru helst Ana-
darco, Total-Fina-Elf og so
Saga, sum Norsk Hydro
hevur yvirtikið.
Býtið í Partnership bólk-
inum eftir broytingarnar er
nú hetta: Amerada Hess
(operatørur) 43% (35), Brit-
ish Gas 40% (0) og Dong
17% (10). Tølini í klombr-
um eru upprunaligu pro-
sentini. Aftrat hesum kemur
so Atlants Kolvetni. Jan
Evensen metir ikki bólkin
vera verri fyri, nú tvey feløg
fara úr og eitt kemur uppí.
Kanska heldur tvørturímóti
er bólkurin í ávísan mun
sterkari og serstakliga á
gasssíðuni er hann sera væl
fyri. Men øll feløgini leggja
seg fyrst og fremst eftir at
leita eftir og framleiða olju.
Men verður gass funnið í
stórum nøgdum er bólkurin
væl fyrireikaður. Eisini
Dong er upprunaliga eitt
gassfelag. Jan Evensen
heldur eisini, at broyting-
arnar í bólkinum kunnu vera
ein fyrimunur fyri føroyska
oljufelagið.
British Gas er ikki ókent
um okkara leiðir. Tað hevur
staðið á síðulinjuni og fylgt
útviklinginum í eina tíð. Tað
var við í Lopransboringini.
Ein orsøk til at tað hevur
valt at fara í henda bólkin
er tann, at tað hevur gott
samstarv við bæði Amerada
Hess og Dong á øðrum
økjum. Ein av stjórunum í
BG, Peter Haynes sigur, at
teir kunnu tilføra bólkinum
nógv, ikki minst geologiska
og geofysiska vitan og
royndir. Annars hava teir
góð hagtøl at vísa á, tá talan
er um at bora eftir og finna
olju. Hann heldur Føroyar
vera eitt spennandi framtíð-
ar oljuøki og hevur góðar
vónir í so máta. Eisini Dong
er nøgt við broytingina í
bólkinum. Teir meta seg at
hava fingið ein minst líka
góðan bólk ella kanska upp-
aftur sterkari, nú BG er
komið við. Partaeigararnir
í Atlants Kolvetni vórðu
kunnaðir um broytingarnar
í bólkinum á aðalfundi fel-
agsins fríggjadagin.
British Gas
avloysa Hydro
og Lasmo
-Oljubólkurin „The Faroes Part-ner-
ship“, sum føroyska oljufelagið At-
lants Kolvetni er partur verður nú
broyttur, soleiðis at British Gas av-
loysir Norsk Hydro og Lasmo. Hetta
fer ikki at gera støðuna hjá føroysku
partaeigarunum verri, kanska heldur
hinvegin
Jan Evensen, leitingarstjóri hjá Amerada Hess saman við umboðunum fyri British Gas
Umboð fyri tey fýra oljufeløgini í „The Faroes Partnership bólkinum“, tá upplýst varð
um broytingarnar í bólkinum. Mynd Jens K Vang
Mánadagin tók Heri Nic-
lassen við sum nýggjur
stjóri í Ferðaráð Føroya.
Hann avloysir Anniku Joen-
sen, sum hevur røkt starvið
hesi seinastu árini. Í sam-
bandi við starvssetanina var
almenn móttøka í hugnaligu
hølunum hjá Ferðaráðnum
á Kongabrúnni, har høvi
varð at hitta nýggja stjóran
saman við starvsfólkum og
nevnd.
Á móttøkuni takkaði Heri
Niclassen fyri álitið, sum
víst varð honum og vildi
hann ma.. gera alt tað hann
er mentur fyri at halda fram
við tí arbeiði, sum onnur
undan honum hava lagt
lunnar undir og menna før-
oysku ferðavinnuna. Hann
segði, at hann fór at gera
sítt til at fáa góð viðurskifti
við sjálva ferðavinnuna. Og
til tess at tryggja ein skila-
góðan útvikling á ferða-
vinnuøkinum legði hann
upp til eitt gott samstarv við
starvfólkini á Ferðaráðnum.
Undir samkomuni ynskti
formaðurin í Ferðaráð Før-
oya, Petur Oliver í Hoyvík
nýggja stjóranum góða
eydnu og ivaðist hann ikki
í, at Heri Niclassen var rætti
maðurin til hetta álitis-
starvið í ferðavinnuni, ikki
minst tá hugsað verður um
drúgvu royndir hansara í
hesi vinnu.
Flestu av starvsfólkunum á Ferðaráð Føroya saman við nýggja stjóranum Hera
Niclassen. Mynd Jens K Vang
Nýggjur stjóri
á Ferðaráðnum
Heri Niclassen og nevndin í Ferðaráð Føroya, Petur Olivur í Hoyvík, Marita Daniel-
sen og Jóannes á Váli. Mynd Jens K Vang
Føroyameistarar í hondbólti
2000
1
Stjørnan
Neistin