týsdagur 4. apríl 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
ORÐ: JÁKUP MØRK
MYNDIR: JENS KRISTIAN
VANG/ÁLVUR HARALD-
SEN
VÍF-Neistin 22-27 (12-12)
Høllin í Vestmanna var
stúgvandi full av fólki, tá
avgerandi dysturin um FM-
heitið fyri ár 2000 varð leik-
tur.
Treytirnar hjá báðum lið-
unum undan dystinum vóru
á leið tær somu, tí tað var
púra greitt, at vinnarin av
dystinum gjørdist føroya-
meistari. Neistin hevði tó
tann fyrimun, at teir eisini
kundu standa seg við einum
javnleiki, men hóast flestu
áskoðararnir roknaðu við
einum javnum dysti, so
mundi tað ikki vera við
javnleiki fyri eygað, at
neistaleikararnir fóru á
vøllin.
Ingi mansvardur
Teir fyrstu 30 minuttirnar
leikaði ógvuliga javnt á
millum liðini bæði. munurin
kom ongantíð upp um tvey
mál, og liðini bæði skiftust
um at hava leiðsluna.
Fyri at byrgja upp fyri á-
lopsspælinum
hjá
VÍF
hevði neistavenjarin gjørt
av, at Ingi Olsen skuldi
mansverjast frá fyrsta brík-
sli, og hetta darvaði eisini
vestmenningunum almikið.
Ikki tí, so at siga allan
hálvleikin vóru tað vest-
menningar,
sum
vóru
vandamiklari, og teir megn-
aðu eisini betri at kom fram
at skotroyndunum, men Pe-
tur Magnusson í neistamál-
inum stóð ein sannan brand-
dyst, og millum annað tók
hann fullkomuliga pippið
frá Sámli Joensen.
Í hinum endanum var so
at siga alt álopsspælið bygt
á avrikini frá kanónunum
hjá Neistanum, Heina og Á-
ka, og tað var einamest
teimum báðum at takka, at
Neistin megnaði at fylgja
við
málskjótingini
hjá
heimaliðnum. Av teimum
tólv málunum, sum Neistin
fekk í fyrra hálvleiki, skeyt
Kári Mortensen eitt, meðan
Heini og Áki tóku sær av
restini.
Merkisvert var annars, at
hvørki av liðunum megnaðu
at gera sær dælt av yvir-
talsstøðum, tá hesar íkomu.
Miðskeiðis í hálvleikinum
vóru
vestmenningarnir
fimm mans á vøllinum, utt-
an at Neistin megnaði at
skræða seg leysan frá teim-
um. Løtu seinni vóru
Neistamenninir bert fýra
mans á vøllinum, men held-
ur ikki tá megnaðu Vest-
menningarnir at leggja
sjógv ímillum liðini bæði.
Neistin leyp avstað
Beinan vegin sum seinni
hálvleikur byrjaði, fekk
Neistin tað, sum seinni
skuldi vísa seg at gerast ein
avgerandi leiðsla.
Eftir at vestmenningar
høvdu lagt fyri við mál-
skjótingini, fekk Neistin nú
fimm mál á rað, áðrenn
vestmenningarnir megnaðu
at svara aftur. Vestmanna-
verjan fekk síðani nógv
betri tak á neistamonnu-
num, men tá teir ikki megn-
aðu at skora sjálvir, minkaði
munurin ikki.
Eisini VÍF royndi seg nú
við mansverju, men hetta
gav betri pláss til hinar leik-
ararnar, og serliga dugdi
Áki Mørk at gera sær dælt
av hesum, men eisini aðrir
leikarar gjørdust nú alt
meira sjónligir.
Miðskeiðis
í
hálv-
leikinum var tað brádliga
sum um neistaliðið eksplo-
deraði. Enn einaferð skutu
teir nú fimma mál á rað,
soleiðis at leiðslan øktist
Neistin er nummar eitt…
…tað er avgjørt og greitt. Mannsliðið hjá Neistanum stóð royndina, tá teir leygardagin vunnu greiðan sigur á VÍF, og
tryggjaði sær harvið fyrsta føroyameistaraheitið í 22 ár
Frøin var stór, tá tað gjørdist greitt, at Neistin er føroyameistari ár 2000. Her eru tað Páll, Helgi, Heini, Petur og Finnur,
sum skrála gleðini úr sær
upp í átta mál. Bláa áskoð-
arafjøldin, sum mest sum
hevði hersett á leið ein
fjórðing av høllini, leikaði
nú í, púra vís í at tey skuldu
verða
vitni
til
leingi
saknaða FM-sigurin.
Vestmenningar royndu at
enda at mansverja bæði
Heina og Áka, men ov seint
var, og hetta mundu leika-
rarnir eisini merkja sjálvir.
Seinastu løtuna av dysti-
num, skuldu neistaleikarar-
nir bert dríggja sær tíðina,
og hóast VÍF móti endanum
fekk trý mál á rað, so kom
sigurin ongantíð í vanda.
Spenningur
Tikið samanum, so mundi
dysturin leygardagin ikki
vera av teimum best leiktu
hetta kappingarárið. Mans-
verjur og nervar mundu eis-
ini gera sítt til, at tað ong-
antíð kom veruligt glið á
spælið, men undirhaldið var
tó á eini leið alla tíðina.
Fram til tað vóru einir
tíggju minuttir eftir at leika,
var nervin í dystinum alla
tíðina til staðar, og tá spenn-
ingurin at enda var fokin,
gjørdu bláklæddu neistaá-
skoðarnir sítt til, at veru-
ligur veitslurómur var í
høllini.
Eftir dystin tustu áskoða-
rarnir inn á vøllin, har háls-
fevningar, mussar og sigurs-
sangir vóru á skránni. Gleð-
in á bláu andlitunum var
sjónlig, og hví skuldi hon
ikki verið tað. Lið teirra
hevði júst tryggjað sær gull-
merkini í einum altavger-
andi dysti, sum samstundis
setti punktum fyri einum
kappingárið, sum helst man
teljast millum tey mest
spennandi í langa tíð.
Samanumtikið mundi tað
vera á eini leið, at tað varð
Neistin, sum fekk FM-heit-
ið, tá avtornaði. Eftir eina
heldur laka byrjan, endaðu
teir grundspælið á einum
triðja plássi, men eftir jóla-
steðgin hevur eingin staðið
teimum kurl. Í øllum førum
ikki í landskappingini.
Eitt flott avrik, sum í sein-
asta enda var nóg mikið til
at tryggja felagnum fyrsta
meistaraheitið í 22 ár, í øll-
um førum á manssíðuni.
Tískil gjørdist talan um
ein bláan leygardag í Ítrótt-
arhøllini í Vestmanna, og
allarhelst mundi talan í gjár
eisini verða um ein bláan
mánadag fyri fleiri av teim-
um, sum vara at liðnum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 6 (3), Agn-
ar Joensen 4 (2), Johnny
Joensen 4, Martin Humme-
land 4, Sámal Joensen 2,
Rógvi Nielsen 1, John
Zachariasen 1
Neistin: Heini Joensen 11
(1), Áki Olsen 7, Áki Mørk
3, Elmar Ósá 2, Finnur
Hansson 2, Kári Mortensen
1, Jákup Sverri 1
Brotskøst:
VÍF 5, Neistin 2
Útvísingar:
VÍF 2, Neistin 6
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans
Thomassen
Føroyameistarar 2000, Neistin: Standandi frá vinstru Ræni Slættanes, Áki Mørk, Jákup Sverri Kass, Heini Joensen,
Finnur Hansson, Kári Mortensen, Karl Oddmar Rasmussen og Áki Olsen
Húkandi frá vinstru: Bjartur Brekkstein, Petur Magnusson, Bogi Henriksen, Páll Poulsen, Elmar Ósá og Helgi Justinussen
JÁKUP MØRK
Tá vit spurdu hann, um tað
hevði verið stuttligt at itið
Áki Olsen undan dystinum
í dag, greiddi Áki Olsen so-
leiðis frá.
- Eg má siga akkurát sum
er, at havi verið á WC nak-
rar ferðir í morgun, og tá
dysturin byrjaði kendist tað
um beinini vóru úr blýggi.
Eg fekk tó skorað okkurt
mál beinanvegin, so nerv-
arnir hvurvu meira ella
minni, sum dysturin leið.
Móti endanum av dyst-
inum sást eisini, at Áki hev-
ði somikið stórt yvirskot, at
Beinini vóru
sum blýggj
Áki Olsen mundi vera stóri sigurs-
harrin leygardagin, tá hann framman
fyri áskoðarafjøldini í Vestmanna,
megnaði at taka gullmerkini frá VÍF
hann eftir enn eitt mál,
kundi gera eitt V-tekin móti
áskoðarunum. Um hetta
segði hann, at freistingin var
somikið stór, at hann mátti
gera tað.
- Eg hevði fingið onkrar
viðmerkingar frá nøkrum
teirra, sum vanliga standa á
sínum plássi, sigur Áki, sum
tó leggur dent á, at hann ikki
metir nakað ilt liggja í hes-
um.
- Eingin ivi skal vera um,
at áskoðararnir í Vestmanna
eru ótrúliga góðir, og stuðla
liði sínum ótrúliga væl,
segði ein fegin Áki Olsen
at enda.
JÁKUP MØRK
- Vit brenna alt ov nógvar
møguleikar í fyrra hálvleiki,
tí í veruleikanum høvdu vit
nógv fleiri møguleikar enn
Neistin fyrsta hálva tíman,
helt Ingi Olsen fyri, tá vit
eftir dystin hittu hann á orði.
Hetta helt hann í øllum
førum vera størsta orsøkin
til, at tað ikki eydnaðist VÍF
at basa Neistanum leygar-
dagin, og harumframt helt
hann eisini, at við eitt sindur
av hepni, kundu teir eisini
koma aftur í aftur í seinna
hálvleiki, men soleiðis skul-
di tað bara ikki verða.
Tosað saman
Ein av týdningarmestu leik-
arunum á neistaliðnum er
Brendu ov nógv
Liðskapirin hjá vestmenningum, Ingi Olsen, helt eftir dystin, at VÍF átti at
fingið meira burturúr møguleikunum í fyrra hálvleiki
uttan iva Áki Olsen, og eftir
dystin spurdu vit eisini Inga,
hvussu sambandi teirra
millum var, nú hann í vetur
hevur kappast móti vest-
menningum.
- Vit tosa sjálvandi saman
framvegis. At hann hevur
skift felag er ein avgerð,
sum hann hevur tikið, men
vit hava verið væl alla tíð-
ina, sigur eldri Olsen beigg-
in.
- Tað nyttar jú einki at
illneitast inn á hvønn annan
av hesi orsøk, og hvør veit.
Kanska fáa vit brúk fyri
honum aftur seinni, vóru
seinastu orðini frá Inga, áð-
renn vit sløktu fyri band-
upptakaranum.
JÁKUP MØRK
Spurdur um hann helt
hetta vera besta dystin,
sum hann hevði leikt
hetta kappingarárið, svar-
aði Petur, at tað visti hann
nú ikki. - Tað hava verið
nakrir góðir dystir. Í dag
havi eg nakrar bjargingar
beinanvegin, og so koyrir
tað bara, greiðir málver-
jin frá, sum eisini leggur
dent á, at verjan stóð seg
sera væl í dystinum.
Seinasta ár var hann
ein av kyndilsleikaru-
num, sum í seinastu løtu
Eg skuldi vinna
Einki er at taka seg aftur í, at av-
rikið hjá Peturi Magnussyni var ein
hin mest týðandi orsøkin til, at tað
eydnaðist Neistanum at vinna dystin
mistu gullið á gólvið, og
spurdur um hetta eisini
hevði sítt at siga, var íslend-
ingurin sera avgjørdur.
- Í fjør kláraðu vit tað
akkurát ikki, og í steypa-
finaluni í ár vunnu vit held-
ur ikki, hóast vit høvdu allar
møguleikar. Tað skuldi ikki
gleppa tríggjar ferðir á rað,
og tað gjørdi tað tíbetur
heldur ikki, segði ein fegin
málverji eftir dystin.
JÁKUP MØRK
- Tað var so nógv, sum
kiksaði, segði Hjalmar
Klein Olsen, tá vit eftir
dystin spurdu, hvør or-
søkin var til, at tað ikki
eydnaðist VÍF at vinna
FM-heitið leygardagin.
- Sum so var Bárður
einasti leikarin, sum veru-
liga spældi ein góðan
dyst, helt venjarin, sum
annars vísti á, at bakspæl-
ararnir hjá teimum ong-
antíð sluppu rættuliga
fram at.
- Ingi verður beinan-
vegin tikin úr dystinum,
og tá so Sámal heldur ikki
sleppur framat, so fáa vit
ikki gogd á okkara spæl,
greiddi Hjalmar frá, sum
kortini legði dent á, at tað
gekk so nøkunlunda í fyr-
ra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki koma
vit ongantíð í gongd. Teir
fáa nøkur mál beinanveg-
in, og hetta noyðir okkum
at royna við mansverju,
men samstundis skapar
hetta betri pláss til hinar
leikararnar, og m.a. Áki
Mørk gjørdi sær rættuliga
dælt av hesum, helt Hjal-
mar.
Eina løtu í seinna
høvdu vestmenningar tó
fatur á Neistanum, og
Hjalmar helt eftir dystin,
at um VÍF tá hevði fingið
nøkur mál, so høvdu teir
komið rættuliga innaftur
í dystin. Hetta hendi tó
ikki, og móti endanum
mugu vit bara satsa alt,
og so gekk tað bara sum
tað gekk, var niðurstøðan
hjá Hjalmari.
Annars heldur Hjalmar
eisini, at vestmenningar-
nir hava verið nakað
tunnir við bakspælara-
num í vetur. Áki Olsen
hevur ikki verið við í ár,
og harumframt hevur
Daniel Rápa verið skadd-
ur meginpartin av tíðini,
og Hjalmar er sannførdur
um, at nógv hevði verið
øðrvísi,
um
rumenin
hevði verið tøkur alt árið.
Sostatt kundi tað ljóðað
sum um, at ein loysn kun-
di verið at fingið Áka
Olsen aftur til barndóms-
felagið, og í øllum førum
segði Hjalmar, at teir vón-
a at hava hann aftur í hóp-
inum komandi kapping-
arár.
Tað gekk
bara ikki
Hjalmar Klein Olsen, sum í vetur
hevur vant besta mansliðið hjá
vestmenningum, helt, at fleiri or-
søkir vóru til tapið móti Neista-
num