týsdagur 4. apríl 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
JÁKUP MØRK
Páll Poulsen, sum í vetur
hevur havt ábyrgdina av
neistaliðnum, sigur, at
miðvís venjing hevur ver-
ið størsta orsøkin til, at
Neistin loksins kann kalla
seg føroyameistara hjá
monnunum.
- Vit hava alla tíðina
roynt at betra um avrik
okkara, og hvørja ferð vit
møtt einum trupulleika,
hava vit roynt at funnið
út av, hvussu okkurt
møguliga kann gerast bet-
ri, heldur venjarin fyri.
Eitt nú vísir venjarin á,
at teir ofta hava havt tru-
pulleikar, tá hini liðini
hava vart offensivt, og í
steypafinaluni mistu teir
sigurin á gólvið, eftir at
Áki og Heini vórðu
mansvardir.
- Í landskappingini eru
avrikini bara vorðin betri
og betri, heldur Páll sjálv-
ur, og sum dømi um hetta
vísur hann eisini á, at
menn hansara ikki hava
tapt landskappingardyst,
síðani teir í november
mánaði vitjaðu í Vest-
manna.
Nú kann venjarin so
fegnast saman við leika-
rum sínum, men sum
hann sigur, so liggja
nógvir stravnir venjingar-
tímar aftan fyri gull-
merkini.
Gleðast
Tá vit spurdu venjaran,
hvat næsta málið hjá lið-
num skuldi vera, var svar-
ið, at nú sleppa teir ikki
longur. Europa-Cup hava
teir so ikki tosað um enn,
tí sum hann sigur, so hava
teir bert hugsað um heim-
ligu kappingina.
- Nú skulu vit bara vera
glaðir, vóru seinasta orð-
ini frá venjaranum
Miðvís
venjing
Hetta heldur Páll Poulsen er stør-
sta orsøkin til, at Neistin leygar-
dagin kundi taka ímóti gullmerkj-
unum
JÁKUP MØRK
Eftir at hava ynskt honum
tillukku, spurdu vit um,
hvørt tað var nøkur serlig
orsøk til, at hann fleiri ferð
í ár hevur traðkað til, tá
stóru skjúttarnir, Heini og
Áki, hava verið tiknir úr
spælinum av mótstøðuver-
junum.
- Eg bíði til tað verður
spennandi, svarar hann aft-
ur við einum smíli. - Nei,
tað er meira tað, at tað verð-
ur meira opið, tá mansverja
verður nýtt, og serliga gev-
ur hetta pláss til meg og
Finnur. Í steypafinaluni
riggaði hetta tó ikki, men
síðani tá hava vit vant mið-
víst við hesum trupulleika,
og tað hevur so eisini givið
úrslit, greiður Áki frá.
22 ár eru nú liðin, síðani
Neistin seinast var føroya-
meistari. Ta ferðina var pápi
Áka, Jógvan Martin, á lið-
num, og vit spurdu Áka,
hvussu tað kendist, nú hann
hevði gullmerkini um háls-
in.
- Tað er ikki so galið. Áð-
renn eg fór út í morgun,
segði hann við meg, at nú
skuldi eg taka føroyameist-
araheitið aftur, og tað eydn-
aðist so eisini, segði Áki at
enda, áðrenn hann setti kós-
ina móti skiftirúminum, har
lagið á liðfeløgunum var
gott, sum vera man.
Bíði til tað er spennandi
Áki Mørk er ein teirra, sum rættuliga
hevur fingið sítt gjøgnumbrot hetta
kappingarárið, og eftir dystin hittu
vit hann, tá hann saman við liðfe-
løgunum gleddist um gullmerkini
JÁKUP MØRK
Eg haldi tað var ein góður
dystur. Fyrri hálvleikur var
ógvuliga javnir, og tað vísti
seg eisini, soleiðis sum
nógv
høvdu
spátt,
at
málverjarnir komu at hava
ein stóran leiklut. Soleiðis
helt Rói Egholm fyri, tá vit
spurdu hann um hansara
áskoðan
á
dystin
leygardagin, har hann var
ein teirra, sum var staddur
í bláu áskoðarafjøldini.
-
Íslendingurin
stóð
ótrúliga væl, og tað gjørdi
faktist, at Sámal ongantíð
kom inn í dystin. Tá so Ingi
eisini varð sera væl vardur,
fekk Neistin steðgað einum
stórum
parti
av
álopsspælinum hjá VÍF,
heldur Rói.
Marginalar og málmenn
Ein teirra, sum eftir dystin leygardagin, kundi fegnast saman við bláu áskoða-
rafjøldini, var fiskasølumaðurin, Rói Egholm, og fingu vit eisini eitt lítið prát
við hann
Eisini helt hann, at
Neistin hevði teir vælkendu
marginalarnir við sær, og
sipar m.a. til, at teir
megnaðu at halda sambandi
við VÍF við líka, hóast teir
tað einu løtuna vóru fýra
móti sjey.
- Neistin hevði bæði
marginalarnar
og
málverjarnar við sær í dag,
og hetta var týdningarmesta
orsøkin til sigurin, segði ein
fegin Rói Egholm at enda.
Jákup Mørk
Undan kappingini mundu
tað ikki vera mong, sum
roknaðu kvinnuliðið hjá
Neistanum millum favoritt-
arnar til at vinna heiðurs-
merki av nøkrum slag. Nú
seinasti dysturin var leiktur,
høvdu tær so kortini vunnið
silvur, og eftir dystin leyg-
ardagin hittu vit liðskiparan
á Neistaliðnum, Ingu Dan-
berg.
Mettar sum fimmarar
- Vit vóru kanska styrkis-
mettar sum nummar fimm
áðrenn kappingin byrjaði.
Flestu høvdu helst Stjørn-
una sum favoritt, meðan
Kyndil, VÍF skuldu stríðast
um heiðursmerkini, um-
framt at fleiri eisini roknaðu
við, at VB fór at gera um
seg.
Vit høvdu ikki fingið na-
kra serliga tilgongd undan
kappingini, og tí vóru tað
ikki nógv, sum roknaðu við
okkum. Síðani hava vit so
fingið Ileanu, sum hevur
styrkt um liðið.
Soleiðis heldur Inga, at
flestu áskoðararnir roknaðu
við, at kappingin fór at laga
seg. Spurd um, hvør upp-
skriftin til óvæntaðu silvur-
merkini hevur verið, sigur
hon, at tað fyrst og fremst
er við útgangsstøði í eini
sterkari verju og tveimum
ótrúliga góðum málverjum,
at tær hava vunnið dyst-
irnar.
- Harumframt hava vit alt
árið stríðst sera væl, og í
okkara verð hevur eingin
dystur verið taptur, fyrr enn
dómararnir hava bríkslað
fyri seinastu ferð, sigur lið-
skiparin, sum eisini nevnir
góða samanhaldið í hóp-
inum.
Ioana skudi
mansverjast
Um dystin leygardagin sig-
ur hon, at tær høvdu gjørt
av, at Ioana Rápa skuldi
mansverjast allan dystin,
fyri at vita um hetta kanska
kundi steðga henni. Iona
var tó als ikki á vøllinum
hendan dagin, og um tað
hevði nakra ávirkan, veit
Inga ikki at siga, men hon
heldur ikki, at spælið var
nakað serligt fyrsta hálva
tíman.
- Í hálvleikinum fingu vit
so ein ordiligan uppsang,
og í seinna hálvleiki fingu
glið á okkara spæl, har ver-
jan riggaði, og vit fáa nøkur
mál upp á kontra, segði
Inga at enda, áðrenn hon
saman við liðfeløgunum
gjørdi seg til at stuðla
monnunum í felagnum.
Verjan og viljin avgerandi
Hetta heldur liðskiparin á neistaliðnum, Inga Danberg, vóru størstu orsøk-
irnar til, at neistaliðið megnaði at vinna silvurmerkini
Inga Danberg heldur, at tað fyrst og fremst er ein sterk
verja og ein góður stríðsvilji, sum hevur tryggjað
Neistakvinnunum silvurmerkinin
Enda við
galla-kvøldi
Bæði vaksin og børn hava í ár
møguleika at runda hondbóltsárið
av við stórum gallakvøldi
JÁKUP MØRK
Eftir at seinastu lands-
kappingardystirnir á hes-
um sinni vórðu leiktir
leygardagin, fingu allir
fyrstudeildar leikarar hjá
ymsu feløgunum tillutað
atkvøðuseðlar, har leik-
ararnir skuldu gera av,
hvønn tey hildu vera
bestu leikararnar í kapp-
ingini.
Ætlanin við hesum er,
at ársins leikarar á yms-
um plássum skulu kjós-
ast, og verður avdúkingin
av hesum á stórum galla-
kvøldi, sum verður í høll-
ini á Læraraskúlanum
komandi vikuskifti.
Líknandi tiltak var eis-
ini hildið fyri einum ári
síðani, og fyrireikararnir
úr H71 vóna, at undir-
tøkan í ár verður eins góð
og hon var fyri einum ári
síðani, tá leikarar úr nær-
um øllum feløgum gjørdu
sítt til at hava eina hugn-
aliga løtu, har tosað var
um alt tað, sum fyrifórst
í farna kappingarárinum.
Eisini børnini
Tað eru tó ikki bara tey
vaksnu, sum á henda hátt
hava høvi at takka fyri
seg. Sum nakað nýtt hev-
ur Neistin tikið stig til at
skipa fyri gallakvøldi fyri
yngru leikararnar.
Elinborg, sum er limur
í foreldrabólkinum hjá
Neistanum, sigur frá, at
tey í ár ætla at geva yngru
leikarunum høvið til at
hittast, nú kappingarárið
hjá teimum er lokið.
Ætlanin við hesum er
fyrst og fremst, at leika-
rarnir skulu fáa høvið at
læra hvønn annan betur
at kenna. Vanliga hittast
børnini bert, tá dystur er
á skránni, og aloftast er
tá neyðugt at seta beina
kós móti heimstaðnum,
so skjótt dysturin er lok-
in.
Skráin fyri tiltakið er
longu løgd, og børnini
kunnu uttan iva vænta
eina bæði stuttliga og
spennandi løtu. Til matna
verður smyrjibreyð og so-
davatn, og undir borð-
haldinum verður tað Jo-
han í Kollafirði, sum
kemur at standa fyri und-
irhaldinum.
Seinni skulu luttakarar-
nir ætlandi hyggja at
videoupptøkum,
sum
sýna ymisk kiks, sum eru
farin fram á hondbólts-
vøllum, og dansur verður
sjálvandi eisini á skránni.
Vælumtókti tónleika-
bólkurin, Tangz, fer at
spæla á tiltakinum, og
eisini verður Krit at hoy-
ra. Krit er ein nýstovn-
aður bólkur, sum er settur
saman av næmingum úr
Kommunuskúlanum
í
Havn.
Atgongumerki
Ætlandi skal tiltakið vara
í einar tríggjar tímar, og
er tíðarætlanin løgd so-
leiðis, at øll børnini hava
møguleika at koma aftur
og fram sama dag.
Leygardagurin, 15. a-
príl, er ásettur at verða
dagurin, tá tiltakið ferð av
barkastokki, og verður
klokkan 15.00.
Sølan
av
atgongu-
merkjum er byrjað, og er
seinasta freist fyri hesum
mikudagin, tá fólk vera í
neistahølinum, har at-
gongumerkini verða seld.
Kostnaðurin er 70 krónur
fyri hvønn leikara, men
tó sleppa systkin við á
veistluna fyri 100 kr.
Eingin forðing er fyri,
at leikarar eisini hava vin-
fólk við sær, og við hes-
um vónar foreldrabólk-
urin, at eisini børn, sum
ikki spæla hondbólt, fáa
hug at koma við á veitsl-
una.
Líkt er til, at galla-kvøld fyri hondbótlsleikarum
verður eitt afturvendandi tiltak, og nú skipar Neistin
eisini fyri einum kvøldi fyri børnini
JÁKUP MØRK
VÍF-Neistin 12-20 (8-9)
Orsakað av stóra spenning-
inum undan sokallaða final-
udystinum, var høllin meira
ella minni fullsett, tá kvinn-
urnar hjá VÍF og Neista-
num skuldu royna seg leyg-
ardagin.
Vestmenningar hava altíð
verið trúfastir stuðlar hjá
liðum sínum, og tað var
sjónligt, at flestu áskoðar-
arnir vóru møtt tíðliga, so-
leiðis at tað skuldi bera til
at fáa sær ein góðan sess.
Neistaviðhaldsfólkini
vóru eisini nógv í tali.
Bussar vóru farnir úr Havn-
in við áskoðarum, so ytru
karmarnir fyri einum und-
irhaldandi dysti vóru so av-
gjørt í lagi.
Rápa ikki við
Tað var tó skjótt greitt, at
fyritreytirnar hjá VÍF fyri
einum sigri, vóru alt annað
enn optimalar, tí Ioana Rá-
pa, sum hevur drigist við
skaða stóran part av ári-
num, var ikki á vøllinum til
hendan dystin.
Fleiri feðrir hevur hon
annars spælt, hóast hon
kanska heldur átti at bundið
frið, men týdningurin av
dystinum hesuferð, var
helst ikki nóg stórur, til at
hon vildi seta heilsuna í
vága.
Liðfelagar
hennara
megnaðu tó at geva neista-
kvinnunum harða mótstøðu
fyrsta hálva tíman. Mun-
urin á liðunum var ongantíð
serliga stórur, men megin-
partin av tíðini var tað tó
Neistin, sum átti eina lítla
yvirvág.
Hamskiftar
Hvat Christian Poulsen
hevur sagt sínum leikarum
í hávleikinum veit eg ikki,
men í øllum førum vóru
neistakvinnurnar sum ham-
skiftar, tá tær komu á vøllin
til seinna hálvleik.
Verjan var nú nógv
grammari enn hon hevði
verið fyrra hálvleikin, og
tað var serliga í hesum part-
inum av spælinum, at tryggi
sigurin varð grundlagdur.
Vælskipaða verjuspælið
hevði eisini við sær, at tað í
fleiri
førum
eydnaðist
neistakvinnunum at seta
skjót mótálop í gongd, og
sum dysturin leið, gjørdist
sigurin alsamt meira vísur.
Tað var eisini líkt til, at
havnargenturnar vóru nógv
betri fyri kropsliga enn
vertirnir. Tær høvdu tískil
neyðuga yvirskotið til at
skifta leikferðina, umframt
at hetta sum fráleið eisini
gav teimum eina sálarliga
yvirvág.
At VÍF bert megnaði at
skjóta fýra mál allan seinna
hálvleik boðar greitt frá, at
verjuparturin hjá Neista-
num var í lagi, og tað er
einki at taka seg aftur í, at
júst hetta hevur verið styrk-
in hjá liðnum hetta kapp-
ingarárið.
Kanska sær tað ikki altíð
so øgiliga vakurt út, men
Endaðu við sigri
Neistin vann seinasta dystin á árinum, tá tær í Vestmanna leiktu upphitingar-
dyst til gullbrakið hjá monnunum, og staðfestu sostatt støðuna sum silvur-
vinnarar
stigini eru við javnari ferð
komin inn kontina, og nú
kappingarárið er lokið, hav-
a neistakvinnurnar fingið
silvurmerkini um hálsin.
Kann gerast trupult
Frøin var tí sjálvandi stór á
gentunum, tá tær eftir dyst-
in fingu merkini um hálsin,
meðan støðan helst var na-
kað øðrvísi hjá VÍF.
Tær høvdu eisini góðar
orsøkir til at kenna seg eitt
sindur vónsviknar, nú tær
eingi heiðursmerki fingu.
So at siga alt kappingarárið
hava tær verið við til at
mynda toppin, og leingi var
eisini líkt til, at tað skuldi
eydnast teimum at fáa silv-
urmerkini.
Seinastu dystirnar í ár-
inum hevur úrtøkan tó verið
ov lítil, og eru bæði Kyndil
og Neistin farin fram við
vestmannakvinnunum.
Liðið eigur tó aftur í ár
toppskjúttan í føroyski
kappingini, tí á hesum
plássi hevur Iana Rápa so
at siga alt árið verið ovast.
Størsti spurningurin man tí
vera, hvussu verður við
VÍF, um rumenski venjarin
ikki er á liðnum komandi
kappingarár.
Uttan at niðurgera nakran
av hinum leikarunum kann
staðfestast, at hon er so
nógv tann týdningarmesti
leikarin á liðnum, og uttan
hana ber illa til at ímynda
sær, at VÍF fer at gera nakað
serligt um seg komandi ár-
ini.
Frágongd er eisini nakað,
sum neistafólkini mugu
hugsa um komandi mánað-
irnar. Fleiri av ungu leik-
arunum verða lidnar við
miðnámsútbúgving sína í
summar, og so er spurn-
ingurin helst, um nøkur teir-
ra fer av landinum at út-
búgva seg.
Eisini tykist óvist, um Ile-
ana Manolescu verður við
aftur komandi ár, so í ring-
asta føri kann støðan gerast
soleiðis, at Neistin komandi
ár verður í somu støðu, sum
tær vóru í fyrsta partin av
kappingini hetta árið.
Fyrstu dystirnar gekst
teimum nevnliga sera strilt-
ið at fáa nakað stig burtur
úr dystunum, men so við og
við er liðið komið fyri seg,
og tá avtornaði endaðu tær
altso á næst ovasta sess-
inum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Jacklin Durhuus 4,
Fríða Marjunardóttir 3 (1),
Óluvá Poulsen 2, Randi
Kúrberg 2, Signhild Peter-
sen 1
Neistin: Marjun Jógvans-
dóttir 4 (2), Katrin á Neyst-
abø 3, Inga Danberg 3,
Mildrid Jacobsen 3, Ileana
Manolescu 2, Gunnleyg
Berg 2, Birita Wardum 2,
Bjørg Patursson 1 (1)
Brotskøst:
VÍF 1, Neistin 4
Útvísingar:
VÍF 2, Neistin 1
Dómarar úr KÍF:
Vagnur Johansen og Jón-
olvur Johannesen
Mildrid Jacobsen og liðfelagarnir úr Neistanum vunnu eisini seinasta dystin hetta kappingarárið, og staðfestu
sostatt silvurplássið, sum tær vunnu sær fyri einari viku síðani
Mynd: Álvur Haraldsen