týsdagur 4. apríl 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
18
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
neistar - 12 neistar - 12 neistar - 12 neistar - 12 neistar - 12 neistar
Tá alt kom til stykkis, gjørdist tað menninir hjá Neistanum, sum høvdu savnað sær flestu stigini í landskappingini. Hóast teir ikki hava verið eins einaráðandi gjøgnum alt kappingarárið, so lótu teir ongan iva vera eftir, men gjørdu hinvegin
bart í endaspælinum, har teir vunnu allar 12 dystirnar. Niðanfyri eru stuttar lýsingar av teimum 12 leikarunum, sum leygardagin vóru við til at tryggja felagnum FM-heitið hjá monnum fyri fyrstu ferð í 22 ár. Aðrir leikarar enn hesir hava
eisini verið á liðnum hetta kappingarárið, men leygardagin vóru tað so hesir 12 neistarnir, sum sigraðu á VÍF
Finnur Hansson, 76 mál
Ein av leikarunum, sum kom til felagið undan hesum
kappingarárinum, eftir at hann áður hevur verið í H71.
Ein skjótur og tekniskt góður leikari, sum hevur møguleika
til at menna seg heilt nógv
Hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot hetta árið, har hann
hevur roynt seg sum bæði vinstri vongur og spælskipari.
Hevur í fleiri dystum átikið sær avgerandi leiklut, serliga
tá Áki Olsen og Heini hava verið mansvardir
Áki Mørk, 42 mál
Elmar Ósá, 48 mál
Er kanska mest kendur fyri avrik síni í svimjihylinum,
men hevur í ár prógvað, at hann er ein fínur hondbólts-
leikari. Serliga er tað kropsstyrkin og skjótleikin, sum eru
styrkirnar hjá Elmari.
Toppskjúttin í føroysku kappingini hetta kappingarárið hev-
ur saman við Áka Olsen verið millum avgjørt týdningar-
mestu leikararnar á neistaliðnum. Vandamesta vápnið hjá
liðskiparanum er so avgjørt vinstrahondin.
Heini Joensen, 189 mál
Helgi Justinussen, 4 mál
Tá hann hevur fingið møguleikan, hevur Helgi fleiri ferðir
víst, at hann er ein leikari, sum roknast skal við í framtíðini.
Hóast lítil í vavi, so er hann rættuliga væl fyri kropsliga,
umframt at hann eisini er ein tekniskt góður leikari.
Bogi Henriksen, 0 mál
Hevur kanska ikki verið eins sjónligur, og hann hevur
verið undanfarin ár, men saman við Peturi hevur hann so
avgjørt átt sín stóra lut í meistaraskapinum, tá teir báðir í
fleiri dystum hava verið tungan á vágskálini
Ræni Slættanes, 10 mál
Hevur ikki leikt so nógv á besta liðnum hetta kappingarárið,
men í løtum hevur Ræni prógvað, at hann í framtíðini fer
at seta seg á sessin sum fremsti strikuspælarin í felagnum,
men enn væntar honum nakrar fleiri royndir
Karl Oddmar Rasmussen, 32 mál
Er í ár fluttur av bakkinum inn á strikuna, og hevur hetta
eisini merkt spæl hansara. Veikleikarnir í álopspartinum
vera tó uppvigaðir av styrkini í verjuspælinum, har hann
hevur verið ein sera týðandi partur av neistaliðnum
Áki Olsen, 188 mál
Kanska besti álopsleikarin í landinum hevur so avgjørt átt
sín stóra lut í gullmerkjunum. Fyrst og fremst hevur hann
eina óhugnaliga skotstyrki, men tekniskt er hann eisini
sera væl fyri, og er hann við í uppspælinum til nógv mál.
Hevur í skjótt fleiri ár prógvað, at aldurin er eingin forðing
fyri at spæla hondbólt á hægsta støðið. Er nú fluttur út á
veingin at spæla, har tað serliga er í kontraálopum, at
hann hevur gjørt vart við seg.
Kári Mortensen, 84 mál
Petur Magnusson, 1 mál
Hevur ígjøgnum árið ment seg til at vera ein av fremstu
málverjunum í landinum, og setti eitt flott punktum við at
taka pippið frá skjúttunum hjá VÍF í seinasta dystinum. Er
eisini sera íðin í at skipa verjuspælið.
Eftir vetrarsteðgin hevur løgtingsmaðurin verið fastur fúsur
á neistaliðnum, har tað serliga hevur verið í verjupartinum
at hann hevur sýnt sínar dygdir. Er ikki so sjónligur í
álopspartinum, har hann ofta verður skiftur út.
Jákup Sverri Kass, 16 mál