týsdagur 4. apríl 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
EYÐUN KLAKSTEIN
Stjørnan-Tjaldur 38-23
(22-9)
Tað var meira rómi enn
hondbóltur, tá kvinnurnar
hjá Stjørnuni leygardagin
staðfestu, at tær hava besta
kvinnuliðið í landinum.
Undan dystinum móti
einum
veingjarbrotnum
Tjaldri var avgerðin um
gullið langt síðani fallin, og
tí var meira lagt upp til at
hátíðarhalda meistarskapin.
Stjørnan hevur í vetur
verið nógv tað besta liðið í
kvinnudeildini og longu fyri
fleiri vikum síðani var tað
greitt, at Stjørnan vann gull-
ið í ár.
Seinasti dysturin á árinum
var spældur á heimavølli í
KÍ-høllini, og har høvdu
nógv fólk leitað sær seinna-
partin leygardagin.
Hátíðarhaldið
Nógv varð gjørt burtur úr.
Klaksvíkar Hornorkestur
spældi undan dystinum og
í hálvleikinum, og Jógvan
við Keldu, býráðsformaður,
helt røðu áðrenn dystin.
Bakaríið hjá Símun hevði
gjørt serligar lágkøkur til
dagin, og eftir dystinum
vórðu áskoðararnir bjóðaðir
til kaffi og køkur. Børnini
fingu góðgæti og sodavatn.
Tá dysturin varð bríkslað-
ur av varð hol sett á hátíð-
arhaldið. Nevndin í Stjørn-
uni hevði havt góðar stundir
at fyrireikað undirhald, og
tað høvdu teir eisini gjørt
sær dælt av.
Ein nýggjur Stjørnusang-
ur, sum Niclas Heri Jákups-
son úr Dynamitt hevur skri-
vað, varð avdúkaður, og
fólk frá Kulu Rótunum
sungu tveir sangir.
Umboðið fyri Hondbólts-
sambandið Petur Ovi Pet-
ersen, helt røðu fyri meist-
arunum, og Karl Birgir Is-
aksen, sum er stjóri fyri hø-
vuðsstuðulin hjá Stjørnuni,
handaði spælarunum heið-
ursmerkini.
Dysturin
Dysturin var ikki tað stóra
upplivilsið. Tjaldri var ikki
ført fyri at geva Stjørnuni
nakra veruliga mótstøðu, og
tá heimaliðið hevði vunnið
sær avgerandi fyrimun í fyr-
ra hálvleiki, tóku tær sær av
løttum í seinna hálvleiki,
sum var merktur av nógv
mistøkum.
Móti endanum av dyst-
inum royndu Stjørnuspæl-
Stjørnan hátíðarhelt meistaraskapin
Nógv varð gjørt burtur úr, tá Stjørnan spældi seinasta dystin í kappingarárinum. Dystin vann Stjørnan lættliga og so
var lagt upp til veruliga gullveitslu
ararnir ymiskt, og annar av
málverjunum,
Johanna
Mikkelsen, skoraði eitt mál.
Hin málverjin, Rannvá An-
dreasen, brendi sítt brots-
una av hondbóltsspælinum.
– Vónandi fáa tit eisini
nakrar fleiri menn at spæla
hondbólt, segði Petur Ovi
Petersen.
Meðan Stjørnan ikki hev-
ur havt manslið í bestu
deildini í nógv ár, hava
Stjørnukvinnurnar ferð eftir
ferð blandað seg uppí
meistarastríðið, og í ár eyd-
naðist tað fyri fyrstu ferð
síðani 1977 at vinna gullið.
Leygarkvøldið
hevði
Stjørnan veitslu í Tekniska
skúla, og skipað varð fyri
bæði gospelkonsert og dan-
si í KÍ-høllini.
Spælandi venjarin hjá
Stjørnuni, Vesna Tomajek,
og vongspælarin Adrijana
Milodanovic fara nú heim
til Jugoslavia at halda frí í
eina tíð. Men ætlanin er, at
tær verða aftur í Klaksvík í
juli ella august mánaði.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Stjørnan: Anna K. Samson
8 (1), Joan M. Joensen 7,
Simona Hansen 6, Sólvá
Eystberg 4 (1), Annika
Ljósstein 4, Ragna Andrea-
sen 4, Vesna Tomajek 2, Jo-
hanna Mikkelsen 1 (1), An-
drijana Milocanovic 1, Jast-
rid Gullaksen 1
Tjaldur: Sunrid Gleðis-
heygg 7 (1), Sonja Gleðis-
heygg 5, Heidi Jacobsen 3,
Oddvá Fossdalsá 2, Mona
Langgaard 1, Kristine Ell-
ingsgaard
1,
Elinbjørg
Hammer 1, Beinta Joensen
1
Brotskøst:
Stjørnan 7, Tjaldur 1
Útvísingar:
Stjørnan 1
Dómarar úr Kyndli:
Rúni Mohr og Høgni Vil-
helmsen
JÁKUP MØRK
Tjaldur-H71 18-20 (8-11)
Sum so hevði dysturin leyg-
ardagin millum omanfyri-
nevndu liðini ikki tann stóra
týdningin. Einasti spurning-
urin mundi vera, um tað
skuldi eydnast hoyvík-
ingunum at vinna seg fram
um KÍF á stigatalvuni, ella
um Tjaldur loksins skuldi
fáa ein sigur í endaspæl-
inum.
Ongantíð í vanda
Hetta eydnaðist sum kunn-
ugt ikki hjá Tjaldrinum, og
hóast teir móti endanum av
dystinum vóru um at fáa
fatur á H71, so mundi sig-
urin hjá útiliðnum ongantíð
av álvara vera í vanda.
Hoyvíkingarnir løgdu seg
nevnliga á odda alt fyri eitt,
og hesa leiðsluna hildu teir
fast um allan dystin.
Í fyrra hálvleiki var mun-
urin onkuntíð bert tað eina
málið, men tá H71 tók seg
trý mál fram um Tjaldrið
móti endanum av fyrra
hálvleiki, tóktist tað sum
um dysturin var avgjørdur.
Seinna umfarið útbygdu
gestirnir leiðsluna, og tá
tíggju minuttir vóru eftir at
leika, vóru fimm mál á muni
millum partarnar. Seinastu
løtuna fingu runavíkingarnir
so høvið at pynta um
úrslitið, men hóast teir tá
fingu minkað munin niður í
eitt mál, so var tað ov seint
at
koma
við
nakrari
bjargingarætlan.
Munurin er stórur
Hóast tað við tapinum enn
einaferð varð staðfest, at
Tjaldur eigur niðasta sessin
í deildini, so merkir heta tó
ikki, at talan verður um nak-
ra niðurflyting fyri teirra
viðkomandi.
Einasta liðið, sum kundi
flyta upp úr aðru deild er
Stjørnan, men mannfólkini
í Klaksvík hava langt eftir á
mál, um teir hava ætlanir
um at endurtaka bragdið hjá
kvinnuliðnum har norðuri.
Røddir hava eisini verið
frammi um, at tað kanska
hevði verið betri, um tað
bert vóru seks lið í best
mansdeildini. Hvørt hetta er
rætta leiðin at fara, eru tó
fleiri hugsanir um, men í
øllum førum hevur kapp-
ingin í ár staðfest, at tað er
rættuliga stórur munur í-
millum toppin og botnin í
føroyskum hondbólti.
Í løtuni hoyra Tjaldur og
H71 til seinna nevnda bólk-
Hoyvíkingar fram um kollfirðingar
H71 vann seinasta dystin á árinum,
og við sigrinum tóku teir seg upp á
fimta plássið, eitt stig framman fyri
KÍF
in, men møguleiki er fyri,
at hetta fer at broytast um
nøkur ár. Runavíkingar
hava í øllum førum sett á
stovn eitt miðvíst ungdóms-
arbeiði, sum vónandi kann
bera ávøkst komandi árini.
Hoyvíkingar hava fyrr
verið at sæð nakað ovar-
ligari á stigatalvuni, men
skal hetta eydnast teimum
koamdni árini, er helst
neyðugt at styrkja liðið við
fremmandum
leikarum.
Hondbólturin í Hoyvíkini
man tó hava eina ljósa
framtíð, tí komandi ár
verður nýggja høllin eftir
ætlan tikin í nýtslu, og hetta
fer uttan iva at skumpa
undir
menningina
av
hondbóltinum har á leiðini.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinussen
8 (4), Kári Hansen 3,
Ragnar Olsen 2, Arnfinn
Langgaard
2,
Dánjal
Hansen 2, Áki M. Hansen
H71: Eyðun Højgaard 8 (5),
Halgir Dahl Olesen 5, Olaf
Vestergaard 3, Tróndur
Vatnhamar
2,
Bárður
Brimvík 1, Rene Dahl
Olesen 1
Brotskøst:
Tjaldur 4, H71 5
Útísingar:
Tjaldur 1, H71 1
Dómrar úr Neistanum/
H71:
Kristian Johansen/Kristian
Martin Skála
Kvinnurnar hjá Stjørnuni eru føroyameistarar ár 2000. Mynd: JH
kast, tá hon fekk kjansin.
Onkrar detaljur vóru,
men tær fóru fáa, og eftir at
Joan
Midjord
Joensen
hevði gjørt besta málið í
dystinum seint í fyrra
hálvleiki, var ikki so nógv
at fáa við.
Men
Stjørnan
hevur
gjøgnum alla kappingina
annars víst gott og støðugt
spæl, og tað hevur ferð eftir
ferð verið sjón fyri søgn, at
kropsliga venjingarstøðan
hjá spælarunum hevur verið
gott grundarlag undir kvik-
um og uppfinsama spæli-
num hjá liðnum.
Fegnaðist
Eftir dystin helt Petur Ovi
Petersen frá HSF stutta
røðu fyri Stjørnukvinnun-
um, og hann segði seg fegn-
ast um, at meistaraskapurin
var komin til Klaksvíkar, tí
tað var gott fyri útbreiðsl-
Fegnir
spæl-
arar
og
venj-
arar.
Mynd:
JH
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 Herfølge 21
12
- 4
- 5
35
28
7
40
2 Brøndby 22
10
- 6
- 6
38
26
12
36
3 Lyngby 22
11
- 3
- 8
36
30
6
36
4 Silkeborg22
9
- 7
- 6
38
22
16
34
5 AB
22
9
- 7
- 6
34
27
7
34
6 Viborg
21
9
- 5
- 7
29
29
0
32
7 AaB
22
7
- 10
- 5
32
25
7
31
8 FCK
22
8
- 4
- 10
28
23
5
28
9 OB
22
5
- 9
- 8
19
28
-9
24
10 AGF
22
5
- 6
- 11
20
35
-15
21
11 Esbjerg 22
6
- 3
- 13
23
39
-16
21
12 Vejle
22
3
- 10
- 9
24
45
-21
19
Støðan, danska superligan
Nú er rómur á Neistamonnum og -kvinn-
um, og hava tey tað so sanniliga uppi-
borið. At miðvíst arbeiðið ber ávøkstur,
er ein gleði í sær sjálvum, men tá arbeiðið
endar við einum føroyameistaraheitið, tá
ið tit eiga virðingina hjá øllum.
Tað eru mong, sum gleðast saman við
tykkum um hetta megnar úrslit – eisini
mótstøðumenn tykkara á vølli.
Tað gleðir meg, at tit eru glað. Serliga
gleðir tað meg,at nú er Vagnur Michelsen
glaður. Hann er ein av eldsálunum í før-
oyska ítróttarheiminum, har Neistin enn
Higartil í ár hava fótbólts-
venjarar og spælarar fegnast
um, at tað hevur borið til at
vant, uttan til kavin hevur
gjørt ónáðir. Men í viku-
skiftinum turkaði kavafonn-
in tárini, hvíttaði línið og
legði sína køldu hond á
kappingina um løgmans-
steypið.
Kavin var so mikið nógv-
ur, at allir seks dystirnir í
kappingini um vórðu av-
lýstir.
Eingin avgerð er enn tikin
Kavin argar fótbóltin
um, nær útsettu dystirnir
skulu spælast. Tað er kanska
torført at taka nakra avgerð,
tá tað ikki er greitt, hvussu
leingi kavin verður liggj-
andi.
Sambært skránni áttu hes-
ir dystir at verið spældir í
vikuskiftinum: Sumba–KÍ,
VB–NSÍ, B36–B71, ÍF–
B68, GÍ–HB og TB–FS
Vágar. Teir tríggjar dystir-
nar í Suðuroy ber tað ikki
til at avgreiða mitt í viku.
Hinar tríggjar dystirnar
hevði tað ivaleyst borið til
at spælt mitt í viku.
Sum sagt so er einki av-
gjørt, men vit kundu ímynd-
a okkum, at smávegis broyt-
ingar kundu borið við sær,
at útsettu dystirnir kundu
fingist frá hondini, soleiðis
at bólkaumfarið verður lið-
ugt spælt páskaaftan. NSÍ
og KÍ skuldu bæði spælt í
Suðuroy í vikuskiftinum.
Hesi liðini skulu sambært
skránni hittast í Runavík
komandi sunnudag sam-
Løgmanssteypið: Enn er tað ikki avrátt, nær teir seks útsettu dystirnir skulu
avgreiðast
Hvørki Óli Johannesen í
AGF ella Todi Jónsson í
FCK vóru á vøllinum
sunnudagin, tá hesi bæði
føroysku liðini í superliguni
taptu. Óli Johannesen tykist
hava torført at endurvinna
plássið á besta liðnum í År-
hus, sum hevur keypt fleiri
verjuspælarar í vetur. Og
vøddaskaðin, sum Todi
Jónsson
hevur
verið
darvaður av síðstu vikurnar,
helt enn eina ferð føroying-
inum í FCK burtur frá, har
tað gongur fyri seg.
Vit hava skilt á lagnum,
at tað kanska hevði borið til
hjá Toda at spælt, og tað
hevði leiðslan í felagnum
ógvuliga fegin vilja, at hann
gjørdi. Men læknarnir hava
higartil hildið, at tað ikki
hevur verið ráðiligt at
spæla. Í hesi vikuni kemur
Silkeborg, sum sunnudagin
vann á heimavølli móti
FCK, til Keypmannahavnar
at spæla móti FCK í steypa-
kappingini, og tað er stórt
sannlíki fyri, at Todi fer at
fáa møguleikan í tí dysti-
num.
Herfølge góð kort
Jákup Mikkelsen hevði frí
sunnudagin. Hann sat heim-
a og fylgdi við í, hvussu tað
gekk hjá kappingarneyt-
unum hjá Herfølge. Tað er
einki at siga til, at lagið var
gott í Herfølge í gjár, tá teir
hittust at fyrireika seg til
heimadystin móti Viborg.
Hesin dysturin varð spældur
klokkan seks føroyska tíð.
Vit fara at frætta úr Herfølge
í morgin.
At lagið var gott í Her-
følge komst av, at Brøndby,
sum hevur verið mett sum
besta boðið upp á meistaras-
kapin, bara fekk 1–1 í Vejle.
Næstsíðsta sunnudag móti
Lyngby var Brøndby aftan-
fyri 2–0, tá tíðin var um at
vera farin, men tað eydn-
aðist teimum at javna í
síðstu løtu. Hesa ferð var
Brøndby aftanfyri 1–0 frá
3. minutti og inntil tíðina,
sum dómarin hevði lagt aft-
urat. Tá javnaði Peter Grau-
lund, sum er fyrrverandi
Vejle spælari.
Í Brøndby fegnaðust teir
sjálvsagt um, at tað eydn-
stundis sum Sumba og VB
skulu spæla í Sumba. Ein
møguleiki er, at KÍ og NSÍ
komandi leygardag fara til
Suðuroyar, og at dystirnir
millum NSÍ og KÍ og
Sumba og VB verða av-
greiddir mitt í viku.
Men nú fáa vit at síggja,
hvussu leingi kavin verður
liggjandi, og hvat FSF fer
at spæla út við.
jh
Brøndby hálvsnávaði
Superligan: Eingin føroyingur var á vøllinum sunnudagin
aðist at javna, men tað er
einki at siga til, at fagnað-
urin ikki var heilhjartaður.
Í staðin fyri seks stig í
tveimum umførum hevur
Brøndby fingið tvey stig, og
um Jákup Mikkelsen og teir
í gjárkvøldið fingu stig, so
styrktu teir um sína odda-
støðu. Tað eru ellivu dystir
inntil superligan sunnu-
dagin 28. mai verður liðugt
spæld, og nú eru tey fleiri,
enn tey vóru fyri einum
mánað síðani, ið rokna Her-
følge sum besta boðið upp
á meistaraskapin.
FCK verri fyri
Felagið hjá Toda Jónsson
hevði í 2. hálvleiki allar
møguleikar at fáa øll stigini
í Silkeborg, men teir heil-
kiksaðu. Silkeborg fekk eitt
reytt kort, tá 56 minuttir
vóru farnir, og teir vóru á
odda 1–0. Smáar tíggju
minuttir seinni javnaði
verjuspælarin Kofi Dakin-
ah, og so tóktist spurning-
urin vera, um Silkeborg fór
at megna at halda tørn um
javnleikin, ella um FCK fór
at fáa eitt ella fleiri mál.
Benny Johansen hevur
áður verið venjari hjá FCK,
sum hann hevur vunnið DM
við. Nú er hann venjari hjá
Silkeborg, og hjálparvenj-
arin hjá honum hevur í
mong ár verið í KB og FCK.
Sjálvandi fegnaðust teir
báðir um, at tað eydnaðist
undirmannaða Silkeborg at
skora sigursmálið tríggjar
minuttir undan leikloki.
Málið
ørkymlaði
FCK
spælararnar nógv, og Thom-
as Rytter sá reyðakortið í
evstu løtu.
Silkeborg er nú á fjórða
plássinum. At FCK hóast
tapið
framvegis
hevur
møguleika fyri at røkka al-
tjóða luttøku kemst av, at
hini liðini eru ófør at taka
stig frá hvørjum øðrum.
AGF undir trýsti
Lyngby, sum vann 3–0 á
AGF, er nú næstfremst. Lið-
ið hjá Óla Johannesen hevði
ikki nógv av bjóða uppá. Tá
støðan var 3–0 fingu teir
brotsspark, men Johnny
Mølby
misbrúkti
gylta
møguleikan.
At Vejle og Esbjerg, sum
eru niðanfyri niðurflyting-
arstrikuna, fingu stig ger, at
trýstið á AGF øktist.
Esbjerg megnaði mál-
leysan javnleik móti meist-
araliðnum úr Aalborg, sum
hevur havt sera soltna úr-
tøku síðani vetrarstegðin.
OB, sum eisini hevur verið
mett millum niðurflytingar
evnini, fekk aftur hesa ferð
stig. Men hesa ferð vóru teir
hepnir á heimavølli at javna
til 1–1 móti AB.
jh
Jákup Mikkelsen og Herfølge høvdu í gjárkvøldið møguleikan at økja um leiðsluna í
superliguni
Nú er Vagnur glaður
gevur brand til uppvaksandi ættarlið.
Hetta hevur verið eitt spennandi ár
innan hondbóltin, og hava teir báðir, Suni
Merkistein og Finnur Helmsdal, duga
serstakliga væl at givið okkum spenn-
ingin út gjøgnum útvarpstólið. Takk fyri
tað, tit báðir.
Vit fegnast eisini um, at kvinnurnar
hjá Stjørnuni nú aftur hava vunnið FM.
Tað hava tær sanniliga uppiborið.
Við ítróttarkvøðu
Henry Jarnskor