týsdagur 4. apríl 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
HEINI Í SKORINI
Góðan dag John
– Góðan dag
Ja, nú byrjar so ein nýggj
kapping, hvørji mál hava tit
í B36 sett tykkum í ár?
Ja, nú haldi eg ikki at man
kann siga, at vit hava sett
okkum nakað ávíst mál,
men B36 eigur at vera við í
stríðnum um FM-heitið, so
vit vilja í hvussu so er hava
eitt heiðursmerkjapláss, tað
vil siga ímillum 3 tey bestu.
Tað haldi eg, at man í min-
sta lagi kann siga.
Tit hava fingið eina ringa
byrjan, bæði í vinardystu-
num og í fyrsta steypadysti
í Fuglafirði. Hvør er orsøkin
til tað?
– Ja, í vinardystum verður
alt møguligt roynt, og man
líkasum roynir seg fram og
“eksperimenterar” við at
gera nógv nýtt á liðnum. Vit
hava eisini sum teimum
flestu kunnugt mist sera
nógvar spælarar, fingið
nýggjan venjara, og serliga
í verjuni hava vit mist nógv-
ar spælarar frá í fjør, so har
er bara nýtt fólk. So í ven-
jingardystunum haldi eg
ikki, at úrslitini eru so eftir-
farandi. Man brúkar meiri
teir dystirnar til at finna út-
av, hvussu vit skulu spæla,
og hvar alt hetta ymiska
nýggja fólkið skal brúkast.
Men tað, at vit taptu fyrsta
steypadystin, er ikki gott, og
tað skuldu vit ikki havt
gjørt. Ja, eg veit ikki, hvat
hendi har, men tað var í
hvussu so er ikki gott.
Men hvørjar vónir hevur tú
so til árið í ár?
– Ja, nú hava vit skift
hampuliga nógv fólk út, so
tað er eitt sindur ringt at
siga, hvussu tað kemur at
koyra hjá okkum í ár, og vit
eru jú enn ikki heilt vissir í,
hvat fólk kemur at spæla við
okkum í ár, og um nakar
spælari kemur afturat. Men
eg vil siga, at vónirnar mug-
u vera góðar, sjálvt um tað
tekur tíð at spæla eitt nýtt
lið saman og fáa tað heila
at koyra hjá okkum.
Tit hava mist nógvar
lyklaleikarar frá í fjør, so
sum Pól Thorsteinsson,
Ninoslav Milenkovic, Tomi-
slav Sivic, Øssur Hansen og
Arnbjørn Danielsen. Hvuss-
u ætla tit at fylla tey tóm-
rúmini?
– Jú, tað er serliga í verj-
uni, at vit hava mist spælar-
ar. Vit mistu jú Pól og
Arnbjørn, og so er tað eitt
sindur ivasamt, hvussu
verður við Jens Kristian
Hansen, so tað er serliga í
verjuni, at tómrúmið fer at
vera. Men eg vil siga tað, at
har mugu bara ungir menn
koma inn, og so fáa vit at
síggja, um teir klára at
-Vit vilja í minsta lagi hava heiðursmerki
Øll fótbóltsáhugað í Føroyum munnu vera á einum máli um, at John Petersen hevur hesi síðstu árini verið millum
Føroya bestu og mest áhugaverdu fótbóltsleikarar, bæði her á landi, og tá tað kemur til landsliðsfótbólt. Men nú
byrjar eitt nýtt kappingarár, sum hevur nýggjar avbjóðingar, bæði í heimligu kappingini, úti í Europa og á
landsliðnum. Vit hava tosað við John Petersen um framtíðina, felagið, landsliðið og fótbóltstilveruna hjá honum sum
heild
standa royndina. Vit hava
eisini mist bæði Tomislav,
Ninoslav og Øssur, men
eftir mínari meting hava vit
havt nokkso nógv offensivt
fólk og fingið nakrar
nýggjar kreftir inn afturat
eisini, so eg rokni ikki við,
at tað skuldi farið at bila á
tí økinum.
Hvørji lið vera eftir tínari
meting tey drúgvastu í ár?
Eg vænti serliga, at KÍ vera
drúgvir, tí teir vunnu jú í
fjør og hava ikki mist nakað
fólk uttan málmannin. Og
so rokni eg eisini nógv við
GÍ, sum eisini hava nakað
tað sama av fólki sum í fjør,
og teir gjørdist jú nummar
tvey. So teimum báðum lið-
unum vænti eg heilt nógv
av. So er tað sjálvandi HB,
sum altíð er við í toppinum,
og B68 hevur eisini fingið
nógv nýtt fólk, ella um man
kann siga gamalt nýtt fólk
innaftur, og tað er sera gott
fólk, sum teir hava fingið,
so teir kunnu gerast sera
góðir. So vænti eg sjálvandi,
at vit sjálvir eisini fara at
blanda okkum uppí í stríð-
num um FM-heitið.
Tit hava skift venjara frá í
fjør. Er tað øðrvísi at spæla
undir
nýggja
svenska
venjaranum Pelle Andersen
í mun til Tomislav Sivic í
fjør?
Ja, eg veit ikki. Nú hava vit
ikki spælt so nógv undir
nýggja venjaranum enn,
men teir eru heldur ólíkir,
serliga í venjingarhátti. Men
teir hava tað til felags, at
báðir hava gingið inn fyri
og dámt væl álopskendan
fótbólt, so á tann hátt haldi
eg ikki, at tað verður so øgi-
liga stórur munur á okkara
spæli, hóast teir báðir eru
ymiskir.
Tit skulu eisini royna tykk-
um í europeiskum høpi, og
í fjør var um reppið, at tit
komu víðari. Hava tit sett
tykkum nøkur mál viðvíkj-
andi tí?
Nei, eg haldi ikki, at vit end-
iliga hava sett okkum nakað
ítøkiligt mál, men tað er
næstan hvørt ár, at man skal
út í Europa at spæla , og so
vónar man sjálvandi altíð at
koma víðari. Men tað er
lættari sagt enn gjørt, og nú
fáa vit heldur ikki at vita
enn, hvørjum vit møta, so
man kann altíð vóna at
koma víðari, hóast eg ikki
haldi, at man kann vænta
sær tað heilt stóra. Men
sjálvandi, møtir man einum
liði, sum man á pappírinum
hevur ein kjans ímóti, so er
tað jú púra givið, at man fer
eftir honum.
Perónliga hevur tú fleiri
uppgávur liggjandi fyri
framman við landsliðnum.
Ert tú nøgdur við tann bólk
tit eru komnir í?
Bæði ja og nei. Nú havi eg
verið nøkur ár á landslið-
num, so eg hevði væl kunna
hugsað mær at møtt einum
av teimum stóru londunum,
annaðhvørt Týsklandi, Eng-
landi, Italia ella Hollandi.
Tað hevði verið ótrúliga
stuttligt. Men tað tykist,
sum fáa vit altíð hesi eyst-
urlendsku liðini, og nú hava
vit jú møtt bæði Russlandi
og Yugoslavia fyrr, so eg
haldi, at tað hevði verið
nógv stuttligari, um vit høv-
du møtt einum av teimum
stóru liðunum, hóast tað eis-
ini eru sterk lið, vit koma at
møta hesaferð. Men at møta
t.d. Luksemburg og Sveits,
tað hava vit ikki gjørt fyrr,
so tað er í sær sjálvum eisini
hampiliga stuttligt.
Hava tit sett tykkum nakað
mál á landsliðnum, hóast
tað kanska er eitt sindur tíð-
liga at tosa um tað?
Jú, man vil jú sjálvandi altíð
koma longur upp á FIFA
ramglistan, men í fyrsta um-
fari hugsa vit um at fáa stig,
at koma longur upp í okkara
bólki, og sum heild at fáa
so nógv góð úrslit sum gjør-
ligt, hóast tað enn er eitt
sindur tíðliga at tosa um at
koma víðari. Men sum heild
at fáa stig, antin við at vinna
ella at spæla javnleik, tað
er í stuttum tað sum vit
ynskja.
Nú fyllir tú 28 ár í ár, og tað
hevur fleiri ferðir verið uppá
tal hjá tær at royna teg
uttanfyri
landoddarnar.
Hevur tú nakrar vónir ella
ætlanir viðvíkjandi tí?
Ja, nú gangi eg í skúla, og
tað verður í hvussu so er til
í summar, tí tá eri eg útl-
ærdur á læraraskúlanum. So
áðrenn eg verið útlærdur,
hendir so einki. Eg havi
nakrar
ferðir
verið
uttanlanda, meðan eg havi
gingið á læraraskúla, og
hvørja ferð eg eri farin, havi
eg verið noyddur at steðgað
við skúlanum og sett hann
til síðis. Men nú havi eg so
avgjørt at gera skúlan lidnan
og ikki gera nakað, fyrr enn
eg eri liðugur við tað. Um
eg fái ein góðan møguleika
tá, so eri eg heitur fyri tí.
Men um tað longu verður í
summar, ella um tað verður,
tá heimliga landskappingin
er liðug, tað veit eg ikki
heilt. Tað fáa vit at síggja.
Men eg hevði væl kunna
hugsað mær at sloppið út at
roynt meg uttanlanda, um
tað var okkurt ordiligt sum
stakk seg upp, men eg fari
ikki uttanlands bara fyri at
fara.
John, vit siga takk fyri prátið
og ynskja tær góða eydnu í
framtíðini
Jú, sjálvur takk.
HEINI Í SKORINI
Kvartfinalurnar
í
Champions league vera sera
spennandi, har dystirnir fara
at vera ímillum Manchester
United-Real Madrid, Porto-
Bayern Munchen, Chelsea-
Barcelona, og Valencia-
Lazio. Tveir teir fyrst-
nevndu dystirnir vera týs-
kvøldið, og hinir báðir vera
so mikukvøldið.
Tvær av kvartfinalunum
vera eitt slag ímillum Ong-
land og Spania, har Manc-
hester United og Chelsea
skulu royna at syfta ávika-
vist Real Madrid og Barce-
lona, sum eru nógv tey mest
dominerandi liðini í Spania.
Manchester United vunnu
Champions League í fjør,
meðan Real Madrid vann í
fyrra árið, so hetta verður
ein dystur millum báðar teir
síðstu Champions Leagu
vinnararnar. Real Madrid
hava nakrar skaddar spæl-
arar í løtuni sum ikki vera
við, og ein teirra er lands-
liðáleyparin
Fernando
Morientes, og tað er ein
dyggur smeitur fyri Real
Madrid. Men hetta gevur
samstundis franska “pro-
blembarninum”
Nicolas
Anelka møguleikan í álop-
inum saman við toppskjútt-
naum hjá Real Madrid,
Gonzales Blanco Raul.
Manchester hevur sum so
teir flestu leikararnar tøkar,
og hóast einki lið kann
sigast at vera favorittur, so
hevur United spælt nógv
betri seinastu tíðina.
Teir endaðu á fremsta
plássi í undanfarna bólka-
spæli, meðan tað var í síðstu
løtu at Real Madrid kom
víðari uppá innanhýsis dyst-
Spennandi kvartfinalur
Í kvøld og í annaðkvøld bresta 8 tey síðstu liðini saman í kvartfinalunum í
Champions League. Lagt er upp til fýra sera spennandi, dramatiskar og
tættar dystir
ir móti Dynamo Kiev. Men
hóast tað, verður lagt upp
til ein stórdyst í kvøld á
heimavøllinum hjá Real
Madrid, Santiago Berne-
bau.
Chelsea skal steðgað
Rivaldo og co
Hitt slagið millum eitt
spansk og eitt enskt lið, er
dysturin millum Barcelona
og Chelsea, sum verður
leiktur mikukvøldið. Barce-
lona er flúgvandi í løtuni,
og teir endaðu klárt á odda
í undanfarna bólkaspæli.
Chelsea hava harafturímóti
ikki spælt líka gott seinastu
tíðina, og teir endaðu á øðr-
um plássi, eitt stig aftan fyri
Lazio, í undanfarna bólka-
spæli. Trupulleikin hjá
Chelsea í ár hevur kanska
serliga verið í álopspart-
inum, har teir ikki hava havt
nakran veruligan málslúk-
ara, hóast norðmaðurin Tore
Andre Flo hevur skorað
nøkur mál. Sum eina roynd
fyri ar loysa trupulleikan,
hava teir leigað liberianska
áleyparan George Weah frá
Milan fyrr í ár, men hann
hevur ikki loyvi at spæla við
í Champions League, so á-
lopið hjá Chelsea móti
Barcelona verður nokk Tore
Andre Flo, saman við lítla
italiumanninum Gianfranco
Zola, og so vóna teir í Chel-
sea, at Uruguayanarin Gust-
avo Poyet kann geva álop-
inum eitt sindur av íblástri
frá miðjuni.
Annars kann sigast, at hó-
ast hetta verður ein javnur
og tættur dystur, so verður
tað trupult hjá Chelsea at
steðgað Kluivert, Figo, Ri-
valdo og hinum stórspæl-
arunum úr Barcelona. Ser-
liga skal Chelsea halda eyg-
uni við síðst nevnda Ri-
valdo, sum jú fyrr í ár var
valdur til bæði heimsins og
europa besta leikara. Liggur
bólturin til vinstra bein, og
fær hann bara eitt sindur av
plássi, vísir tað seg ferð eftir
ferð, at hann hann ger tað
avgerandi málið ella av-
gerandi avleveringina.
Jardel vónin hjá Porto
Hinar kvartfinalurnar fara at
standa ímillum Bayern
München-Porto, sum verð-
ur í kvøld, og Lazio-Va-
lencia í annaðkvøld. Bayern
er stórfavorittur til dystin
móti Porto, og teir eru
kanska tað liðið, sum hava
verið mest sannførandi hig-
artil í Champions League.
M.a. vunnu teir ikki minni
enn 4-2 og 4-1 á áður-
nevndu Real Madrid. Týsku
risarnir hava stórt sæð allar
spælarar tøkar, og tað
verður ein sera stórur biti
hjá portugisisku meistar-
unum at gloypa. Porto var
ikki eitt lið, sum ein hevði
roknað við fór at koma so
langt í hesi kapping, men
Porto hevur eitt sera vanda-
mikið vápn, og tað er bras-
ilski áleypari teirra Mario
Jardel, sum eisini er topp-
skjútti í Champions League
í ár. Hann hevur víst seg
ferð eftir ferð at vera tann
avgerandi leikarin í einum
Porto sigri, og alt kann
henda, um hann hevur ein
góðan dag.
Síðani skal triðja spanska
liðið av teimum átta í eru
eftir, spæla ímóti stjørnu-
spælarunum úr Rom, Lazio.
Valencia hevur víst seg, eins
og Porto, at klárað seg betri,
enn væntað var framman-
undan, og teir hava eisini
víst, at teir megna at spæla
móti teimum heilt stóru lið-
unum.
Eitt nú spældu teir javn-
leik móti áðurnevndu Man-
chester United í síðsta dysti
í undanfarna bólkaspæli,
hóast United longu var
komi víðari. Styrkin hjá Va-
lencia er heilt víst í á-
lopspartinum, har Claudio
Lopez og Adrian Ilie kunnu
seta eina og hvørja verju
uppá pláss. Høgri vongur
teirra, Gaizka Mendieta,
sum eisini spældi við
spanska landsliðnum her-
fyri, er eisini ein sera
týðandi leikari hjá Valencia.
Lazio komu við sigrinum á
Chelsea upp á fyrsta pláss í
undanfarna bólki, men hó-
ast teir endaðu á odda í
bólkinum, hava teir víst sín-
ar veikleikar. Eitt nú taptu
teir 2-1 á heimavølli móti
Feyenoord, sum jú ikki er
eitt av teimum sterkaru lið-
unum í Champions League.
Men hóast tað hava teir sera
gott fólk, so sum Juan Ver-
on, Marcelo Salas, og ikki
at gloyma Sinisa Mihajlo-
vic, sum má vera besti frí-
sparksskjútti
í
øllum
heiminum. Og tað, at teir
júst hava vunnið italienska
toppdystin á Juventus, gev-
ur teimum meiri sjálvsálit
til dystin ímóti Valencia. Ein
kann illa siga, hvør fer at
koma víðari, men á papp-
írinum er ikki frítt, at Lazio
er sterkara liði.
Alt í alt fýra spennandi
og vónandi eisini undirhald-
andi kvartfinalur, í kvøld,
týskvøldið og mikukvøldið.
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 Stjørnan10
9
- 0
- 1
583
449
134
27
2 Neistin 10
8
- 0
- 2
436
405
31
21
3 Kyndil 10
5
- 1
- 4
474
421
53
18
4 VÍF
10
4
- 1
- 5
475
457
18
16
5 VB
10
3
- 0
- 7
511
520
-9
10
6 Tjaldur 10
0
- 0
- 10
353
580
-227
0
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 Neistin 12
12
- 0
- 0
714
589
125
33
2 VÍF
12
9
- 0
- 3
690
545
145
29
3 StÍF
12
8
- 0
- 4
689
596
93
27
4 Kyndil 12
7
- 0
- 5
680
578
102
21
5 H71
12
3
- 0
- 9
557
671
-114
8
6 KÍF
12
3
- 0
- 9
534
687
-153
7
7 Tjaldur 12
0
- 0
- 12
557
755
-198
3
Støðan 1. deild kvinnur
Støðan 1. deild menn
Stíf hevur tikið liðið úr kappingini
Ioana Rápa
VÍF
163 (47)
Regina Rádó
VB
154 (46)
Lotte Sørensen
Kyndil 150 (60)
Vesna Tomajek
Stjørnan135 (54)
Sunrid Gleðisheygg
Tjaldur 104 (26)
Jacklin Durhuus
VÍF
100
(7)
Inga F. Danberg
Neistin
96 (21)
Simona Hansen
Stjørnan 92
(8)
Arnleyð Krosslá
VB
91
0
Katrin á Neystabø
Neistin
90 (25)
Gurið Mortensen
VB
88
(3)
Andrijana Milodanovic Stjørnan 84
(2)
Annika Ljósstein
Stjørnan 82 (17)
Jórun Ludvig
Kyndil
79
(1)
Ann Hansen
Kyndil
74 (12)
Heini Joensen
Neistin 189 (36)
Áki Olsen
Neistin 188 (27)
Sámal Joensen
VÍF
174 (34)
Artur Johansen
StÍF
159 (36)
John Petersen
StÍF
149 (46)
Jacob Jónsson
Kyndil 135 (18)
Ingi Olsen
VÍF
134 (16)
Sverri Justinussen
Tjaldur 125 (28)
Bjarni Wardum
Kyndil 118 (25)
Petur Martin Johansen
KÍF
117 (40)
Halgir D. Olesen
H71
113
(7)
Hans Á. D. ChristiansenKyndil 100 (16)
Vagnur Johannesen
KÍF
96
0
Petur Martin Poulsen
KÍF
95 (10)
Eyðun Højgaard
H71
87 (16)
Máltindurin
1. deild kvinnur
1. deild menn
Toppskjúttarnir í teimum báðum fremstu hondbólts-
røðunum, Ioana Rapa og Áki Olsen
Kasparov til Føroyar
Tað tykist nú
greitt, at um
ymisk viðurskifti
fáast í rættlag, at
Gary Kasparov
kemur á vitjan í
Føroyum. Antin í
summar ella á
sumri 2001
JÁKUP MØRK OG CARL
ELI NOLSØE SAMUELSEN
Talvsamband Føroya fór í
farnu viku til Íslands við tí
fyri eyga at fáa heimsins
besta telvara nakrantíð at
koma á vitjan í Føroyum.
Kasparov vann
Íslendska talvsambandið
skipaði um vikuskiftið fyri
kvikkapping í Reykjavík,
har nakrir av heimsins
sterkastu telvarunum vóru
millum luttakararnar.
Gary Kasparov, Annand
og Victor Kortsnoi og aðrir
góðir menn vóru millum
luttakararnar.
Stóru leikararnir megn-
aðu eisini at prógva, hví teir
vóru styrkismettir sum
fremstu telvararnir í kapp-
ingini, og finaludysturin
kom at standa millum
Kasparov og Annand. Teir
báðir hava ofta leikt av-
gerandi dystir sínamillum
fyrr, og hesu ferð varð tað
Kasparov, sum at enda vann
talvið og kappingina.
Áhugaðir fyri
føroyavitjan
Í sambandi við at Kasparov
soleiðis bert var fáar hundr-
að kilometrar frá Føroyum,
gjørdi føroyska talvsam-
bandið av, at fara til Íslands
at hitta heimsmeistaran og
lið hansara, fyri at kannað,
um møguleiki var fyri at fáa
hann hendavegin.
Ferðin gekst somikið
væl, at formaðurin í talv-
sambandinum, Rani Nol-
søe, fekk orð á bæði Kaspa-
rov og umboðsmann hans-
ara, og vóru hesir áhugaðir
í at koma til Føroya. Owen
Williams, sum er umboðs-
maðurin hjá heimsmeistar-
anum, var sera fryntligur, og
hann var beinan vegin
áhugaður í at koma hendan
vegin. Júst nær hetta verður,
er ilt at siga, men frá Rana
Nolsøe frætta vit, at talan
helst verður um eina summ-
arvitjan, sum antin verður
komandi
summar,
ella
miðskeiðis í ár 2001.
Tað er sjálvandi ikki bíligt
at fáa slíkan leikara at koma
á vitjan. Vit hava ikki fingið
upplýst nakra upphædd,
men sum skilst er talan um
eina stóra samsýning.
Owen Williams, umboðs-
maður hjá Kasparov, var
sera blíður og vísti stóran
áhuga fyri Føroyum, tá
hann hitti Rana Nolsøe,
formann í Talvsamband-
inum. Mynd: Carl Eli
Nolsøe Samuelsen
Eitt gylt lógvtak. Heimsins besti telvari nakrantíð, Gary Kasparov, og Rani Nolsøe. Nú er
bert spurningur um tíð, áðrenn vit síggja Kasparov í Føroyum. Mynd: Carl Eli Nolsøe
Samuelsen
Enn er alt ikki endaliga
avgjørt, men hol er so sett á
samráðingarnar, og í næst-
um verður væntandi farið
undir at tosað við stuðlar,
sum eru ein avgjørt neyðug
fortreyt fyri at kunna skipa
fyri vitjanini.
Ætlanin er, at Kasparov
skal vitja í Føroyum í einar
tveir dagar, har hann t.d.
kann leika simultan móti
landsliði okkara, hava fyri-
lestrar um talvlív hansara,
umframt at hava venjingar
við áhugaðum føroyskum
leikarum.
Endamálið við hesum er
at økja um áhugan fyri talvi
í Føroyum, umframt at tað
uttan iva verður sera læru-
ríkt hjá fremstu telvarum
okkara at hitta ein somikið
góðan leikara.