týsdagur 4. apríl 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
Viðmerking:
Dagurin í gjár, tórsdagurin
t. 30. mars, var merkisverd-
ur dagur í løgtinginum. Við
tveimum ymiskum lógar-
uppskotum samtykti full-
veldissamgongan
øðru-
megin eina avgjaldshækk-
ing á brennioljuni, sum í
mun til støðið í dag dýrkar
kostnaðirnar hjá húsarhald-
um, virkjum og skipum við
einum 10 mió. kr. árliga, og
hinumegin ein stórfingna
skattalækking til privatu
partafeløgini, sum eftir ein-
um miðalárið gevur teimum
einar 40 mió kr.
Til tess at royna at minka
um avleiðingarnar av hesum
høpisleysu
tiltøkunum
høvdu Javnaðarflokkurin og
Miðflokkurin tvey broyt-
ingaruppskot, men tey sóp-
aði samgongan av borði-
num. Tað áhugaverda var,
at fyri at verja sína fólka-
floksstøðu í hesum málu-
num, vísti Tjóðveldisflokk-
urin í heilum til ta sonevndu
»pappírsleysu semjuna«.
»Pappírsleysa semjan«
Fyri hálvum ári síðani bór-
ust knappliga tey politisku
stórtíðindi, at gjørd var ein
sonevnd
»pappírsleys
semja« um eitt nýtt grundar-
lag
fyri
vinnupolitisku
stevnuna hjá samgonguni.
Teir sum høvdu lagt ráð
saman, vóru tveir av lands-
stýrismonnunum í fullveld-
issamgonguni, tjóðveldis-
maðurin Høgni Hoydal og
fólkafloksmaðurin Jørgen
Niclasen.
Henda søguliga semjan
kom óvart á øll, eisini
summar samgongumenn —
m.a. var (tann valdi) for-
maðurin í Tjóðveldisflokk-
inum ein teirra, íð segði seg
vita av ongum.
Semjan hevði 3 tættir:
1) Tær 40 mió.kr, sum í
fleiri ár høvdu verið settar
av til stuðul til endurnýgg-
ing
av
skipaflotanum,
skuldu nú nýtast til onnur
endamál, m.a. til skatta-
lækkingar.
2) Fiskirættindini skuldu
gerast meira handilsliga
umsetilig.
3) Partafelagsskatturin
skuldi lækkast úr 27% niður
í 20%.
Viðv. 1) skattalækkingum
eru higartil 2 tiltøk sett í
verk: Eftir uppskoti hjá
Javnaðarflokkinum
er
barnafrádrátturin øktur við
uml. 9 mió.kr. árliga, og
eftir uppskoti frá landsstýri-
num verður nú botnfrádrátt-
urin
hjá
pensjonistum
hækkaður við eini upphædd
svarandi til uml. 10 mió.kr.
árliga. Hinar 21 mió. eru so
ætlaðar at fáa gongd á ta
privatu
eftirlønartrygg-
ingina, fólkatryggingina,
sum landsstýrið ætlar at seta
verk.
Viðv. 2) eru ikki nakrar
broytingar enn farnar fram
í lógini um vinnuliga fiski-
skap, men har vita øll at so
sum lógin verður umsitin av
landsstýrismanninum, so
verður hon toygd og tambað
so langt tann handilsliga
vegin, at man undrast á,
hvat ein lóg kann brúkast
til.
Viðv. 3) er at siga, at tað
er so einasti táttur í
»pappírsleysu semjuni«, har
komið er á mál: samgongan
samtykti í løgtinginum í
gjár at seta partafelagsskatt-
in niður við einum fjórð-
ingi, úr 27 niður í 20%.
Brennioljuavgjaldið
hækkað
Í tinginum í gjár var til triðju
og endaligu viðgerð upp-
skotið hjá landsstýrinum at
seta brennioljuavgjaldið fast
til 80 oyru liturin. So sum
oljuprísirnir hava verið sein-
astu 4-8 vikurnar, merkir
hetta at oljuavgjaldið verður
hækkað við uml. 10 oyru
liturin. Við hesi hækkingini
fær fullveldissamgongan nú
lagt uml. 80 mió. kr. í lands-
kassan, so sum roknað er
við í fíggjarlógini. Javnað-
arflokkurin og Miðflokkur-
in settu broytingaruppskot
fram um at lækka olju-
avgjaldið til 60 oyru liturin,
tvs. 10 oyru minni enn tað
er nú. Hetta hevði givið 20
mió. kr. minni í lands-kass-
an, enn uppskotið hjá lands-
stýrinum. Men sum sagt
sópaðu samgongutingmenn
hetta av borðinum.
Viðvíkjandi partafelags-
skattinum er tað jú eitt av
hjartamálunum hjá fólka-
flokkinum. Tað er jú eisini
tikið beinleiðis eftir upp-
skriftini hjá Caragata.
Bæði til 1. viðgerð, 2.
viðgerð og nú til 3. viðgerð
stríddist Javnaðarflokkurin
harðliga ímóti hesum upp-
skotinum um henda veld-
uga skattastudningin til
privata vinnulívið. Fyrst og
fremst tí, at tað ikki gagnar
tí, sum sigst at verða enda-
málið: at stimbra eini endur-
nýgging av skipaflotanum.
Hetta hevur Javnaðarflokk-
urin grundgivið við at vísa
á, at tað er fiskivinnan sum
fær tann allar minsta partin
av slíkari skattalækking.
Vinnuskattastudningur
til fíggjarstovnar og
handilsfyritøkur
Vit hava út frá 1997-tøl-
unum víst á, at ein slík
lækking av PF-skattinum
gevur privatu partafeløgu-
num eina skattalækking upp
á 38 mió. kr. Millum tær
ymisku vinnurnar verður
býtið av hesum skattalætta
soleiðis:
1) Peninga-, tryggingar-
o.a. fíggjarstovnar: 22
mió kr. (t.e. 58%),
2) Handilsfyritøkur: 7
mió. kr (t.e. 17%)
3)
Fiskivinna
(á
sjónum): 2 mió. (t.e. 6%)
Tær 7 mió., íð eftir eru,
eru smábyttar millum allar
hinar vinnurnar.
Eitthvørt tos um at hetta
skal stimbra til eina endur-
nýgging av skipaflotanum
er burturvið. Men til tess at
bøta um ørskapin hjá sam-
gonguni setti Javnaðar-
Gullgáva frá samgonguni
flokkurin, saman við Mið-
flokkinum, tí fram eitt
broytingaruppskot í gjár.
Vit søgdu: Okey, tit vilja
lækka PF-skattin, og tit
hava meirilutan til at trumfa
tað ígjøgnum. Men hví
skulu bankar, sparikassar,
tryggingarfeløg og aðrir
fíggingarstovnar
hava
henda velduga skattastudn-
ingin ??? Hesir, har inn-
tøkurnar floyma í kassan í
stríðum streymum ? Lat
hesar framvegis gjalda
teirra 27%, og seti so bara
allar hinar niður á 20% !
Tað er hóast alt frægari at
liva við!
Men nei. Eisini hetta
uppskotið varð sópað av
borðinum.
Samgongan
avgjørdi,
at
eisini
bankarnir, sparikassarnir,
tryggingarfeløgini
o.a.
fíggingarstovnar, teir sum
eiga 50-60 % av øllum PF-
skattinum, skulu hava hesa
gullgávu frá Føroya fólki.
Ein
av
ítarstu
for-
sprákarunum fyri hesum
var landsstýrismaðurin í
sjálvstýrismálum, Høgni
Hoydal.
Hansara
grundgeving var, at við hesi
lækkingini av PF-skattinum
gjørdist vinnulívið betur
ført fyri at átaka sær øktar
samfelagsligar skyldur, av
vælferðini hjá fólkinum, av
sjúkradagpengum, at geva
teimum betri løn, betri
eftirløn,
betri
arbeiðsumhvørvi
o.m.a.
gott. Eisini peningastovnar
o.t. Teir hava kanska ikki
havt ráð til tað framman-
undan.
Men er tað nakar annar
enn Høgni Hoydal, íð veru-
liga trýr uppá, at arbeiðs-
fólkið nú fer at fáa meira í
løn og betri kor, tí at parta-
feløgini - harav fyrst og
fremst fíggjarstovnarnir -
sleppa so nógv bíligari í
skatti, at teirra skatta-
rokning minkar við einum
fjórðingi ? Hetta framlegði
hesin góðu maður so sum
ein av aðaltáttunum í tí
nýggja vinnulívspolitikki-
num hjá samgonguni.
Hans Pauli Strøm,
javnaðartingmaður
Magnus á Dalbø
til minnis
Tað fækkast
í vinaskara,
nú var tað so
Magnus, ið
átti tørn, ein-
ans 59 ára
gamal.
I k k i
vardi
tað
meg á nak-
ran hátt, at
so
skuldi
vera, tá vit
h ó s d a g i n
stóðu
og
p r á t a ð u
saman um
mangt
og
hvat. Tú hevði góðar framtíðarvónir, nú skuldu tit
bara halda frí og slappa av eitt ár frá gistingarhúsinum
»Á Bakkanum« aftan á, at tú og Ingrid høvdu havt
eina strævna tíð við at fáa alt at koyra og alt nú gekk
nógv betur. Men mongum brestir ætlan.
Altíð var tað stuttligt at tosa við teg, tú hevði altíð
onkra skemtisøgu at siga og dugdi væl at siga frá.
Vit hava ikki sæst so nógv hesi seinastu árini, ið tit
hava verið í Vági, men altíð var tað sum um eingin
tíð var gingin, tá vit hittust, tú var tann sami sum
altíð.
Pápi og Magnus vóru góðir vinir og tað besta, ið
pápa dámdi var at fara inn á gólvið at vitja Ingrid og
Magnus, drekka kaffi, telva, práta um fótbólt. Har
kendi hann seg heima og av tí sama havi eg altíð sæð
Magnus sum ein góðan vin, vit hava sitið saman í
nevndini hjá MB, skotið harur saman og tað vinar-
lagið hevur smittað yvir á Suna, son Magnusar. Eg
kenni meg sum heima, tá eg siti inni hjá Suna og
Anne á sama hátt sum pápi kendi seg heima hjá
Magnus og Ingrid. Í ‘74 tá eg var nýútlærdur snikkari,
arbeiddu eg og pápi Magnus, Absalon, saman í meira
enn 1 ár og kom eg tá til at kenna henda heiðursmann
væl. Absalon hevði sama blíða, men bestemta sinna-
lag sum Magnus, har var eingin slingur í valsinum,
tað, ið teir høvdu at siga, varð sagt og harvið var tað.
Har var eingin dupultmoralur. Magnus hevur roynt
nógv í sinum alt ov stutta lívi. Hann hevur starvast á
Skála Skipasmiðju, sum smiður og sveisari í smiðj-
uni hjá J. K. Joensen í nógv ár, seinni hevur hann
eisini starvast sum timburmaður, havt pylsuvogn í
Miðvági og nú tey seinastu árini sum hotelvertur og
væl lá eftir hjá honum, hvat hann enn tókst við.
Eg minnist henda hósdagin, at hann tosaði um
hvussu glaður hann var, at tað gekst børnunum væl
her í lívinum. Tað verður ein stórur saknur hjá tykk-
um, nú Magnus ikki er her meira. Mátti Harrin styrkt
tykkum, ið sita eftir við minnunum. Mátti Hann lagt
ein kappa útyvir skelkin, óttan og máttloysið, so ein-
ans gleðin, ið var og minnini sita eftir.
Orð eru so fátøk, tá lagnan slær beinini undan
einum og ein kennir hvussu stokkut tíðin veruliga er.
Kom til hugs eina yrking, ið dóttir mín Jónley hevur
skrivað:
Blóman
Nú kennir lítla blóman kuldan,
heystarkuldin harður er,
hon stendur millum túsund aðrar,
tó einsamalla kennir seg.
Hugsar bert um betri tíðir,
saknar heita summarið,
kennir hvussu tíðin flýgur,
hugsar um øll minnini.
Minnist tá alt fór at spíra,
minnist hvussu ung hon var,
síðan tó alt stóð í blóma,
so vakra tá hon kendi seg.
Nú er lítla blóman viknað,
høvur tungt at bera er,
skjótt man blóman finna friðin,
av mold hon komin, at mold hon fer.
Í djúpastu virðing og samkenslu við tykkum, ið mist
hava tykkara elskaða mann, pápa, verpápa, abba, son
og beiggja. Friður verið við minninum um Magnus á
Dalbø.
Valdemar
Vit sóu í sjónvarpinum hós-
kvøldið eitt av yvaleyst
fleiri dømum um fólk, sum
ikki hava tak yvir høvdið. Í
hesum førinum var talan um
eina mammu við trimum
børnum, sum ikki hevði
annan íbúðarmøguleika enn
eitt kamar á Sjómansheimi-
num. Ein sera vánalig loysn
bæði fyri mammuna og
børnini, fyri samfelagið og
so er Sjómansheimið ikki
júst ætlað at nøkta ein tí-
líkan tørv.
Tað, sum tey í øðrum
londum kalla íbúðarpoli-
tikk, finst ikki í Føroyum.
Her hevur tað verið so, og
er tað framvegis, at komm-
unur ella privatir jarðaeig-
Trupulleiki sum er lættur at loysa
arar hava stykkjað út til
grundstykkir, sum fólk síð-
ani hava bygt síni hús á.
Serliga tey seinastu árini
hava eisini privatir byggi-
meistarar ognað sær lendi,
bygt m.a. raðhús og sam-
bygt hús og hvat alt eitur,
og alt gott um tað. Frálík
hús, ómakasleyst hjá fólki
sum ynskja at búgva soleið-
is, og væl at merkja eisini
ynskja at brúka ein so mikið
stóran part av síni inntøku
til býli. Á hendan hátt kann
íbúðartørvurin
loysast,
men ikki í øllum førum
íbúðarneyðin.
Sum høvuðsstaður er
Havnin í teirri støðu, at fjøld
av fólki koma higar í eitt
styttri tíðarskeið, m.a. í
samband við útbúgving.
Tey hvørki keypa grund-
stykki ella hús fyri millónini
ella meira. Tað eru eisini
tey, sum ikki hava ráð at seta
seg fyri milliónini, onnur
hava ikki brúk fyri eini tí-
líkari loysn, og so kunnu
aftur vera onnur, sum als
ikki hava hug at nýta ein so
stóran part av síni inntøku
til býli, sum er ein skuldar-
binding fyri ein stóran part
av lívinum.
Er politiskur vilji, er lætt
at loysa bæði íbúðartørvin
og íbúðarneyðina. Í fyrsta
lagi krevst, at vit skipa ein
íbúðarpolitikk, sum gevur
møguleika fyri alternativum
íbúðarloysnum. Vit kunnu
kalla hesar eigaraíbúðir,
leiguíbúðir ella hvat vit
vilja. Hetta kann millum
annað gerast í samstarvi
millum land, kommunu og
eitt nú Íbúðargrunnin. Við
eini tílíkari loysn kunnu vit
geva fólki eitt alternativ til
verandi íbúðarmynstur. Ein
møguleika, sum mong hava
tørv á. Íbúðartørvurin kann
lættliga loysast við verandi
skipan. Íbúðarneyðina loysa
vit ikki uttan við einum
politiskum vilja at fremja
ein íbúðarpolitikk við alt-
ernativum íbúðarloysnum.
Tórfinn Smith,
býráðslimur
Klaksv kar Sj manssk li
Œ august 2000 byrja hesi skei :
Skipskokkaskei :
Sj vinnuflokkur:
tb gvingin gevur ¿ktan f¿rleika at virka sum skipskokkur f¿royskum fiskiskipi.
Kokka tb gvingin leggur m.a. dent , at n mingar l ra f¿ slul ru og reinf¿ri, at
proviantera, matger a og bor rei a.
Œ l rut ini ver a skei tikin innan trygd og fyrstuhj lp.
Skei i var ar 20 vikur. Ongar uppt¿kutreytir eru til at sleppa inn.
Vi hesum skei i f st atgongd til framhaldandi lestur til heimaskipara, um tygum
eisini hava ta ney ugu siglingart ina. N rri uppl singar hesum vi v kjandi f ast vi
at venda s r til sk lan.
M¿guleiki ver ur eisini at taka dugnaskapar-
skei sigling, i gevur r tt til at f¿ra skip upp
til 100 tons t 30 fj ringar r landi.
Œ l rut ini ver a skei tikin innan trygd og
fyrstuhj lp.
Skei i var ar 20 vikur. Ta eru ongar uppt¿k-
utreytir til at sleppa inn kokkask lan.
Ums knarbl¿ f ast vi at venda s r til sk lan tlf. 456128 fax. 457917 ella telduposti:
klaknav@klaknav.fo Eisini kunnu tit vitja heimas u okkara: www.klaknav. fo
Betri svøvn
Betri svøvn
BIOflex magnetviðgerð tí:
BIOflex magnetviðgerðin er avgjørt tann besta
magnetviðgerðin í verðini!
BIOflex hevur prógvað ávirkanina við dupultari
blindtest!
BIOflex hevur 100 ferðir størri ávirkan enn
líknandi vørur!
BIOflex er góðkent sum heilsuútgerð!
BIOflex hevur víst, at yvir 92 % verða pínufrí
og øll sova betri!
Vøran er testað á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp-
mannahavn.
¥
¥
¥
¥¥
Nærri upplýsingar ella faldari fæst hjá: Vello Føroyar
Boks 354 - FO-700 Klaksvík • Tlf: 217916 - Fax: 457916
Vello Skandinavia Sp/f hevur síðani 1989 selt fleiri enn 25.000 BIOflex viðgerðir í
Danmark og virkið hevur framhaldandi framgongd við viðgerðini. BIOflex er best
á marknaðinum innan magnetiska viðgerð.
Viðgerð, ið virkar ímóti:
¥Øllum slagi av pínu¥Vøddastívleika
¥Trupulleikum við svøvni¥Órógv í blóðrenslinum
¥Einastandandi fyri ryggjatrupulleikar
Magnetviðgerð er tað nýggjasta
innan pínuviðgerð - og júst BIO
flex undirdýnan, sum er vard við
einkarrætti í allari verðini, hevur
víst, at 92 % verða pínufrí.
Vello Føroyar veitir tær aftur-
sendingarrætt í 5 vikur, tá dýnan
hevur verið brúkt í minst 3 vikur.
Sosialurin - 311820
Ring 21 79 16
Hevur tú
pínu?
Hevur t
Hevur tú
pínu?
nu?
BIOflex magnetviðgerðin
hjálpir m.a. móti:
Tennisalboga
Koyrilsbresti
Akslapínu
Ryggjapínu
Knæpínu
Øklapinu
Liðapínu
Magnetið verður klistrað
á pínustaðið og byrjar at
virka beinanveg. Eftir heilt
fáum døgum kennist
munandi betring. Magnetini
fáast í ymiskum støddum.
Ring og fá meira at vita frá:
BIOflex hjálpir sjálvt
ringastu pínuni!
Vello Føroyar
Boks 354 - FO-700 Klaksvík
Tlf: 217916 - Fax: 457916
Sosialurin - 311820
••
•
••
•
•
Kollafjarðar Bókasavn
3. fyrilestrarkvøldið um Miðgerðaættina verður í Kollafjarðar Skúla
hóskvøldið 6. apríl kl. 19.00
Tikið verður saman um tey seinastu 100 árini við frágreiðingum,
søgum, frásagnum og arbeiðsumstøðum.
Eisini verður drekkamuður.
Kollafjarðar bygdarsavn, Fornminnafelagið í Kollafirði
og Kollafjarðar Bókasavn
Lesið
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650