Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 66 - 4. apríl 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 66 - 4. apríl 2000 KT-frøðingur á Náttúruvísindadeildini Treytað av játtan er eitt undirvísingar- og granskingarstarv í kunningartøkni (KT) leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini á Fróðskap- arsetri Føroya við setan frá 1. mai 2000 ella skjótast gjørligt. Talan kann verða um fyri- bilssetan fyrstu mánaðirnar. Starvið er liður í uppbygging av fakligum førleika í kunningar- tøkni á Náttúruvísindadeilini. Gransking Tann, ið settur verður í starvið, kemur at inna gransking og at virka fyri fakligari menning innan kunningartøkni, heruppií at hava form- ligt samskifti við granskingar- og vinnuum- hvørvið á KT-økinum. Granskingarvirksemið verður í stóran mun at laga eftir tí serkunn- leika, ið viðkomandi hevur. Undirvísing Í høvuðsheitum er undirvísingarparturin í starvinum at fyrireika og samskipa virksemið í nýggju BS-útbúgvingini í kunningartøkni, umframt at undirvísa í pørtum av henni. Við- komandi skal eisini kunna luttaka í øðrum undirvísingar- og fyrisitingarvirksemi á Nátt- úruvísindadeildini. Førleikakrav Umsøkjarar mugu í minsta lagi vera cand. polyt., cand. scient. ella hava tilsvarandi út- búgving við denti á kunningartøkni. Umsøkj- arar við hollum fakligum royndum innan kunn- ingartøkni hava fyrimun. Metingarnevnd Sett verður ein metingarnevnd at meta um førleikarnar hjá umsøkjarunum. Gjørt verður vart við, at hvør umsøkjari fær sendandi raðfestingina av umsøkjarunum og metingina um egnan førleika. Umsóknir Umsóknir við ævilýsing (curriculum vitae), avritum av próvskjølum, viðmælum ella til- vísingum, serprentum og avritum av vísinda- ligum ritgerðum (í 4 eintøkum) mugu vera Setursskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2000. Lønar- og starvsviðurskifti Løn, flokking (adjunkt/lektari) og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan Handan Á 5 100 Tórshavn Fróðskaparsetur Føroya Almennur fundur í gamla prestagarði á Nesi hóskvøldið 6. apríl kl. 19.30. Karin Kjølbro heldur fyrilestur um arbeiðs- loysi millum kvinnur undir heitinum »Kvinnur, ið fáa útgjald frá ALS«. Øll eru vælkomin. Tofta Kvinnufelag Hagstova Føroya Heimasíðufyrisitari og NT-stuðul Starvsinnihaldið Starvið er fyri mesta partin at skipa fyri sam- skiftinum hjá Hagstovuni við umheimin um internetið og at vera NT-stuðul hjá hinum starvsfólkunum. Alt meira av teimum hagtøl- um og uppgerðum, sum vit á Hagstovuni framleiða, fara um internetið til brúkaran, og í tí sambandi hava vit brúk fyri einum fólki til at menna henda partin av upplýsingarvirk- seminum. Av tí at arbeiðið fyri stóran part annars fer fram í Oracle umhvørvi, er kunnleiki til Oracle- skipanir og SQL forriting ein fyrimunur, tó ikki krav. Hóast starvið í høvuðsheitum hevur við inter- netsambandið at gera, so kann roknast við at ein partur av arbeiðinum verður at luttaka í ymsum hagtalsuppgerðum. Persónurin og útbúgvingin Fólkið okkum tørvar skal hava hug til teldu- arbeiði sum heild, men haraftrat við evnunum at koma við hugskotum og at arbeiða sjálv- støðugt við heimasíðu og øðrum telduloysn- um. Í hesum sambandi er eisini neyðugt at hava evnini at vera í tøttum samstarvi við aðrar telduumsitarar og fólkini, sum fáast við hagtalsuppgerðir. Útbúgving innan teldufakið er ynskilig, men fólk sum hevur fingið sær førleikan á annan hátt ella hevur royndir úr øðrum starvi er eisini vælkomið at søkja starvið. Arbeiðsplássið Hagstovan er fyrst og fremst eitt víttfevnandi stað, har ið tú fært innlit í avgerandi og aktuell samfelagslig viðurskifti, tí umframt at lýsa samfelagið í regluligum uppgerðum, eru vit eisini við í lýsingini av øðrum aktuellum viður- skiftum, sum stinga seg upp. Alt sum vit fram- leiða av vitan og upplýsing er til at kunna borgararnar um, so at ein partur av flestu uppgávum er at hava samskifti við onnur. Løn og treytir annars Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggj- armálastýrið og avvarðandi fakfelag Umsóknarfreist og annað Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10.apríl. Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Hermann Oskarsson, stjóra, á telefon 352028 ella í telduposti hermann@hagstova.fo. Fulltrúi til hagtalsuppgerðir Starvsinnihaldið Í høvuðsheitum er uppgávan at arbeiða við vinnuligum og øðrum búskaparligum hagtøl- um, sum liggja til grund undir ymsum upp- gerðum. Eitt nú til uppgerð av tjóðarroknskapi gera vit sonevndar deildarroknskapir fyri allar privatar vinnur, kommunurnar sum heild, landskassan og donsku statspartarnar í Føroyum. Starvið verður serliga at vera við í arbeiðinum við hesum deildarroknskapum, men kann sakt- ans umfata aðrar hagtalsuppgerðir í sam- bandi við búskapin annars. Persónurin og útbúgvingin Brúk er tí fyri einum fólki við góðum innliti í roknskaparviðurskifti og skili fyri samfelags- búskapi, sum dugir at arbeiða við mest van- ligu telduforritum og sum ikki óttast at fara í holt við forriting. Tað er ein fyrimunur at kenna eitt sindur til forriting í SQL ella øðrum forrit- ingarmáli, men ikki eitt krav kortini. Hóast tað krevst at tú sjálvstøðugt ert førur fyri at loysa uppgávurnar tú fert at sita við, fert tú at hava tætt samstarv við aðrar bú- skaparfrøðingar, teldufyrisiting og skrivstovu- fólk á stovninum. Til starvið krevst útbúgving sum cand.polit., cand.oecon., cand.merc. ella bachelor út- búgving í búskaparligum/fíggjarligum læru- greinum. Arbeiðsplássið Hagstovan er fyrst og fremst eitt víttfevnandi stað, har ið tú fært innlit í avgerandi og aktuell samfelagslig viðurskifti, tí umframt at lýsa samfelagið í regluligum uppgerðum, eru vit eisini við í lýsingini av øðrum aktuellum viður- skiftum, sum stinga seg upp. Alt sum vit fram- leiða av vitan og upplýsing er til at kunna borgararnar um, so at ein partur av flestu uppgávum er at hava samskifti við onnur. Løn og treytir annars Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggj- armálastýrið og avvarðandi fakfelag. Umsóknarfreist og annað Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15.apríl. Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Hermann Oskarsson, stjóra, á telefon 352028 ella í telduposti hermann@hagstova.fo. Hagstova Føroya Norðstreymoyar Handverkarafelag Ársaðalfundur verður í Kollafirði mánadagin tann 17. apríl. Tíð og stað verður lýst seinni. Nevndin Reyði krossur Føroya Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya svarar allar dagar frá kl. 1700 til 2300  212380 Tiltøk í apríl 2000 NORÐURLANDAHÚSIÐ Fríggjadagin 07. »Vinnudagur 2000«. Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri. Á skránni eru fyrilestrar og kjósanin av »ársins virki«. Tilmelding til Vinnuhúsið seinast 27. mars kl. 10.00-18.00 Leygardagin 08. Fundur hjá Føroya Grindamannafelag kl. 12.00-18.00 Leygardagin 15. Í Christianskirkjuni í Klaksvík. Danin, Niels Vigild spælir einmanssjónleikin »Markus Evangeliið« kl. 15.00 Sunnudagin 16. Danin, Niels Vigild spælir einmans- sjónleikin »Markus Evangeliið« kl. 16.00 Mánadagin 17. Í Húsavíkar kirkju Danin, Niels Vigild spælir einmans- sjónleikin »Markus Evangeliið« kl. 20.00 Fríggjadagin 28. Sølustevnan »TórNuuRek 2000« letur upp. Føroyskt, grønlendskt og íslendskt handilslív møtast og sýna fram kl. 13.00-16.30 Leygardagin 29. Sølustevnan »TórNuuRek 2000«. Alment. Føroyskt grønlendskt og íslendskt handilslív møtast og sýna fram kl. 10.00-16.30 Norðurlandahúsið í Føroyum Telefon 317900 • Fax 319790 E-mail: nlh@nlh.fo http://www.nlh.fo Norðurlandahúsið inkl. kaffistovan hevur opið yrkadagar kl. 10-18 sunnudagar kl. 14-18. Broytingar kunnu koma fyri. Hoyrið tí ÚF- lýsingar og sí skránna á tekstvarpi í SVF frá s. 650 Um páskirnar: Húsið er stongt frá hósd. 20. apríl til og við 2. páskadag 24. apríl. Flaggdagin 25. apríl: Húsið er opið sum sunnu- dag, frá kl. 14.00 til 18.00. Tímalærarar til Fiskivinnuskúlan Søkt verður eftir tímalærarum í Aling (2 t/v), Samfelagsfrøði á C-stigi (3 t/v) Smáverulívfrøði á B-stigi (4 t/v) og Virkisbúskapi á B-stigi (6 t/v) at byrja á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna 1. august 2000. Umsøkjarar skulu hava prógv frá lærdum háskúla e.l., sum gevur førleika at undirvísa í lærugreinunum. Umsøkjarar við vinnuroynd- um hava fyrimun. Tímarnir verða løntir samsvarandi tímalær- arum á studentaskúla- og HF-skeiðunum. Umsókn skal skrivast á serligt umsóknar- blað, sum fæst á Fiskivinnuskúlanum ella á Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Meira fæst at vita við at venda sær til skúlastjóran á Fiskivinnuskúlanum. Umsóknir við ljósprentum av próvskjølum o.ø. skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. apríl 2000. Fiskivinnuskúlin Postrúm 96 350 Vestmanna Tlf. 42 45 73 Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo Føroya Postfelag Farloyvisstarv Søkt verður eftir skrivara í hálvtíðarstarv í tíðarskeiðnum 15. mai 2000 - 15. mai 2001, tá skrivari felagsins fer í farloyvi. Skrivarin skal taka sær av allari fyrisit- ingini hjá felagnum • vera skrivari á fundum, undir samráðing- um o.ø. • hava alla umsitingina av felagnum og hús- um felagsins • alt brævaskifti felagsins • roknskap felagsins Krøv til umsøkjara • góðan føroyskan málkunnleika • góðan teldukunnleika • roknskaparkøn/ur – helst hava kunnleika til concorde roknskaparskipanina • neyðugt er at vera røkin og at kunna ar- beiða sjálvstøðugt • at hava yvirlit yvir alt virksemi felagsins Neyðugt er, at viðkomandi er skrivari á kvøldfundum, samráðingarfundum o.ø. fund- um. Starvið verður lønt sambært avtalu. Meira fæst at vita um felagið á heimasíðu okkara: www.postfelag.fo Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til felagið millum kl. 9.00-12.00. Umsóknin skal vera felagnum í hendi í sein- asta lagi mánadagin 17. apríl og sendast til: Føroya Postfelag Tinghúsvegur 15 Tórshavn tlf. 317231 teldupostur: postfelag@postfelag.fo Lastbilamekanikari Til verkstað okkara, søkja vit eftir einum lastbilamekanikara, at byrja skjótast tilber. Áhugaði kunnu seta seg í samband við okkum á tel. 44 72 00 Sp/f OCD Heiðavegur FO-600 Saltangará Tel. 44 72 00 Fax 44 74 64 Sosialurin - 311820 OCD Frá Norðoya Javnaðarfelag Aðalfundur verður í Bøgøtu nr. 3 mikukvøldið 5. apríl kl. 19.30. Skrá: sambært lógina. Norðoya Javnaðarfelag Frá Havnar Handverkarafelag Útsetti ársaðalfundur felagsins verður á Ho- tel Hafnia mikudagin hin 5. apríl kl. 19.00. Skrá sambært lógum felagsins. Nevndin www.handverkarafelag.fo Sethús í Sørvági til sølu Smærri eldri sethús í Sørvági til sølu. Húsið er samanbygt við annað hús. Nærri upplýs- ingar við at venda sær til undirritaða Ólavur Jákup Kristoffersen, adv., Fr. Petersensgøta 9, 100 Tórshavn, tlf. 311145. Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta 9 Halgir Winther Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ólavur Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Tlf. 311145 Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16