mikudagur 1. oktober 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
stubbar uttaneftir
Inga Tidblad deyð
Svenska sjónleikarakvinnan,
Inga Tidblad, er deyð í
Stockholm, 74 ára gomul.
Inga Tidblad var millum tær
fremstu sjónleikarakvinnurn-
ar í Sveríki í fleiri ár. Frá
1932 til 196? var hon knytt at
Dramatiska Teatern i Stock-
holm, og hon luttók í fleiri
fiimum. Inga Tidblad spældi
eisini sjónleik uttan fyri
landamarkið. Hon var bæði í
Wien, Paris og New York.
Áðrenn hon gjerdist sjúk,
hevði Inga Tidblad havt
meiri enn 200 leiklutir á
ymiskum sjónleikapallum.
Slips-kongur
Um dagarnar fekk svenski
kongurin, Carl Gustaf, ein'
hop av slipsum frå 9 slipsa-
verksmidjum i Europa. Hann
varð samstundis kosin til
Harra Slipseuropeari 1975.
Umboðsmenn fyri verksmiðj-
urnar søgdu, at kongurin
hevur ein serligan áhuga fyri
litrikum slipsum.
Á vitjan í Danmark
Amerikanski verjumálaráð-
harrin, James Schlesinger,
hevur verið í Danmark á
vitjan á einari rundferð
ymsastaðni í Europa. Hann
hevur eisini vitjað í Bretlandi
og tosað við ráðharrarnar har
um verjuspurningar.
James Schlesinger skal
eisini luttaka å einum NATO-
ráðsfundi í Bruxelles, áðrenn
hann fer heimaftur til USA.
Kríggj um vín
Frakland fer møguliga at seta
úr gildi eitt eykaavgjald á
italskt vin, sum verður inn-
flutt, um landbúnaðarráð-
harrarnir í Felagsmarknaðin-
um ikki fara at tryggja
vinframleiarunum størri inn-
tøkur, sigur franski landbun-
aðarmálaráðharrin, Christian
Bonne, i samrødu vid eitt
italskt blad.
K. B. Andersen
i New York
Danski uttanríkisráðharrin,
K. B. Andersen, er farin til
New York at luttaka í tí 30.
ST-aðalfundinum í Washing-
ton. Í mun til árini framman-
undan fara donsku viðmerk-
ingarnar á aðalfundinum í ár
at snúgva seg um ST-spurn-
ingar heldur enn beinleiðis
politiskar spurningar.
Eldur
í donskum blaðhúsi
Í farnu viku var eldur í blað-
húsinum hjá Morse Folke-
blad. Tað brendi í átta tímar,
og prentsmiðjan fórst illa.
Sum er kann blaðið ikki
prentast har. Hildið verður,
at eldurin kyknaði í neðra,
har pappirsgoymslan er.
Bratteli
leggur frá sær
Norski forsætisráðharrin,
Trygve Bratteli, fer at leggj
frå sær fyrst í januar mánaða
næsta ár. Tad var formaðurin
í arbeiðaraflokkinum, Reiulf
Steen, sum upplýsti hetta.
Hann segði, at nýggi for-
sætisráðharrin verður stór-
tingsmaðurin hjá arbeiðara-
flokkinum, Odvar Nordli.
Trygve Bratteli hevur fyrr
sagt, at hann fór at leggja frá
sær vegna aldur. Men hetta
er fyrsta ferðin, at hann
hevur nevnt nakran dag, tá
hann fer at leggja frá sær
Trygve Bratteli er 65 ára
gamal.
Strauss fekk dóm
Vesturtyski andstøduleidarin
Frans Josef Strauss, er
dømdur til at gjalda 11.500
kr. i endurgjaldi til ein fyrr-
verandi dåmara, Heinrich
Jagusch. Strauss hevur
skuldsett hann fyri at vera
korruptan. Dómstólurin í
Karlsruhe hevur eisini ávarð-
að kristiliga-sosiala politikk-
aran um, at hann kann fáa
upp til hálvt ára fongsuls-
revsing umframt eina bót upp
á 500.000 D-markar, um
hann endurtekur pástandin
um, at dómarin hevur arbeitt
hjá teirri nazistisku trygdar-
tænastuni.
sosialurin
Nr. 67 — 1. oktober 1975
Tórshavnar kommuna
gjørt sáttmála við 7
fyritøkur um keyp av
midstaGarøkinum
Fyrstu grundøkini verda byggiklår
til vårs. Kanjon i Klaksvik skal gera
byggibåningina.
Térshavnar kommuna gjørdi i
farnu viku såttmåla vid sjey
fyritøkur i Havn um byggi-
búning og keyp burtur av mið-
stadarøkinum uppi á Hálsi.
60.000 m:*
Miðstaðarokið liggur eystan fyri
itråttarhøllina, og alt ekið er
60.000 m? til staddar. Harav
verða seldir 37.000 m* at byggja
á.
Fyritøkurnar, sum hava gjørt
sáttmála við kommununa um
byggibúning og keyp burtur av
midstadarøkinum, eru pf Poul
Hansen, pf Thomas Dam, pf
Jákup á Dul, pf Havnar Timbur-
handil, pf Berg Motors, pf Auto-
Service og pf Marstein. Tikið er
við einum tilboð frá byggifel-
agnum Kanjon í Klaksvík upp á
5,2 milj. kr. at gera ekið byggi-
klárt. Ætlanin er, at tey fyrstu
grundekini skulu verða byggi-
klár einaferð til vårs. Figgingin
verður á tánn hátt, at fyritøk-
urnar fíggja byggibúningina so
hvert, økini verða tek, og
gongur figgingin so inn aftur í
endaliga keypið av grundøkjun-
um hverjum sær.
Skipa seg í eigarafelag
Tá alt arbeiðið er liðugt, fara tær
sjey fyritøkurnar at skipa seg í
eitt eigarafelag og skulu tå sam-
bært sáttmála umsita og við-
likahalda alt ekið. Skuldi tað
hent, at onkur fyriteka seinni
hevur hug at selja sín part,
hevur kommunan fyrsta keyps-
rætt. Slík sola kann tó ikki fara
fram, fyrr enn bygt er á økinum
Willy Brandt visti
um njosningina,
men fekk forbod
at siga nakad
Fyrrverandi vesturtyski
samveldiskanslarin,
Willy Brandt, royndi
ikki at hyggja upp å sin
fyrrverandi vin og skriv-
ara, Gúnther Guillaume,
EÐ
tá teir hittust í yvirrætt-
arholinum í Dússeldorf,
sum í farnu viku var
karmurin um eitt vinar-
band, ið brádliga varð
kvett, og sum var
Willy Brandt saman við
Giinther Guillaume í 1974, áðrenn njósningargelan tók seg upp
orsøkin til eina umfat-
andi kreppu í vestur-
týskum politikki.
Hittust fyrstu ferð
Í eitt ár
Tann 48 ára gamli Giinther
Guillaume og Willy Brandt
hittust fyrstu ferð, síðani Guill-
aume varð handtikin tann 24.
april í fjør. Brandt hugdi bert ta
einu ferðina upp á Guillaume,
sum sat á einum stóli fýra
metrar frá tí fyrrverandi sam-
veldiskanslaranum.
Guillaume hugdi niður, meðan
Brandt svaraði spurningum frá
dómaranum um, hvussu stóran
kunnleika tann eysturtýski
njósnarin mundi hava fingið,
meðan hann starvaðist sum
skrivari hjá tí fyrrverandi kansl-
aranum.
Willy Brandt gav í rættinum
Guillaume tað skoðsmál, at
hann var ein samvitskufullur
organisatorur. Hann segði, at
hann ongantíð hevði roynt ella
tikið ímóti nekrum politiskum
ráðum frá Guillaume.
Floksfelagarnir
vistu betur
Teir triggjar månadirnar, sum
rættarmálið hevur vart, hava
vitnir fleiri ferðir váttað, at
nógvir framstandandi menn í
vesturtýska javnaðarflokkinum
vistu betur enn Willy Brandt, og
at teir leingi hevdu illgruna um,
at Giinther Guillaume njósn-
aðist fyri Eysturtýskland.
Longu í 1965 vóru uppskot
frammi í javnaðarflokkinum, at
=