leygardagur 20. desember 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
D
å markinum til tad velduga
og ókenda.
Og soleidis må vera og fer
altid at verða. Menniskjað fer
ongantíð at finna frið við
hetta mark, altíð fer tað berg-
tikið at tráa niður í heljra-
dýpið at leggja tað undir seg.
Menniskjað er viljin til lív í
sínum hægsta stigi, lív, sum í
ótemjandi mátti roynir at
fara út um seg sjálvt.
Tað fara altíð at verða
tíðarrák og einstaklingar,
sum heilt fara at laga seg eftir
ti verðsliga — sum avgjert og
turrisliga fara-at halda seg
innan fyri markið. Men hesi
hava slept nekrum, sum
hoyrir menniskjanum til. Tað
stóra, ókenda landið uttan-
fyri hoyrir hóast alt inn undir
valdið hjá sálini og andanum.
Tað fer ferð eftir ferð at tráa
út hagar og tann hugsanin, at
tað til endans fer at gevast og
vera nøgt við tað, sum er,
verður í øllum sínum klók-
skapi ein kvervisjón.
Vit halda okkum sjálvi so
avgjørt hoyra til eina tíð,
sum steðgar við markið,
halda okkum hava lyndi til at
vera nøgd við henda heimin.
Men tað er ein villa. Tað, sum
vit kalla okkara tíð, er í roynd
og veru bert ein evarska lítil
broyting oman á nutidini, ti
partinum, sum er sjónskast-
ur. Og hann sigur einki um
dýpið, hvaðna minni broytir
tað. Tað fjalir sínar loyni-
dómar fyri okkum, so vit ikki
rættiliga fáa kannað eftir,
hvat har fyriferst. Tá byrg-
ingarnar fara í eðrum stoðum
enn har, vit eru von við, hava
vit ikki hómingina av tí. Tá
markini spreingjast av eðrum
orsøkum enn teimum, vit
kenna so væl, kenna vit ikki
megina aftur og síggja ikki,
at nakað hendir.
Okkum tíð kann tykjast
merkilig og kollveltingar-
kend. Men lívið, og menn-
iskjað hava vit ikki um-
skapað. Í tí býr sama megin
sum áður, ið altid roynir at
finna sær mál bæði í avold-
aðum og nýggjum formum.
Trongdin at røkka út um
karmin á okkara tilveru er
stødugari enn okkara hugs-
unarheimur og tað rák, ið
eyðkennir tíðina, vit liva í, —
ti hon er givin okkum av liv-
inum sjålvum, og letur seg
ikki tyna. Hetta er ikki nøkur
frumkend trongd, ið so
líðandi fer at hverva, men eitt
fyribrigdi í ovastu lyndini á
náttúruni, ein avleiðing av
lívsins stødugt vaksandi riki-
demi — so sum menniskjan
sjálv er tað. Henda trongd er
ikki dømd at hverva. Hon fer
altíð at fylla sál menniskjunar
og við sínum velduga
veingjaflogi eggja henni út í
hetta kenslurika stríðið, sum
fyri menniskjuna týðir tann
størsta eldhuga,
liding.
lukku og
Vid livsins ytsta mark fer
ongantið nakar friður at
verða. Har fer ongantíð at
verða útkalt, oyði og kvirt. Tí
skuldi tað verið, mátti lívið
sjálvt fyrst verið útarmað.
Grevir í hópatali eru har
niðri uttan fyri Jerusalem,
henda ævinleikadreymanna
stað. So tætt tilsamans hvíla
tey uttan fyri múrin, log har
til hvíldar gjøgnum ártúsund.
Lætt er at síggja tað góð-
varna í teirri hugsan, sum
býr undir at tey liggja har.
Men skuldi menniskjað av
álvara mist henda longsulin
eftir tí, sum uttan fyri liggur,
skuldi henda ótroyttiliga
vekan hildið uppat, skuldi
mannaandin med alla givist
við at reist seg upp ímóti tí
óendaliga tómleika — tá
hevði tað verið fátækari og
hevði mist ein part av sær
sjálvum burtur. Og lívið
sjálvt hevði verið fátækslig-
ari, svikið og avmarkað.
Eisini tann, sum ikki trýr,
má sanna, at so er.
Eg síggi niður í deyðsríkið,
har kvøldarskuggarnir nú
fara at taka til sin og nåttin i
øllum sinum veldi fer at koma
niðan frá strondunum av
deyðans havi. Eg siggi sjón-
liga, hvussu tómt og oyðið
har er, at fyri meg er har einki
at finna. Men harfyri bindi eg
ikki frið við markið. Eg kenni
hesa pinuna innan í mær, tí
at eg eri ein livandi, andi mín
roynir at slíta leinkjurnar,
tanki mín at finna eitt svar, tí
hetta eru viðurskifti, sum
mær er givin máttur at óttast
og grunda um. Ikki ti, eg
siggi markið, men eg veit, at
har fer sál mín aldrin at finna
frið.
Klokkurnar klykkja frá
óteljandi kirkjum í Jerusa-
lem. Teirra fagnandi gleði-
rómur er mær fremmandur
sum teirra átrúni. Í kvirruni
heruppi á fjallinum er tað,
sum royna tey har niðri nú í
skýmingini at halda myrkrið
og allar óndar maktir burutr
við dularfullum gandatrumm-
um. Eg vendi mær frá teirra
gangi út móti deyðsríkisins,
pínunar og kvirrunar landi.
Eg líti smniliga út yvir alt
hetta, meðan náttin alsamt
sígur omanyvir. Eg eri ein
trúgvandi við ongari trúgv,
ein gudrekin gudsnoktari.
Eg skilji Getsemane, men
ikki sigursrómin.
Sólin bakar. Deymurin av
midøld hongur í teimum
trongu getunum. Sktinir
Franciskanaramunkar fara
hólkandi í esjandi sandálum
eftir Via dolorosa, meðan teir
mala teir sveittutu rósu-
kransarnar millum fingrar-
nar, Muezzinar boða biti-
tíman úr moskartornunum,
suffandi kvinnur kyssa tann
prýðiliga marmarasteinin, har
Jesus varð sveipaður og salv-
aður eftir 9Þ menniskjuni
sosialurin
høvdu fingið hann tiknan av
døgum. Allur býurin sveittar
av átrúna í hesum doyvandi
hitanum.
Prestarnir messa, roykils-
iskerini slíma uppi á Golgata,
vígsluvatnið verður slett á
hina gåtuføru heilagu grøv-
ina, Thora'in verdur reksad
upp i samkomuhusinum, tey
rættrigvandi fella å knæ vid
andlitinum móti Mekka, luft-
in er kviðin av avbjóðing.
Her metast eystur og vest-
ur. Her venda áratúsund
ranguna út. Kriggsgudur
Ísraels tornar sína ævigu
vreiði, Muhammed valdar
sum ein beduinarahevdingi á
sínum sælunnar hæddum,
krossriddararnir leika við
drignum brandi í blóðugari
ránsmannaromantikk, teir
bikasvørtu innvølirnir í ti
heilagu Gravarkirkjuni, hesi
rædslukømur kristindómsins
ringja seg í vónleysum loyni-
gongdum, bogum, trappum
og aftratvekstrum — sum ein
villiniborg av trúarsamfel-
øgum, trúarjáttanum, læru-
setningum — ein trúgv, sum
hevur fingið tarmakast.
Gudsdyrkanin, pátrúgvin og
ráskapurin, hesir ævigu fylgi-
sveinar hjá ti heilaga gera
sær sum gammar til góðar av
fortíðarinnar ræi, deymurin
stendur sum roykilsi upp
móti tí reina himmalinum,.
Tann, ið ikki trýr, gleðist um
vantrúgv sína, um vissu sína
um, at himmalin er tómur, at
offrið ikki rekkur upp til
nakran gud. Sigursrómur
átrúnans hevur valdið og
sálarinnar smædni longsul
dúrar og sjúklast í armóð,
andstygd og sjálvsvanvirð-
ing.
Hult í liljum og fjallana
blødandi anemonum liggur
Galilæa, fagurreyðar standa
dreymasóljurnar oman móti
ti stilla Genesarets vatninum,
trygt daga Karmel og Liban-
on móti luftini. Undurfagurt
blómar várið tølandi og
bloðandi sum eitt ovfullt
hjarta, lyft upp móti tí reinu
rúmdini — eitt heilagt minni,
sum ikki ferst, um egna várið
í mannahjartanum.
Her er ónomin grund. Her
var tað hin fríska og klára
keldan veldi upp úr jørdini.
Airnar verða dálkaðar, fyllast
av evju og gruggi, tá tær
skulu væta landið hjá øllum
livandi, sum esjar av teirra
samansavnaða skarni — men
fjallakeldan verður ikki dálk-
að: av teimum. Hon heldur á
at vella í einum heimi, sum er
leysur av allafi tíð, har alt'er
ævigt og ikki ferst.
Eg undrist á, hver tú
mundi vera, tú sum gekk her
á hesum somu getum, sum
enn eru. Eg veit tað ikki, og
eingin annar veit tað heldur.
Svarið er hult í gomlum
søgnum. Tú ert vorðin ein
lýsandi skepna, runnin saman
við tínum ævinleikans landi,
Nr. 88 — 20. december 1975
trúnaðarmaður hjá allari
mannaættini — men kortini
ókendur.
Og soleiðis mátti tað eisini
gangast tær, tí tað stór-
merkiliga og velduga var ikki
tú sjálvur, men tað, hvers
amboð tú vart. Tað, sum tú
vart fyrstur at bera stór og
undurfull boð um.
Kærleikslæra tín er ikki tí
egna, men mannahjartans.
Tú hevur ikki skapað hana,
men sum tidirnar liðu hevur
hon trilvandi vaksið seg fram
og er farin at vita til sín. Og
hevði tað ikki verið, hevði tú
ongan boðskap havt at borið
fram og eingin veruleiki hevði
verið í orðum tínum. Men
tíðin var komin at menniskj-
uni kundu fata nakað av
kærleikans veru og at eitt vár
kundi spretta um alla jørðina.
Og tú var tað, sum opnaði
hina uppturkaðu jerð, so
keldan kundi vella.
Men tað er nóg mikið, og
tað undrið er nóg stórt.
Inni havi eg ongantið upp-
livað teg á gåtuføran hátt og
fari ongantíð at gera tað.
Men tann mannakærleikan,
sum tú umboðaði, kenni eg
sum hjartatáttin í allari
mínari veru. Tí soleiðis kann
tað vera bæði hjá ti van-
trúgvandi og honum, sum
trýr. Her velst ikki um
kristindóm, men nakað sum
fer at verða standandi nógv
longur enn hann, ti einaferð
fer kristindómurin at hverva
sum allir aðrir átrúnar. Givist
fer helst at verða við at dýrka
Gud bert i ti ytra. Men tann
keldan, sum veldi út í dagin
og ljósið, er ótemandi, hon
kemur úr æðrum, sum greina
seg djúpast í sálarinnar
óstillaðu longslum, — tí er
tað, at hon ongantíð tornar.
Kærleikans læra við sínum
einfaldu, lyftandi orðum fer
altid at liva, veri hon so bæði
kúgað og avnoktað. Hon
hoyrir mannaheiminum til, er
samantvinnað við veru menn-
iskjunnar, hóast alt, og eitt-
hvert rættiligt vár í ættar-
innar lívi fer at spretta úr
henni. Sum tað stersta og
dýrmætasta fer hon at fylgja
okkum til tíðarinnar enda.
So nógv haldi eg hóast alt
um menniskjað, hóast alt
myrkur á jørdini og hóast so
evarska lítið av tí, sum
mannakærleiki ber í sær, er
blvið veruleiki og enn tykist
fara at vera tað um ókmonar
tíðir. Ti hon er tað kortini
sum ber øllum uppi og gevur
ollum meining, hon er tað,
sum eingin ágangur nakran-
tíð kann fáa at tagna.
Tíðin, vit nú liva í, — ein
tíð, sum á mangan hátt av-
noktar og háðar boðið um at
elska hver annan — festir
bert hesa trúnna upp aftur
meira. Tí ikki krevst at vera
so ovurhonds gloggur fyri at
duga at síggja, hvussu vón-
leys og turrgeld hin øvugta
lívsáskoðanin er. Henda fyri-
litsleysa dýrkanin av harð-
skapi, sum verður søgd at
vera ein gátuferur og upp-
byggjandi máttur er ein læra,
sum púra hevur mist alt
samband við veruleikan — og
í roynd og veru hongur í
leysum lofti. Tað er hon, sum
er veruleikafjar — og ikki
kærleikin. Læran um manna-
kærleika er djúpt fest í veru-
leikans grund, meðan tað
„sum ongan kærleika eigur í
sær< livir eina skuggatilveru,
sum — so ræðandi tað enn
kann ljóða — bert sýgur fødi
sína úr heimi teirra livandi.
Men so nógv í tilveruni er
bert eitt skuggalív. Djúpir
óveruligir skuggar. Ti er tað,
at her er so myrkt.
Nei, ikki stendur kærleiks-
læra tin í serliga høgum meti
beint nú. Skuldi tú verið ein
Messias hjá okkum, sum í
dag liva, mátti tú havt annan
boðskap at borið. Eingin tíð
hevur meira enn okkara
lurtað so tolin eftir frelsarum,
men teir mugu vera úr ødrum
tilfari enn tú. Fylgisveinarnir
høvdu aldrin valt teg til
høvdinga, ti tú hevði ikki
hóskað at verið oddamaður
teirra.
Tíðin er ikki tín. Hevði tú
komið í dag í staðin fyri hina
ferðina, hevði tú verið upp-
aftu; visari í at verið kross-
festur, bæði fyri læru tína,
men eisini orsákað av tí ætt,
tú vart runnin av. Og eingin
hevði tikið deyða tin upp á
tunguna, hvaðna minni talað
um nakra uppreisn.
Og kortini er tann kærleiki,
sum tú boðaði inniligast av
ollum, tað einasta, sum tá
saman um kemur, veruleiki.
Tann einasti sanni veruleiki,
vit eiga.
Hetta visti tú, sum livdi í
ævinleikans landi. Tú, sum
stóð og hugdi út í oydimørk-
ina, men sást lívið blóma við
markið á henni. Tú, sum
skilti, hvussu dýrabær gávan
er, sum okkum er givin. Sum
visti, hvat stríðið veruliga er
um. Tú, sum beyð frið á
jørdini, men stríð í manna-
sålunum.
Foldin blómar, har tú eina-
ferð gekst. Galilæa liggur
ljóst og lukkuligt í sólini,
oman móti Samaria liggur
tann eiggiliga Jisreelfløtan,
sum tú sást sum barn. Her er
gróður og vár, men allastaðni
er oyðimerkin nær við síni
týning og følnan. Og blómu-
prýðið er sum litað av blóði,
sjálvt moldin er fagurreyð,
sum var tað haðani, várið
fekk sína dimmu glóð.
Land títt er av sonnum eitt
blødandi hjarta í einari deyð-
ari og uppturkaðari verð.
Eitt strids- og ævinleikans
land!
Hans Thomsen
umsetti eftir
Pár Lagerkvist