Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. juni 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 116 - 21. juni 2002 Nr. 116 - 21. juni 2002 13 Fimm umboð fyri skipasmiðjuna, ið skal byggja nýggja suðuroyarskipið koma Týsdagin til Føroya at hyggja eftir umstøðunum her SUÐUROYARSIGLING Áki Bertholdsen Týsdagin fær Strandferðsl- an vitjan úr Spania. Tað eru fimm umboð fyri skipasmiðjusamtakið, ið skal byggja nýggju suður- oyarferjuna, sum nú koma til Føroyar. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at við á ferðini er forsetin fyri skipasmiðjusamtakið, stjór- in og tekniski stjórin fyri Skipasmiðjuna í San Fer- nando, ið skal byggja nýggju suðuroyarferjuna, umframt projektleiðarin, sum stendur fyri arbeiðnum at byggja nýggju suðuroy- arferjuna og eitt fólk aftur- at. Endamálið við vitjanini er at hyggja eftir viðurskift- unum í Føroyum, har skipið skal sigla, eitt nú er ætlanin at fara eina ferð til Suður- oyar og annars er ætlanin at vísa teimum runt at hyggja eftir umstøðunum Somuleiðis er ætlanin at hava ein fund við Skipa- eftirlitið at tosa um krøv, trygdarviðurskifti og at kanna arbeiðstekningar o.s.fr. Stjórin á Strandferðsluni sigur, at annars gongur sum ætlað við ætlanini at byggja nýggja Suðuroyarskipið. Uppfylgjandi fundir hava verið ímillum Strandferðsl- una og sponsku skipasmiðj- una og tilrættisleggingin er við at koma í eina fasta legu. Annars er skipasmiðjan farin í holt við at gera arb- eiðstekningar, stálið er bí- lagt og í næstu framtíð verða eisini motorarnir bí- lagdir. Hann væntar, at farast kann undir at gera smíða sektiónirnar um ársskiftið. Og avtalan er, at nýggja suðuroyarferjan skal lever- ast 12. oktober, 2004. Eru tryggjað Flestu Føroyingar mundu fáa ein hvøkk, táið tað frættist, at skipasmiðjan, sum smíðar nýggju Norr- ønu, er komin í fíggjarligar trupulleikar og at óvist varð, hvussu bleiv við byggingini. Men Reidar Nónfjall væntar ikki, at Strand- ferðslan kemur í somu støðu viðvíkjandi nýggju suðuroyarferjuni. – Vit hava gjørt alt, vit kunnu fyri at tryggjað okk- um ímóti øllum slíkum. vit hava bankatrygd fyri teim- um inngjaldum, vit gera. Samstundis er talan um eina almenna skipasmiðju í spania, sum landið eigur, so tað hevði verðið ómetaliga óvæntað, skuldi trupulleik- ar av tí slagnum tikið seg upp. Nýggja suðuroyarskipið fer at kosta 40.450.000 ev- rur og og tað eru 301 milli- ónir krónur í okkara pen- ingi. Men harumframt koma einar fýra milliónir til eftirlit o.s.fr. Skipasmiðjan í San Fer- nando, sum skal byggja nýggja suðuroyarskipið, er uppi í IZAR skipasmiðju- samtakinum. Samtakið hevur fleiri skipasmiðjur sum hava smíðað skip í heili 250 ár. Tað er tað næststørsta skipasmiðju- samtak í Evropa, og tað níggjunda størsta í heimi- num. Nýggja suðuroyarferjan verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór, tó at gjaldið í ár verður nakað minni. Fyrsta gjaldið upp á 90 milliónir, verður goldið í ár, annað gjaldið komandi ár og triðja gjaldið í 2004. Fyri at taka aftur í aftur, kann nevnast, at nýggja suðuroyarferjan verður 135 metrar long, hon siglur 21 míl, hevur pláss fyri 800 ferðafólkum og tekur 200 bilar og tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril. Strandferðslan vitjan úr Spania – Tey, sum skulu smíða nýggju suðuroyarferjuna, koma í næstu viku til Føroyar at kanna umstøðurnar.Fyrireikingarna r til byggingina ganga sum ætlað Hampuligir møguleikar at finna skip at sigla til Suðuroyar í vetur – Tað er reinur kleyv- arskapur sum er or- søkin til, at vit ferð eftir ferð koma í hesa óhepnu støðuna, sig- ur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsl- uni SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Nú er aftur stór óvissa um suðuroyarsiglingina, tí tað er ein stórur spurningur, hvussu verður við sigling- ini ímillum Havnina og suðuroynna í vetur. Nú Smyril var í dokk á Skála, varnaðust tey, at vengurnar sum gera, at skipið ikki rullar so illa í aldu, virka ikki sum teir eiga. Tað førir við sær, at fyrr- enn brekið verður umvælt, fær Smyril ikki siglt við treylarum og øðrum tung- um farmi, uttan tá ið tað er heilt slætt í sjónum. Men leveringstíðin til eykalutirnir var tríggjar mánaðir og tí varð avrátt við klassan, at Smyril skuldi sigla til í september, oktober, so skuldi hann í dokk at umvæla brekið. Men nú er so komið fram, at leveringstíðin er ikki 12 vikur, men 34 vikur tí Smyril er so gamal, at eykalutirnir mugu gerast serliga til hann. So hóast eykalutirnir verða bílagdir nú, kunnu teir ikki leverast fyrrenn næsta vár, uttan eitt undur hendir og eykalutir verða funnir onkustaðni útií verð- ini- men útlitini fyri tí eru ógvuliga smá. Sostatt verður neyðugt at leggja Smyril í einar fimm mánaðir í vetur. – Vit hava tveir møgu- leikar: Antin leggja vit Smyril í vetur og leiga eitt hóskandi skip at loysa hann av. Men kemur politiski myndugleikin til tað niður- støðu, at tað verður ov dýrt at leiga avloysaraskip all hesa tíðina, verða vit noydd at sigla við Smyrli. – Smyril hevur fyrr siglt við ongum stabilisatorum. Men tann tungi flutningur- in nú á døgum er ein heilt annar við stórum treylarum og lastum og tað eru óráð at fara undir slíkum flutning á vetrardegi við ongum stab- ilisatorum. –Skulu vit sigla í vetur, verður tískil talan um rætti- liga skerdan flutning, tí tað verða nógvar avlýsingar og tungur farmur verður bara sigldur í besta veðri, og tað er sjálvdan um veturin. Tí er ikki ráðiligt at sigla við tungum flutningi um vetur- in. Reidar Nónfjall sigur, at tilmæli hjá Strandferðsluni er tí, at Smyril verður lagd- ur í september, oktober og liggur til brekið er umvælt næsta vár, í februar, ella mars. Samtundis verður mælt til, at eitt hóskandi av- loysaraskip verður leigað til suðuroyarsiglingina hesa tíðina, so at flutningurin til og úr Suðuroy verður á minst sama støði, sum hann er á nú. Betri møguleikar Reidar Nónfjall sigur, at enn er ikki heilt greitt, hvat tað fer at kosta at leiga eitt hóskandi avloysaraskip. Fyrr hevur verið upplýst, at tað er ómetaliga trupult at finna eitt hóskandi av- loysaraskip. – Men nú talan er um eitt leigumál upp á einar fimm mánaðir, sær ljósari út,sigur Reidar Nónfjall. Hann sigur, at tá ið talan er um eitt longri leigumál, eru fleiri, sum bjóða seg fram og Strandferðslan hevur fingið nøkur skip á borðið, sum kunnu vera áhugaverd - men enn er ongin avgerð tikin. –Útlitini fyri at fáa eitt hóskandi avloysaraskip, eru væl ljósari nú, enn tey hava verið. Kleyvarskapur Hetta er ikki fyrstu ferð, at óvissa er um suðuroyarsigl- inga og viðhvørt hevur ver- ið ført fram, at óskilið byrj- aði, tá ið Teistin varð seld- ur, tí hann kundi verið brúktur til avloysaraskip. Men Reidar Nónfjall fæst kortini ikki at siga, at tað var eitt mistak at selja Teist- an, tí honum hevði stovnur- in eisini komið í rasshaft av, hvat trygdarkrøvum og øðr- um, viðvíkur. Men kortini sigur hann, at tað er av berum kleyvar- skapi, at Strandferðslan ferð eftir ferð kemur í hesa støðuna. –Tað størsta mistakið er, at eitt nýtt suðuroyarskip ikki er bygt langt síðani. Tað størsta mistakið er, at skipini, hjá Strandferðsl- uni, sum skulu sambinda oyggjarnar, sleppa at blíva so gomul, uttan at tey verða endurnýggjað og at útbygg- ingar í Strandferðsluni eru raðfestar so lágt,sum tær eru hesi seinastu 20-25 ár- ini. – Samstundis hevur leiðslan á Strandferðsluni ikki gjørt nóg mikið fyri at sannføra politisku leiðsluna um tað neyðuga í at skifta skip út javnan fyri at hava ein tíðarhóskandi og álít- andi flota. Síðani eg tók við leiðsluni, er so eitt nýtt skip komið og eitt er á veg og tað eru hóast alt stór framstig. – Sostatt er tað av polit- iskum og fakligum kleyvar- skapi, at vit ferð eftir ferð koma í hesa støðuna og tað er upptakið eftir tann kleyvarskapin, vit sita við nú, staðfestir strandferðslu- stjórin barsagdur. Størsta mistakið er ikki, at Teistin varð seldur, men at Smyril ikki er skiftur út fyri fleiri árum síðani og tað eru avleiðingarnar av tí kleyvarskapinum, vit nú stríðast við, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni Tað byrjaði við einum innbroti í ein skriv- stovubygning í Washington eina juninátt í 1972. Tað endaði við, at ein amerikanskur forseti tvey ár seinni noyddist at fara frá BAKGRUND Árni Joensen Gølan var og er framvegis tann størsta, sum nakrantíð hevur rakt tað politiska lívið í USA, og navnið Watergate verður í mong ár afturat ímyndin av lygn, sviki og meiri enn ivasom- um gerðum í teirri politisku skipanini. Tey flestu hava ta á- skoðan, at Watergate-gølan var eitt tekin um, hvussu rotin tann politiska skip- anin í USA var vorðin, men tað eru eisini tey, sum vísa á, at gølan júst vísti, hvussu væl hendan sama skipan er kjølfest, tá hon megnaði at varðveita støðu sína sjálvt eftir ein so svikafullan forseta sum Richard Nixon. Gølan byrjaði mánadagin tann 17. juni í 1972, tá fimm mans vórðu avdúk- aðir fyri athava brotið inn í floksbygningin hjá demo- kratiska flokkinum Water- gate. Teir fimm menninir vóru farnir inn í bygningin at kanna nøkur lurtitól, sum vóru vorðin smuglað inn í bygningin nakrar mánaðir frammanundan. Republikanarin Richard Nixon sat sum forseti í Hvítu Húsunum. Val var í hondum, og hjá forsetanum ráddi um at nýta allar snild- ir fyri at verða afturvaldur. Tað eydnaðist eisini Nixon at verða afturvaldur og tað við stórum meiriluta. Men samstundis varð forsetin drigin upp í eina gølu, sum snúði seg um politiska avlurting, sabotasju og ólógligan valstuðul. Sjálvur sýtti Nixon fyri at hava verið uppi í nøkrum slíkum, og tá hann tann 8. august í 1974 segði seg úr forsetaembætinum, var tað fyri at sleppa undan at verða drigin fyri ein ríkis- rætt. Hann varð kortini ákærdur fyri at hava roynt at fjala sannleikan, men eftirmaður hansara í for- setaembætinum, Gerald Ford, veitti honum grið. Ístaðin vórðu meiri enn 40 embætismenn hjá for- setanum ákærdir og drignir fyri rættin, og fleiri teirra fingu langa fongsuls- revsing. Feldur av upptøkum Tað, sum loksins gjørdi enda á politiska lívi Nix- ons, vóru bandupptøkurnar úr tí ovala rúminum í Hvítu Húsunum. Nixon hevði sjálvur givið boð um, at allar tær nógvu samrøð- urnar, sum hann hevði við sínar næstu medarbeiðarar í tí ovala rúminum, skuldu festast á band. Hetta gjørd- ist eisini hansara politiski bani. Tá FBI bað um at fáa bandupptøkurnar, sýtti forsetin fyri at lata tær frá sær. Rannsóknarmenninir hjá samveldisløgregluni vóru ikki í iva um, at forsetin hevði verið vitandi um innbrotið í Watergate, og málið varð tí lagt fyri amerikanska hægstarætt. Í juni í 1974 álegði hægsti- rættur forsetanum at út- flýggja bondini. Har kundu menn hjá FBI hoyra sjálvan forsetan biðja sínar em- bætismenn gera alt, sum gerast kundi, fyri at órógva kanningararbeiðið hjá løg- regluni. Nixon skilti, at hann hevði einki í at velja, og tveir mánaðir seinni kom hann á amerikansku sjón- varpsskíggjarnar við teim- um kendu orðunum "I shall resign" (Eg fari frá). Deep Throat Tað vóru tveir blaðmenn hjá blaðnum Washington Post, Bob Woodward og Carl Bernstein, sum av- dúkaðu Watergate-gøluna, men øll tey 30 árini síðani hava teir sýtt fyri at siga, hvør segði teimum tíðindini um innbrotið. Sjálvir valdu teir báðir at kalla kelduna "Deep Throat", og hesi árini hava fleiri roynt at avdúka tað veruliga navnið. Summi vilja vera við, at tað var annaðhvørt uttanríkis-ráð- harrin Henry Kissinger ella trygdarráðgevin Alexander Haig, sum avdúkaðu Nix- on, men hetta halda onnur vera óhugsandi. Uppaftur onnur halda, at tað var Pat Buchanan, sum arbeiddi hjá Nixon, sum avdúkaði Watergate-inn- brotið, meðan onnur vilja vera við, at tað mundi vera Ron Ziegler, sum var tals- maður forsetans. Bob Woodward og Carl Bernstein siga, at Deep Throat er ein maður, sum framvegis er á lívi, men meiri vilja teir ikki siga. Bob Woodward hevur sagt, at hann er til reiðar at avdúka kelduna, fær hann loyvi til tess, ella tá keldan doyr. Sambært blaðmann- inum hava teir framvegis samband við ta loyniligu kelduna. Sum vera man hava nógvir søgufrøðingar skriv- að søguna um Richard Nixon og Watergate, men allastaðni vantar tað týdn- ingarmesta navnið - navnið á honum, sum avdúkaði gøluna, sum feldi forsetan. Síðani fyrrverandi út- gávustjórin á Washington Post, Kathrine Graham, doyði, eru tað bara Bob Woodward og Carl Bern- stein og núverandi blað- stjórin, Ben Bradlee, sum kenna loyndarmálið. 30 ár síðani Watergate Blaðmenninir Bob Woodward og Carl Bernstein, sum avdúkaðu Watergate-gøluna, sum noyddi Richard Nixon úr forsetaembætinum. Her greiða teir hyggjarum hjá sjónvarpinum NBC frá teimum spennandi døgunum fyri 30 árum síðani Mynd: Reuters Richard Nixon tá hann legði frá sær 9. august 1974. Myndin er tikin, meðan hann heldur fráfaringarrøðu fyri ráðharrum sínum í eysturrúminum í Hvítu Húsunum Mynd: Reuters C M Y K 13 12