Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-02-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 1976síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 14. februar 1976 Føroysk framleiðsla um av Skålafjørdinum, sum tær høvdu handað tinginum. Brævið stóð í Dimmalætting februar og snýr seg um tey nógv um røddu Rituvíksneytini. Nógv hevur verið skrivað um hesi neyt, bæði fyri og í móti. Húsmeður biðja fyri teimum, tingmenn biðja fyri teimum, Jákup Højgaard Simonsen lovar burtur í olmussu fyri teimum, og tað seinasta vit frætta er at eisini várharra heldur hond sína yvir teimum at tey ikki skulu drukna. Í brævinum stendur m.a. »sum nú er fæst bara donsk mjólk, men hon er ofta upp til 3 mdr. gomul, so man kann ikki siga at hetta er góð frísk mjolk.« Øll henda skriving fær meg at minnast tå ið J. Højgaard Simonsen bygdi høsnarhus i Rituvik. Hetta høsnarhus skuldi rúma so nógvum høsnum at tey skuldu kunna dekkað allan tann foroyska marknaðin við eggum. Vit gleddust, ti í mun til donsku mjólkina. ið U.H.T. vidgjørd kann halda seg fríska upp til 6 mánaðar og turrmjólkina, ið kann halda sær enn longur, so spillast egg eftir stuttari tíð. Vit gleddust, ti nú var ikki longur neyðugt at keypa gomul egg. Um eg minnist rætt skuldi hetta hús rúma millum 20—40.000 hønum, nóg mikið til at dekka allan tann føroyska marknadin. Í fyrstani komu nógv Rituvíks egg í krambúðirnar, kannska nakað smá, men tey smakkaðu væl. Hví fáast ikki longur Ritu- viksegg í krambúðunum, er tað ti at hesnini eru ov gomul, er fóðurið ov dýrt at innfora ella er tað ti at maðurin, id hevur hetta undir hond, ikki er nóg dugnalig- ur til hetta arbeiði, eg spyrji bara? Nú skal J. Hejgaard Simon- sen til at innflyta 200 neyt + fóður. At hann vil geva ágóðan til Barnaheimið, má verða sakini óviðkomandi. Eg kann hugsa mær til at tað, ið fer at henda verður hetta, at teir bøndur, ella tey traðarfólk, ið enn hava kýr, £ <a har å leid, fara at drepa neytini og keypa mjólk úr Rituvik, tå so neytini eru ov gomul til at mjólka meira i Rituvik, ja so finnur J. Højgaard Simonsen uppå okkurt annad, men tå eru kanska fá neyt i Eysturoynni. Ikki eri eg búnaðarfólk, men tó siggi eg, tá eg ferðist inni á Skålafjørdinum, í Vágum og her á Streymoynni stórar viddir av óslignum og ótaðaðum bø. Sam- stundis er tað ikki ókent at fleiri fólk fegin vildu leiga henda be til neytahald, men hetta fáa tey ikki loyvi til av eini hvørji orsøk Eg haldi tað verða meira rimu- ligt um tingmenn, í staðin fyri at gera ímóti tilråding frá djóra læknanum, leggja áherðslu á at fáa broytt jarðarlógina so, at ognarjørd ikki fær loyvi at liggja i órokt, og síðani krevja at allir kongsbøndur gera sína skyldu, m.a. við at framleiða mjólk Tað verður so ofta tikið til at vit hava bert eittans ráevni og tað er fiskurin í sjónum. Heilt beint er hetta nokk ikki. Nakað má eisini kunna gerast innan jarðarbrúkið. Sum nú er innflyta vit mest sum all eplini, id seld verða. Hetta átti ikki at verið neyðugt, ti eplir vaksa væl her Vit innflyta hópin av mjólk og skuldi hetta heldur ikki verið neyðugt um allur beur varð roktaður. Tað er fyri mær at skilja lítil munur landsøkonomiskt á at innflyta danska mjólk ella inn- flyta alt fóðurið til neytini. Tað munar lítið at geva pinku- barninum føroyska mjólk um vit samstundis máa burtur eksi- stensgiundarlagid hjá ti og hetta beri eg ótta fyri at vit gera, um vit lata okkara jørd fara í orøkt og í staðin fyri fara at innføra t.d. alt neytafóður. Cisini ein kona Politistur: Fólk koyra uttan fyrilit í hálku Seks ferðsluóhapp í Havn Í hálkuni mikudagin vóru ikki færri enn seks ferðsluóhapp i Havn. Eingin av skaðunum var álvarsligur og eingin fólkaskaði. Av politigarðinum verður sagt, at grundin til tey mongu óhappini í hálku og kava er, at tey koyrandi eru alt ov gáloysin og hugsa ikki um, at bilurin ikki steðgar, tá tey kanska eru noydd at bremsa knappliga. Nógv koyra júst sum tá tað er tátt. Annars verður upplýst, at ein »sprittpolitistur« varð tikin sein- asta leygarkvold. Vegagerð í Vágum Tað skal gerast ein 180 metrar langur bygdavegur í Sandavågi. Kommunan hev- ur søkt tingið um stuðul til arbeidi, og målid er nu til vidgerdar i vega- og hanva- nevndini. Biggjar kommuna hevur ætlanir um at umvæla lend- ingina. Hon metir, at arbeiðið kemur at losta 15.000 kr., og umsókn er send tinginum um pengastuðul til umvælingina Umsóknin fær viðgerð í vega- og hanvanevndini sosialurin Hava ov litla virding fyri løgtings- formanninum Tad tykist, sum tingmenn ikki hava stora virding fyri formanninum J. Fr. Øvre. gaard. Sidani midskeidis i seinastu viku hevur tingar- beiðið nærum ligid stilt, hó- ast nógv mál eru at viðgera. Orsøkin er tann, at nevndir- nar bola oman á málunum og ikki arbeiða. J. Fr. Øregaard upplýsir, at nøkur og tjugu mál eru til viðgerðar í teimum ymsu nevndunum, og at ting- ið bidar eftir álitum, so málini kunnu avgreiðast. Kjartan Mohr, úr fram- burðsflokkinum, hevur eisini funnist at hesum lagnum. Á fundi mikudagin minti hann tingmenn á, at teir fáa stóra løn, og hann segði, at skuldi hetta lagið halda fram, so vildi hann ikki vera við longur. So mikið av virðing mugu vit hava fyri formanni num, segði Kjartan Mohr J. Fr. Øregaard upplýsti á sama fundi, at landssatyrid heldur ikki hevur ætlanir um at koma við nógvum málum aftrat beint nu, og tá vóru eisini nakrir av landsstýris- monnunu burturstaddir i erindum. Hann setti tó nýggjan fund at verða fyrra- partin í gjár við framlogu á skránni. Fleiri norsk garna- skip á Klaksvík Mikudagin lógu fleiri norsk garnaskip á Klaksvík og tóku útgerð. Tey vóru eini 8 í tali Samstundis siga álitandi fisk- imenn, at útlendsk skip veiða heilt inn ímóti 8 fjórðingum Hetta fer oftast fram í viku- skiftum. Meiri stuðul Havnar Handverksmeistara- felag er ikki nøgt við upp- hæddina, sum er sett á figgjarlogina fyri komandi figgjarár. Tað er skotið upp at veita hanverksmeistarafel- agnum 100.000 kr. Men fel- agið hevur biðið um at fáa hesa upphædd tvifaldada til 200.000 kr. Síða 5 — kring oyggjarnar Hálvur ferðakostnaður fyri pensionistar Tróndur flutti yvir 100.000 ferðafólk. Ritan næstan 50.000 å Sjálvstýrisflokkurin hevur nú reist mál á tingi um at pension- istar eisini kunnu ferðast fyri hálvan ferðakostnað friggjadag og sunnudag. hesar dagar tá serliga nógv fólk ferðast. Um- framt skal tað almenna eisini gjalda fyri ferðakostnaðin við privatum rutum. Málið er ikki avgreitt enn Pad var 1. april 1975, at lands stýrið skipaði fyri serligum ferdagjøldum fyri pensionistar Teir skulu visa fram eitt kort, ið gevur viðkomandi rætt til at ferðast við skipunum hjá strand- ferðsluni fyri 50 prosent av ferðakostnaðinum. Hetta skuldi galda allar dagar uttan friggja dag og sunnudag. 200 — 300 hvønn mánaða Av tølunum sæst, at pensionist- ferðirnar við Trónda hava verið rættiliga javnar, síðani skipanin varð sett í verk. I tidarskeidi- num 1. april til 31. desember 1975 hava hesar ferðir verið gjørdar: april 212, mai 245, juni 220, juli 292, august 233, sep- tember 278, oktober 214, no- vember 260 og desember 244 Samlada ferdafolkatalid vid Tronda, var 22.434 Vid Ternuni ferdaust i 1975 82.044 folk og Ternan flutti umleið 15.000 bilar millum Klaksvík og Leirvik. Ritan flutti 18.776 ferðafólk og umleið 1.000 bilar. Gott innsavningarúrslit Innsavningin ein skúli til Vietnam hevur givið gott úrslit. Í. mars verður giro kontoin afturlatin og rokn skapurin sendur til grann skoðara. FRAMIN skrivar, at longu nú ber til at siga. at meiri enn 20.000 kr. eru sanvaðar inn til skúlan í Viet nam. Blaðið upplysir, at pen- ingurin er komin frá einstak- lingum. fakfeløgum, politisk um feløgum og frå einum bygdarådi Bidja um umbod i nevndina Færøernes Relakreditinstitut hevur bidid tingid um at velja tveir mans i umbodsnevndina hjå stovninum. I løtuni um boda Jogvan Durhuus og Hil mar Bech løgtingid i nevnd ini Bátahylur í Tórs- havnar uttanbýggja Forshavnar uttanbiggja kommuna hevur ætlanir um at gera ein batadratt og báta hvl á Argjum. Til endamálið hevur kommunan sekt tingið um stuðul upp á 1,2 milj. kr Vega- og havnanevndin hex ur fingið málið til viðgerðar Klárt at byrja Oyndtirðingar hava ætlanir um at byggja eina bátahavn. Hon skal gerast inni í botni num. Málið hevur verið á tingi fyri nøkrum árum síð ani, og tá varð samtykt, at landsverkfroðingurin = skuldi kanna moguleikarnar fyri bygging fyrst. Hetta kann- ingararbeiði er nú lokið. og klárt er at fara undir bygg- ingina Samstundis hevur Oynda- fjarðar kommuna sekt tingid um studning til arbeiðið Bátahylurin í Hósvík