leygardagur 22. juni 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 117 - 22. juni 2002
Nr. 117 - 22. juni 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Bjarga
Fosen
Norsku stjórnarflokkar-
nir og Arbeiðaraflokk-
urin hava gjørt av at
bjarga skipasmiðjuni
Fosen Mekaniske Verk-
sted. Skipasmiðjan var
komin í álvarssamar
trupulleikar, eftir at hon
hevði bygt luksusskipið
»The
World«,
sum
gjørdist væl dýrari enn
ætlað.
Sambært einari kann-
ing hjá myndugleiku-
num hevur Fosen Me-
kaniske Verksted fingið
ov nógvan almennan
stuðul útgoldnan, men
nú sleppur skipasmiðj-
an frá at gjalda ríkinum
munin aftur. Varð tað
ikki gjørt, hevði skipa-
smiðjan farið av knóra-
num, verður sagt úr
Noregi.
Fiskavirki
á húsagang
Fiskivinnufyritøkan
Aarsæther í Vardø er
farin á húsagang. Tað
ber í sær, at 149 fólk
eru vorðin arbeiðsleys.
Fyritøkan, sum er
meiri enn 80 ára gomul,
fór í gjaldssteðg fyrr í
hesum mánaðinum, eft-
ir at raksturin av einum
fiskavirki, sum varð
latið upp í fjør, hevur
givið stórt hall. Nýggja
virkið, sum er sera nú-
tímans, kostaði næstan
100 milliónir krónur at
byggja.
Nógvir
millión-
ingar
Altsamt fleiri danir ger-
ast múgvandi fólk, og
sambært einari uppgerð
eru tað nú meiri enn
35.000 danir, sum eiga
tað, sum svarar til meiri
enn eina millión dollar-
ar. Tá er møgulig fast-
ogn ikki tald við, men
einans
partabrøv,
virðisbrøv, innistand-
andi pengar, gull o.a.
Tað veruliga talið á
múgvandi dønum er
kortini heldur størri, tí
ein sannroynd er tað, at
nógvir múgvandi danir
velja at búgva aðra-
staðni enn í Danmark.
Samstundis vísir ein
altjóða uppgerð, at 7,1
milliónur fólk kring
heimin eiga meiri enn
eina millión dollarar.
Úr Norðurlondum:
Pápin
fongslaður
Rætturin í Vordingborg
í Danmark gjørdi hós-
dagin av at varðhalds-
fongsla ein 34 ára
gamlan mann av irak-
skum uppruna, eftir at
løgreglan hevði ákært
hann fyri at hava dripið
sína egnu 14 ára gomlu
dóttur í januar í ár.
Maðurin noktar seg
sekan. Tað gjørdi hann
eisini, tá løgreglan av-
hoyrdi hann, eftir at
dótturin varð funnin
deyð í havnini í Præstø
í januar. Men løgreglan
sigur seg hava funnið
nýtt tilfar í málinum, og
tað helt rætturin vera
grundarlag fyri at varð-
haldsfongsla mannin.
Kendur
skipari
heiðraður
Skiparin á norska farma-
skipinum
»Tampa«,
Arne Rinnan, varð hós-
dagin
heiðraður
við
Nansen-heiðurslønini.
Nansen-virðislønin
verður latið fólki, sum á
serstakan
hátt
hava
hjálpt flóttafólki, og
Arne Rinnan fekk virðis-
lønina, fyri at hann við
skipi sínum »Tampa«
bjargaði 438 fóttafólkum
av einum søkkandi skipi
í Indiska Havinum í fjør.
Virðislønin er 750.000
krónur, og tað var dóttir
Arne Rinnan, sum tók
ímóti henni. Arne Rinn-
an
er
sjálvur
við
»Tampa«. Í august kem-
ur skipið til Gøteborg, og
tá mynstrar hann av.
Hetta er seinasti túrur
hansara, tí í august verð-
ur hann pensjoneraður.
Ráðharra-
sonur tikin
Danska løgreglan tók
mikudagin son Bendt
Bendtsen,
búskapar-
málaráðharra, eftir at
løgreglan hevði funnið
amfetamin í íbúð hans-
ara í Odense. Hósdagin
varð tann 22 ára gamli
maðurin í grundlógarav-
hoyring fongslaður í fýra
vikur.
Bendt Bendtsen boð-
aði sjálvur almenningi-
num frá, at sonur hans-
ara varð vorðin handtik-
in. Ráðharrin, sum sjálv-
ur er fyrrverandi løg-
reglumaður, hevur gjørt
av at halda frí frá poli-
tikki ta næstu vikuna.
Tað verður ikki hildið, at
málið fær nakrar polit-
iskar avleiðingar fyri
ráðharran.
Drápsmenn, sum eru
menningartarnaðir,
kunnu ikki longur
dømast til deyða.
DEYÐAREVSING
Árni Joensen
Fyri fyrstu ferð síðani
deyðarevsing varð sett í
gildi aftur í USA í 1976,
hevur amerikanski hægsti-
rættur avmarkað møguleik-
arnar hjá myndugleikunum
at tøma fólk til deyða. Tað
hendi hósdagin, tá ein
meiriluti av dómarunum í
hægstarætti samtykti at
broyta
verandi
manna-
gongd.
Seks av teimum níggju
dómarunum tóku undir við
úrskurðinum, sum sigur, at
tað er skeivt og í stríð við
grundlógina at nýta deyða-
revsing ímóti fólki, sum
ikki eru menningarliga
búgvin.
Hesin sami spurningurin
var fyri í hægstarætti fyri
trettan árum síðani, men ta
ferðina kom rætturin til ta
beint øvugtu niðurstøðuna.
Hesi trettan árini er tað
hent, at 18 av teimum 38
statunum,
sum
loyva
deyðarevsing, hava sjálvir
gjørt av, at menningartarn-
aðir drápsmenn kunuu ikki
fáa deyðarevsing. Teir seks
hægstarættardómararnir
siga tí í úrskurðinum, at tað
má haldast at vera fólksins
vilji, at verandi manna-
gongd eigur at verða broytt.
Teir tríggir dómararnir,
sum sýttu fyri at taka undir
við úrskurðinum, funnust
hvassliga at sínum starvs-
feløgum. Teir halda, at teir
seks hava í alt ov stóran
mun latið seg ávirkað av
teimum, sum eru ímóti
deyðarevsing.
Formaðurin í hægsta-
rætti, William Rehnquist,
sum var ímóti at broyta ver-
andi skipan, var í øðini inn
á hinar seks. Men ein tals-
maður hjá teimum seks
segði, at áskoðanin hjá
meirilutanum í hægstarætti
er uttan iva í samsvari við
tað, sum meirilutin av am-
erikanska fólknum heldur
um málið.
Úrskurðurin fer at fáa
týdning fyri fleiri fangar,
sum sita á deyðagongini í
amerikanskum fongslum.
Hægstirættur í USA avmarkar deyðarevsing
Altjóða stovnar, fel-
agsskapir og serfrøð-
ingar ávara ímóti ætl-
anini hjá ES at girða
seg inni fyri at halda
flóttafólkum og inn-
flytarum burturi.
Eitt av teimum stóru mál-
unum á ES-toppfundinum,
sum byrjaði í spanska býn-
um Sevilla í gjár, er at fáa
eina felags semju um,
hvussu londini í samveldi-
num skulu avmarka møgu-
leikarnar hjá fremmanda-
fólki at koma um inn í sam-
veldið.
ES leggur dent á, at enda-
málið er at steðga teimum
nógvu ólógligu innflytar-
unum, sum serliga koma úr
Norðurafriku og Miðeystri,
og flestu ES-londini hava
mælt til at seta búskaparlig
tiltøk í verk ímóti londum,
sum sýta fyri at taka ímóti
teimum, sum ES sendir
heimaftur. Semja er tó ikki
um tann politikkin, og ser-
liga Frakland og Svøríki
hava hug at fara meiri hóv-
liga fram.
Fleiri altjóða stovnar, fel-
agsskapir og serfrøðingar
ávara nú ES ímóti at byrgja
seg inni. Teir bera ótta fyri,
at ein møgulig avmarking-
arskipan fer eisini at raka
tey, sum veruliga eru flótta-
fólk, og sum tískil hava
rættindi sum slík. Millum
teirra, sum ávara, eru
flóttafólkastovnurin hjá ST,
Evropeiska Flóttafólkaráð-
ið, Amnesty International
og fleiri aðrir mannarætt-
indafelagsskapir.
Í einari áheitan, sum Am-
nesty International sendi
stjórnarleiðarunum í ES-
londunum mikudagin, varð
sagt, at ætlanin hjá ES at
girða seg inni fer bert at
økja flóttafólkastreymin.
Felagsskapurin vil vera við,
at hugskotið um at halda
teimum fremmandu uttan-
fyri samveldið er eitt úrslit
av teirri høgrabylgjuni,
sum hevur gjørt um seg í
fleiri av ES-londunum í
seinastuni.
-Sjálvt tað mest diplo-
matiska orðalagið kann
ikki fjala, at ES hevur ringa
samvitsku og bert hugsar
um egin áhugamál, stóð m.
a. í áheitanini frá Amnesty
International.
Frakland og Svøríki hava
skotið upp, at ES skal økja
búskaparliga stuðulin til tey
londini, sum teir ólógligu
innflytaarnir rýma úr, tí á
tann hátt ber til at fáa fólk
at støðast í heimlandinum,
halda stjórnirnar í París og
Stockholm.
Hesum tekur flóttafólka-
stovnurin hjá ST undir við.
Talsmaðurin hjá UNHCR,
Kris Janowski, segði í gjár,
at tey ríku londini eiga at
hjálpa teimum fátæku lond-
unum, sum fólk har verða
verandi í heimlandinum.
Bygningurin hjá amerikanska hægstarætti í Washington
Ávara ímóti evropeiska skansanum
Í góðveðrinum
fríggjamorgunin fór
prógvhandanin hjá
Tekniska skúla í
Klaksvík fram.
Frítíðarplássið úti í
Grøv var karmur um
hugnaløtuna, og
eydnaðist hon avbera
væl
PRÓGVHANDAN
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Níggju næming-
ar kunnu nú kalla seg tekn-
iskir studentar. Fýra dreing-
ir og fimm gentur fingu HT
prógvini handað í Klaksvík
fríggjamorgunin. Heilt fitt
av fólki var savnað til hesa
hugnaløtu, sum eydnaðist
avbera væl, kanska serliga
tí, at veðurgudarnir vóru
við teimum hesa løtuna.
Tað var lýtt og sólin hevði
hug at koma fram.
Tummas Pauli Mýri, bú-
skaparfrøðingur, helt gesta-
røðuna, og hann samanbar
framtíðina hjá hesum ungu
fólkum við eitt stórt sjálv-
tøkuborð við øllum teimum
ymisku møguleikunum fyri
víðari lesnaði, sum nú
liggja fyri framman.
Limir
úr
Klaksvíkar
Hornorkestri settu eisini sín
dám á løtuna við vøkrum
fosturlandssangum.
Eftir gestarøðuna hand-
aði
skúlastjórin,
Rúni
Heinesen prógvini. Fyrst
fingu tey, sum hava gingið
eitt ár prógv. Eitt ára skeið-
ið eitur SIT. Síðani fingu
tey, sum hava lisið í tvey ár
og at enda HT – ararnir.
Tað, sum er merkisvert
við hesum árganginum er,
at tað eru fleiri gentur enn
dreingir.
– Tað er ongantíð komið
fyri áður, segði Gunhild
Dahl Niclassen, umboð fyri
næmingarnar í røðu síni í
góðveðrinum.
Hon legði eisini skemt-
andi afturat, at tað ongantíð
hevði verið trupult hjá
gentunum at fáa sín vilja í
flokkinum, tí meirilutin
ræður.
Eisini kom hon inn á
komandi undirsjóvartunnil-
in um Leirvíksfjørð. Hon
helt, at hann so avgjørt
kann fara at hava við sær, at
alt fleiri ung fara at velja at
koma til Klaksvíkar at
ganga í skúla. Í tí samband-
inum heitti hon á avvarð-
andi myndugleikar um at
fáa eitt samstarv av onkrum
slagi í lag, sum kann hava
við sær, at skúlagongdin í
Klaksvík kann fara at ger-
ast alt meiri breiðari.
Hon endaði røðu sína
við, vegna næmingarnar, at
takka lærarunum og leiðsl-
uni fyri tíðina á skúlanum
og allan lærdómin.
Síðani varð farið at taka
myndir á tí nýggju brúnni
yvir um ánna, sum næm-
ingarnir sjálvir hava gjørt.
Síðani varð farið heim í
Tekniska skúla til ein kaffi-
munn.
Tekniskir studentar fingið prógv
Her eru næmingarnir
avmyndaðir á nýggju brúnni
um ánna úti í Grøv, sum tey
sjálvi hava gjørt
Pauli Mýri var gestarøðari
undir prógvhandanini
Gunhild Dahl Niclassen helt
pisurøðuna hjá HT –
arunum
Tórshavnar Komm-
una og Kirkjubøar
Kommuna hava gjørt
samstarvsavtalur,
sum loyvir Kirkju-
bøar Kommunu at
nýta tænasturnar hjá
høvuðsstaðnum fyri
eitt gjald
KOMMUNUR
Heri á Rógvi
Tórshavnar Kommuna og
Kirkjubøar Kommuna hava
gjørt eina samstarsavtalu.
Grannakommunurnar
í
Suðurstreymoy eru komnar
ásamt um eina samstarvs-
avtalu.
– Avtalan er ein formalis-
ering av verandi samstarv
og víðkan av verandi sam-
starvi,
sigur
Annfinn
Brekkstein, borgarstjóri í
Kirkjubøar Kommunu.
Kommunurnar
báðar
hava í longri tíð samstarva
innan nógv øki, eitt nú
skúlar
og
barnagarðar.
Talan hevur verið eitt gott
samstarv, sum báðir partar
hava verið nøgdir við.
Samstarvið virkar á tann
hátt, kommunurnar gjalda
eitt gjald fyri at nýta skúla-
ella
ansingarpláss
hjá
hvørjum øðrum.
– Við hesum sáttmálum
kunnu borgarar í Kirkju-
bøar Kommunu nýta tæn-
astu í Tórshavnar Komm-
unu á jøvnum føti við allar
havnarborgarar, siga teir
báðir borgarstjórarnir, Ann-
finn Brekkstein og Jan
Christiansen.
Fyribils skal Kirkjubøar
Kommuna, sum hýsir bæði
Velbastað og Kirkjubø,
gjalda eitt árligt gjald áljóð-
andi 25.000 kr. fyri ment-
anartiltøk, og so verður alt
annað roknað fyri seg.
– Vit kunnu við hesum
gera okkum dælt av teirra
servitan á nógvum økjum,
og hetta er ein góð avtala
fyri okkum, sigur Annfinn
Brekkstein.
Eisini Jan Christiansen
letur væl at.
Samanlegging
Nýggja samstarvsavtalan er
í tráð við orðaða politikkin
í Kommunuálitinum.
Báðir
borgarstjórarnir
eru eisini sinnaðir fyri ein-
ari møguligar samanlegg-
ing í framtíðini.
Jan Christiansen heldur
tað vera natúrligt, um
kommunurnar einaferð í
framtíðini leggja saman, tí
teir liggja so tætt hvørjari
aðrari.
Annfinn
Brekkstein
heldur, at vísir hetta sam-
starvið seg at rigga væl, so
kundi tað verið ein góður
møguleiki fyri einari sam-
anlegging í framtíðini.
Samstarvsavtala millum Kirkjubø og Havnina
Samstarva um mørk: Annfinn Brekkstein og Jan Christiansen heilsa nýggja samstarvinum á
markinum millum Kirkjubøar- og Tórshavnar Kommunu
Mynd: Finnur Justinussen.
C
M
Y
K
13
12