leygardagur 22. juni 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 22. juni 2002
15
Næmingarnir í 7.
flokki í skúlanum við
Løkjuna á Viðareiði,
hava verið í starvs-
roynd í 3 dagar. Enda-
málið er ein verkætl-
an, sum skal gera
næmingarnar meiri
tilvitaðar um, hvat
krevst fyri, at dreym-
urin um lívstarv kann
gerast veruleiki.
VERKÆTLAN
Rúna Sivertsen
- Um tú skalt koma víðari,
er neyðugt við góðum
úrslitum, tí samfelagið
krevur so nógv í dag.
Soleiðis sigur 1. lærari á
Viðareiði, Heidi Vágsá,
sum í løtuni avloysir Anitu
Køtlum Petersen, sum er í
farloyvi.
- Børn og ung hava oftast
ein dreym um, hvat tey ætla
at »verða«, men ikki eina
veruliga fatan av, hvat hetta
krevur av teimum, sigur
Heidi.
Heidi heldur, at tað
torført hjá teimum ungu,
sum skulu í starvsroynd, at
vita, hvat tey skulu velja, tí
útboðið er so stórt. Tí er
gott við eini slíkari verkætl-
an í 7. flokki. Hesir tríggir
dagarnir, tey hava verið úti,
fara at gera tað lættari hjá
teimum at velja, hvar tey
skulu í starvsroynd í 9.
flokki, sigur hon.
- Vit vóna, at tey fara at
velja eitt starvsroyndar-
pláss, sum veruliga kann
geva teimum nakað, heldur
enn at ganga eftir peningi,
sum summi starvspláss eru
kend fyri at geva, sigur
Heidi.
Eftir at teir 9 næmingar-
nir, sum ganga í 7. flokki á
Viðareiði, hava verið tríggj-
ar dagar í starvsroynd, eru
tey vorðin greið yvir, hvat
tað krevur, skalt tú blíva til
nakað. Tey skuldu velja
starv ella fyritøku, sum tey
sjálvi kundu hugsað sær til
framtíðarstarv. Teir tríggir
dagarnir skuldu nýtast til at
seta seg væl inn í, hvat
krevst fyri t.d. at gerast løg-
reglumaður, arkitektur ella
sjálvstøðugur
vinnurek-
andi.
Ert tú ov feitur,
fært tú ikki fast starv
Tá vit vóru og vitjaðu á
Politistøðini í Klaksvík, har
Fróði var í starvsroynd,
fingu vit at vita, at skalt tú
hugsa um fast starv sum
løgreglumaður, mást tú
sannliga eisini ansa vektini.
Fróði var »heppin«, tí
mánakvøldið, sum annars
plagar at vera eitt friðarligt
kvøld, hevði løgreglan úr at
gera. Í herviliga summar-
storminum hetta kvøldið,
koppaði ein trailari, eldur
var í einum húsum, og
onkustaðni mátti løgreglan
út at fáa frið í lag.
Hans Jákup, sum var hjá
Fuglø Arkitektum, fekk seg
sanniliga royndan. Hann
fekk eina bundna uppgávu
at tekna eini summarhús til
eina familju við tveimum
børnum. Teir tríggir dagar-
nir rukku sjálvsagt ikki til
hesa uppgávu, ið er ætlað
teimum, sum koma í 14
daga starvsroynd. Men
Hans Jákup fekk at síggja,
at tað skal meira til, enn at
duga at tekna, vilt tú gerast
arkitektur.
Henda dagin vit vóru og
vitjaðu skúlan við Løkjuna
á Viðareiði, sótu næmingar-
nir so hugagóðir og arb-
eiddu við verkætlanini.
Øll tætt knýtt,
til »gott og ilt«
Skúlin á Viðareiði er ein av
teimum smáu skúlunum.
Har starvast 6 lærarar, og
næmingarnir eru 54 í tali.
Heidi sigur, at tað eru
bæði fyrimunir og vansar
við einum lítlum skúla.
- Her eru øll tætt knýtt at
hvørjum
øðrum,
bæði
næmingar, foreldur og lær-
arar.
Fyri nøkrum árum síðani
kom ynski fram um at fáa
framhaldsdeild á Viðareiði.
Men sum er, er skúlin ov
lítil til tað. Tað eru vist
fleiri meiningar um, hvat er
rættast og best, men øll eru
samd um, at farleiðin til
Klaksvíkar er vandamikil
um veturin.
Skúlagond byrjaði á Við-
areiði um 1837, og varð
fyrsti skúlin bygdur í 1885.
Eina øld eftir, í 1985, varð
byrjað uppá nýggja skúlan -
skúlan við Løkjuna á
Viðareiði.
Eg vil verða løgreglumaður
- Fróði sá út til at stórtrívast
saman við makkara sínum,
Elsebeth. Fróði var »heppin«,
tí mánakvøldið, sum annars
plagar at vera eitt friðarligt
kvøld, hevði løgreglan úr at
gera.
- Tað liggur væl fyri hjá 13 ára gomlu Hansu av Viðareiði.
Hansa er fryntlig og hevur tað sum skal til.
- Í hesum húsinum byrjaði skúlagongd á Viðareiði. Í eini frágreiðing frá 1838 stendur: »Skolens Tilstand er upaaklagelig, og har
jeg herom intet at anmærke. Det so mangler er en følge av er slet Locale og denne anke vil bortfalde, da en Skole er under
bygning« (Sitat úr bóklingi eftir Andreas Justesen: »Eitt sindur um Viðareiðis skúla«)
15
14
Nr. 117 - 22. juni 2002
Ása undir Kletti
»Hey mamma, vit fara
námsferð í januar mánað« -
so er stilt eina løtu - »Vit
fara til Kypros«!
Dóttirin er so findarglað
- andlitið lýsir, og hon
hyggur við sínum milda
eygnabrá uppá mammu
sína, sum stendur eitt sind-
ur foy og sodnar upplýs-
ingina.
Orðingin »serligur tørv-
ur« kemur fram fyri meg -
havi hoyrt frá mongum
strongdum mammum um
hetta løgna nýggja fyri-
bridgið millum ungdómar,
sum ganga í skúla - ung-
dómurin hevur "serligan
tørv". Síðani nær? Hvør
hevur stungið út í kortið, at
okkara spillfríski, aero-
bikkhoppandi, "steppandi"
og »spinnandi« (helt í fyrst-
ani, at dóttirin var farin at
ganga til ullarvirking, inntil
eg lærdi, at tað at spinna í
dag merkir at súkkla!) ung-
dómur afturat øllum tí, ið
vanligi dagurin hevur við
sær, nú eisini hevur henda
»serliga tørvin«? Tørvin,
sum í roynd og veru á góð-
um føroyskum máli eitur at
ferðast út um landoddar-
nar? Foreldrini? Neyvan!
(Og hvør tímir til Eldu-
víkar, tá hin møguleikin
eitur Timbuktu?) »Harra
Gud - barnið má sleppa
avstað, tí øll hini í flokk-
inum fara«! Bert tú kenslu
á hetta, kæri lesari, so les
meira.
»Vit fara at hava køku-
tombola, og vit fara eisini
at selja lutaseðlar, so tað fer
ikki at kosta tykkum eitt
oyra«, leggur hon errin
afturat. Kanska havi eg tá
sæð eitt sindur troytt út, og
hon hevur roynt at sagt
okkurt, sum kann fáa meg
at dansa krígsdans av berari
gleði hennara vegna. Tað er
so sum so við krígsdans-
inum. Havi hoyrt hasa
søguna fyrr. Illa tími eg at
baka - dugi heldur ikki
nakað serliga væl hetta,
sum »ein ordilig mamma
eigur at duga blundandi«.
Tankarnir sveima til Øtker
og Maizena, sum gera liðug
køkubland, har tað so
freistandi stendur »tilsæt
kun vand«. Nei, tað fer ikki
at bera til á hesum sinni.
Her má brettast upp um
armar og eltast og rørast, so
ikki eitt eyga er turt. Heldur
ikki kann eg snúgva mær
undan við at baka »hina
brúnu skuffukøkuna, tit
vita«, sum bert tekur 5
min. at blanda saman og 25
min. at baka, sum kann
skerast í fýra partar og
pyntast, so tað sær út sum
um eg havi staðið í køk-
inum og bakað og pyntað
við alskyns átuligum silv-
ur-
og
gullkúlum
og
krúmmli í tímavís. (Nú
mundi eg mist ondina.)
Kypros! Á ja, góði lesari
- nú hugsar tú kanska, at eg
sum í einum skjótum filmi
síggi allar freistingarnar á
Kypros, sum lítla elskuliga
og ljóshærda dótturin kann
koma sær útí á ferðini -
ikki minst teir brúnoygdu
væl trimmaðu sjokuláta-
brúnu
sjeikarnar,
sum
væntandi fara at sveima
rundan um hana sum biur
um hunang, nei, nei - eg
síggi okkurt sjokolátabrúnt,
men tað er í formum:
Brúnakøkur, keksakøkur,
rullukøkur, skuffukøkur,
pleskur, »mormors mar-
morkage«´, marengsbotnar
(við rómapakka og abrikos-
kompotti), muffins, smá-
køkur, bollar við rosinum,
bollar við ongum rosinum,
bollar við glasuri o.s.fr. og
ikki um at tala steikiposar
(tað er tann bíligara og
einfaldara loysnin, sigst)
pyntiband,
pappeskjur,
køkukoyring, bering inn,
bering útaftur, tí sjálvandi
fer alt húskið av húsum og
stuðlar einum slíkum til-
taki. Alt annað hevði verið
skomm!
Komin á staðið kenni eg
tað, sum eg onkursvegna
verið lumpað - ella kanska
lati eg meg lumpa, tí áðrenn
eg veit av, standi eg við
fullum føvningi av brúna-
køkum, keksakøkum, rullu-
køkum,
skuffukøkum,
pleskum, »mormors mar-
morkage«, marengsbotn-
um, muffins, smákøkum,
bollum við rosinum, boll-
um við ongum rosinum,
bollum við glasuri, sum
onkur hevur bakað við
sveittabroti til »námsferð-
ina, sum einki skuldi
kosta«. Komin heimaftur er
aftur avtaglað við køkum á
køksborðinum! Tann ein-
asti munurin millum nú og í
morgun er, at onkur onnur
strongd
og
ørkymlað
mamma hevur bakað hesar!
Lutaseðlarinr, sum eru
partur av fíggingini til
dreymaferðina, eru ein
søga fyri seg. »Eg skal bara
selja 100 lutaseðlar«, sigur
dótturin við stórum eygum.
Tíðin gongur og seðlarnir
liggja í køkinum. Teir liggja
og liggja - løgið, men eg
haldi ikki, at bunkin er
minkaður nakað serligt, tá
komið er inn í seinasta
mánaðin, áðrenn fráferðina
til Kypros. Hvussu er og
ikki, so tekur pápin synd í
dóttrini - einki skal hon út
at banka uppá hjá grannum
og selja lutaseðlar - tað skal
eingin siga um dóttur
hansara! Hann hevur sanni-
liga ráð at lata hana fara til
Kypros uttan stuðul. Endin
er, at babba keypir mesta
partin av bunkanum, og so
er sloppið.
Var og vitjaði í svimjing-
arhylinum ein leygarmorg-
un herfyri. Hoyrdi eina
mammu nevna, at hon
mátti skunda sær, tí hon
skuldi avlevera 30 nýbak-
aðar køkur (upp kl. 06.00
og í fyriklæðið) til eitt
køkutombola í skúlanum,
men fyrst mátti hon í pen-
ingasjálvtøkuna. Sjálvandi
mátti hon hava fitt av
peningi við, so hon kundi
keypa lutaseðlar, sjálvt um
hon - júst henda leygar-
dagin - hevði allarbestan
hug at fara í urtagarðin, tí
sólin skein oman og niðan.
Ella kanska hevði hon
ætlanir um at fara til hand-
ils at keypa sær sjálvari
okkurt (endiliga) - kanska
einar nýggjar skógvar ella
okkurt lekkurt smyrsl. Men
gakk. Skógvar og smyrsl
bíða til eina aðru ferð, sum
ógvuliga sannlíkt gerst
»onga« aðru ferð. Smyrsl-
tuban verður kroyst til
seinasta blóðsdropa (tað er
ótrúligt, so langt tuban
kann røkka, um tú veruliga
leggur í) og gomlu skógv-
arnir verða sendir til skó-
makara eina ferð afturat.
Veit, at vit eru óteljandi
foreldur, sum millum ár og
dag hava fingið einsljóð-
andi boð um námsferðir til
Kina, Kypros, Barselona,
London, Tansania, Tunis,
Timbuktu, Irkutsk og onnur
eksotisk støð, sum fleiri
ikki hava ráð ella stundir at
vitja - ella enntá ikki hava
hoyrt um áður.
Er ikki stundin komin,
har vit taka støðu og kalla
ein spaka fyri eina spaka,
ístaðin fyri at gykla at
námsferðin einki kostar?
Eru lutaseðlarnir og køkur-
nar ikki tað bera hjáputur?
Velji ikki at nerta við sera
eyma
spurningin
um
lummapening - fari at lata
lesaran sjálvan dvølja við
»ódjórið«. Bert hugflogið
setir mark - 500 kr. - 5000
kr.
10.000
kr.
Eingin
hægri?
Óivað ganga fleiri for-
eldur og mutla fyri seg
sjálvi: "Næsta ár í Jerusa-
lem". Á ja. Kanska gerst
ætlaði familjutúrurin veru-
leiki næsta ár ella næsta ár
ella………..
Farvæl
Danland
og
Norrøna, farvæl Tivoli -
farvæl kampingtúrurin við
Atlantic Airways til Nairn í
Skotlandi - farvæl, farvæl.
- Verður hugt fram-
eftir, og tað skulu
takast týðandi av-
gerðir fyri Føroya
land - og tað skulu
tað í komandi tíðum
á nógvum økjum - og
um man har følir, at
tann politiska skipan-
in hevur brúk fyri
størri stabiliteti og
undirtøku millum
fólk, kann tað avgjørt
vera ein møguleiki at
víðka um tað parla-
mentariska grundar-
lagið við eitt nú
Javnaðarflokkinum
POLITIKKUR
Jan Müller
Løgmaður hevur leingi
tosað um at fáa Javnað-
arflokkin við í eina
breiða samgongu. Av
ymsum orsøkum eydn-
aðist tað ikki. Men nú
hann hevur fingið eina
smæla 17 manna sam-
gongu, hvørs samgongu-
skjal Javnaðarflokkurin í
stóran mun sigur seg
kunna góðtaka, spurdu
vit løgmann, hví hann, tá
avtornaði, ikki víðkaði
samgongugrundarlagið
til eisini at fevna um
Javnaðarflokkin!
- Tað er sjálvandi eitt
sjónarmið, sum ein sakt-
ans kann koma við. Men
tað er eingin loyna, at tað
er trupult, tá tú er komin
so langt í eini samráðing.
Hvat kann vísa seg fram
eftir skal eg avgjørt ikki
lata eyguni aftur fyri.
Sjálvt um henda sam-
gongan er skipað, so eigur
tað ikki at vera ómøguligt
at hava eitt opið sinni fyri
hasum
møguleikanum,
serstakliga um man vísir í
verki, at semja er um tann
politikk, sum er settur út í
kortið.
- Meinar tú harvið, at
tað ikki er óhugsandi, at
samgongan kann verða
víðkað við Javnaðar-
flokkinum í hesum val-
skeiðnum?
- Tann møguleikan skal
man avgjørt ikki útiloka.
Í politikki er tað soleiðis,
at man má altíð vera opin
fyri teimum møguleik-
um, sum vísa seg.
- Skal hetta skiljast
soleiðis, at fer Javnaðar-
flokkurin at “skikka sær
væl” og reka konstruk-
tivan politikk í andstøðu,
so er tað ikki óhugsandi,
at flokkurin fær tilboð at
koma við í samgonguna?
- Nú skal man ansa
eftir ikki at fara út sum
skúlalærarin við peiki-
fingurin og siga, at skikka
tit tykkum væl, so skulu
tit fáa bomm. Soleiðis
fungerar tað ikki. Men tað
er klárt, at um man hygg-
ur frameftir og tað skulu
takast avgerandi støður
fyri Føroya land - og tað
skulu tað í komandi tíðum
á nógvum økjum - og um
man har følir, at tann
politiska skipanin hevur
brúk fyri størri stabiliteti
og undirtøku millum fólk,
tá kann tað avgjørt vera
ein møguleiki at víðka
um tað parlamentariska
grundarlagið á ein slíkan
hátt. Tað er eingin ivi um
tað sigur løgmaður og
heldur fram:
- Vit eiga at fokusera
sum mest uppá politiska
arbeiðið og lat okkum
eisini frá samgonguni
syrgja fyri at vísa á, at
vit eru førir fyri at leggja
so til rættis, at eisini
andstøðan følir, at hon
hevur eina missión, eina
ábyrgd og ávirkan. Tvs.
at man motiverar á
hesum øki og tekur alt
spektrið við. Tað er so
sanniliga eisini ein stór
avbjóðing fyri okkum,
sum sita í landsstýrinum.
Lesið eisini
s. 16, 17, 18 19 og 30
Løgmaður um víðkan av samgongu:
Eiga ikki at úti-
loka at fáa Javn-
aðarflokkin við
Løgmaður um at fáa Javnaðarflokkin við í samgongu
seinni: - Tann møguleikan skal man avgjørt ikki útiloka.
Í politikki er tað soleiðis, at man má altíð vera opin fyri
teimum møguleikum, sum vísa seg
Elduvík ella Timbuktu?
C
M
Y
K
14