Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juni 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 117 - 22. juni 2002 Nr. 117 - 22. juni 2002 17 -men tá bæði Javnað- arflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin ikki ynsktu at fara saman hevði løgmaður einki annað val enn at royna Miðflokkin sigur Anfinnur Kalls- berg í stórari sam- røðu við Sosialin, har hann sigur seg vilja leggja øll kort á borðið og greiða frá, hví tað gekst, sum tað gjørdi í drúgvu sam- ráðingunum um samgongu eftir valið POLITIKKUR Jan Müller Anfinn Kallsberg, løg- maður er fegin um, at tað loksins eydnaðist at fáa eina samgongu, tó at hann kundi hugsað sær, at hon gjørdist breiðari. Fyrst av øllum vil hann tó sleppa at vísa aftur, at tað hevur verið stór ósemja innanhýsis í sínum egna flokki um, hvørja leið løgmaður skuldi velja at fara. -Tað er skeivt at siga, at tað hevur verið ósemja í Fólkaflokkinum undir samráðingunum, og at hetta var orsøkin til, at tað tók so drúgva tíð at fáa eina samgongu. Tað vit hava brúkt tíð uppá var at fáa øll ivamálini, markna- mótini uppá pláss, og tað haldi eg hevur eydnast væl. Nú samgongan er farin av bakkastokki eru greiðar linjur. Stevið Løgmaður er heldur ikki samdur við teimum, ið undrast á, at hann heldur fram í samstarvinum við Tjóðveldisflokkin, tá hugs- að verður um, hvussu vána- ligt stevið hevur verið ser- stakliga seinastu tíðina av skeiðnum. Hann samanber her mun- in millum at reka politikk í Føroyum og útlandinum. - Í Føroyum skal tú reka samband/loysing politikk umframt høgra/vinstra politikk. Tá tveir flokkar, ið eru so ólíkir sum ein vinstrahallur Tjóðveldis- flokkur og ein høgrahallur Fólkaflokkur, skulu royna at semjast um øll mál er greitt, at tað vilja verða nøkur mál av og á, har vit ideologiskt eru púra ó- samdir. Tað má so síggjast aftur í samarbeiðinum. Í so máta haldi eg vit hava klárað hesi fýra árini sera væl. - Er tað ikki eitt sindur av eini eftirrationalisering, tá hugsað verður um, hvussu hart tað hevur gingið á millum ávís fólkafloksfólk og tjóðveldisfólk? - Tað er kanska rætt. Tað vilja altíð vera nøkur mál, har tú er noyddur at finna eina loysn, men har tú er ideologiskt ósamdur. Tí vilja tað koma konfronta- tiónir, ið skapa turbulens. - Men hugsa vit um, hvussu harðar atfinning- arnar hava verið móti tær frá tjóðveldissíðu, eitt nú á fólkafundi á Vaglinum, í greinum frá Hesuferð-ti- ltakinum oø., so eru tað helst mong, sum halda tað vera løgið, at tú kortini heldur fram saman við Tjóðveldisflokkinum sum einki var hent! - Tá tað kemur til sjálv- stýrismál sum so, høvdu vit ein trupulleika eftir síðsta val, har vit gjørdu eitt sam- gonguskjal, sum bygdi á tað, ið vit vóru farnir til val uppá. Men tá tað kom hartil, at vit skuldu gera hesi tingini til veruleika í samráðingum við donsku stjórnina, komu vit 26. oktober 2000 til ta niður- støðu, at danska stjórnin vildi ikki tað vit vildu. Tí sleptu vit tí konseptinum og høvdu so í veruleikanum eina samgongu, ið hevði avtalað eina tilgongd í einum samgongskali um sjálvstýrismál, sum vit sjálvir høvdu innsæð bar ikki á mál. Síðani skal tú til at seta út í kortið av nýggjum. Tá fær tú nakrar konfrontatiónir. Eg royndi tá at analysera, hvat var gjørligt at koma ígjøgnum við, meðan Tjóðveldisflokkurin ynskti nakað, sum rakk nógv longur. So fær tú ta kon- frontatiónina, sum vit fingu á Vaglinum, og har tú fær eina nýggja strategi frá baklandinum hjá Tjóðveld- isflokkinum osfr. Tað var so ikki í samsvar við tað, sum eg metti var realistiskt. Og tað var sambart løg- manni at brúka teir møgu- leikar, sum vóru tvs. at fara inn og samráðast um máls- øki. Anfinnur Kallsberg sigur, at hann hevði eisini fingið at vita frá Nyrup, at tað vildu teir medvirka til í ávísan mun. Løgmaður helt tað nevniliga vera meira vert at royna tað heldur enn at fara í eina beinleiðis konfrontatión, sum hann sigur, at hann visti ikki bar nakran veg á mál. - Tað var júst hatta kon- septið, sum vann í tí víðari prosessini móti endanum av valskeiðnum og sum nú liggur til grund fyri tí samstarvi, ið verður næstu fýra árini. Hetta er tí ein búningarprosess og tillagan av tí, sum er møguligt og ikki. Løgmaður er tí heldur ikki kløkkur av, at Tjóð- veldisflokkurin hevur lagað seg til henda veruleika. Hevði hann ikki tað, var al- ternativið, at tað als ikki varð hildið á í hesi til- gongdini. - Um man ikki sær, hvat er politiskt møgu- ligt og fer eftir tí, so fer man inn á eitt politiskt síðuspor. Har man ikki roynir at fáa úrslit, men meira ynskir at hava ein profil, ið gongur uppá, at hetta er eins egna, og at man bara vil tað. Hetta við at man í politikki sigur: alt ella einki endar sum oftast við, at tú einki fær. Tí vil eg siga, at núverandi sam- gonguskjal er realistiskt og entá so realistiskt, at eg trúgvi, at allir flokkar á tingi áttu at kunnað tikið undir við tí. Sjálvur sær løgmaður støðuna soleiðis, at Tjóð- veldisflokkurin - í mun til hvussu hann hevur sæð hesi tingini fyrr - nú sær realistiskt uppá tey. Og tað ger hann sjálvandi, tí hann vil vera við til at hava ávirkan á politikkin. Ikki samgonga ella andstøða Hvat sigur løgmaður til ta sannroynd, at samgongu- flokkarnir mistu meirilutan á valinum, og hóast tað sita stóru andstøðuflokkarnir framvegis í andstøðu! - Tá tað hevur verið sagt, at hetta var eitt val millum tað, sum var og eitt alterna- tiv frá andstøðuni, eri eg ikki samdur. Eg fór ikki út við eini valskrá, sum segði, at her var antin talan um undanfarnu samgongu ella andstøðuna. Vit fóru út sum fleiri flokkar. Eftir valið tosaði eg við allar flokkar og spurdi teir, um eg skuldi royna at fáa eitt parlamen- tariskt grundarlag ella biðja um at fáa eina for- mansrundu. Eingin flokkur bað meg um at fara undir eina formansrundu tá. Tað fyrsta løgmaður síðani gjørdi eftir hesar innleiðandi fundirnar var at Løgmaður um drúgvu samgongusamráðingarnar: Full semja í Fólkaflokkinum at fáa Javnaðarflokkin við Anfinn Kallsberg, løgmaður: ACDE var alla tíðina mín ynskisamgonga Tá einki bar til millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, flutti løgmaður síðsta leik sín í langa talvinum og tók Jenis uppí fara eftir sínum fyrsta pri- oriteti, sum hann málber seg, og tað var at fáa eina samgongu millum Fólka- flokkin, Sjálvstýrisflokkin, Tjóðveldisflokkin og Javn- aðarflokkin. Løgmaður sigur: - Trupulleikin hjá mær tað fyrsta kvøldið var, at teir tríggir flokkarnir, sum sótu í andstøðu - við páskoti um, at nú var gjørd ein alliansa millum Fólka- flokkin og Sjálvstýrisflokk- in, vildu ikki í samráðing- ar. Tann fastlæsingin tók eina viku. Men eg haldi tað lá nakað annað í tí kon- stellatiónini. Tí eg trúgvi, at tað Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin veru- liga ynsktu, var ein sam- gonga millum teir og Sjálvstýrisflokkin og Mið- flokkkin. Løgmaður sigur víðari, at hann skilti heldur ikki, hví Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin reager- aðu so kraftiga uppá ta munnligu avtalu, sum Fólkaflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin gjørdu. - Ein avtala millum flokkar er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Hetta var eitt heilt vanligt politiskt stig. Eg veit, at áðrenn tað var komið so langt sum at biðja um samráðingar við Javn- aðarflokkin, høvdu bæði Javnaðarflokkurin og Sam- bandsflokkurin verið eftir Jenis og biðið hann gera eina alliansu við 16, men tað vildi hann ikki tá. Tað var ikki fyrr enn eg hevði spælt út við mínum fyrsta prioriteti, ACDE, at Jenis var tilreiðar at skipa ein 16 mannabólk. Og tað var týðuligt fyri at forða fyri eini ACDE samgongu. Anfinn Kallsberg sigur víðari, at trupulleikin undir øllum samráðingunum var, at meðan ACDE var hans- ara fyrsti prioritetur, høvdu hvørki Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldisflokkurin ta samgonguna sum sín fyrsta prioritet. Javnaðarflokkurin vildi hava ABC, meðan Tjóðveldið vildi hava ADEH, sum gjørdist úr- slitið. - Tað er greitt, at tá tveir flokkar av trimum fara inn við einum øðrum fyrsta prioriteti enn tann man skal samráðast við, so fær tú nakrar truplar samráðingar. Og tað var heilt týðuligt, at tað var ikki møguligt at fáa hesar flokkarnar so mikið foreintar, at tú fekk eina semju, í hvussu er ikki so leingi, sum teir hildu útlit vera til, at ynskisamgonga teirra kundi gerast veru- leiki. Løgmaður kundi tí stað- festa, at semja ikki fekst millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, tí tað var rættiliga langt millum teir. Tjóðveldisflokkurin vildi avgjørt ikki geva seg serliga langt, meðan Javn- aðarflokkurin gav seg nak- að men tað rakk tó ikki so langt sum til tað kompromi, ið løgmaður hevði lagt á borðið, tvs. at fyrireika yvirtøku av løgreglu og dómsvaldi. Tjóðveldið hinumegin vildi framvegis hava niðurskurð í blokkin- um. Til Viðareiðis Løgmaður sigur, at hann fór til Viðareiðis eftir, at samráðingarnar við Javn- aðarflokkin slitnaðu. Tá frættist, at Tjóðveldis- flokkurin og Sambands- flokkurin vóru farnir at tosa saman. Hetta gjørdi, at ampi kom á bæði javn- aðarmenn og fólkafloks- menn. - Eg ringdi tá til Jóannes Eidesgaard og avtalaði við hann, at hann skuldi siga við Lisbeth Petersen, at eg var klárur at koma á fund. Tað var so orsøkin til, at ein fundur bleiv millum ABC. Vit tosaðu fyrst bara um persónar og býti av máls- økjum. Allir kravdu løg- mann. Sjálvur hevði eg nakrar stórar persónligar og flokspolitiskar trupulleikar at fara eftir Sambands- flokkinum ta løtuna. Tí steðgaðu tær samráðing- arnar eisini ta náttina, og eg segði, at eg ætlaði mær fyrst at tosa við floksleiðsl- una, áðrenn farið varð víðari. Anfinnur Kallsberg sig- ur, at hann hevði ikki farið í eina slíka ABC samgongu sum løgmaður, tí hann hevði jú sitið sum løgmað- ur í eini sjálvstýrissam- gongu. Tí kundi hann ikki upptraðka sum løgmaður í eini ABC-samgongu beint aftaná: har møguleikin fyri at halda fram við sjálv- stýrisarbeiðinum ikki fór at bera til, sjálvt um tað bleiv modererað nógv. Tað næsta, ið hendi, var, at fólkafloksmenn fóru á ein floksleiðslufund 3. hvítusunnudag. Úrslitið av fundinum varð púra greitt sigur løgmaður. -Vit styðja fyrst og fremst sum nr. eitt, at Fólkaflokkurin fer í eina ACDE samgongu. Sum alternativ tvey er verandi samgonga. Niðurstøðan á fundinum var eisini, at tað kom als ikki uppá tal at fara upp í eina samgongu saman við Sambandinum hevði Fólkaflokkurin ikki løg- mann, men tað vildi eg ikki. Eg ringdi so til Jóannes Eidesgaard um sjey tíðina týskvøldið og segði, at vit í Fólkaflokk- inum vóru samdir um at royna at rógva aftur á aftur og beyð honum til fundar. Segði at hann skuldi fáa tíð til dagin eftir at umrøða hetta við sínar floksfelagar. Eg fekk ikki fatur á Tjóðveldisflokkinum fyrr enn morgunin eftir tvs. mikumorgunin. Teir fingu somu boð. Og Sjálvstýris- flokkurin tað sama. Tað týskvøldið brúkti eg annars til at fundast við Sjálv- stýrisflokkin, har vit avtal- aðu nøkur viðurskifti, tí tað var neyðugt at fáa ymiskt uppá pláss. So hevði eg fund við Høgna og Tjóð- veldisflokkin dagin eftir og vardi hann til klokkan 15 mikudagin. Men eg frætti so, at Jóannes Eidesgaard hevði verið í útvarpinum og svarað mær aftur uppá áheitanina, tvs. áðrenn at eg hevði havt møguleika at koma aftur til hansara. Og tað var her, heldur løgmaður, at formaðurin í Javnaðarflokkinum í veru- leikanum brendi allar brýr, tá hann sigur nakað so- leiðis: -Um løgmaður trýr, at fyri tað um hann heldur eina pausu í 3 til 5 døgn, eru vit medgjørligir í Javnaðarflokkinum, so skal hann bara spara sær ómakin at kalla Javnaðarflokkin innaftur, tí har var einki at tosa um. - Eg ringdi til Jóannes, tá eg hevði hoyrt hetta. Og tað er eingin loyna í tí, at tað úttalilsi gjørdi, at tað blivu ikki fleiri samráðingar. Sjálvur stig til samgonguskjal Síðani tók løgmaður sjálv- ur stig til at gera eitt sam- gonguskjal í sjálvstýrismál- um og búskaparmálum, og tað bleiv gjørt í samráð- ingum millum Fólka-flokk- in, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin. Teir brúktu nakað av tíð til tað, áðrenn teir vórðu samdir. Løgmaður sigur, at hann hevði sett sum krav, at vóru teir tríggir flokkarnir ikki samdir um hetta, fór hann ikki at biðja Jenis koma inn til samráðingar. Tí tók tað rættiliga langa tíð, har fjølmiðlarnir mistulkaðu støðuna sum eina ósemju í Fólkaflokkinum, hvat als ikki var støðan. Tað var tí tí tilgondini, at teir flestu kamelarnir blivu slúktir. Tað var ein mýking millum Fólkaflokkin, Sjálvstýris- flokkin og Tjóðveldisflokk- in. Og har kom tað at standa í samgonguskjal- inum um sjálvstýrismál og búskaparmál, ið stendur har í dag. Har er ikki ein stavur broyttur. Og tað var sum sagt, áðrenn farið varð eftir Jenisi. - Hvør flutti seg mest? - Tað kann man sjálvur rokna út. Vit fingu Tjóð- veldisflokkin at góðkenna tað, sum í veruleikanum líktist sera nógv tí, sum vit løgdu bæði fyri Tjóðveldis- flokkin og Javnaðarflokkin í fyrstu atløgu, og sum Javnaðarflokkurin vrakaði, tí tað var ov víðgongt, og sum Tjóðveldisflokkurin vrakaði, tí tað var ov lítið víttgangandi. Men tað end- aði aftur á nakað sama støði, kanska orðingar eru eitt sindur broyttar, men innihaldið er júst tað sama. Tað, ið síðani hendi, var, at løgmaður beyð Jenis til fundar hóskvøldið klokkan 18 úti í Tinganesi. Tá høvdu gomlu samgonguflokkarnir tingast um nýggja sam- gonguskjalið síðani seinna- partin mikudagin. Fríggja- morgunin ringdi Jóannes til løgmann og segði, at hann hevði nakað at siga sær. Hann kom í Tinganes og segði, at nú var hann til- reiðar at góðkenna tað, ið stóð í skjalinum, sum hann var farin frá fyrstu ferð. Og tað var stórt sæð tað sama, sum stóð í skjalinum og sum teir høvdu boðið Jenis inn til kvøldið fyri. - Men tá var tokið koyrt leggur løgmaður aftrat. - Deadline var tann dagin hann leyp framav og fór í útvarpið. Nakað, sum hann ikki skuldi havt gjørt. Eg ringdi til hansara um kvøld- ið og segði, at hann var farin ov langt og segði honum, at hann hevði spælt mær øll kortini av hondini, og at eg ongan annan møguleika hevði enn at fara eftir Jenisi - og riggaði tað ikki, so var bert eftir at fara til løgtingsformannin og biðja um at verða loystur úr starvi. Ta løtuna haldi eg Jóannes ynskti tað, tí so visti hann, hvat hendi. Men Løgmaður ásannar, at kemiin hevur oftani meira at siga fyri politikkarar enn politikkurin. Tað heldur hann er stórt spell og vera eitt handicap fyri føroyskan politikk POLITIKKUR Jan Müller Anfinn Kallberg, løg- maður ivast onga løtu í, at samgongan fer at halda í fýra ár, tó at hann við- gongur, at hetta kann blíva ein baldrutt tíð. Men hvat heldur løg- maður kann blíva tann fyrsti styrkiprøvin í sam- gonguni! - Tað veldst so nógv um persónar og um mál sum so. Eru persónarnir, sum eru við í samgonguni, hugaðir fyri at umrøða og viðgera problemini og eru teir sinnaðir til at finna loysnir, so ber tað til. Um man ikki orkar ella klárar tað, so veit eg ikki. Men vit skulu minn- ast til, at allir hesir fýra flokkarnir vilja fegnir vera við í hesi samgongu. - Sjálvt um kemiin millum fleiri teirra er sera vánalig! - Tað er so ein annar spurningur. Tað er tían- verri nakað, sum ser- merkir føroyskan politikk í dag, at tað er meira vorðið til kemi millum persónar heldur enn politikk. Tað er nakað , sum tíanverri vindur uppá seg, alt ov nógva staðni, og tað er sera tragiskt, at tað skal vera so. Tað er eitt stórt handicap fyri føroyskan politikk. Men hví heldur løg- maður, at tað er vorðið so? - Eg veit tað ikki. Tían- verri. Tað eru nógvir tingmenn, sum ikki torga hvørnn annan, og tað er eitt nýtt fyribrigdi. Og tað er ikki gott. Samgongan heldur í fýra ár Framhald á síðu 18 Fólkaflokkurin á fundi við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum. ABC var ongantíð fyrsti ella annar prioritetur hjá løgmanni C M Y K 17 16