leygardagur 22. juni 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 117 - 22. juni 2002
Nr. 117 - 22. juni 2002
19
- Samgonguskjalið
fevnir um fýra ár. Tað
er ikki sum við upp-
skotinum til sam-
tyktar um sjálvstýri
Føroya fólks, at tað
hevur eina byrjan og
ein enda. Tey fýra
árini vit hava gjørt
eina politiska avtalu
um eru innan fyri teir
karmar, sum eru
galdandi í dag í ríkis-
rættarligu støðuni
sigur løgmaður
POLITIKKUR
Jan Müller
Nú Anfinn Kallsberg, løg-
maður í fleiri ár hevur tosað
um eina breiða samgongu,
gjørdist støðan tá avtornaði
ein onnur. Vit hava spurt
løgmann,
hvussu
tað
kennist at fara inn í eina
smæla samgongu?
- Tað, sum alla tíðina
hevur ligið mær nær at
hjartanum við eini breiðari
samgongu, er nettupp at
fáa eitt breitt parlamen-
tariskt grundarlag fyri eini
tryggari tilgongd, og harvið
eisini eina breiða fólksliga
uppbakking fyri tí man
hevur gjørt. Men tá man
ikki fær tað, so er man væl
noyddur til at royna at gera
hesa prosessina so skila-
góða, at tað hóast alt fast
ein breið politisk uppbakk-
ing.
Løgmaður heldur annars,
at
samgonguskjalið
og
sjálvstýrisprosessin
eru
skilagóð, eisini út frá tí,
sum flokkarnir hava sagt
áðrenn og aftaná at sam-
gonguskjalið
varð
al-
mannakunngjørt. Hetta at
teir saktans kunnu vera við
í hesi tilgongdini og kunnu
taka undir við henni. -So
vóni eg, at útviklingurin
verður so náttúrligur, at tað
verður ikki ein spurningur
um at vera fyri og ímóti,
men at hetta verður mett at
vera ein trygg tilgongd,
sum man kann vera við í -
og harvið fáa ta neyðugu
breiðu og fólksligu upp-
bakkingina fyri. Tað er
eisini tí man gjørdi sær so
stóran ómak at fáa inni-
haldið í sjálvstýrismálinum
so modererað og realistiskt,
sum tað nú er. So eg vóni,
at tað hóast alt fer at bera
til.
- Men hvat tosa vit so um
– ein útvikling innan fyri
ella uttan fyri Ríkisfe-lags-
skapin?
- Samgonguskjalið fevnir
um fýra ár. Tað er ikki sum
við uppskotinum til sam-
tyktar um sjálvstýri Føroya
fólks, sum hevur eina
byrjan og ein enda, tó at tað
í prinsippinum fyri ein part
snýr seg um tað sama,
nevniliga at yvirtaka nøkur
málsøki. Tað sigur tó einki
um, hvat skal henda aftaná
2006. Tað stendur so heldur
ongastaðni í samgongu-
skjalinum, at man skal
fylgja samtyktini um sjálv-
stýri Føroya fólk. Tey fýra
árini vit hava gjørt eina
politiska avtalu um eru
innan fyri teir karmar, sum
eru galdandi í dag í ríkis-
rættarligu støðuni. Harvið
skuldi ikki verið nakar
trupulleiki hjá nøkrum
flokki at verið við. Hin-
vegin má man nokk ásanna,
at tað at yvirtaka málsøki er
væl ein náttúrlig prosess
ímóti størri sjálvstýri, men
man hevur ikki tikið støðu
til ta endaligu ríkisrættar-
ligu støðuna. Tað liggur
longur frammi í tíðini, og
tað verður sostatt ikki
henda samgongan hetta
valskeiðið, sum tekur
støðu til tað.
Fara ikki út um
samgonguskjalið
- Tað verður rikið fram-
undir í eitt nú oddagrein í
Fregnum, at tað er at brúka
hetta valskeiðið til at fáa
ein sjálvberandi búskap, og
so liggur fullveldið fyri
føturnar.
- Eg kann siga teimum,
sum siga tað, at tað kemur
einki uppá tal útyvir tað,
sum stendur í samgongu-
skjalinum. So kunnu teir
hava tær meiningar teir
vilja. Samgonguskjalið er
orðað, og tað er politiska
avtalan, og tað sum so
verður koyrt við politiskt
má standa fyri teirra rokn-
ing. Tað er ikki samgongan.
-
Tjóðveldisflokkurin
hevur við Høgna Hoydal
meldað nakað soleiðis út,
at tað, sum man ikki hevur
fingið við í samgonguskjal-
inum á sjálvstýrisleið, skal
afturfyri vísast í verki í
politikkinum.
- Eg kann fortelja Høgna
Hoydal, at hann hevur eina
politiska avtalu, sum teir
fýra flokkarnir hava skrivað
undir, og tað er tað, sum
hann kemur ígjøgnum við í
hesum
samgonguskeið-
num. Tað verður ikki farið
víðari enn tað, tí vit hava
ikki gjørt nakra avtalu um
annað.
- Er tú ikki kløkkur av, at
formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum sigur hetta beint
eftir at hava skrivað undir
samgonguskjalið?
- Tað eri eg als ikki, tí
hvat annað skal Tjóðveld
isflokkurin siga. Hatta eru
nøkur málsøki, sum man
skal fyrireika og nøkur,
sum man skal yvirtaka. Øll
tá hann hoyrdi, at semja
varð fingin millum teir
tríggjar
flokkarnar
um
sjálvstýrispolitikkin og bú-
skaparpolitikkin, og at tað
varð farið eftir Jenisi, visti
hann, at tað tá bara var ein
spurningur um tíð. Men
tokið koyrdi, tá hann tann
dagin kubbaði ta útrøttu
hondina á øðrum sinni fyri
samráðingum við meg.
Hevði hann verið smartur
tá og ikki verið farin í út-
varpið og vit høvdu tosað
saman meira, so høvdu tær
samráðingar komið í gongd
aftur. Og hevði hann havt ta
støðuna hann hevði tríggj-
ar dagar seinni, so var hann
helst við í eini samgongu í
dag.
Tá hann so kemur út í
Tinganes fríggjamorgun,
segði eg honum, at tað
ljóðaði skilagott, men tá var
tokið farið ella um at fara.
Eg tosaði við Høgna um tað
men hann var als ikki hug-
aður fyri at fáa Javnaðar-
flokkin við. Tað var jú ikki
hansara fyrsti prioritetur.
Trupulleiki millum C
og E
- Metir tú, at sjálvt um
Jóannes ikki hevði verið
farin í útvarpið tann dagin,
og samráðingar vórðu tikn-
ar uppaftur, at Tjóðveldis-
flokkurin kortini ikki hevði
viljað havt Javnaðarflokkin
við?
- Helst ikki. Høgni hevði
púra greitt ein annan fyrsta
prioritet, enn eg hevði, og
tað hevði Jóannes eisini.
Tað er bara harmuligt, tí
teir eru ikki ósamdir serliga
nógv
um
politikkin
í
hvussu so er ikki um sjálv-
stýrismálini og búskap-
armálini. Tá man so hugsar
um, at her er talan um tveir
sosialistiskar
flokkar,
skuldi tað fyrst og fremst
verið eg, ið skuldi verið
betonkiligur, men har eru
eftir míni meining onnur
viðurskifti, sum spæla inn.
Eg skal lata vera við at
útdýpa tað.
- Er tað so rætt, tá Jó-
annes sigur, at tað eru ikki
bara politiskir spurningar,
sum hava gjørt, at Tjóð-
veldisflokkurin ikki vildi í
samgongu við Javnaðar-
flokkin?
- Man tað ikki vera frá
báðum síðum. Eg skal ikki
gera meg til uppmann teirra
millum, tí eg havi meira
enn nokk við meg sjálvan
enn at fara út í tað kjakið.
Men mín metan var, at tað
var sera ivasamt, um tað fór
at koma nakað burtur úr við
at royna at fáa Javnaðar-
flokkin og Tjóðveldisflokk-
in til samráðingarborðið
aftur, men við at gera eina
roynd aftur tá tvs. eftir at
Jóannes hevði verið í
Tinganesi fríggjamorgun,
so var eg vísur í, at tá hevði
eg mist Jenis eisini, nú tann
prosessin varð farin í
gongd. Eg eri annars so-
leiðis settur saman, at tá eg
eri farin inn í eina sam-
ráðing, so dugur tað ikki at
royna øll onnur ting eisini,
tí so verður kaos. So koma
vit ongan veg.
Tað, sum síðani hendi,
var, at tá veruleikin gongur
upp fyri monnum, so blíva
teir meira semjusøkjandi,
og sum dagarnar ganga, so
var tað greitt, at hesir
kepphestarnir blivu minni
og minni, og man vildi bara
vera við fyri einhvønn prís.
Anfinn Kallsberg við-
gongur, at tað hevur gjørt
hann bilsnan, at tá Tjóð-
veldisflokkurin og Javn-
aðarflokkurin kunnu semj-
ast um so nógv, at Tjóð-
veldisflokkurin tá kortini
heldur velur Jenis framum
ein sosialistiskan Javnaðar-
flokk.
Løgmaður heldur Tjóð-
veldisflokkurin hevði Jenis
sum sítt fyrsta ynski og
síðani Javnaðarflokkin sum
alternativ tvey, tað, sum
Fólkaflokkurin hevði sum
nr. 1, meðan alternativ 1
hjá Javnaðarflokkinum var
saman við Sambandinum
og sum alternativ 2 Tjóð-
veldisflokkin og Fólka-
flokkin.
Trupulleikin er tí tann, at
tú fær ikki Javnaðarflokkin
og Tjóðvelidsflokkin sam-
an, tí teir hugsa um onnur
ting fyrst.
Tjóðveldisflokkurin
noyddur at flyta seg
- Er Tjóðveldisflokkurin
ikki tann stóri vinnarin, tá
hugsað verður um, hvussu
nógvar
landsstýrismenn
hann hevur fingið?
- Tað haldi eg ikki. Sjálv-
andi hevur hann fingið teir
samarbeiðspartnarar hann
ynskti, men samtíðis hevur
tað eisini havt tann prís, at
bæði Sjálvstýrisflokkurin
og Fólkaflokkurin hava sett
nøkur krøv mótvegis Tjóð-
veldisflokkinum,
áðrenn
farið varð eftir Jenisi, krøv,
sum gera, at hann er vorðin
rættiliga nógv avmarkaður í
mun til tað hann gjarna
vildi.
Løgmaður viðgongur, at
tað var eisini ein vandi at
seta ov stór krøv til Tjóð-
veldisflokkin, tí hann tá
kundi tikið sín stuðul til
Fólkaflokkin aftur. -Tann
møguleikin var eisini til-
steðar. Og tá hevði alterna-
tiv 2, ADEH, miseydnast.
Og tá var eg komin til ta
støðu, at um – og tað brúkti
eg eisini – Tjóðveldis-
flokkurin ikki gekk við til
hasi krøvini, so fór eg til
tingformannin. Tá hevði
hann so útpeikað ein nýggj-
an
samráðingarleiðara,
helst Lisbeth. Eitt úrslit av
tí kundi so blivið til eina
samgongu millum ABC,
men tað hevði ikki verið
mítt ynski. Ein møguleiki
hevði so eisini verið, at vit
16 endaðu við eini status
quo stjórn.
∆
Framhald av síðu 17
Samgonguskjalið: innan fyri
Ríkisfelagsskapin
Anfinn Kallsberg, løgmaður, við Høgna Hoydal: – Tað verður ikki farið longur á sjálvstýrisleið enn tað, sum stendur í
samgonguskjalinum
skulu tey hava eina po-
litiska viðgerð í landsstýr-
inum og eina góðkenning í
løgtinginum. Tað skal vera
meiriluti fyri hvørjum máli
í løgtinginum, og teir
kunnu ikki brúka nakað til
at buka nakran samgongu-
lim í høvdið við uttan tað,
sum stendur í samgongu-
skjalinum.
Løgmaður vísir á, at tá
tað kemur til politi, rættar-
skipan og fólkakirkju verð-
ur sagt, at hetta skal gerast í
neyvum samstarvi við allar
partar og við fíggjarligari
tillaging, áðrenn tað kemur
í tingið.
- Tað eru tey, sum halda,
at tú hevur latið nógv av
løgmansembætinum frá tær
til Høgna Hoydal og harvið
innanholað tað?
- Jóannes Eidesgaard
hevur tosað um, at vit eiga
at seta á stovn eitt innan-
ríkis- og løgmálaráð, og tað
er júst tað vit hava gjørt.
Høgni Hoydal situr í dag
fyri lógarmálum og innan-
ríkismálum. Kommunumál
hava tey fýra seinastu árini
verið undir lógardeildini.
Eg havi havt tað sum
málsøki. Tað hevur so eisini
verið funnist at mær fyri at
sita við nøkrum málsøki,
og tað havi eg so tikið til
eftirtektar. Kommunumál
t.d. er nakað, sum hoyrir
saman við lógardeildini og
einum komandi innanríkis-
ráði. Tí er einki ónáttúrligt
við tí. Hinvegin havi eg
uttanríkismál og verjumál.
Og tað havi eg fult og heilt.
Harafturat samskifti við
onnur lond, herundir sam-
ráðingar við donsku stjórn-
ina.
Løgmaður leggur aftrat,
at sjálvstýrismál eru ikki
eitt málsøki meira. Men teir
hava praktiserað tað so-
leiðis móti endanum av
seinasta skeiði, at tað er
tann landsstýrismaður, sum
situr við málsøkjunum, ið
samráðist
mótvegis
tí
ráðharra á danskari síðu,
men alt verður samskipað
av løgmanni. Tað verður
tað eisini framyvir.
Tjóðveldið einki
gjøgnum bakdyrnar
Løgmaður ber annars ikki
ótta fyri, at mongu lands-
stýrisumboðini hjá Tjóð-
veldisflokkinum
skulu
sleppa at fremja fullveldis-
politikk gjøgnum bakdyrn-
ar.
- Taka vit skúlamál, so er
einki eftir at yvirtaka. Har
er liðugt. Innan almanna-
málini verður einki yvir-
tikið í hesum skeiðnum. Í
Fíggjarmálaráðnum
er
kanska okkurt smávegis.
Men tað er á lógarøkinum,
at tey stóru málsøkini
liggja. So eru nøkur í
Fiskivinnumála- og Vinnu-
málastýrinum og eitt ein-
stakt í Oljumálastýrinum,
so tað er ikki rætt at siga, at
fyri tað um ein flokkur
hevur fýra landsstýrismenn
merkir tað, at hann kann
gera sum honum lystir við
at yvirtaka mál.
Løgmaður sigur annars,
at tað at fyrireika eina
nýggja rættargangslóg í
Føroyum eftir føroyskum
sniði er eitt veldugt arbeiði
og ikki nakað, sum verður
gjørt eftir stuttari tíð.
Lógardeildin kemur ann-
ars at virka á sama hátt sum
í dag. Hon verður eitt sind-
ur styrkt, men tað er ikki
ætlanin hvørki at savna
løgfrøðiligu ella ta fíggjar-
ligu ekspertisuna í einstøk
stýri.
- So tú metir tað ikki vera
rætt at siga, at Tjóðveldis-
flokkurin við at fáa fýra
landsstýrissessir
hevur
fingið í bæði posa og sekk
og harvið lutvíst nógv vald!
- Fýra landsstýrismenn er
sjálvandi nógv. Men hyggur
man styrkisliga millum
flokkarnar, so er Tjóðveld
isflokkurin ikki yvirum-
boðaður uppá nakran máta.
Teir hava átta tingmenn og
fýra landsstýrismenn. Hinir
smáu hava hvør sín ting-
mann og landsstýrismann.
Vit sita við løgmanni og
tveimum landsstýrismonn-
um og sjey tingmonnum.
Eg trúgvi, at hetta hevði
ikki verið nógv øðrvísi, um
tað varð ein ABC sam-
gonga.
Ikki brúkt C sum
jarnbrot móti E
- Tað hevur verið nevnt, at
Fólkaflokkurin brúkti Javn-
aðarflokkin sum jarnbrot
móti Tjóðveldisflokkinum,
og eftir hetta var so ikki
brúk fyri Javnaðarflokk-
inum meira!
- Hatta er púra misskilt.
Hatta er unfair. Eg fór inn í
samráðingarnar við einum
opnum sinni og fyri at
royna at fáa sjálvstýris-
tilgongdina í eina trygga
legu. Og tá eg meini trygga
legu, so er tað við einum
breiðum grundarlag og
fólksligum uppbakningi.
Men eg má ásanna, at
hvørki Javnaðarflokkurin
ella
Tjóðveldisflokkurin
vóru hugaðir fyri at fáa
hasa samgonguna upp at
standa, og tí eydnaðist tað
ikki. Tað var ikki ætlanin
hjá mær at brúka Javn-
aðarflokkin til at mýkja
Tjóðveldisflokkin. Tað havi
eg heldur ikki havt tørv á at
gera, tí eg havi havt møgu-
leikan at kunna seta krøv
yvir fyri Tjóðveldisflokk-
inum á hasum økinum, tí
Tjóðveldisflokkurin hevði
ongan tjans í eini sam-
gongu við sjálvstýrismál-
um uttan um Fólkaflokkin.
Tí var tað møguligt hjá
okkum at seta tey krøvini.
- Hvat vil tú siga við tey
javnaðarfólk, sum hava
mist alt álit á tær, tí tey
føla, at tú sum talsmaður
fyri at fáa eina breiða
samgongu, har Javnaðar-
flokkurin er við, tvørtur-
ímóti hevur samráðst við
tey uppá kvamsvís í fýra ár
og aftur aftur nú!
- Tað er ikki rætt. Eg eri
farin í samráðing við Javn-
aðarflokkin við púra opn-
um sinni, men eg føli ikki,
at eg havi fingið tað ljóð frá
teimum eg havi samráðst
við, sum var neyðugt, ikki
bara frá Javnaðarflokkinum
men eisini øðrum. Tað skal
meira til at fáa gjørt eina
ACDE-samgongu enn ein
semja millum Fólkaflokkin
og Javnaðarflokkin men eg
má staðfesta, at hvørki
Javnaðarflokkurin
ella
Tjóðveldisflokkurin fóru
inn í hesar samráðingar við
sama vilja fyri at fáa ta
samgonguna sum eg vildi.
Tí gjørdist hetta úrslitið.
Tað hevur annars ikki verið
mín tanki at misbrúka
Javnaðarflokkin í hesi til-
gongdini. Tvørturímóti.
Løgmaður sigur seg hava
brúkt nógva tíð uppá at
byrgja fyri teimum trupul-
leikum, sum hann veit
kundu uppstanda í tíðini,
sum kemur. -Tí nú kenni
eg, hvar trupulleikarnir eru
og
kunnu
vera.
Tann
fyrimunin havi eg í mun til
fyri fýra árum síðani, tá
hetta var púra ókent. Men
tað harmar meg almikið, at
tað ikki eydnaðist at fáa
eina breiða samgongu.
Løgmaður heldur annars
ikki tað er rætt at geva sær
skyldina fyri, at tað ikki
eydnaðist at fáa eina breiða
samgongu, har Javnaðar-
flokkurin var við, men
hann vil fegin átaka sær
skylduna av, at tað ikki
eydnaðist at fáa eina slíka
við Sambandinum.
Løgmaður hevur annars
onga viðmerking til, um
krøvini og møgulig útlit hjá
formonnunum í Javnaðar-
flokkinum og Sambands-
flokkinum eru orsøkin til,
at flokkarnir í dag sita í
andstøðu men vísir á, at tá
ABC samráddust kravdu
allir
flokkar
løgmann.
Motiveringin hjá Javn-
aðarflokkinum fyri at gera
tað var, at hann var einsa-
mallur sosialistiskur flokk-
ur millum tveir borgarligar.
Onkur heldur, at hetta krav
kanska eisini varð tengt at
eini avtalu um at atkvøða
fyri einum sambandsmanni
til tingformann. Men tað
sigur løgmaður seg einki
vita um.
- Hví heldur tú tað hevur
so nógv at siga fyri Tjóð-
veldisflokkin
at
halda
Javnaðarflokkin uttanfyri,
eisini tá flokkarnir eru
samdir?
- Eg veit tað ikki. Men eg
má nokk siga, at har er eitt
ella annað, sum ikki skapar
fortreytir fyri tí optimala
samarbeiðinum.
Løgmaður váttar annars,
at tað eisini gongur øgiliga
hart millum nakrar tjóð-
veldismenn
og
nakrar
fólkafloksmenn, og tað er
ikki ein og hvør sum klárar
at stýra millum sker og
bogar og fáa tað at hanga
saman. Lætt er tað ikki
altíð.
- Men hvussu er tað hjá
einum varaløgmanni og
einum løgmanni at halda
fram í samstarvinum, tá tit
leingi fyri valið ikki kundu
tosa saman?
- Tað er púra burturvið.
Tað er eingin trupulleiki, og
tað hevur tað ongantíð
verið. Eg eri í tí hepnu
støðu í mínum politiska
lívi, at eg kann tosa við øll.
Eg havi ongantíð teir
trupulleikar, at eg kann ikki
tosa við fólk.
- Hevði tú kunnað góð-
tikið Høgna Hoydal sum
løgmann?
- Eg trúgvi ikki, at Fólka-
flokkurin hevði góðtikið
ein tjóðveldismann sum
løgmann í eini slíkari sam-
gongu, tí vit halda tað
hevur so stóran týdning fyri
hesa prosessina, at tað er
Fólkaflokkurin, sum hevur
leiðsluna. Vit vilja syrgja
fyri, at henda tilgongd
verður framd á tryggum
grundarlag, og tað trygga
grundarlagið liggur í tí, at
tað er undir fólkafloks-
leiðslu.
∆
POLITIKKUR
Jan Müller
Nú Fólkaflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin
hava hildið saman í fýra
ár hóast stórar ósemjur,
og nú løgmaður aftur
valdi at fara í samgongu
við Tjóðveldisflokkin í
enn eitt fýra ára skeið,
hevur hetta av onkrum
verið tulkað sum, at Tjóð-
veldisflokkurin
hevur
eina ella aðra klemmu á
løgman ni. Hvat sigur
løgmaður sjálvur til slíka
giting!
- Nei teir hava yvir-
høvur ikki nakra sum
helst klemmu á løg-
manni. Tjóðveldisflokk-
urin er nokk komin til ta
sannføring, at skal hann
fáa nakað av sínum poli-
tikki ígjøgnum á sjálv-
stýrisleið , so er tað bara
Fólkaflokkin, sum teir
mugu halda seg til. Og
kanningarnar um hvønn
løgmann fólk ynskja sær
hava víst, at nógvir tjóð-
veldisveljarar
ynskja
Anfinn Kallsberg til løg-
mann. Tað sigur ikki so
lítið um, at tað eru nógvir
tjóðveldisverljarar , sum
halda, at tað er ikki
møguligt at koma ígjøg-
num við nøkrum á sjálv-
stýrisleið uttan við ein-
um samstarvi við Fólka-
flokkin.
Tjóðveldið onga
klemmu á løgmanni
Løgmaður staðfestir, at hvørki Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldisflokkurin vildu hava ta samgongu, sum hann og Fólkaflokkurin
ynsktu
Lesið eisini á síðu 14 og 30
C
M
Y
K
19
18