Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-05-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mai 1976síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ar" Síða 12 — spældu Í og dagin eftir var hon aftur horvin. Tá vit so róðu eftir henni, sat hon og át morgunmat hjá tveimum gomlum gentum, sum áttu húsini. Tær hildu hana vera so fitta, tá hon kom har og segði húsini vera hennara, men at tær báðar skuldu sleppa at búgva í teimum. Pápi heyði sítt dýra strid við at greiða teimum frá, hvussu vorðið var og at bern vóru børn, men okkum tókti lítla fynd vera í ti, hann segði. So kom Wilfred farbr6dir at ferdast. Seglbåturin, hann kom vid, var eitt gamalt lasafar, men ógvuliga hugna- ligt var umborð hjá honum. Men bráddlgia rýmdi Wilfred til Madrid og læt bátin vera eftir. Vit sigldu á fjørdinum við honum í fjúrtan dagar. Matin kókaðu vit á primussi og svovu øll umborð. Eg minnist, at Turid og eg lógu innast vid, og tad var so hugnaligt at hoyra sjógvin skvatla móti båttsiduni alla náttina. Eina ferðina kom ódnarveður á okkum, men róðursmaðurin var pápi góð- ur. Um so báturin lá undir meginpartin av tidini, kom hann kortini fram,men vit máttu seta upp í einum eðrum plássi. Har var stórt hotell við nógvum ljósum í vindeygunum. Vit fingu klæði at skifta við frá góðum fólki og heita mjólk at drekka og tey søgdu tað vera eitt undur, at vit bóru boðini Dagin eftir var aftur av besta veðri, og øll stóðu á trappuni og vinkaðu, tá vit fóru avstað. Eg minnist, at pápi drakk triggjar olfloskur, ti hann hevði onga mjólk fingið kveldið fyri, men tað var konjakk, tey høvdu givið honum. So fiskaðu vit hvít- ing til morgunmatar og bust- aðu tenninar í sjónum, og pápi helt fyri, at fyri sær kundi hin grábeinti eiga oll hús, bert tú hevði góðan bát. Mamma segði, at vit áttu einki í bátinum, men at tað var Wilfred, sum var komin við honum, men tað kundi so gera tað sama, helt pápi, tí hann mundi helst ikki eiga hann heldur. Og rætt var gitt. Tá vit at enda komu heim, stóð ein himmalóður maður á brúnni. Tað var hann, sum átti bátin, og orðini, hann brúkti, vóru ikki mjúk. Men pápi segði seg hava keypt hann fyri tvey hundrað krónur frá einum manni, hann ikki kendi og segði seg annars ikki vilja leggja seg út í viðurskifti, sum ikki viðkomu honum. A+ hesum østist maðurin bert uppaftur meiri og svór sum ein turkur, og tá hann fór siglandi út eftir vikini við bátinum, táraði pápi og sá út sum eitt lítið barn, men mamma helt fyri, at túrin høvdu vit so fingið og hann góðan eisini. Hvat hevur ein sovorðin búrhundur við okk- ara bát at gera, segði pápi. Men soleiðis er lagið. Har fóru so húsini og báturin hjá okkum, og so kom pápi at minnast, at hann hevði gloymt eina whiskyflosku, sum hann hevði lagt har frammi, og tá varð hann rættiliga frá sær sjálvum, men tá segði mamma, at einki var floskan gloymd, hon hevði stungið hana niður i sosialurin taskuna hjá sær, og her var hon. Tá var betri lag aftur og báturin skjótt gloymdur. Hann var annars longu farin úr eygsjón, og vit samdust um, at hasar báðar gomlu givrarnar skuldu sleppa at eiga hasi húsini fyri okkum. Hetta kveldið var Eli so heppin at fáa tretivu hviting- ar niðri á brúnni í ein knapp- an tíma. Tá vit fóru heimaftur, bar pápi eyga við tvey hús frá skipinum. Hann fór í land at hyggja at teimum og var leingi burtur. Tá hann kom omanaftur, var skipið siglt undan honum, so hann varð verandi har alt heystið og skrivaði eina bók. Blødini søgdu hetta vera bestu bók- ina, hann nakrantid hevði skrivað, og at hon var úrslitið av einum lívslongum arbeiði, og so var sannleikin kortini tann, at hann bert hevði skrivað hana, ti at skipið sigldi undan honum. Tá Wil- fred farbróðir kom aftur úr Spania, hevði hann sár í pannuni og málaði myndir av soraðum húsum. Hann helt eisini fleiri fyrilestrar, og tá hann fór avstaðaftur, vildi hann hava pápa við. Men pápi helt seg kunna gera meiri nyttu við at vera eftir, ti skjótt fór eisini kriggj at koma her, og nú hugsaði hann ikki um at keypa hús longur, nú var umráðandi at vera negdur við tað, tú hevði. Og tá vit sóu myndirnar hjá Wilfred á framsýningini og fingu at vita, at hann var farin suðuraftur, har skilið var so ringt, gjørdust vit so ovurfegin um tað, vit hevdu og skeittu ikki longur eftir nekrum, sum var til selu. Minnist til MAMMUDAGIN Mammuplatturin fæst hjá... P/F THOMAS DAM & CO. Niels Finsensgøta 10, tlf. 11404 sunnudagin 9. mai Påpi segði beinanvegin, at hann dugdi væl at siggja, hvussu alt for at gangast, og mamma helt, at hann átti at verið forsætisráðharri. Eli tekur ikki summarhús upp á tunguna longur, hon sigur seg vera býarmenniskja við hold og hár, men heldur tað kortini vera vakurt alla- staðni, og Turid vil einki trúgva, at neyt eru til um veturin. Sjálvur haldi eg Oføra stuttligt vera at flyta, bert vit ikki flyta heimanífrá med alla, men mær tykir so hjartaliga synd í teimum foreldrum, sum so fegin vilja hava eitt fast pláss at knýta minnini hjá bernunum til. Men mær nýtist so einki sovorðið, eg minnist so gjølla, hvar vit hava verið og nær. Eina ferðina búðu vit á einum øgiliga finum hotelli. Tad kostadi okkum tiggju krónur i part um dagin, og pápi bað okkum eta dúgliga fyri at amortisera útreiðslur- nar, men hvat hetta var, visti eingin okkara. Men einaferð keyptu pápi og Alfred mor- bróðir eitt ógvuliga snilt de- stillatiónstól, sum kostaði seks hundrað krónur, og hetta segdu teir seg eisini noyðast at amortisera, og tíðin mátti ikki vera longur enn seks vikur. So sótu teir heima hjá okkum og amorti- seraðu alt tað heystið, og mamma helt fyri, at teir tað sama kundu havt keypt eina wiskyverksmiðju í sama við- fangi og amortisera hana við. Men til endans gjørdist so kalt úti, at teir máttu amorti- sera inni. Alfred varð heim- sendur, og Wilfred og pápi komu til ilnar, og pápi segði seg ongantíð aftur vilja leggja tunguna á hetta, teir framleiddu, og skifti maskin- una um við triggjar hekto- litrar av koksi og spegl, bust og kamb av skjaldbøku, sum hann helt vera ekta, men tað var tað ikki, ti tað flusnaði sundur. Og á ti stóra hotell- inum fingu allir menninir hug á Eli, hóast hon var ikki meir enn ein smágenta at kalla. Vit fingu fýra rættir til døgurda hvønn dag og døg- urða tvær ferðir um dagin. Øll reypaðu dúgliga av, hvussu langt tey hevdu ging- ið hvønn dagin, og pápi setti eitt uppslag á borðið hjá okkum um, at hann spældi ikki bridge. Hatta rópi eg ikki summar- fri, helt hann fyri, hatta er bert hjáputur hjá teimum fyri at skava út yvir, at tey ongantíð gera peningsverk. Annars mátti verið gott hjá mammu at sloppið undan uppvaskinum, men mamma segði seg nógv heldur vilja vaska upp, serliga um hann tók eina hond í við henni uppimillum, og so vóru gent urnar eisini so stórar nú. So gjørdi ein maður so væl at Nr. 34 — 8. mai 1976 læna okkum eina småttu i stadin. Vegurin var ikki so langur, so vit gingu imillum og ótu á hotellinum ta tíðina, vit høvdu goldið fyri, og pápi segði, hetta skuldi vera sein- asta ferðin, hann var so býttur at gjalda framman- undan. Men í hesari smáttuni fór pápi kortini at læra okkum bridge um kvøldar- nar, ti hetta var nakad, øll åttu at duga, helt hann fyri, men ólukksáliga keðiligt var tað. Turid rópti tað at hava fri, tá tú sat yvir, og Eli mintist ongantíð, hvat var trumfur, hon sum annars hevur so ónáttúrliga gott minni. Men mamma segði, at vit dugdu ikki til hetta, og so fór at regna triggjar vikur upp í slag, og mamma bakaði vaflur hvønn einasta dag. Pápi fór til fjalls í ollum åarførinum og var so glaður hverja ferð, hann kom aftur, ti altid hevði hann funnið okkurt nýtt. Eisini gjørdi hann hesar dagarnar sera vakrar træskurðir. Tað er tað logna við pápa, at hann dugir ein heilan hóp, sum hann ongantíð hevur sagt nøkrum frá. Mamma helt fyri: >Ég órdi ikki, at tú eisini dugdi hatta.« >Tað geri eg heldur ikki,< segði hann, >tað er bert nú beint í løtuni.« Og so skar hann eina mynd av Ginu, sum líktist so væl, at vit læðu, so vit vildu doyggja. Gina varð so hjartansfegin fyri hana og sýndi hana fram á heystframsýningini sum si- na egnu, og ummælararnir skrivaðu, at hetta var tann ósmædnasta sjálvsmyndin í allari listasøguni, og teir mundu hava grein í sínum máli. Tá tað hevði regnað í triggjar vikur, skuldi maður- in, sum smáttuna átti, sjálv- ur nýta hana, og pápi spurdi, um hann ikki kundi selja sær hana, men maðurin átti eina uppaftur fínari smáttu, sum hann heldur vildi selja. Tá vit komu hagar, vóru hetta eini rættilig hús við svala og ongum vatni, og trævøkstir vóru heldur eingir at síggja nakrastaðni. Tá spurdi pápi mannin, um hann var býttur. So fluttu vit aftur á hotellið. Nú vóru allir gestirnir farnir, og prísurin farin niður í helvt, og tað er tað, eg minnist best frá hesum sumrinum. Vit sluppu at velja okkum tey bestu rúmini. Og tey, sum hotellið áttu, vóru so blíð, at tey vistu ikki, hverjum beini tey skuldu standa á, hóast vit fingu alt fyri hálvan prís, og bóru okkum hinber við tjúkk- um róma upp á seingina, og tað hevdu gestirnir, sum latið høvdu fullan pris, ongantíð fingið. Til endans vóru bert vit eftir á hotellinum, og pápi spurdi, um tey ikki vildu selja sær tað, so tey sluppu „A rs LT