Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-07-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 1976síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Panelgreinin hesaferð varð skri- vað í sambandi við landsstevn- una hjá JAVNA felagið evnaveikum at bata men orsakað av, at blødini vórðu rakt av prentaraverkfallinum, hevur ikki verið gjerligt at prenta greinina fyrr enn nú. I dag: r | | | | | | Rókur Dalsgaard, bileftirlitsmaður Tað, ið her skal nertast eitt sindur við, er eitt evni, sum hevur verið ógvuliga lítið vidgjørt í pressu okkara, eins og vit vanliga tala minst møguligt um hetta. Vit eru jú eftirbátar á so mongum økj- um, sum peolitikkararnir sjálvir plaga at taka til. Í grannalondum okkara verður hetta dagliga viðgjort bæði í blødum og útvarpi »Noråmadurin« hevði nú um dagarnar telefonprát við lurtararnar, har hetta evni var vidgjørt á eins náttúr- ligan hátt, sum okkara út- varp i telefonpråti vidger vinstra vong hjá VB ella veðrið á Viðareiði. Ti biði eg tykkum halda mær til góða, at eg kortini ditti mær til. Av og á hevur verið heitt á ein um at koma við nøkrum hugleiðingum um tey evna- veiku. T.d. hvussu tað er at eiga tilík systkin, og hvussu tað var at vaksa upp saman við teimum. Lat tað beinan- vegin verða sagt, at í okkara litla samfelag er hetta torfort at greiða og gerst neyvan, uttan at ein samtidis kemur at ganga onkrum ov nær. Søgan er annars skjótt søgd. Flestu okkara vistu í uppvøkstrinum so lítið um hesi systkin okkara av ti sera einfaldu orsøk, at tad einasta, samfelagid hevdi at bjoda, var at senda hesar småu landsmenn sínar av landi- num, ofta fyri ongantið at venda heimaftur Eg veit ikki, um onkur misskilir. Men tað var eitt ødiligt trýst, ið tá fyri 20-25 árum síðani varð lagt á eitt húski við einum psykiskt brekaðum barni. Tað var ikki óvanligt at hoyra tankaleysar spurningar, sum t.d. »Hvi dugir hon ikki at lesa, hví gongur hon ikki í skúla, ella hví fáa tit hana ikki nidur?« Hetta verður bert nevnt sum domi um, hvussu illa tey, ið ikki sjálvi høvdu hesar trup ulleikar, evnaðu at skilja teir. Eisini kom tað fyri, at búgv- andi fólk gestir í húsi, kundu læa at henni. Ti skal tað her verða sagt, at tað var eitt so stórt trýst lagt á eitt tilíkt húsi, at eg, sjálvt um eg ikki skal bera í bøtuflaka fyri tey, so tó skilji tey folk, id ikki vórðu ment at standa ímóti, men »avskriv- adu« teirr evnaveika barn. Hin ikki ókenda rukkan á skipi varð nógv umredd her- fyri og vidgjørd í bløðum og útvarpi sum eitt serligt fyri- brigdi, og er tað kanska eisini fyri summi. Men — fyri ein, sum sjálvur er vaksin upp í einum vanligum føroyskum túni og kanska hevur verið eitt sindur til skips, kenst hetta ikki serliga gåtuført. Man ikki onkur geva mær rætt, tá sagt verður, at teir, sum vegna tvørrandi evni oftast andalig — vóru havdir til gjøldur undir neystunum, í haga, bø og báti, ofta vóru teir somu, sum gjørdust rukkur á skipi. Hesin ósiður er vónandi burtur í dag. Hann tænir í hvussu er sosialurin Nr. 35 — 3. juli 1976 framkomnari tjóð til lílan heiður. Rithovundar, bæði inn- og útlendskir, hava eisini av og á nýtt hetta evni, tíverri ofta negativt, fyri at gera frá- sagnir sínar stuttligar. Men tíbetur eru tað eisini teir, ið hava vidgjørt hetta evni posi- tivt og revsandi. Hitt hitt besta dømi her hjá okkum sjálvum er Sverri Paturson, ið so meistarliga viðger hetta í soguni um Abal. Nú skal ikki bert tað ringa dragast fram. Tað vóru sanniliga eisini tey og tey vóru í yvirtali ið altið vóru við tí góða orðinum og altíð fús við eini hjálpandi hond. A hesum stødi varð felagið »Javni« stovnað. Uttan at skammrósa nøkr- um, skal tað hvorki verða gloymt ella tagt burtur, at tað var Karin Joensen, so- sialrådgevi, ið vaknaði upp til dáð og fekk okkum saman at stovna hetta felag. At vit, sum avvara teimum evna- veiku. ikki fyri mongum ár- um síðani høvdu gjørt hetta sjálvi ja, tað kann bert leggjast okkum sjálvum til last. Líknandi felog hava jú mong ár á baki í granna- londum okkara. Lat tað beinanvegin verða sagt, at hetta felag alt fyri eitt fekk breiða undirtøku i fólkinum. Limatalid vaks skjótt. Tann figgjarligi stuð- ulin bæði frá einstaklingum og feløgum hevur verið so dyggur, at felagið í dag hevur kunnað farið undir eitt so tungt tak sum at keypa egin hús, sum sanniliga eisini tørvur er á, tå vælvild hins almenna ikki rokkur. Tiverri kann tað sama ikki sigast ' um tey, ið umboða almenningin t.v.s. blødini og útvarpið (sum vit øll jú eiga). Hesi hava verið boðin við til hverja árliga landsstevnu. Men áhugin hevur verið sera litil. Tað er hugstoytt at ásanna, at blød og útvarp hava gjørt munin meiri burt- ur úr einum »hundafelag« enn einum felag sum Javna. Bert einaferð veit eg, blød og útvarp hava gjørt nakað munandi burtur úr sak teirra evnaveiku — men tá var tað eisini í Lions regi. Haldið mær til góðar Seinastu árini eru tibetur hend nógv framstig, ið vit eiga at fegnast um. Flestu av teim brekaðu kunnu nú verða verandi í Foroyum. Hetta er í sjálvum sær eitt framstig, tí sjálvt um tað ikki ber til at hava tey heima, er tað tó munin nærri at hava téy í Havn enn í Danmark. Vónandi verður tað heldur ikki ov leingi, til vit kunnu fáa smærri heim spjadd út um landið, t.d. eitt í hverji Í hesum degum verður flutt inn í nýggjan stásiligan specialskúla, so her gongur eisini tann rætta vegin. Með- an vit her eru við Special- skúlan liggur tað nær at nevna tey vanligu heim í Havn, sum í skúlatíðini hava specialskúlaborn bugvandi. Talandi demi eru um, at konan í húsinum mangan er teimum í móðurs stað. Somu- leiðis leggur ein til merkis, hvussu væl teir bilstjórar, ið koyra bernini til og frá, duga at fara um tey. Vit, sum avvara, eiga eftir evnum og førimuni at stuðla teimum, sum starvast innan forsorgina, tað veri seg í skúlum, heimum ella á verk- stoðum. Somuleiðis eiga vit at eggja ungfólki til at sekja sær útbúgving innan hetta arbeidsøki, ti uttan nógv og vælútbúgvið fólk kunnu vit ikki byggja upp eina tidar- hóskandi forsorg her á landi. Í summum forum hevur gingist so væl, at hin brekaði aftan á loknað skúla- og lærutið kann klára sjálvstoð- ugt arbeiði í samfelag okkara í hvussu er á summum ar- beiðsplássum. Stóra tøkk eiga bæði tey, ið har starv- ast, og tey viðskiftarfólk, ið har koma, so væl tey evna at skilja hesa serstoðu. Kundu tilik arbeidsplåss veri oðrum til fyrimynd — tå var nógv vunnið. Sum heild eiga vit at fegnast yvir tey framstig, ið gjørd eru, alt meðan vit royna at rætta skeivleikar og brek, ið enn finnast. Tí sjálvt um nógv er vunnið, eiga vit ongantið at gloyma okkara høvudsendamål og bjarta sjónarmið — javnrættindi teirra evnaveiku. Bóklingurin 700 reglur á Føroysk-Enskum/Enskum-Før- oyskum er útkomin. Fæst í bókabúðunum. Kostnaður kr. 12,40. Utgivid hevur Prentstovan. Studningurin fyri rundan, kruvdan fisk við høvdi, avreiddur í Føroyum, er frá 1. juni 1976 16 oyru fyri kg. Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna vid merkingar Ikki andsvar Í oddagrein skrivar 14. sep- tember um ætlan landsstýr- isins at flyta fiskimarkið út: --Um so verður, at onkur framvegis fer at vevja fjar- leiðirnar upp í tað orðaskiftið, sum helst kemur eftir avgerð landsstyrisins um fiski- marksútflyting, so eigur tí- líkt tos ikki at fáa andsvar, og eitt sameint fólk eigur at vísa frá sær allar splitroynd- ir. Aftan fyri avgerðina um útflyting fiskimarksins stendur eitt sameint fólk og eitt sigursviljandi fólk. Torir ikki heimaftur Sambært Dagblaðið er Jóhan Nielsen, prestur og fólka- tingslimur, farin at ivast um, at hann kemur aftur til Foroya. Blaðið skrivar: Tað krevst munandi meiri av einum presti í Føroy- um enn í Danmark. At skula siga við onkran, at sonurin, pápin ella beiggin er drukn- aður á havinum ér eitt ómenniskjansliga tungt ar- beidi, sigur Johan Nielsen i samrødu við Ekstra Bladet. Tað kundi annars verið vakurt og poetiskt at enda ringin í Føroyum. Men eg veit ikki, um eg tori. Erlendur er fittur Dimmalætting spyr i odda- grein, um Erlendur Paturs- son, formadur i marknadar- nevnd tingsins, ikki er fittur: Einasta broytingin, sum er hend í sjómarksmáli Fer- oya, síðani oddamaðurin í fyrrverandi landsstýrinum, Atli Dam, bytti um sam- gongumenn úr Sambandinum og Sjálvstýrinum við Tjóð- veldisflokkin og Fólkaflokkin er, at mótmæli fiskimanna í Feroyum ímóti, at norsk fiskifor í størri tali enn av- talað í tí av Erlendi Paturs- son eyknevnda »svikasått- måla« hava gjørt brot á henda sama sáttmála, er vorðin »nidurfrystur« í mark- naðarnevnd Erlends og ikki komin longur. Er hann ikki fittur, hann Erlendur? Spurningarnir eiga at siga nakað Trúgvur lurtari skrivar í 14. September: Hví ikki t.d. gjørt slíkar spurningar, sum siga fólki nakað, sum kunnu siga fólki meiri um heimlandið og um útlondini. Tað mátti borið til. Nær eitt skip er keypt o.s.fr