leygardagur 3. juli 1976síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 35 — 3. juli 1976
Ambulánsuflogfarið. sum brúkar tveir tímar um ferðina millum Vágar og Keypmannahavn
Fluttu sjúkling til Danmarkar
eftir tveimum tímum fyri 24.000 kr.
Eru líkindini til vildar, kann
sjúkraflutningur úr Føroyum til
Danmarkar gerast eftir góðum
tveimum tímum.
Ein dagin tíðliga í mai lendi
eitt ambulansuflogfar úr Keyp-
mannahavn í Vágum eftir einum
sjúklingi, sum hevði brotið
ryggin undir einari ferðsluvan-
lukku í Eysturoynni. Sjúkling-
urin, ein 17 ára gamal drongur,
varð fluttur við helikoptara úr
Havn vestur í Vágar og haðani
við ambulansuflogfarinum bein-
leiðis til Keypmannahavnar.
Ferðin tók ein tíma og hálvtrýss
minuttir. Hon kostaði 24.000 kr.
Løgmaður og Petur við
Atli Dam, løgmadur, og Petur
Sjúklingurin verður borin
yvir í ambulansuflogfarið
Reinert, landsstýrismaður, fóru
sama dagin til Danmarkar at
tingast við donsku og grøn-
lendsku myndugleikarnar um
rækjuveiduna undir Grønlandi.
Løgmadur og Petur Reinert,
sum er lækni, hjålptu til vid
sjúkraflutninginum úr helikopt-
aranum yvir í ambulansuflog-
farið, haðani hesar myndirnar
eru tiknar. Og fyri at geva
ødrum ferðafólki pláss í rutu-
flogfarinum, sum annars varð
fullsett, valdu báðir landsstýris-
menninir at fara til Danmarkar í
ambulansuflogfarinum ...
Á myndini síggjast Petur Reinert, landsstýrismaður, ein sjúkra-
systir og læknin á Beskytteren
filmir ið koma
Navn hennara var
Breezy
Tað er kendi filmssjónleik-
arin, Clin Eastwood, sum
hevur lagt henda filmin til
rættis. Høvudsleikarar eru
William Holden og Kay Lenz
Michel Legrant hevur skrivad
tónleikin.
Frank Harmon (William
Holden), sum er ein 50 ára
gamal múgvandi semings-
maður í ognarmálum í Holly-
hevur eftir skilnaðin
frá konuni mist allan kær-
leikshug, og hann hevur einki
ynski um aftur at knýta
kenslubond við eina kvinnu.
Men brádliga kemur Breezy,
Kay Lenz, inn í myndina.
Breezy, sum er eitt 17 ára
gamalt livstykki.
Frank roynir at verða hana
fyriuttan so leingi, hann
kann, men verumátin hjá
Breezy fær at enda yvirtakið
á honum, og aftur fer Frank
at bera kenslur til eina
kvinnu. Men Frank skilir
ræl, hvat ið er um at henda,
og tað ger hann óttafullan.
Hann ber ótta fyri, hvat
vinmenninir fara at halda, og
hann óttast kærleika henn-
wood,
…og de havde kun >
kærlighed til fælles
[9]
ara. Frank ger ti av at gera
seg leysan av henni, eftir at
bædi hava havt hugnaligar
samverur i nakrar vikur
Men ein vitjan á sjúkra-
húsinum hjá fyrrverandi vin-
Betty. fær
konu hansara,
Frank at skilja, hverja ringa
gerð hann hevur framt. Mad-
ur Betty er deyður av einari
bilvanlukku aftan á lokna
brúdleypsferð, og hon sigur
honum, hvussu meinings-
leyst tað kennist, at tey bæði
bert fingu hevi til at liva
saman í eina viku. Eftir
vitjanina á sjúkrahúsinum
leitar Frank Breezy upp og
sigur við hana: — Eru vit eitt
sindur heppin, so heldur tað
kanska í eitt ár. Og Breezy er
ovurfegin, tá hon svarar:
— Eitt ár! At hugsa sær, hvat
tað merkir, Frank. Eitt heilt
ár!
Filmurin verður sýndur í
Havnar bio
*x
Maðurin í miðjuni
Jack Lemmon hevur høvuds-
leiklutin í filminum Maðurin í
miðjuni, sum Havnar bio fer
at sýna í næstum. Tað er í
hesum leiklutinum sum
stjóri á einari fyritøku, ið
selur mótaklæðir til kvinnur
at Jack Lemmon fekk
Oscar-virdisløn sum besti
filmssjónleikari eitt árið.
Askoðarin upplivir tann
A A LE
ikki heilt unga Harry Stoner í
einum tíðarskeiði, sum er
merkt av trupulleikum, og
sum fær hann at fremja
ólógligar gerðir. T.d sum at
senda skattaverkinum óregl-
iligar roknskapir, at verða
millummann hjá call-girls fy-
ri at varðveita kundarnar, og
at finna ein professionellan
eldásetara til at seta eld á
kjólaverksmiðjuna hjá hand-
ilsfyritøkuni, so hon kann fáa
tryggingina utgoldnad.
Og mitt i øllum hesum
hugsar Harry um farnar tidir,
tå tann stori åhugin fyri
jazztonleiki og kurvabólti
blåmadi. Hann hevur havt
eitt miseydnad samband vid
eitt konufólk (Laurie Heine
mann) og nogvar trupulleikar
vid samstarvsmannin (Jack
Gilford) og ein peningaut-
lånsmann (Ned Gless)
Men samstundis styðja
starvsfólkini hann fult og
heilt og skíra hann ein hand-
ilsmann, sum er fyltur við
eydnu.
A SO ME