leygardagur 3. juli 1976síða 12
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SELE
Nr. 35 — 3. juli 1976
Sida 13
Stutt rættleiding
Blaðstjórin og fólkafloksting
maðurin Oli Breckmann skrivar í
Dagblaðnum 7.5.—76 eina
grein, »Hamarin fallin«, um
foroyska húsið í St. Kongens-
gade 108, um húsafelagið, um
sólstrálurnar Oyggjaskeggja og
Framan og annars eitt sindur av
ti, sum er farið fram í nevnda
byggningi. Men eftirsum greinin
ikki er eftirfarandi, í ferum
beinleiðis ósonn, skulu vit geva
bara nakrar rættleiðingar.
Eitt nú ognar- og figgjarvid-
urskiftini. Í greinini stendur, at:
»Eigaravidurskiftini sigast eisini
at hava verið ógreið. Ein anony-
mur grunnur skuldi standa sum
eigari — ein tilvildarlig nevnd
sum verji. Hetta er ikki beint.
Grunnurin er ikki anonymur,
men eitur »Færøsk Kvindefor-
enings Fond«, og í nevndini sita
m.o. umboð úr Kvinnufelag-
num, í letuni Jóhan Nielsen,
fólkatingslimur, og Trúgvi Jo-
hannesen, handilsráðgevi.
Táverandi grunsnevnd av-
gjørdij 1968 at keypa bygningin
i St. Kongensgade. Valid og
keypsavgerðin av húsinum varð
tikin av grunsnevndini — fer-
oysku feløgini vóru ikki við,
høvdu onga ávirkan á keypið.
Húsið varð yvirtikið 1.1.1969,
og umleið sept. 70 fluttu feløgini
inn. Fyri at samskipa arbeiðið
millum feløgini, varð Húsafe-
lagið stovnað. Felagið hevur
javnan húsafundir, har øll hava
atgongd, men hevun ongantíð
fingið høvi til at luttaka i
grunsnevndini, og hevur tiskil
heldur onga ávirkan havt á
ábyrgd av figgjarvidurskiftun-
um i sjålvum grunninum. Husa-
felagid og grunnurin eru ikki eitt
og tad sama, sum greinskrivarin
leggur upp til.
I greinini stendur m.a., at ein
prestur hevur verið húsaverður,
og at hann noyddist at flyta
vegna sjikanu frá húsafelagnum,
„teimum á niðastu hædd«.
Hetta er heldur ikki beint. Hesin
prestur hevur ongantíð verið
húsaverður, hann leigaði eina
íbúð í húsunum, men hon var
bara í so ringum standi, at
kirkjumálaráðið ikki vildi gjalda
fyri fulla ístandgerð, og tí flutti
presturin.
Víðari, at aðrir leigarar eru
rýmdir, tí har ikki mundi vera
verandi. Nei, ongin leigari er
fluttur undan »klikuni«, teir eru
uppsagdir av grunninum, fyri at
húsið ikki skuldi hava leigarar,
tá tað varð selt. Henda 'klika'
umfatar í letuni: MFS, Ment-
anargrunnin, Studentafelagið,
Kvinnubólkin, FS, Sangkórið,
Bridgefelagið, Talvfelagid, blød-
ini Oyggjaskeggi og Framin.
Umframt innanfelagsarbeidi ha-
va feløgini skipad fyri almennum
tiltøkum sum t.d. fundum,
kveldsetum, listaframsýning-
um, kveldum fyri eldri, barna-
døgum, veitslum 0.Ø.
Greinskrivarin »vidger« eisini
blødini Framan og Oyggja-
skeggja, og skuldu vit trúð
honum, var eingin munur á
teimum, men fólk, sum lesa
blødini, vita, at hetta ikki er
beint. Framin, blað feroyskra
sosialista, = viðger Þþolitiskar
spurningar út frá marxistiskum
sjónarmiðum, og tað skuldi ikki
verið so legið, at blaðið eisini
vidgjørdi so týðandi partar av
foroyska samfelagnum sum
Fiskasøluna og bankarnar, ikki
sum »fupp- og svindulfyritøk-
ur«, men sum kapitalistiskar
fyritøkur í einum kapitalistisk-
um samfelagi. Oyggjaskeggi er
hinvegin opin fyri einum og
hverjum, er politiskt óheftur, alt
tilfar verður upptikið, er ókeypis
og verður sendur ellum, sum
ynskja tað.
Onkrastaðni í greinini stend-
ur, at: „teir, sum við einum
pennastroki skulu umleggja og
innrætta allan foroyska búskap-
in eftir marxistiskum principp-
um — teir standa lýstir til tvang
í Danska Statstidende«. Um-
framt at greinskrivarin- fullvæl
veit, at marxistar ongantíð hava
havt ætlanir um at umlagt ella
innrættað nakran búskap við
einum pennastroki, skulu vit til
hetta bert viðmerkja, at tað bert
eru ognir og ikki fólk, (»teir«(,
sum kunnu lýsast til tvangsselu.
Tað er ikki húsafelagið ella
onnur, sum arbeiða í St. Kon-
Spinnid í Gøtu
Tygum fåa gott togv og skjota avgreidslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja oll sløg av for-
oyskum tógvi.
v/Olavur Gregersen -
TØTINGARVIRKID
tlf. 20 i Gøtu
FRAMLEIÐSLA
ATLANTICPANE
termorútar
Termorútar verða gjørdir í øllum støddum og fleiri
tjúktum. Obindandi tilboð verða givin.
Vit senda rútar kring alt landið.
SØLA
ATLANTICPANE TERMORUTAVIRKI
Vestmanna - tlf. 244
ISETING.
sosialurin
ensgade m skulu hava tær
4.1 JO kronurnar Íra osiåal
iistaranum, men húsagrunn
irin, sum feløgini sum nevnt
onga ávirkan ella ábyrgd hava á
Annað í greinini kundi verið
tikið við, men lat hetta vera nóg
mikið
Fyri FS, J. Mortensen
Sangkórið, M. Bæk
MFS, B. Sørensen
Kvinnubólkin, L. Nolsee
Oyggjaskeggja,
M. Johannesen
Bridgefelagið, K. á Neystabø
Mentanargrunnin, H. Joensen
Færri arbeiðsvanlukkur
Talið á arbeiðsvanlukkum á
sovjetskum arbeiðsplássum er
minkað niður í helvt eftir 10
árum. Hetta er urslitid av einari
nýggjari arbeiðslóggávu, sum
leggur arbeiðseftirlitið í hendur-
nar á fakfeløgunum, og sum
áleggur virkisleiðsluni at fylgja
teimum fyriskipanum, sum fak-
felogini áleggja. Eftirlitsmenn-
inir hjå'fakfeløgunum hava rætt
til at koma og kanna arbeiðsvið-
urskiftini uttan at boða frá
frammanundan, og teir hava
rætt til at steðga arbeiðnum, um
so er at teir meta, at heilsuvandi
er.
Samarbeiði
á undirvísingargkinum
Gott og væl 44.000 útlendingar
lesa nú við sovjetskar læri-
stovnar. Samstundis letur Sov
jetsamveldið stuðul til bygging
og útgerð av 46 læristovnum í
ødrum londum. Sovjetskir læri-
stovnar og aðrir stovnar hava
visindaligt og pedagogiskt sam-
arbeidi vid samsvarandi stovnar
i yvir 100 londum.
Eitt tað nýggjasta sovjetska
uppskotið á undirvisingarøkin-
um mælir eisini til, at ell lond
semjast um sínámillum viður-
kenning av akademiskum stig-
um og eðrum útbúgvingar-
prógvum.
Kálvur við
elektriskum hjarta
Í 1974 undirskrivaðu umboð fyri
USA og Sovjetsamveldið sátt-
mála um at fara undir felags
rannsóknararbeiði við endamál-
inum at gera eina blóðpumpu,
sum kann setast í staðin fyri
mannahjartað. Sum úrslit av
hesum arbeiði hittust herfyri
amerikanskir og sovjetskir hjar-
taserfroðingar í Moskva og
royndu síni úrslit í verki.
Royndardýrið var báðar ferðir
ein kálvur, sum var til stoddar
nakað sum eitt fólk
Fyrst settu sovjetsku visinda-
menninir sítt »hjarta« i ein kålv,
og dagin eftir gjørdu ameriku-
menninir tað sama við ein annan
kålv. Sagt verður, at báðir
kálvarnir „eftir umstødunum«
livdu væl men ikki hvussu
leingi. Livitíðin við kunstigum
hjarta er sera avmarkað. Tað
fyrsta endamálið hjá visinda-
monnunum er at gera eina
hjartamaskinu, sum kann ar-
beiða í hinum sjúka, meðan hann
bíðar eftir at fáa eitt gott, óslitið
menniskjuhjarta frá onkrum ny
deyðum t.d. av ferðsluvan
lukku
brúkarateigurin
Umfarssøla er ólóglig
Tað er vanligt framvegis, at
helst útlendingar koma á
dyrnar og vilja selja fólki
bøkur, málningar o.a. Teir
eru rættiliga ágrýtnir og
gevast ikki, sjálvt um tú
sigur teg ikki hava áhuga fyri
at keypa. Ti letur onkur seg
tøla at keypa, meiri fyri at
sleppa av við seljaran, enn tía
at bruk er fyri ti keypta
Onkur tekur eisini synd í
hesum fólkum, sum komin
eru langvegis, og letur teim-
um keypspeningin meiri sum
eina olmussu. Í báðum forum
er tann Jlistilærdi
nøgdur. Hansara uppgåva er
at selja og selja nógv. Yvir-
høvur siga umfarsseljararnir
(kolpørtarnir), at tad er onga
staðni so lætt at selja við
dyrnar sum í Feroyum. Fer-
oyingurin er so góðvarin.
Men fólk eiga at vita, slík
umfarssela (uttan av fiski
mjólk og róma) er ólóglig eftir
logtingslóg frá 1969. Lands-
stýrið kann tó í serstøkum
forum geva loyvi til umfars-
sølu og upptøku av bilegg-
ingum av bókum, blødum og
tidarritum. Í ti skrivliga
loyvinum frå landsstyrinum
skal vera tilskilad navn um-
farsseljarans, tær bøkur ella
blød, sum seljast kunnu og
tidarskeidid, loyvid er givid
fyri. Loyvi verdur ikki givid
fyri longri enn eitt år isenn
Landsstyrid sigur, at van-
liga fåa umfarsseljarar loyvi
at selja tað, ið rópt verður
»kristiligar bøkmentir«. Men
hesir seljarar skulu sjålvsagt
eisini hava skrivligt loyvi frå
landsstyrinum. Vanligt
handilsloyvi er ikki nóg mik
ið.
seljarin
Nýggjur
Brúkarafelagið ger vart við
hetta. ti í mai mánað ferðað-
ist maður fyri Normanns
forlag í Odense her og bað
fólk tekna seg sum keypara
av Nordisk Konservations
Leksikon. Hesin umboðs-
maður hevði bert vanligt
handilsloyvi, men ikki loyvi
til umfarssølu og hevði heldur
ikki upplýst hjá politinum, at
hann ætlaði sær at selja
bøkur.
Brukarafelagid hevur sagt
landsstyrinum og plitinum
frå, eins og forlagid hevur
fingið at vita, at
maður teirra hevur handlað
ólógliga, og at fólk hava kent
seg kroystan at keypa fyri
yvirhevur at sleppa av við
hann. Hesum mótmælir for-
lagið, sum sigur, at tað er
maðurin »er
umboðs-
óhugsandi, tí
ganske enkelt for genert og
tilbageholdende«
Vit vita eisini, at islend-
ingar av og å eru komnir
henda vegin og hava selt
myndir uttan søluloyvi. Teir
siga, at føroyingar eru pura
býttir eftir hesum fittu
myndum av t.d. smágentu
við tár á kjálka. útróðrarbáti
í mánalýsi o.s.fr Fleiri
túsund krónur í ólógligum
vinningi fer óskerdur í teirra
lummar
Tað er sostatt eingin grund
til at taka synd í hesum
ólógligu selumonnum. Hava
tygum ikki hug at keypa, so
sigið nei. Biðið annars um at
siggja skrivliga seluloyvið.
Tað kostar einki at vera
fólkaligur, men tað kann vera
dýrt at vera ov góðvarin.
havrættarfundur
Fjórða umfarið av triðja ST-
fundinum um rættarskipanir
á høvunum vanliga nevnd-
ur havrættarfundurin end-
aði 7. mai í New York aftaná
samráðingar í 8 vikur. Um-
boðsmenn úr teimum 149
taharlondumÁn sagdust
um at hava nýggjan fund í
New York frá 2. august til 17.
september.
Fundirnir, ið hava til enda-
máls at gera eina nýggja
alheimsskipan konvensjón
um øll mál, ið vidvikja
rættarskipanini á høvunum,
byrjaðu av fyrstan tíð í 1973
Urslitið av hesum seinasta
umfari gjørdist eitt samráð-
ingarskjal við 397 greinum og
11 uppiskoytum. Komandi
fundurin skal m.a. umhugsa
orðingina av tekstunum til
hetta skjal.
Tað var ST, sum tók
avgerð um havrættarfundin á
aðalfundi í 1970. Tað eru
stórir spurningar, ið fram-
vegis eru óloystir, fólkarætt-
arligar reglur um nýtslu íkki
einans av havsins rikidømi,
men eisini av råevnunum á
havbotninum. Harumframt
vidkan av fiskimarkinum og
reglur um búskaparlig oki hjá
fiskivinnulondum Formað-
urin á fundinum í New York
hesaferð var H. Shirley Ame-
rasinghe úr Sri Lanka (áður
Ceylon), ið segði, at framstig
hevði verið á fundinum, men
at hesi framstig kanska ikki
vóru so munandi, sum mong
høvdu vónað.