Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-07-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juli 1976síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

þá AG Nr. 41 — 24. juli 1976 Stórur vøkstur råd ES i utflutninginum av fiskavørum Saltfiskaútflutningurin hevur havt afturgongd, meðan meiri er útflutt av frystum verum og sildavorum Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt 2.043 tons meir av fiskavørum enn sama tíðarskeið í fjør. Seks teir fyrstu mánaðirnar í ár eru útflutt 22.160 tons av saltfiski, frystum verum og sildavorum fyri tilsamans 176,3 mill. kr. móti 20.117 tonsumfyri 148,9 mill. kr. í sama tidarskeidi í fjør Í nøgd svarar vøksturin til 10,2 prosent, og i virdi hava vit selt fyri 18,4 prosent meira. Hetta framgongur av einum yvirliti frá Føroya Fiskasølu, sum just er sent ut. Yvirlitid visir eisini, at saltfiskautflut- ningurin hevur verid i aftur- gongd. Fyrstu Seks månadirnar i år hava vit utflutt 10.082 tons av saltfiski fyri 85,8 mill. kr., og hetta er 1.644 tons minni enn somu månadar i fjør. Høvudsorsøkin til stóru aftur- gongdina i saltfiskautflutning- inum er, at onki hevur verið selt á Portugisiska marknaðinum í ár. Hesin marknaðurin keypti meir enn helvtina av ellum salt- fiskaútflutninginum í fjør, men í år hava portugisararnir ikki verið førir fyri at gjalda tann prís, sum Fiskaselan krevur. Í staðin hevur Fiskaselan roynt — m.a. at komid inn å norska marknadin, og 2.685 tons av saltfiski eru seld til Noregs fyrra hålvår í ár, meðan onki varð selt í sama tidarskeidi ífjor. Frystu vørurnar betri prís Utflutningurin av frystum ver um hevur harafturimoti verið í vøkstri. Fyrra hálvár i ár hava vit útflutt 8.978 tons av frystum vorum fyri 79,6 mill. kr. móti 6.951 tonsum fyri 47,2 mill. kr. í fjør. Sum heild hava frystu vørurnar fingið ein betri pris í ár, og størstu prishækkaninar hava verid å frystum flaki. Utflutningurin av sildavørum er vaksin til meir enn tad dupulta frå 1.440 tonsum fyri 6,8 mill. kr. i fjør til 3.100 tons fyri 10,7 mill. kr. i år. Fiska- sølan upplýsir tó, at hetta úrslitið ikki fer at halda, tá uppgjort verður fyri alt hetta árið, ti í fjør fór stersti parturin av sildini av landinum um heystið, meðan ein stórur partur av sildini, sum seld verður í ár, longu er farinav landinum. Portugal hevur ikki kunnað goldið tann prís fyri saltfiskin, sum Fiskaselan ynskir klokkan 9,00 til 12,00 frå JOan Jakku Vegna summarfritidina verdur handilin, frå 2. til 21. august, bert opin frå klokkan 13,00 til 17,30 og leygardagar frå Heilsan Joan Jakku skosøla Torshavn Sida5 Innflyta donsk eplir Tað ljóðar, at eplaprisirnir fara at lækka. Samstundis ljóðar. at stórar prishækk- ingar verða á grønmeti til heystar orsakað av teirri svidnu grødini ymsa staðni í heiminum Á heilsøluni í Landshandl- inum í Havnsiga teir, at danir nú hava steðgað innflutning- inum av italskum eplum fyri at fáa selt meiri av teirra egnu eplum. Landshandilin hevur innflutt italsk eplir og selt tey út aftur fyri 45 kr sekkin á 25 kg. Teir siga, at prísirnir helst fara at falla nakað, til tey donsku eplini koma á marknaðin. Lands- handilin roknar við at selja tey donsku eplini fyri sama pris sum tey italsku ta fyrstu tíðina. men prisurin fer helst at hækka aftur seinni. 25 kg fyri 45 kr. er meðalprisur, sigur Landshandilin. Tá tað stóra eplatrotid var fyrr % ár, var vanligt at selja somu nøgd fyri 150 kr Í Landshandlinum láta teir ikki væl at teimum polsku eplunum. Teir seldu nakað fyri P.f. Groði, men eplini vóru so ring. Eisini tey polsku seteplini roynast illa, sigur heilsølan í Landshandl inum Fritidarpædagog Beinta Nattestad Ludvig he- vur tikið prógv sum fritidar- pædagog á Gladsakse semi- narium 200.000 undan Íslandi Mikudagin var Polarstjørnan á Klaksvík við 200.000 pund um av linufiski undan Is landi. Ørvur verið undir Íslandi. Teir hava avreitt 55.000 pund av toska skræðu til Kósavirkið. Ørvur hevur eisini roynir við snellu Avreiðingar Væl av fiski kom upp á land í Klaksvík í vikuni. Mánadag- in avreiddu Hvithamar, Høv- darødin og Reynsmuli åvika vist 19.300, 8.400 og 21.000 pund av trolfiski til Kósa- virkið. Granit hevði 4.700 pund av linufiski. Nævarenni og Håenni royna undir Is- landi við snellu. Mánadagin vóru teir á Klaksvík við ávikavist 43.400 og 42.300 pundum. Jógvan S, sum hevur roynt við Rock All, var týsdagin á Klaksvík við 99.000 pundum av línufiski. Teir landaðu til Kósavirkið Motorbåtarnir Jarnheysur og Lómaklettur avreiddu í vikuni 800 og 1800 pund í Klaksvík Tá tey fyrstu polsku eplini vórðu lossað í land í Havn Árhus Billiardklub vann stóru kappingina í Havn Mimir. Klaksvikar-, Fuglafjarð ar- og Havnar Klubbi høvdu i sidstu viku vitjan av fimm billiardspælarum ur Århus Billi- ardklub. Teir spældu nakrar dystir í Klaksvikar- og Fugla- fjarðar Klubba, og seinasta vi kuskiftið var ein stór kapping í Mimir og Havnar Klubba við luttoku av tilsamans 15 spælar um úr Århus Billiardklub, Mim ir og Havnar Klubba. Endaliga urslitid var, at Ar- hus Billiardklub vann kapping ina við tilsamans 9.981 stigum ) Mimir gjørdist nr. 2 vid 5.324 stigum, og Havnar Klubbi fekk 1.844 stig. Besti leikari i kappingini var Bent Petersen (ABC) vid 2.716 stigum. Næstur honum var Bent Krger (ABC) vid 2.655 stigum, og nr. 3 gjørdist Jan Miiller (Mimir) vid 1.797 stigum Besta umfarid i kappingini hevdi danin Bent Kriiger vid tilsamans 341 stigum Donsku billiardspælararnir fóru avstað aftur til Danmarkar við England tyskvøldid. A ferð ini í Føroyum hava teir eisini ferðast ymsa staðni í oyggjun um. Teir hava verið á Viðareiði, undir Ennibergi og í Kirkjubø, og teir hava eisini nýtt hovið til at verið ein túr úti at fiska og skotið. Århus Billiardklub hevur boð- ið foroysku billiardklubbunum til Danmarkar at spæla. Kom- andi år kann Århus Billiardklub, sum er ein av elstu billiard klubbunum i Danmark, halda sin 40-åra stovningardag Of felagið hevur í dag umleið 200 limir SENEGAL Eisini sýnast í verki Suðurstreymoyar Javnaðar felag skipaði týskvoldið fyri væleydnaðum limafundi á Hotel Førovum, har skrivarin í danska javnaðarflokkinum, Einar Hovgaard Christiansen greiddi frå. Á fundinum varð dentur lagdur á týdningin av politiska felagslivinum Ej nar H. Christiansen gav lyfti frå danska javnaðarflokkin um um studul til tess at menna felagsskapin hjá brod urflokkinum | Føroyum. Pad er ikki til nova nyttu bert at tala um vinarlag og solidaritet, men tað eigur eisini at verða synt í verki. segði Ejnar H. Christiansen Saman við konuni. Kirsten fór skrivarin í danska javnað arflokkinum aftur til Dan markar við England á mid nátt týskveldið. Tey vitjaðu í Føroyum í eina góða viku Byrja arbeiðið mánadagin Mánadagin verður farið undir fyrsta byggistigid av Sølu- midstødini í Trapputreðni Stjórin í P.f. SMS, Hans Mortensen, sigur, at tað fyr sta byggistigið umfatar um- leið helvtina av ti samlaðu byggingini. Tað verður bygt fast í Apotekið á Trappu- trødni, og roknað verður vid at kunna lata upp einaferð i mai månada næsta år Petur Christiansen, borg arstjóri. setir sølumidstadar byggingina í gongd mána dagin kl | 0 Aftan á verður móttaka fyri innbod num å Hotel Feroyum