mikudagur 4. august 1976síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2 sosialurin Nr. 43 = 4 august 1976
spsjalurin telf. 11820 — giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Bladmenn: Johan Mortensen
Johnsigurd Johannesen
Prent: Dimmalætting
Løgmansrødan
OLAVSØKUDAG varð løgtingid sett, og sum
vanligt er, flutti løgmadur rødu, har sagt varð
frå gongdini síðani seinastu ólavseku, eins og
boðað varð frá, hverjar ætlanir landsstýrið og
meiriluti tess hava fyri komandi tingsetu.
LØGMANSRØDAN varð send beinleiðis i
útvarpinum. Nakað seinni fara tingmenn eisini
at skifta orð um hesa rødu, og verður tað
orðaskifti væntandi eisini sent í útvarpinum.
MEN HÓAST hesar útvarpssendingar í sam-
bandi við løgmansrøduna fara vit kortini at
nevna okkurt av tí, sum havt varð á lofti í
logmansreðuni, og sum vit halda vera vert at
undirstrika.
SAGT VARÐ, at landsstýrið í hesi tingsetuni
ætlar at koma við uppskoti um eina sjukradag-
peningaskipan fyri timalønt og onnur, sum
onga trygd hava, tá talan er um inntøkumiss
orsakað av sjúku. Hetta er eitt av teimum
málum, ið vit hevdu nógv frammi, bæði áðrenn
og eftir seinasta løgtingsval, og sum er sera
átrokandi at fáa framt.
I MUN TIL sosialu viðurskiftini annars hava
vit verið eftirbåtar á júst hesum øki. Meðan øll
fastlønt og mynstraðir fiskimenn hava átt
ávísa trygd í slíkum føri, so hava timalønt
verkafólk, handverkarar og ikki mynstraðir
fiskimenn, eitt nú útróðramenn, onga slíka
trygd átt.
LØGMAÐUR åsannadi, at tað er trupult hjá
fólki at fáa tak yvir hevdið og boðaði frá
åvisum tiltøkum á hesum eki. Sagt varð, at tað
er torfert at fáa figging í nóg stóran mun, at
rentan er heg, lánini stuttfreistað og byggi-
tilfarið dýrt. Sagt varð frá, at landsstýrið
hevur í umbúna at víðka um húsalánsgrunnin,
og eisini at landsstýrið umhugsar at samskipa
innfluttningin av byggitilfari. Hetta er at
fegnast um.
AV ØÐRUM, SUM kom fram i løgmansrøduni,
kann verða nevnt, at innfluttningurin er vorðin
nakað nógv sterri enn útfluttningurin hesa
seinastu tíðina. Ein uggi er tó, at munurin fyri
stóran part stavar frá innfluttningi av nýggjum
skipum, ið hevur verið rættiliga stórur í
seinastuni.
ANNARS FEKK ein varhugan av, at útbygg-
ingin gongur sína gongd, og boðað varð frá, at
ein nýggj havnaætlan verður logd fyri tingið í
hesi tingsetuni, og at nú verður gingið yvir til
fimm ára ætlanir ístaðin fyri 10 ára ætlanir.
Eitt gleðiligt framstig.
TAÐ HEILT stóra málið, ið boðað varð frá, og
sum longu er komið á tingborð, er uppskot
landsstýrisins um útflyting fiskimarksins á 200
fjórðingar. Hetta mál venda vit aftur til og
viðgera serskilt í leygardagsblaðnum.
A ——"—— I" Er
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika: J. Fol-
lend í Rituvik kl. 11, altarg.,
Martin R. Jacobsen í Vági kl.
11 og í Hovi kl. 12,15 og K.O.
Videre á Tvoroyri.
Missiónshúsið
við Landavegin
Fundur verður í kveld kl. 20.
Filadelfia
Telefonandakt alt samdogrið
á tlf. 14880.
Evangeliihúsið
I telefonandaktini á tlf. 12266
talar Hendrik Hansen.
Adventista-
samkoman
I kvold kl. 19 bønarfundur í
Adventistaskúlanum við
Hoyvikstjørn
Silvurbrúdleyp
Í dag kunnu hjúnini Anna og
Liggjas á Váli halda silvur-
brúdleyp. Tey eru burtur-
stødd.
Lærarasetanir
Skulastjornin hevur bodad
frå, at Rasmus Osmund Jo-
ensen er settur sum lærari vid
Eiðis skúla og Johanna Nol-
søe vid Tvøroyrar skula frå
fyrsta august at rokna.
Fødingardagur
Hósdagin verður Sámal Pet-
ur Hansen, Norðageta, 70 ár.
Rætting
Til lýsing frá Skipafelagið
Føroyar
Ravnur fermir ikki sum
lyst i Leit tann 12. august,
men fermir henda dagin i
Drammen
Útlendingar sleppa
ikki inn i Angola
Angola hevur fyribils sett ut
lendingum forbod fyri at ko
ma inn i landid, upplysir
jugoslaviska tíðindastovan
Tanju ur Luanda
Tidindastovan endurgav
førsætisrådharran Lopo de
Nascimento, og hesin hevur
sagt, at innferdarbannaid er
neyðugt, ti stjórnin í Luanda
hevur ikki moguleika fyri at
hava eftirlit við stóra streym
inum av angolanskum flott-
arfólkum, sum kemur úr Por
tugal til Angola. Hetta eru
flottarfolk, sum rymdu úr
landinum, áðrenn frælsisbar-
dagin var av
Útbjóðing
Í samband við útbygging av Vágs Skúla verður byggiarbeidi
hervid útboðið í almennari licitation.
Utbyggingin, id verður umleið 2300 m*, umfatar klassa-
hølir, foyerbygning, svimjihøll og hitamidstød. Utveggirnir
verða úr jarnbetong, stoyptir á staðnum, skilaveggirnir úr
gasbetong og takið gjørt av betongdragarum, stálplátum og
takpappi
Byggingin verður at fara fram í tíðarskeiðinum: nov. 1976
til mei 1979, treytað av góðkenning frá avvarandi myndug-
leikum.
Utbjóðingartilfarið kann fáast við áheitan á niðanfyri-
nevnda arkitektfirma til og við 13. august 1976, og verður
tilfarið útsent 27. august 1976.
Fyri hvort entreprisusettið skal veðhald, kr. 500 í crossed
check, útskrivað til Vágs Kommunu, verða sent arkitekt-
firmanum
Licitationin verdur hildin mikudagin 29. september 1976 kl.
14,30 í Vags Skúla.
Utboðið umfatar hesar fagentreprisur:
A. Múraraentreprisa
Umfatar útgravingar-, spreingingar-, kloakk-, lendis-,
betong-. jarnbetong- og múraraarbeiði.
B. Timburentreprisa
Umfatar timbur-, takåleggingar-, snikkara- og rútaarbeiði
v.m
C. Gólventreprisa
Umfatar gólvbelegning við linoleum og teppum.
D. Hita- og sanitetsentreprisa
Umfatar blikksmiðju-, smiðju-, vatnveitingar-, hitaveit-
ingar-, skorsteins- og isoleringsarbeidid v.m., men umfatar
ikki reinsiverkið til svimjihylin
E. Ventilatiónsentreprisa
incl. automatik- og kanalisolering v.m
F. El-entreprisa
incl. ljósarmatur og skúlaradio v.m
G. Málaraentreprisa.
Vegna bygginevndina
COWIconsult
Rådgivende Ingeniører A/S
Adelgade 57
8660 Skanderborg
Tlf. 06-521044
Strange Nielsen & Sparre
Arkitektfirma m.a.a.
Thomas Helsteds Vej 18
8660 Skanderborg
TIf. 06-520600
Føroya Handilsskúli
á Oyrabakka
Í vetur er ætlanin at undirvísa í bókhaldi og
maskinskriving Í tvey kvøld um vikuna, 4
tímar í hvørji lærugrein.
Skrivlig innskriving — við upplýsingum
um: navn, bústað, tif.nr., fødingardag og -ár
og fakynski — áðrenn 12/8.
Felagsskúlin á Oyrabakka
TIf. 22084 og 22156
Kunngerð
Frá 2. august 1976 verður telefonnummar
okkara á býráðsskrivstovuni, líkningardeild-
ini, byggideildini og teknisku deild 11063
broytt til 15160.
Tórshavnar býráð
Sjauførur søkist
Føroya Bjor, Klaksvik
5