leygardagur 9. oktober 1976síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TU ENN:
Nr. 61 — 9. oktober 1976
sosialurin
Klaksvíkar kappróðrarfelag
fær neyst og felagshøli
Við fimm atkvødum fyri hevur Klaksvíkar byråd
samtykt at selja felagnum eini hús á Biskupstød
Málið, ið elvdi til mesta orða-
skifti á almennum byrådsfundi í
Klaksvík týskveldið, var ein
tilráðing frá mentunarnevndini,
har mælt varð til, at Klaksvíkar
Kappróðrafelag, burtur av ogn-
unum, sum Klaksvikar kommuna
hevur keypt å Biskupstød, fær
bilhúsið til keyps til neyst og
felagshøli. Í tilráðingini varð
sagt, at um býráðið tók undir
við hesum, vildi mentunar-
nevndin taka nærri samráðingar
upp við Klaksvíkar Kappróðra-
felag um keypspris og gjalds-
treytir.
Onkur var hart imoti at lata
Klaksvíkar Kappróðrafelag hus-
ið. Aðrir vóru ímóti at felagið
skuldi fáa húsini til Keyps.
Hesir mæltu til ein leigusátt-
mála fyri eitt longri áramál. Til
hetta var svarið, at um felagið
ikki fekk húsið til keyps, vildu
møguleikarnir fyri at fáa al-
mennan stuðul til endamálið
neyvan verða til staðar.
Hevur
vánaligar umstødur
Sum argument fyri at lata
felagnum húsið varð sagt, at
Klaksvíkar Kappróðrafelag hev-
ur havt ógvuliga vánaligar um-
staður at arbeitt undir, og vist
var á, at felagið í langa tíð hevur
sekt býráðið um lendi til neysta-
bygging, men at onki hóskandi
lendi hevur verið til taks aðra-
staðir enn langt uttan fyri býin.
Hildið varð, at húsið á Biskup-
stoð er sera væl hóskandi til
endamálið. Tað er rumligt i
tveimum hæddum og vendir
endan beint út ímóti sjónum
soleiðis at dråttarmøguleikarnir
eru sera góðir. Við síðuna av
húsinum er ein brúgv at leggja
bátarnar við og eisini er eitt
lendi vestanfyri húsið soleiðis at
bátarnir kunnu standa væl úti.
Undir ordaskiftinum, har allir
niggju byrådslimirnir høvdu
ordid, vard upplyst, at Klaks-
vikar Kappróðrafelag í løtuni
eigur 100.00 kr. og at felagið
eisini eigur helvtina av lendinum
undir gamla bryggjuhúsinum
hjá pf. Foroya Bjór.
Við fimm atkvødum fyri, varð
tilráðingin frá mentunarnevnd-
ini samtykt, men tó við teirri
broyting, at selan ikki kemur at
umfata lendi undir húsinum, ið
skal verða til leigu, soleiðis sum
vanligt er við lendum, ið liggja
framvið sjónum.
Zarepta byggir út
Nýggjur bygningur innilokadur og verður vænt-
andi klárur at taka í nýtslu næsta summar
Zarepta á Vatnsoyrum byggir
út. Norðanfyri verandi bygning
verður víðkað við einum bygn-
ingi aftrat, sum fyri stuttum
varð innilokaður. Hann er um-
leið tvær ferðir so stórur ummáls
sum tann verandi bygningurin.
Har skulu gerast fundarhøli,
spælirúm og uppihaldsrúm bæði
til born og vaksin.
'Tað er ilt at siga, nær
bygningurin verður klárur at
taka í nýtslu, men vit vóna. at
tað hendir til næsta summar,
sigur Oswald Kjærbo, brødra-
samkoman.
Arbeiðið upp á nýggju húsini
verður fyri tað mesta gjørt sjálv-
boðið. Tilfarið verður keypt,
men stundum fæst tað eisini
sum gáva.
Tørvur
Oswald Kjærbo sigur, at tørvur-
in á útbygging er stórur, nú
barnalegurnar í Zarepta eru
vaksnar so nógv.
— Tá tann fyrsti Zarepta-bygn-
ingurin varð tikin í nýtslu í 1967
vóru eini 500 børn til tær ymsu
legurnar, men hetta talið er
meiri enn tvifaldad síðani, sigur
Oswald Kjærbo.
Fyri fimm árum síðani varð
ein svimjihylur bygdur aftrat
verandi bygningi, men annars
eru húsini umbygd nakað inni,
síðani tey vóru tikin í nýtslu.
Harumframt eru bygdar
tríggjar smærri småttur við
hvor sínum rúmum til 12 fólk at
sova í. Annars verða smátturnar
fyri tað mesta nýttar til starvs-
fólkini at búgva í, tá legur eru á
Vatnsoyrum.
Aðrenn brødrasamkoman
bygdi á Vatnsoyrum leigaði
samkoman eini hús hjá landi-
num norðuri við Air.
Heystlega
Zarepta skipar eisini fyri einari
heystlegu í ár. Hon verður hildin
í heystfrítiðini hjá skúlunum og
er fyri 15 —17 ára gomul.
Í sambandi við legurnar fáa
vit eisini nogva sjálvbodna
hjálp. Hetta ger, at vit eru for
fyri at bjóða fólki legur fyri ein
sámuligan prís, endar Oswald
Kjærbo
Síða 3
bøkur og blød
Pisuvardin
Jørgen M. Olsen
Pisuvardin
Tekna hevur B. Søndergård
Føroya Skúlabókagrunnur
Tórshavn 1976
Nýggj barnabók er útkomin,
sum Feroya Skúlabókagrunn-
ur hevur givið út. Tað er bókin
Pisuvarðin, og skrivað hevur
Jorgen M. Olsen. Bókin kostar
22 kr.
Bókin snýr seg um ein 10 ára
gamlan drong, sum ynskir sær
eina pisu. Pápanum dámar
onki. men drongurin tekur
kortini eina skurapisu. Pápin
sigur tá, at drongurin onga
gleði fær av at taka tað sum
annar eigur. Tað gongur eisini
galið, pisan doyr, og drongurin
skilir, at fuglarnir eiga at hava
frið. Bókin endar við, at drong-
urin verður fuglavinur fyri
lívið
Søgan er ikki heilt tíðar
hóskandi: drongurin fer niðan í
hagan við pápanum at laða ein
torvlut. Tað er ikki í nógvum
bygdum, at torv verður skorið
longur. Rithøvundin kundi lat-
ið teir farið í hagan at hugt
eftir seyði ella okkurt tílíkt
Men myndirnar, sum Birgit
Heldur tú ikki
Søndergaard hevur teknað,
visa eina aðra tíð. Tað eru
kåmar, heldur stívar blýants
tekningar, úr søguni, men nú
eru dreingirnir í viðum brók-
um, og tað var ikki vanligt í ti
tidini, tå torv varð skorið
Vidvikjandi målinum er tad av
storum týdningi fyri at faa
børn at lesa eina bók, at málið
er gott. og tað er eisini torført
at skriva væl fyri børnum,
samstundis sum tað skal vera
eitt mål sum børnini skilja.
Pisuvarðin er skrivað á einum
máli, sum bernini skilja, men
bókin kundi verið skrivað á
betri føroyskum. Til domis
verður skrivað »reidri sinum«
og „foreldrum sinum«, nokk er
at siga »reidrinum« og »for
eldrunum«, og tað ger eisini
málið lættari.
Ikki eru tað nógvar barna-
bøkur, sum koma út skrivaðar
upprunaliga á foroyskum. Og
tær sum koma, áttu at havt
eitt mál sum er lætt at lesa og
haraftrat gott.