Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 — 2. mars 1977 sosialurin Føroyaflågving í jet-øldini Sum nyggja Boeing-flogfarid roynist Tad var 1. februar at Danair setti nyggja jetflogfar sitt, Boe- ing 737, i regluliga flúgving millum Kastrup og Vågar, og å henda hått byrjadi jetøldin å hesi rutu. Mong eru tey, id flogid hava longu vid hesi rutu, og lat tad verda sagt beinanvegin, at tad er eitt risaframstig, at nu kann verða flogið millum lond bert helvtina av tíðini, ið tey gomlu Fokker Friendship nýttu — einans stívar tveir tímar. Umboð bæði fyri føroysk og donsk blød hava verið boðin á royndarferðir og sum profession- ellir tíðindamenn sagt teirra hugsan um Boeing 737. Flog- farið hevur fingið góða umtalu, er vorðið róst almikið og alt gott um tað at siga. Men kanska kundi verið uppá sítt. pláss, at eisini yanligur ferðamaður slapp at siga sína hugsan og meta um tað positiva og negativa aftaná at hetta nýggja flogfar er komið í rutu. Sum longu sagt, er talan um eitt stórt framstig, bara tá ið ein hugsar um ferðina — fyri hann, ið skal skunda sær, hevur hetta ómetaligan týdning. Og haraftr- at yvirhøvur »behagiligt« í luft- ini, kemur ófera skjótt upp, men setur seg kanska nakað hart, tí at bremsingin er so herð. Tað flýgur í heilt stóra hædd. Flog- skiparin segði á ferðini, ið hesin, ið hesar reglur skrivar var við, at kuldin uttanfyri var minus 56 stig! Tá ið flogið verður til ella úr Føroyum sleppst al oftast ikki undan turbolens, at flogfarið duffar í luftini, og hetta er galdandi eins væl fyri Boeing og fyri Fokker. Men Boeing hevur tann fyrimun, skuldi ein hildið, at hetta er spildurnýtt flogfar, beint komið av fabrikkini, meðan Fokkararnir eru gomul og merkt av tí bæði á ein og annan hátt, hóast teir hava roynst væl í for- oyaflúgvingini tann tíð tað var. Nú hevur Maersk Air so selt hesi flogfør, tað sigst til innanlanda flúgving í Fraklandi. Umstødurnar umborð á Boeing Boeing kann flyta triggjar ferðir so mong ferðafólk sum Fokker. Á føroyarutuni tekur hann tó einans hundrað, ti lendibreytin er so stutt, 1100 metrar í letuni. Og hann skal bremsa hart av somu orsek. Men væl rúmligari er í hesum flogfari, stólaplássini betur útnyttað, hóast ein heldur, at borðini við hvønn stólin eru minni enn á Fokker, tá borðreitt verður við mati. Men plássið at strekkja beinini er munandi sterri. 4 ella 5 flogternur eru við ti nýggja, og tær hava úr at gera alla tíðina, bæði at borðreiða við mati og at selja. Tað slepst ikki undan at gera nakrar viðmerkingar her hjá vanligum ferðafólki. Maturin er einki at reypa av, og hevur ongantíð verið tað. Hann er sterilur og aloftast keðiligur og ov lítið varieraður. Tað er so eitt. Meiri hugstoytt er, at tað úrval felagið hevur at selubjóða, er ov vánaligt í mongum forum, og tað, sum verri er, mong merki verða uppi áðrenn liðugt er at selja, ið hvussu er á ferðini niður úr Føroyum. Hetta átti ikki at verið so. Tað mátti borið til hjá teim- um, ið standa fyri seluni, at býta hesa so rættvíst, at tey ið fara til Feroya ikki fylla seg so nógv við søluvørum, at ikki nóg mikið er eftir til teirra ið við eru tá flog- farið fer úr Vágum aftur til Kastrup. Og ikki eru tubbaks- merkini fjølbroytt, tak t.d. eitt hitt mest roykta sigarettmerki, Look, tað fæst als ikki. Til heilt stutt herfyri høvdu teir einans eitt slag av Scotch, nú eru so tvey at velja ímillum, altso ein i IT ad sammett vid adrar rikisborg- arar, ið flúgva beinleiðis úr Kastrup. Hjá familju við fastari og ikki ov stórari innteku er í mongum førum ógjerligt at gera eina slíka uttanlandaferð, tí at hon dýrkar so nógv orsakað av tí stóra gjaldi, ið skal verða latið fyri at koma úr Feroyum til Danmarkar, áðrenn sjálv uttan- landaferðin kann byrja. Í slíkum forum skuldi ein trúð, at ein ra- battskipan kundi verðið framd, og fyri alt tað, so eru 1762 krónur eftir okkara met alt ov høgt gjald. Nú kann verða sagt, at Danair er eitt privat felag, ið má verða rikið so tað lønar seg hjá felag- num. Gamani, men Danair er ein ae A I tø 3 må 5 Fokker Friendship flogfarid, sum nú er farið med alla od ÁÁ —— Føroyar á framsýning bati, men ikki stórur. Og so prísirnir: teir verða nevndir toll- friir, men einki er so vist sum tað, at felagið hevur ein sera góðan vinning av seluni, ti prísirnir eru yvirhøvur <piprað- ir«. Teir taka í flestu forum nógv hægri enn ein kann keypa fyri á flogvøllinum i Kastrup. Hetta skuldi eingin orsek verið til, tá ein hugsar um, hvussu nógv, ein skal gjalda fyri flogseðilin. 1762 krónur í dag fyri ferð fram og aftur, tað er nógvur peningur, tá ið talan er um innanríkisflúgv- ing. Well, sjálvsagt er strekkið munandi longri enn á donsku rutunum, men gevur hetta grund til eitt so høgt ferdasedla- gjald? Mangur man ivast, og nú hevur stjórin herfyri alment boðað frá hækking av prísinum, tað mátti ikki verið neyðugt. Tey fólk úr Feroyum, ið kanska vilja leita longur suður í summ- arfri, eru ógvuliga vånaliga still- Heldur tú ikki í Týsklandi Í býnum Køln í Vesturtýsklandi er í hesum døgum stór framsýn- ing av harraklædnavorum, so- nevnd harramóta-messa við luttøku úr mongum londum. Eisini Føroyar eru umbodad- ar á hesi framsýning, tað er »Snældan« á Strondum, ið vísir foroyskar bundnar troyggjur, og er virkið umboðað har av Oddmar Klein Olsen og soni hansara, umframt at eisini Sor- in Christiansen úr Havn, ið starvast á kongliga danska konsulatinum í Stuttgart og Tryggvi Johansen, føroyskur handilsumboðsmaður, eru hjá- staddir. Messan, ið byrjaði 27. febru- ar, stendur við til 1. mars og hevur longu havt vitjan av fleiri túsund fólkum, tí har er mangt og hvat at síggja inna harra móta. Sum tað frættist hava tær foroysku troyggjurnar vakt miklan ans á framsýningini, tí týskarar eru yvirhøvur ókunn Re 9808 AR Flogvellurin í Vágum partur av SAS, sum eigur 51 % av partapeninginum, og SAS hevur sum kunnugt nógvar fyri- munir av statinum, bæði á ein ugir við hesa foroysku dygdar- voru, ið møguliga kann koma at fáa góðan marknað í Týsklandi sum frálíður. Síða 5 og annan hátt. Á rutuni til Føroya hava teir einkarrætt — i hesum føri latin av Danair — so her er yvirhevur eingin kapping. Og tað vil altíð verða, at har felag er einsamalt um eina rutu, har eingin er at kappast við, har verða prísirnir hareftir. Men mær kunnugt kunnu teir tó ikki uttan víðari hækka ferdapisir- nar, uttan at fyrst føroysku pris- myndugleikarnir eru spurdir. Tað er at vóna, at hesir myndug- leikar ikki loyva uppaftur eina prishækkan, tær hava verið nog so týttar gjøgnum árini, og við at hava monopol fylgir eisini ábyrgd við og skylda at geva service fyri peningin. Avgreiðslan í Kastrup Tá ið komið verður til Kastrup úr Feroyum er avgreiðslan bæði skjót og góð, men oðrvísi er, tá ið farið verður heim aftur til Føroya. Tað er alt ov ofta, at flogfarið er seinkað, fær start- loyvi, henda seinking kann vera uppi hálvan tíma ella meir. Felagið Danair kann helst ikki verða lastað, at so er, tað munnu vera loftferðslumyndugleikarnir, ið ábyrgdina hava av at hetta hendir. Men so mátti verið óneyðugt at ferðafólkini skulu meta til eina fasta ásetta tid, ti so væl er alt skipað við teknikki í dag, elektron-heilum, data og hvat ið alt tað nýggja nú verður nevnt, at tað mátti borið til at fólk ikki skulu oyðsla tíð sína burtur við at stødast styttri ella longri tíðarskeið í lofthavnini í Kastrup. Ferðamaður úr Feroyum Nýggj bók um Føroyar Nýggj bók, ið er nevnd »Tids- billeder fra Vestjylland — Syd- grønland — Færøerne« er komin åt i Danmark, og rithøvundurin er Marie Gravesen, sum eitt skifti hevði starv sum sjúkrasyst ur á rengtendeildini á lands sjúkrahúsinum Dronning Alex andrines Hospital í Havn. Hon starvaðist á føroyska lands- sjúkrahúsinum í 11 ár, frá 1955 til 1966 og dugdi væl at gera sær sína metingar um foroysk viðurskifti og føroyingar. Sjálv er hon borin í heim í Vesturjútlandi, og fyrsti partur av bókini, id er 244 blaðsíður tilsamans, er um barnaárini og uppvoksturin í hesum danska landsparti, annar partur er um Grenland, har Marie Gravesen eisini hevur virkað, og seinasti triðingurin er um Føroyar. Bókin er snotilig við fleiri myndum, og rithevundin hevur ' sjáldsamt hegni at greiða frá, og tað gongur sum reyður tráður gjøgnum bókina, at hon hevur tokka bæði til Føroyar og Grønland. Bókin er prentað í avmarkaðum upplagi, og ætlan Marie Gravesen er, at ein partur av hesum upplagi skal verða seldur til frama fyri bern í Foroyum.