Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 18 — 5. mars 1977 Fólkatingsvalið er av á hesum Sambandsflokkurin vann tjóðveldisflokkurin sinni valið tapti. Við valið týsdagin fekk sam bandsflokkurin 5173 atkvoður. Framgongdin hjá sambands- flokkinum varð 60,7 prosent samanborið við atkvoðutalið hjá flokkinum í 1975. Sambands flokkurin vann 1954 atkvoður aftrat Javnaðarflokkurin og tjóð veldisflokkurin høvdu ta størstu afturgongdina. Javnadarflokk urin misti 432 atkvødur, hetta er ein afturgongd uppá 10,5 Tjóðveldisflokkurin prosent. misti 501 atkvødu, tað er ein afturgongd uppå 14 prosent. Fólkaflokkurin misti 186 at kveður og í prosentum er tað ein afturgongd uppá 6,3. Valluttokan óvanliga stór Valluttøkan var óvanliga stór Vanliga liggur luttokuprosentið um tey 50, men hesa ferð var luttøkan 63,9. Við seinasta fólkatingsval var luttøkupros entið 55,8. Tað vil siga, at tað vóru umleið 2500 fleiri atkvoður til hetta valið. Atkvødurnar Sambandsflokkurin: 5173 atkv. Javnaðarflokkurin: 3680 atkv. Tjóðveldisflokkurin: 3062 atkv Fólkaflokkurin: 2771 atkv. Uttanflokkalistin: 890 atkv. Sjálvstýrisflokkurin: 551 atkv. Framburðsflokkurin: 207 atkv. Jóhan Nielsen: Jógvan Sundstein: EFTIR FÓLKATINGSVALIÐ Pauli inn — Erlendur út Persónligar atkvoður Pauli Ellefsen: 3581 atkv, 2479 atkv. Erlendur Patursson: 2238 atkv. 1099 atkv. Sambandsflokkurin fær Paula Ellefsen, nývaldan á fólkating. Javnaðarflokkurin fær Jóhan Nielsen afturvaldan, og tjóðveldismaðurin á fólka tingi, Erlendur Patursson ríkur út Listasamgongurnar Tað kunnu enn henda broyt ingar í valúrslitinum. Orsøkin er tann, at munurin millum javnaðarflokkin og listasam- gonguna millum fólkaflokkin og uttanflokkalistan er einans 19 atkvoður. Fínteljingin kann broyta hetta úrslitið, so at javnaðarflokkurin missir sín mann, og í staðin kemur Jógvan Sundstein úr fólkaflokkinum inn á fólkating. Jógvan Sund- stein hevði flest persónligar atkvoður á fólkaflokkslistanum. Uttanflokkalistin fekk tilsam- ans 890 atkvoður við valið. Flokkurin fekk flestar atkvoður í Tórshavn og inni á Eystur oynni. Hin listasamgongan mill- um sjálvstýrisflokkin og fram- burðsflokkin fekk tilsamans 757 atkvoður og hevur sostatt onga ávirkan á endaliga úrslitið. Sambandsmenn ført ræðukampanju Jógvan Sundstein, løgtingsmad ur hjå félkaflokkinum, sigur i eini viðmerking til valid: Vit konstatera, at bandsflokkurin er gingin fram, og tað mugu vit taka til sam eftirtektar. Landsstýrisflokk arnir eru gingnir nakað aftur, men teir eru ikki gingnir so nógv aftur sum sambandsflokk urin fram, og tað kemst av valluttokuni. Flokksformaður søkist Í viðmerkingum til úrslitið av fólkatingsvalinum varð Kjartan Mohr m.a. spurdur, um hann nú fór at ivast í at leggja frá sær í politikki. Hann segði, at hann hevur hugsað um at fáa ein at taka starvið sum flokksleiðari í Framburðsflokkinum, men hev- ur ikki enn funnið rætta mannin. Pauli Ellefsen, nývaldi fólkatingsmaðurin: — Agitatiónin hjá sambandsflokkinum saklig og rótt Føroyingar ganga ikki inn fyri tí politikki, sum fordur er. Og tað er fyrst og fremst viðvíkjandi yvirtøkum. Tað næsta er sosialisering á vinnu livsøkinum, og tað triðja er, at eg túgvi, at føroyingar kunnu kkigóðtaka tann »slingur í vals num«, sum er innan fyri um itingina. Uppá fyrispurningin um sam sandsflokkurin hevur ført eina ædukampanju upp undir valið, igur Pauli Ellefsen, at agitati- ynin hjá sambandsflokkinum ievur verið bæði saklig og rott. Eg haldi, at tað er gott, um it kunnu fáa eitt orðaskifti um leils yvirtøkur, hvat liggur í eimum og deils um statsstudn- ng, sum Óli Breckman hevur ført fram. Eg haldi tvørtur móti, at fólkaflokkurin er 6 akligur í hesum máli. Sjålvur etli eg svara uppá iakað av tí, sum longu er fram omið. Eisini vinnulívspolitikk rin eigur at verða við í einum líkum orðaskifti. mær at Taka frá teimum smáu Pauli Ellefsen heldur, at nógvir foroyingar eru 6nøgdir yvir, ikki tað at avskrivingarnar verða strammaðar sum so, men at tað er gjørt uppá ein skeivan máta. Nevniliga, við at taka frá ollum teimum smáu, og lata teir stóru behalda nokkso fitt. Pauli Ellefsen Vit kunnu hervið rætta Kjartani ta hjálpandi hond at sekja eftir einum avloysara fyri hann. Um hverjar kvalifikatiónir, ið krevj- ast, skulu vit tó ikki siga. Annars kunnu vit geva hetta yvirlit yvir framburðsflokkin og ta undirteku, hann hevur fingið við fólkatingsvalini síðani 1968: 1968 889 atkv. 7,1% 1971 362 atkv. 2,7% 1973 258 atkv. 1,9 % 1975 stillaði ikki upp 1977 207 atkv. 1,2% Hugsar um avloysara ... Sambandsflokkurin hevur fort eina ræðukampanju, sum fólk ikki hevur kunnað sett seg inn i. Til dømis tað, at teir koyra upp á yvirtøkur og sosi- alisering, nakað sum als íkki hevur eitt sakligt grundarlag. Og tað at sambandsflokkurin koyrir uppá ein ringan búskap, tað er beinleiðis skeivt. Tað er beinleiðis galið, at búskapurin í foroyum er ringur. Hann er góður og hann er batnaður hesi seinastu árini. Tá teir tvey kunnu koyra uppá tílík bílig argumentir, sum fólk íkki kunna eftirkanna, so fáa teir vind í seglini. Ikki broyta politikkin Veljarar hjá hinum flokkunum hava brúkt fólkatingsvalið sum eitt mótmæli. Eg haldi ikki, at sambandsflokkurin hevði havt eina so stóra framgongd við eitt logtingsval. Um landsstýrissamgonguna sigur Jógvan Sundstein, at vit eiga sjálvandi at taka við læru av valinum, t.v.s., at vit skulu hugsa um tingini, men eg haldi ikki, at vit skulu broyta tann politikkin, samgongan hevur fort. sum Fingu tjóðveldismannin út Erlendur Patursson var heldur fámæltur valkveldið, tá hann varð biðin um at gera viðmerk- ingar til valúrslitið. Hann segði m.a.: Mettu Johan tryggan Í útvarpinum valkvoldið segði eitt av valevnunum hjá uttan- flokkalistanum, Niels Pauli Danielsen m.a.: Okkara meining var ikki, at sambandsflokkurin skuldi fáa mann inn, vit roknaðu ikki vid, at hann skuldi fáa so stóra framgongd, sum hann hevur fingið. Vit mettu Jóhan Nielsen at vera tryggan. Høvudsendamålid við listan um hjá okkum var ikki, at tjóðveldisflokkurin skuli skiftast út við ein sambandsmann, hov- uðsendamálið var nakað annað. Tað var, at tjóðveldisflokkurin nú mátti rúma ollum tjóðveldis- fólki, tað hevur hann ikki gjørt hesi seinastu árini, tí fleiri hava gingið útblakað. Triðingurin av tjóðveldis flokkinum hevur tikið undir við okkum og í Eysturoynni næstan helvtin,segði Niels Pauli Daniel- sen. Tað hevur eydnast høvuds- endamálinum við uppstilling uttanflokkalistans at fáa tjóð- veldismannin í fólkatinginum burtur. Erlendur Patursson