mikudagur 16. mars 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 21 — 16. mars 1977
sosialurin
Tíðindi frá Chile-nevndin
Chilefundurin í Sørvågi
Sunnudagin 6. mars var Chile-
fundur í Servági í biohellini.
Ungfólk úr Servági hevdu fyri-
reikað alt á staðnum og eydnað-
ist tiltakið væl. Fleiri enn
hundrað fólk vóru á fundi.
Við tað, at fundurin varð
hildin so tætt við 8. mars, sum
er alheims kvinnudagurin, sendi
chilenska sangarinnan Raquel
Jaque kveðu til allar kvinnur.
Hon bar millum annað fram hesi
orð:
„8. mars er alheims kvinnu-
dagurin og verður hesin fundur-
in, umframt at verða ein boðan
um samhug og solidaritet við
Chile, serliga ognaður chilensku
kvinnuni, sum hvenn dag má
útstanda eina hernaðarliga fasc-
istiska kúgan.
Meira enn 5000 menn og synir
eru í fangatyppum — meira enn
2500 menn og synir eru horvnir,
vorðnir burturi.
Chilenska kvinnan má út-
standa svongd, ræðslu, pínu,
órættvísi, vantandi frælsi og
tann mest ræðuliga harðskap og
yvirgang í heiminum. Tær chi-
lensku kvinnurnar eru ólukku-
ligar yvir at síggja bern síni
uttan útbúgving og uttan mat,
uttan pápa og uttan framtíð.
Ein heilsan til allar kvinnur og
serliga til kvinnurnar í Chile,
sum, hóast ta vanlagnu teimum
er fyri, kortini varðveita trúnna
uppá, at steðan í Chile fer at
broytast, m.a. við stuðli frá
hinum partinum av heiminum og
kirkjuni. Vencermos — vit vilja
sigra«.
Sidan sang Raquel ein sang
eftir mætastu tónlistakvinnuni i
Chile — Violetu Parru: »Gracias
a la vida«, sum merkir »Takk til
livid«.
Aftaná fundin vóru seldir
ymiskir smálutir og prýði, sum
politiskir fangar i Chile høvdu
gjørt. Fleiri av hesum lutunum
vóru ógvuliga vakrir, smá lista-
verk gjørd undir ringastu for-
treytum. Peningurin sum inn
kom — góðar 300 kr. er sendur
til umboðsstovu Unidads Popu-
lar í Keypmannahavn.
Chile liggur við Kyrrahavstrondina
Magnus ummælir Hanus
Annað ummælið, Hanus Andreassen í Sosi-
alinum, er tað mest umfatandi, vælskrivaða,
víðasta og djúpasta eg nakrantíð havi sæð á
føroyska orðamarknaðinum. Hetta ummælið
røkkur langt útum skerini, til
úthavsins
strendur. Her hevur tú ein mann, ið ikki bara
hevur lisið sær ørgrynni til, men, sum eisini
hevur sogið og drukkið til sín hetta tilfar.
Hevur skilt tilfarið.
Og fyri at skilja hæddirnar og
dýpið á ti eg skrivi, má viðkom-
andi hava annan enn bóka- og
teoretiska vitan um lívið. Aftrat
hesum, so dugir hann at skriva.
Longu 20 ára gamal letur hann
bókina, DREKIN, umsetingar
úr enskum eftir Ray Bradbury,
úr hondum. Sjálvur var eg tá 28
ára gamal, og starvaðist tá, sum
fyrstisetari á Einars Prent,
Tórshavn. Hetta er nú 13 ár
síðani. Eg stóð fyri umbrótingini
av hesi bók. Mentunargrunnur
Studentafelagsins stóð fyri út-
gávuni. Væl vóru segurnar um-
settar. Hann hevði livað seg inn
í tær. Tær vóru vorðnar ein
partur av honum sjálvum. Tí
eydnaðist hesar umsetingar so
væl. Søgan »Vindarnir« varð
gjørd til hoyrispæl. Utvarpið
stóð fyri. Annars haldi eg meg
minnast Oliver Næs, sum vin-
mannin, ið situr heima í stovuni,
við telefonina, ið stødugt kimar.
Og røddin hinumegin, ið greiðir
frá vindunum, ið vilja honum
ann. So tagnar røddin. Hann
stendur å trappuni. Hvirvlan fer
framvid. Til ókend lond, kanska
kend. Eisini málsliga var hendan
bókin eitt dygdarverk. Henda
segan var, so vitt eg minnist, av
fyrstan tíð kunngjørd í FJØLN-
IR. Seinni, í 1975, haldi eg kom
út onnur bókin, eisini umseting-
ar eftir Bradbury, KALEIDE-
SKOP. Eisini á hesum sinni stóð
Mentunargrunnur Studentafel-
agsins fyri útgávuni. Men, með-
an fyrra bókin, prentlistarliga,
var gott arbeiði, var henda
Tað mest umfatnadi,
vælskrivaða, víðasta og
djúpasta ummælið
Hanus Andreassen
seinna so vánalig, at hon prent-
listarliga er líka í ruskovnin.
Hetta er stórt spell, men veru-
leiki. Ein vinnur einki við at
ganga lætt um dygdina í prent-
list og hondverki. Av somu
orsek havi eg ongantíð lisið
somu bók. Eg fekk so ilt av
henni, at eg orkaði ikki. Hon
kundi verði vekur, tí kápumynd-
in var góð, teknað av William
Heinesen. Spell at tveir slíkir
frægir andans menn, sum Willi-
am og Hanus, verða so lítið
virdir og illani viðfarnir. A-
byrgdin viðvíkjandi sjuskút-
gávuni liggur ikki á hesum
monnum, men á forlagnum. Eitt
ummæli eigur eisini nakað um
hann, ið ummælir. Í hesum føri
sigur ummælið nógv:
1. Hanus er bókmentamaður.
2. Hanus er góður umsetari.
3. Hanus dugir væl at brúka
Hópurin av íbúgvunum í
umsteðum
Chile
liva undir vánaligum
amboðið, orðatilfarið.
1. Hanus dugir væl at skriva.
5. Hanus hevur orgrynni í sær,
ið, um hann annars er førur fyri
tí, kann gera hann til góðan
rithøvund og listarmann. Læt-
um okkum vóna, at ikki tað
hendir, sum hann so meistarliga
skrivar í ummæli sínum, orðini
tey: „ikki tann sjuki filosoffurin,
ið slitnaði í gjónni millum tanka
og gerð<É.
6. Hanus veit nakað um útjað-
arnar í mannalivinum, har ein
kann »glida í hålkuni«. Eisini
veit hann helt, at tad er bardag-
in, aftur at finna sær fótafesti, ið
ger ein feran fyri at hvessa
pikaskógvarnar so mikið væl,
at næstu ferð betur liggur fyri at
fóta sær, um hált gjørdist undir
fóti.
7. Hanus hevur í ummæli sínum
vist, at hann skilir tað, ella nógv
av ti, sum aftanfyri liggur
skrivaða tilfari minum vidvikj-
andi. Hann hevur fatað »dypid«
í tilfarinum, og »hæddirnar«,
ovfarakætið og tunglyndið. Tað
maniodepressiva, helvitið og
himmalin, ið blakaði meg á
sálarfroðisligar deldir í yvir 2 ár
tilsamans við millumbilum.
Harav 8 mánaðar á afturlatnum
deildum. Sjálvdráp, tablettir,
spennitroyggjur. Hett; id gjørdi,
at eg varð noyddur, at fara undir
at skriva fyri at royna atlív-
bjarga mær. Burtur úr hesum
bardaga. Hesum desperata ar-
beiði við mær sjálvum, vaks
livsviljin. Tað, at vera til. Við
tonnum klóm, at bita meg fastan
í móðir jarð. Í lívið. Ein bardagi,
sum í dag gevur úrslit í bóka-
verkum minum. Hver dagur er
ein bardagi. Hver løta ein viður-
kenning av, at royndirnar, vitið
og viljin eru grundarlagið. Í dag
standi eg upprættur. Hendurnar
út í rúmdina. Bert tungvágin er
at líta á. Og tó, skuldi tungvágin
svikið, hevði eg einki at vera
ræddur fyri. Var bara farin
vallaraferð út í rúmdina og
universið. Ein partur av kosmos
og alheiminum.
Í onkrum føri fer Hanus
skeivur. Sjálvandi? Og tó! hetta
er ringt at fata. Ti eingin annar
kann vita hetta og tí er tað ringt
at skilja, fyri ikki at siga
Ogjørligt. So langt kann ein ikki
Friedrich Nietzsche
ganga inn í eitt annað menn-
iskja, uttan at hava havt somu
upplivingar og komin ti! sama
úrslit. Tað er viðvíkjandi mini
trúgv. Hesa trúgv havi eg ikki
lisið mær til. Eg havi gjøgnum
djúpar sjálarligar kreppur verið
noyddur inn í hana. Á botnin-
um, har einki ljós var at finna,
kom til min tann myndin, at eg
kanska var útvaldur. At tað
mátti vera ein meining við hesu
sálarligu pinslagongd. Men, tað
var ikki fyrrenn eg var við at
koma uppaftur, og tað brestin,
manio, tað sálarlæknar kalla
ovfarakæti, at myndirnar fingu
skap og meining. Í hesum
fantastisku stødu så eg. Skrivaði
allatidina dagbok fyri at fåa skil
å mær sjålvum. Hesar uppliv-
ingar, ella rættari urslitid av
hesum royndum, eru kjarnan i
næstu bók mini, SKITSUR. Ég
havi ongantíð lisið indiskan
livsstil. Ongantid lisið Nietche
ella havt tahugað fyri filosofi.
Men, eg veit nakað um Nieche.
Nakað havi eg lisið um folosoff-
arnar. Eisini havi eg sjálvandi
lisið nakrar av tankum teirra,
grundtankarnar. Eg veit nakað
um menniskjað Nieche. Og tað
er tað, samanborið við heims-
speki hansara, sum hevur min
stóra áhuga. Eg spyrji altid meg
sjálvan hví júst hetta menniskja
valdi hesa filosofi. Eg hugsi at
Nietche, ið var so ovviðkvæmur,
vidbrekin og likamliga ikki
sterkur, ovklókur, hevur verið
Noyddur, fyri at livbjarga sær,
at skapa sina yvir menniskja-
filosofi, sina viljafolosofi. Hetta
giti eg mær til eftir egnum
royndum.
framhald.