Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 1977síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag: Nær kemur dagpeningaskipanin ? Eftir at hava boðið fundarfólki vælkomið til fundar á Váglinum til 1. mai-haldid og Havnar Hornorkestrið fyri teirra luttøku, sum teir eru vanir, talaði Karl Johansen, formaður Havnar Arbeiðsmannafelags um uppsagda sáttmálan Hann segði, at tað átti ikki verið so torført at skilja lønarkrøv arbeiðaranna, tá ein hugsar um, at arbeiðsmaðurin er ein av høvudsstudlunum undir samfel- agi okkara. Tað er eingin, sum mutar ímóti, tá onkur annar stættur kemur og biðjur um lønarhækking, Tað hevur ljóðað frá politikarun- um, at vit skulu fáa eina dagpeningaskipan, so at um ein arbeiðsmaður verður sjúkur, skal hann ikki vera verri fyri av teirri orsek. Men henda skipan er ikki komin enn, og vit spyrja bert, um hon í heila tikið fer at koma, segði Karl Johansen. Tað hevur verið so, at vit hava havt tvinnandi prístalskipanir, eina fyri arbeiðsfólk og hand- verkarar og hin fyri alment og kommunalt sett fólk, segði Karl Johansen og helt fram: Hetta hevur havt ta ávirkan, at tað er ein stórur munur í lønarlagnum. Prístalsútrokningin er nú vorin broytt, men tað vit vóru aftan- fyri vinna vit ikki innaftur, so vit halda ikki, at tað er nakað órímiligt krav, sum vit hesaferð hava sett fram, segði Karl Johansen m.a. í 1. mai reðuni. A LL Aa Framhald frå sidu 8 hver 10-20 ferðir meira enn ein av íbúgvum í sokallaðum tilaf- urskomnum londum, kann ein siga sær, at her er ikki í lagi. Internationalur solidaridetur Hartil kemur, at vit í dag bert eru umleið 4 milliardir fólk og meguliga um ár 2000 telja meira enn 7 milliardir, har meginpart- urin verður føddur í slíkum londum, so mugu vit gera okk- um greitt, at internationalur solidaritetur kemur at standa sína roynd í nógv sterri mun enn higartil. Her hevur arbeiðara- rerslan ein av stóru uppgávum sínum, tí hon verunliga kann medvirka til ein broyttan hugs- unarhátt, eina mentalitetsbroyt- ing og eina broyting í samfelags- skipan, har framleiðslan ikki er so nógv merkt av profithugsan, og menniskjan ikki so nógv mett eftir peningavirði sínum sum framleiðari ella sum kapitalán- ari, ið er í gongdsetari av fram- leiðslu ella ábyrgdarhavandi yv- ir fyri framleiðslutólunum, men har menniskjansligu kvalitets- merki einstaklingsins telja meira. Umredda ovnýtsla av resours- um hevur longu gjørt vart við seg og verða nú alt trengri og trengri mark sett fyri møguleik- unum hjá teim einstøku tjóðun- um fyri hesi nýtslu. Vit skulu sjálvandi framvegis hava eitt samfelag í vekstri, men ikki av sama slag sum higartil og ikki vid tí kostnaði i råvøru- nýtslu, vit higartil hava havt. Eitt nul vakstrarsamfelag, sum so mangir tala um, haldi eg persónliga lítið um, ti slíkt samfelag er eitt samfelag í afturgongd, men veksturin má henda á tann hátt, at vit betri duga at nýta náttúrugrundar- lagið, at vit rekka einum hægri viðgerðatstigi, so meir fast burt- urúr hverjari eindini, og at vit fyrst og fremst tryggja fleiri og fleiri lut í hesum vekstri igjøgn- um eitt javnari býti. Her er sostatt sum ongantíð brúk fyri teim hugsjónum, ar- beidararørslan alla tid sína hevur staðið fyri, og sum eisini polit- iskt liggja á sosialistiskum hugsunarhátti. Nåttårurikidømi Ti betur er samfelag okkara i teirri hepnu stødu, at megin- parturin av náttúruríkidomi okkara liggur innanfyri tann partin, sum endurnýggjar seg sjálvt. Livandi rikidømi i havinum og á landi. Vit hava merkt, hvussu at- stødurnar til hetta rikidømi ger- ast trengri, hvussu avmarkingar meira og meira gera vart við seg sjálvt, mugu vit læra at halda hús við tí, soleiðis at teir stovnar, vit nú troyta, bera tann skurð, teir kunnu, og at vit fáa sum mest burtur úr hesum skurði, at vit læra at troyta aðrar og útvikla meguleikarnar her mest møguligt. Hetta sigur okkum, at ótamd- ar kapitalkreftir ikki longur sleppa at virka uttan eftirlit, hetta sigur okkum, at ílegurnar meir og meira verða at fremja eftir skilagóðari planlegging og í tráð við samfelagsins terv. Hetta sigur okkum, at iløgur mugu fremjast eisini á ekjum, sum mett við liberalistiskum alnamáti ikki beinleiðis tykist lønandi, og at steðgað verður við iløgum á økjum, sum kanska í løtuni eru ógvuliga lønsamar, men har síggjast kann, at rá- vørugrundarlagid verður troytt yvir evni. At luttaka í hesi planlegging og stýring, so hon tænir heildini best, verður ein av megin upp- gávunum hjá arbeidararørsluni í komandi árunum. Bert á tann hátt rekka vit ta medávirkan, sum rímilig er, tann meirágóða, sum rættvisur er, og tey fram- stig, neyðug verða, skal ikki samfelag okkara stagnera og harvið missa í evnum til at veita trygd, lukku og menniskjanslig- heit. Bardagi móti ultra konservativum kreftum Arbeiðararerslurnar aðrastaðni seta sær slíkan dag mál og lata nakað av hesum komu fram í fáum orðum, sum verða sett fram sum »motto« fyri komandi tíð. Í Danmark tala teir í dag út frá orðunum: »Til kamp mod egoismen«, og skal hetta iva- leyst skiljast sum ein bardaga mót teim ultra konservativu kreftum, sum stundið hava seg fram í ávísum flokkum har, og sum elva stórum bólkum í tjóðini til at royna at sleppa undan teim samfelagsskyldum, vit ell hava, skal nakað verða eftir sum eitur samanhald, sam- felagssolidaritetur ella ábyrgd hver fyri eðrum. 1. mai í fjør talaði eg í Fuglafirði um at halda henda sjálvdráttaranda burtur frá tí felagsskapi, vit her hava bygt igjøgnum mannsaldrar. Hetta er vert at minna å aftur i år. Vit bøta einki vid hvør sær at taka okkum burtur ur felags- skapinum, hver sær skulka okk- um undan, hver sær royna at sæta sær best í skattaskipanini ella yvirfyri aðrum skyldum og rættindum. Bert við at sýna samanhald kunnu vit rætta tey brek, sum framvegis eru og vilja vera. Tað verður nú á dogum so ofta talað um polarisering, eitt orð sum sigur teim flestu lítið, men sum merkir, at sjónarmiðini koma at standa hvassari hvert mót ødrum. Kanska hetta, sum hendir uttanum okkum og setir mark fyri okkara nýtslu av rikidømin- um, og sum ger, at vit í sterri mun mugu lata til triðja heimin og samvinnu við hann, fer at roynast okkum til eydnu, tí tann neyðuga heildarstýring, samfel- agávirkan og nýútbúgving fer at skapa eina sterkari polarisering millum sjálvdráttarandan og tað samanhald arbeiðararerslan um- boðar. At hesi koma at standa hvassari hver ímóti eðrum í komandi tid. Nr. 32 — 4. apríl 1977 A ——viiwn Eg ivist ikki í, hver táttur tá fer at vinna í hesi togan, ti hin eini tryggjar, at vit fram- haldandi hava eitt samfelag, sum vert er at liva í. Ti verða framhaldandi megu- leikar at berjast fyri rættvisis- krøvum arbeiðarastættanna, ti sjålvdråtturin verður at tapa. Hesi krøv sum viðvíkja: Einum betri inntøkubyti, ein- um rættvisari býti av byrðum, betri nýtslumeguleikar fyri okt- ari fritid, størri medávirkan á egnar umsteður og á egnum virkisplássi, ektum demokrati figgjarliga og varðveitan av politiskum demokrati. Á tann hátt vit framhaldandi beta um kor teirra, sum rinast eru fyri. Hesi kor eru, sum Viggo Kampmann segði á sinni, og sum eg nevdi í fjør, mátið fyri, hvussu langt vit eru rokkin. Ein varði yvir framstig Eg ynski fakligu arbeiðararersl- uni á hesum degi eydnu og eina hepna hond til at loysa tey mál, tit hava beint fyri stavn. Tit eru í sáttmálasamráðing- um. Má tað eydnast tykkum at vinna åvegis í striðnum fyri betri lønarsømdum, í stríðnum fyri eins løn til kvinnu og mann, at tit rekka 40 tíma vikuni nærri, at dagpeningatrygd undir sjúkraumsteðum verður tryggj- að, og at arbeiði framvegis verður, men um stígur av og á kemur í, at tá trygd kann veitast móti figgjarligum bakkøstum, at åvirkan tykkara gerst størri og størri, soleidis at solidaritets- húgsjónum vinnur meir og meir. At enda, lat meg fyri samfel- agið ynskja, at tann samráðing- arstøda, tit eru í, verður loyst eftir teim skipaðu reglum, sum vit hava verið so heppin at átt, hetta sum hevur tryggjað tykk- um rætt til at stríðast við effektivum våpnum, men eftir reglum, sum verja samfelags- hjólini mest meguligt. 1. mai verður tá aftur einaferð ein varði yvir framstig, arbeiðar- arerslan hevur vunnið sær sjálv- um. Byggingin í Fuglafirði í gongd fyrsta dagin Leygardagin og sunnudagin 23. og 24. april hevði Foroya Keyp samtøka skeið fyri álitisfólki sínum á Hotel Hafnia í Tórs- havn Skeiðið byrjaði kl. 10 leygar dag og helt áfram til kl. 21 sunnudag. Skeiðið varð fyrireik- að av FDB, (Foreningin af Danske Brugsforeninger). Op- lysningstjenesten, saman við stjórnini í FK Í skeiðnum fyri tær 5 limanevndirnar í Suðuroy, Vágum, Klaksvík, Fuglafirði og Tórshavn, til- samans uml. 40 fólk. luttóku umboð Altíð eftirlit Skeiðluttakararnir fingu vísing í og høvdu orðaskifti um undir hættir at fáa keypsamtøkufeløs ini at liva, og leggja arbeiðið I rætt! a rokn limanevndunum til rættan hátt, analysa av skapinum hjá FK, so at lima- nevndirnar altið kunnu hava eftirlit við handlunum, útbygg- ingarætlanir, og hvat tær kosta 0.0. Umboða Danmark Ur Danmark luttóku teir báðir Freddi Birto frá FDB, Oplysn- ingstjenesten, og Sven Thoms- en, konsulentur, sum hevur verið ráðgevandi hjá FK sein- istu 10 árini Tað var annars upplýst á skeiðnum, at byggingin i Fugla- firði fer í gongd fyrsta dagin, og at ætlanirnar fyri útbygging í Vágum og Suðuroy eru komnar rættiliga langt. Á myndini eru luttakararnir í skeiðnum, avmyndaðir uppi á takaltanini á Hotel Hafnia