Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28. — 20. apríl 1977 sosialurin Verða noyddir at keypa eina linju aftrat Kemur at kosta eina hálva miljón krónur Tað kemur so nógvur fiskur upp á z land i z Vestmanna, at fiskavirkid hevur avgjørt at keypa eina linju aftrat. Hetta er ein flakimaskina, ein avhøvdari og ein skrællari. Maskinurnar eru longu bilagdar og koma til Vestmanna um mån- aðarskiftið. Roknað verður við, at tær koma at kosta umleið eina hálva miljón krónur Sum er hevur virkið tvær linjur Onnur av hesum linjunum er til smáan fisk, og virkið hevur ikki kunnað brúkt hesa linjuna í vár. Tann linjan, sum virkið hevur brúkt, tekur fisk úr 70 cm niður í 40 cm. ella minni. Sum er kann virkið í Vest- manna taka ímóti umleið 5000 tonsum av fiski um árið. Herfyri tók virkið ein nýggjan bygning í brúk. Hesin verður brúktur til flakaarbeiði burturav, meðan tað í gamla bygninginum verður arbeitt uppá saltfisk. Virkið hevur trý goymslurúm, sum taka umleið 500 tons av væl- pakkaðum flaki. Arbeiði til nógvar hendur Tað er arbeiði til nógv fólk í bygdini, tá fiskur er at fáa. Nú í vár, tá fiskiskapurin hevur verið TA AO góður, hava umleið 60 fólk arbeitt á virkinum. Men tá mest er at gera, er arbeiði til 100 fólk. Tað er eingin ivi um, at Vestmanna Fiskivirkid er størsta arbeiðsplássið í bygdini. Herfyri útbetalti virkið umleið 95.000 krónur í len fyri eina viku, sum er tað mesta nakran- tíð. Longu í ár hevur virkið keypt fisk fyri umleið hálva fjórðu miljón krónur, sigur stjórin, Samson Hejgaard við Sosialin. Fiskavirkið er eitt partafelag. Annar hver maður í bygdini virkinum. eigur partabræv í Samlaði partapeningurin er uppá 829.000 krónur, harav eigur kommunan 320.000. Alt, sum virkið selur víðari, fer gjøgnum Føroya Fiskasølu. > Síða 5 Nógvur fiskur upp á land Vestmanna Fiskavirki tók teir fyrstu triggjar mánaðarnar i ár ímóti tilsamans 1198 tonsum av fiski. Hetta er ein vekstur uppá næstan 100 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør, tá virkið tók ímóti 607 tonsum. Alt árið í fjør tók Vestmanna Fiskavirki iméti 2609 tonsum av fiski. Teir r”; 780 , ur BA si „MR * A i 4 EG fr NE A Vestmanna Fiskavirki kannar møguleikarnar at fara undir stórri framleiðslu av minkafóðuri Prísurin fyri minkafóður er høgur í løtuni, og danskir innflytarar kunnu taka ímóti stórum nøgdum av minkafóðuri. Hetta er ein av orsøkunum til, at Fiskavirkið í Vestmanna nú fer undir at kanna meguleikarnar at byrja størri framleiðslu av minkafóðuri úr fiskaslógvi Stjórin á fiskavirkinum í Vest- manna, Samson Hejgaard sigur, at teir enn ikki hava tikið stødu til at byrja eina verunliga fram- leiðslu, men teir kanna nú mogu- leikarnar fyri keypi av vertikal- um plátufrystarum og gerð av eini frystigoymslu til minka- fóðri. Leystliga verður roknað við, at hesar iløgur fara at kosta umleið hálva aðru miljón krónur Tað verður ikki neyðugt at byggja út til eina meguliga framleiðslu av minkafóðuri. Or- sekin til hetta er, at virkið í Vestmanna fyri kortum tók ein nýggjan bygning í brúk. Hesin bygningur er so rúmligur, at tað ber til at tvífalda núverandi framleiðsluna. Tað er lætt at sleppa av við minkafóður í løtuni, og prisurin er góður. Føroya Fiskasela hev- ur gjørt sáttmálar við innflytar ar í Danmark, sum hava áhuga at keypa alt tað minkafóðuri sum teir kunna fáa úr Føroyum stóru trolbátarnir, sum hava avreitt í Vestmanna hesa tíðina eru: Vestfinnur, Norðfinnur, Leithamar, Norðbúgvin (hetta er fyrrverandi Marjun 2, sum er seldur til Vestmanna), Trónda- berg og Frida. Nógvir smábátar Nógvir smábátar avreiða eisini til Vestmanna Fiskavirki. Hesir bátar éru úr Vestmanna og Kvívík. Tað frættist úr Vest- manna, at einir 6 Viksundbátar hava avreitt har, og menn hava sera góðar royndir við teimum. Tá veðrið er gott, fær virkið nógvan fisk frá opnum bátum. Í fjor fekk virkið t.d. langt út á summarið eini 20.000 pund uppá dagin frá smábátum Teir avreiddu mest Blaðið hevur fingið at vita, hvorjir fýra trolbátar og hverjir smábátar hava avreitt mest frá 1. januar til 1. mars í ár. Teir fyra tolbåtarnir eru: 1. Vestfinnur: 518.724 pund 2. Leithamar: 420.386 pund 8. Norðfinnur: 346.114 pund 4. Norðbúgvin: 310.322 pund Teir fýra smábátarnir eru: 1. Hildubrandur: 22.632 pund 2: Terja: 21.616 pund 3. Brestir: 19.650 pund 4. Atlanta: 17.780 pund Vestmenningar utbyggja fiskiflotan Vestmenningar hava såttmålar um gerå av fleiri nyggjum båtum. I mei månada kemur Regin á Rógvi heim við einum nýggjum trolbáti, sum er gjerd- ur í Danmark. Harumframt eru gjørdir sáttmálar um tveir hekkutrolarar, sum verða lidnir í mars mánaða 1978. Tað er Gert Poulsen og Henry Christoffersen úr Vestmanna, sum skulu hava tann eina hekkutrolaran. Hin trolaran skal Dánjal Jacobsen úr Vestmanna hava. Bátarnir eru 88 føtur langir. Alfred Olsen í Vestmanna hevur eisini ein bát í gerð Sáttmáli er gjørdur við norska skipasmiðju um gerð av einum 20-tonsara. Hann verður liðugur einaferð í summar