leygardagur 29. juni 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 122 - 29. juni 2002
Nr. 122 - 29. juni 2002
13
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3388
Navn: Sp/f Falkurin
Adressa: 480 Skála
Kommuna: Skála
Kommuna
Stovningardato:
25.06.2002
Viðtøkudato: 25.06.2002
Kapitalur: Kr.
270.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
270.000,00 í øðrum
virðum til kurs 100.
Stovnari: Sjúrður
Joensen, 480 Skála
Stjórn: Sjúrður Joensen,
480 Skála
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum
stjóra
Grannskoðari: P/F
Grannskoðarafelagið
Rasmussen & Weihe, á
Glaðsheyggi, 100
Tórshavn
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
01.01.2002 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka
fiskivinnu, handil, ídnað
ella aðra vinnu í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann
26. juni 2002
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3386
Navn: Sp/f Gunnar H.
Jacobsen
Hjánavn: Sp/f Vestoil
(Sp/f Gunnar H. Jacobsen)
Adressa: 350 Vestmanna
Kommuna: Vestmanna
Kommuna
Stovningardato:
24.06.2002
Viðtøkudato: 24.06.2002
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
80.000,00 í øðrum virðum
til kurs 100.
Stovnari: Gunnar H.
Jacobsen, 350 Vestmanna.
Stjórn: Gunnar H.
Jacobsen, 350 Vestmanna.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av
stjóranum.
Grannskoðari: Sp/f
KPMG, statsaut. revisorar,
Staravegur 17, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
01.01.2002 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka
flutning og annað starv í
hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann
26. juni 2002
Kristin Balle
_____________________
Skipssnikkari
søkist
Søkt verður eftir royndum skipssnikkara, sum
kann arbeiða sjálvstøðugt til at byrja í summar.
Skipstimbur & aptering
470 Eiði
Tlf. 222386
Starvið
Í sambandi við at eitt av okkara starvsfólkum fer í
annað starv, er eitt nýskipað starv leyst at søkja sum
bókhaldari í Mentamálaráðnum.
Starvið er skipað sum sjálvstøðugt starv í
fyrisitingardeildini.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:
• Kontering, bókhald, fíggjarstýring og eftirlit við
rakstrarstøðum
• At nýta teir fíggjarstýringsmøguleikar, ið finnast í
Búskaparskipan Landsins og menna slík amboð
• Luttaka í gerð av sundurgreiningum og langtíðar-
ætlanum
• Málsviðgerð
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar hava
• Eina fyri starvið viðkomandi útbúgving og royndir
á hesum fakøkinum, t.d. HH, merkonom, HD ella
javnbjóðis útbúgving
• Áhuga fyri fíggjarstýring og fyrisiting
• Fyrikomandi og góð samstarvsevnir
• Evnir at kunna arbeiða sjálvstøðugt, og eisini í
bólkum
Vit bjóða
• Eitt starv har tú sjálv/sjálvur kanst verða við til at
skapa starvið
• Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og
við samskifti úteftir
• Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar
Arbeiðið verður á einum høgum fakligum stigi, og
møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari
menning eru góðir.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við
skiftandi uppgávum tætt saman við starvsfólkunum í
Mentamálaráðnum og stovnum tess.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um lands-
stýrismálaráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir
tess.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19.
juli 2002, kl. 15.00.
Starvið verður at seta skjótast tilber.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Petur Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum á tlf.
35 50 50.
Bókhaldari
Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Mentamálaráðið er skipað í tríggjar deildir - Mentamáladeild, Fólkaskúladeild og
Vinnu- og miðnámsskúladeild umframt einari fyrisitingardeild.
Í Fyrisitingardeildini eru 12 starvsfólk, har er lønarstova, próvstova, móttøka, skjalagreiðsla og húsavørður umframt ein komandi bók-
haldsstova. Fyrisitingardeildin er skipað við einum fyrisitingarleiðara, ið vísir til aðalstjóran.
prísur fyrr 9.995,-
Nú 8.995,-
6 kg turr klæðir
600-1600 snúningar
Tíðarstýring 1-24 tímar
Orkuklassi A
Vaskievni A
Centrifugeringsevni A
Hvítvørur til føroyska
húsarhaldið
Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460
Vaskimaskina
Býráðsskrivstovan
í summarfrí
Nú flestu starvsfólk fara í summarfrí, fer býráðs-
umsitingin í tíðarskeiðinum:
15. juli – 16. august 2002
bert at avgreiða tey mest neyðugu og átrokandi
málini.
Telefon- og upplatingartíðirnar eru hvønn ger-
andisdag millum
kl. 09.00–12.00
Tvøroyrar býráð
Postboks 80 - FO-800 Tvøroyri
Tlf.: 371085 - 371814
Til sølu
VW Transportari 2,4 D
hvítur, árg. 1999, koyrt 65.500 km, tvær
síðuhurðar og hurðar aftan + krók. Sýnaður í
11/2001. Kostnaður kr. 170.000,- v/ mvg.
––––––––––––––
Mercedes Benz lastbilur
árg. 1983, sýnaður 9/2001, koyrt 72.700 km, til
sølu fyri kr. 30.000,- v/ mvg.
Tlf. 311631 / 211631
Summarfrí
Vit eru farin í summarfrí.
Vit lata upp aftur 5. aug.
Tannlæknastovan hjá Unnur Jensen
Varðagøta 26 - 100 Tórshavn
Tvíburðarnir Ansa og
Sigrun av Viðareiði
áttu hvør sína dóttur
við einans 17 daga
millumbili. Tær
greiða frá barnsburð-
unum og hvussu tað
er at báðar eiga so
javngamlar gentur
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Sosialurin kem-
ur inn í hugnaliga stovuna
hjá Sigrun Niclassen, sum
er gift og býr í Klaksvík.
Við vindeyga stendur Ansa
og hon hevur eina lítla
gentu í føvninginum. Fari
yvir og hyggi eftir hesu
fittu gentu, og beinanvegin
merki eg hendan serliga
angan av nýføðingum.
- Hetta er ikki mín, hesa
eigur Sigrun. Mín liggur
har, sigur Ansa og peikar á
sofuna, har at síggja til bert
ein dýna liggur.
Fari yvir og hyggi. Og jú,
undir dýnuni liggur mín
sann ein lítil prinsessa
afturat.
Vit sessast í sofuni og so
byrja tær at greiða frá.
Ansa sigur, at hon fann út
av, at hon var við barn,
beint áðrenn hon og mað-
urin skuldu fara suðureftir
ein túr. Hon gjørdi av, at
ikki siga tað fyri nøkrum –
uttan Sigrun sjálvandi.
- Vit fóru so suðureftir og
tað gekk alt fínt. Tá vit
komu aftur til Kastrup,
ringdi eg heim til mammu.
Beint áðrenn eg skuldi siga
bei, helt eg, at eg mátti
heldur siga henni, at eg var
við barn. So eg segði tað.
Og tað fyrsta hon segði var:
Ikki eisini tú??? greiðir
Ansa frá og so flenna tær
báðar so hjartaliga og
hyggja eymliga at báðum
prinsessunum, sum tær sita
við.
Framman undan eiga
Sigrun og maðurin ein son,
sum eitur Ólavur. Hann
verður fýra ár um stutta tíð.
Hinvegin er hetta fyrsta
barnið hjá Ansu og mann-
inum.
- So Sigrun var eitt slag
av ráðgeva hjá mær í gjøg-
num barnsburðin, tí hon
hevur roynt tað áður. Tað
var deiligt, sigur Ansa, sum
leggur aftur at, hvussu
deilig og lekkur hennara
prinsessa er.
- Vit hava eisini bíðað í
eini seks, sjey ár eftir
henni.
Sigrun sigur, at tað hjá
henni var sum at byrja av
nýggjum, tí tað hesuferð
var ein genta.
- Tann einasti munurin
hjá okkum báðum var, at eg
eigi eitt frammanundan,
heldur Sigrun.
Og tíðin gekk skjótt,
meðan tær vóru við barn.
Ansa átti Ragnheiður tann
13. apríl og Sigrun átti Ásu
tann 01. mei. Felags fyri
báðar er, at tær áttu áðrenn
tær vóru settar at eiga. Ansa
knappar tvær vikur og
Sigrun knapt eina viku
áðrenn.
Mamman hjá Ansu og
Sigrun kemur inn í stovuna
og tekur Ragnheiður frá
Ansu og fer at skifta henni.
- Mamma sigur, at tá vit
báðar eru við diddunum á
Viðareiði hjá henni, so er
tað júst sum um hon hevur
fingið tvíburðar umaftur, tí
tað er so lítið í millum tær,
siga Ansa og Sigrun við ein
munn.
Meðan vit bíða eftir, at
Ragnheiður verður skift,
greiða tær báðar ernu
mammurnar
frá
teirra
fyrsta trillitúri á Viðareiði.
- Tað var at samanbera
við, tá drotningin er á
vitjan. Fólk komu út í móti
okkum at ynskja til lukku
og práta – og sjálvandi at
hyggja eftir diddunum,
greiðir Ansa frá.
- Og nógvastaðni komu
fólk í vindeyguni at vinka,
so tað var ordiliga stuttligt,
leggur Sigrun afturat.
Tær siga eisini, at tær
hava fingið so nógvar gáv-
ur, so hvørki Ása ella
Ragnheiður
koma
at
mangla klæðir fyribils.
Vit práta eisini um hetta
at vera tvíburðar. Tær siga
báðar, at hóast tær ikki eru
eineggjaðar, so eru tær sera
líkar.
- Vit plagdu onkuntíð
fyrr at gera eina roynd,
meðan vit tosaðu í telefon.
Vit avtalaðu, at báðar
skuldu hugsa um ein sang,
og so byrja at syngja. Uttan
at hin visti hvønn sang
onnur hugsaði um. Og
hvørja ferð, so byrjaðu vit
at syngja sama sang, sigur
Sigrun og smílist.
Sum systrar flestar, so
eru tær sera væl, og tosa
altíð saman.
- Vit siga loyndarmál fyri
hvørjari aðrari, sum ongin
annar veit nakað um, og
soleiðis fer tað altíð at
verða, sigur Ansa.
Tað er sjálvdan, at tað fer
nakar dagur burtur ímillum,
har tvíburðarnir ikki tosa
saman. Tað gongur fyri tað
mest a fyri seg yvir
telefonina, tí Sigrun býr í
Klaksvík og Ansa í Havn.
Nú kemur mamma teirra
inn aftur við Ragnheiður,
sum pjátrar eitt sindur,
óivað vælnøgd, tí nú er hon
rein. So fara vit at taka
myndir og síðani takka vit
fyri prátið.
Tá menn á Føroya
Bjór komu til arbeiðis
hósmorgunin og lótu
hurðina, sum vendir
suðureftir upp, kom
ein heldur sjálvsamur
kundi hoppandi inn
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Hesin sjálvsami
kundi var ein froskur.
Menninir tóku froskin og
koyrdu hann í eitt glasílat
við eitt sindur av vatni í.
Og beinanvegin fór onk-
ur av teimum skemtiligu
monnunum, sum starvast á
Føroya Bjór at bryggja eina
søgu,
um
hví
hesin
froskurin júst stóð uttan
fyri dyrnar hjá Føroya Bjór
hendan morgunin. Onkur
helt, at tað var ikki frítt, at
froskurin segði: "Væægr –
Væægr"!
Ikki er greitt, hvussu
froskurin er komin higar,
men á Føroya Bjór halda
menn, at tað er væl gjørligt,
at hann er komin upp við
onkrum platti. Føroya Bjór
sendir ofta øl av landinum
til eitt nú Føroyingafeløg í
Danmark. Og so verður alt
tað tóma sent upp aftur til
Føroyar. Helst er froskurin
komin tann vegin. Ein
annar møguleiki er eisini,
at hann er sloppin leysur úr
onkrum akvarium í býnum,
men tað er lítið sannlíkt.
Men um tað er onkur, sum
saknar ein frosk, so kann
tað vera tann froskurin,
sum í løtuni hevur góðar
dagar á Føroya Bjór.
Tvíburðar áttu hvør sína dóttur
við 17 døgum ímillum
- Tað fyrsta mamma segði, tá
eg segði henni, at eg var við
barn, var: "Ikki eisini tú!",
sigur Ansa og flennir. –
Soleiðis fann eg út av, at
Sigrun eisini var við barn
Froskur funnin uttan fyri Føroya Bjór
Eitt hvørt kelidjór fær eitt
navn, og menninir á Føroya
Bjór hava eisini givið teirra
kelidjórið, froskinum, navn:
Teir vóru allir samdir um, at
froskurin skal eita Óla Svend
C
M
Y
K
13
12