leygardagur 29. juni 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 29. juni 2002
15
Eva Thomsen er 89
ára gomul. Hon var
við í Várgleði úti í
Tinganesi og var við
tann dagin tá KFUK
varð sett á stovn fyri
80 árum síðani. Eva er
framvegis limur í 4.
grein hjá KFUK, og
minnist hon
framvegis ta góðu
tíðina sum skóti heilt
klárt
SKÓTALÍV
Ingrid Bjarnastein
Á einum kamarið á ellis-
heiminum í Havn situr 89
ára gamla Eva Thomsen.
Og í KFUK høpi er Eva
Thomsen ikki ein og hvør.
Nei, hon var ein av teimum
fyrstu, sum var við tá
KFUK varð stovnað, og er
hon framvegis limur í
KFUK, hóast sín høga
aldur.
– Eg hevði tríggjar syst-
rar. Tvær eldri og eina
yngri, og tær eldru vóru við
í Várgleði úti í Tinganesi.
Har lærdu vit mangt og
hvat hondarbeiði, og vóru
tað tær størru genturnar,
sum lærdu tær smáu. Tá var
eg bert 9 ára gomul, for-
telur Eva.
– Tann dagin KFUK
byrjaði minnist eg væl. Tað
var ein deiligan sólskins
sunnudag. Vit stóðu allar
hvítklæddar frá portrinum
niðan framvið vegnum.
Nógv fólk var komið sam-
an hendan dagin.
Eva minnist, hvussu hon
og hinar genturnar spældu
úti á grasvøllinum uttan
fyri KFUK. Inni í sjálvum
húsinum var sungið og
ymiskur annar aktivitetur.
– Eg haldi ikki, at eg
eingongd kom inn í sjálvt
húsið tann dagin, heldur
Eva skemtandi fyri.
Frítíð og náttúra
Tíðin gekk, og Eva helt
fram við Várgleði uppi í
KFUK, men nøkur ár
seinni, var hon nóg gomul
til at vera skóti. Tað var
tann 9. mei í 1928.
Eva var í fyrstu skótapa-
trúljuni hjá KFUK – 2.
patrúlju av skótum.
– Hetta var ógvuliga
spennandi, greiðir Eva frá.
– Vit skuldu vera í uni-
formi. Grøna troyggju,
slips, hvítan snór, floytu,
myrkabláan niðurdeil og
brúnar skógvar og sokkar.
Harumframt
høvdu
vit
eisini eitt leðurbelti, har tað
bar til at bera ein knív. Eis-
ini var ein filthattur til at
hava á høvdinum.
Í skótalívinum var tað tað
andaliga, sum hevði fyrsta
prioritet. Ein skuldi upp-
føra seg rætt, og við skót-
unum var Eva eisini ofta í
kirkju.
– Ein var altíð vælkomin
í KFUK, og hetta gjørdi tað
ógvuliga stuttligt, sigur Eva
Thomsen.
Fyri Evu hevur náttúran
og frítíðin havt nógv at
siga. Hon heldur fyri, at
hevði tað ikki verið fyri
KFUK skótunum, so hevði
hon ikki verið á øllum
teimum
fjallatindunum,
sum hon í dag hevur staðið
á.
– Tjaldtúrar og legur havi
eg glett meg yvir, men at
ganga í náttúruni var nakað
heilt serligt. Serliga minnist
eg tveir túrar. Annar var á
Slættaratind og hin var út í
Nípuna í Norðadali.
Eva
fortelur
síðani,
hvussu hon og hinar gent-
urnar noyddust upp klokk-
an 3 á morgni fyri at síðani
fara við bátinum klokkan 4
til Eiðis. Á Eiði vóru tær
klokkan 7, og tá gekk leiðin
niðan á Slættaratind.
– Sjálv hevði eg verið so
ring av kikhosta, og eg kom
ongantíð rættiliga fyri meg
aftur sum barn, men niðan
á Slættaratind slapp eg.
Men ikki í toyskóm. Eg
skuldi í kálvskinsskógvar.
Pápi segði við meg, at eg
skuldi í kálvsskinsskógvar,
føroyskar sokkar og skó-
leistar. Men eg skuldi ikki í
tað fyrr enn kom til Eiðis.
Og teir svørtu kálvsskin-
skógvarnir við reyðum
tveingjum høvdu tað við
sær, at eg var tann einasta,
sum kom turrføtt aftur til
Havnar.
Summarsunnudagarnar
tá veðrið var gott, vóru
fraktbátar ella aðrir bátar,
sum
jú
ikki
arbeiddu
sunnudag,
leigaðir,
og
síðani var siglt til eina av
oyggjunum, har farið var
upp á eitt fjall.
– Men hjá skótunum
lærdu vit mangt og hvat.
Binda
knútar,
spleisa,
skótalógina og skótalyfti og
nógv annað.
Eva var við í KFUK til
hon fór niður til Danmarkar
í 1937, og niðri í Danmark
var hon eisini skóti.
– Og nú fyllir KFUK 80
ár. Eg eri framvegis limur
og eg haldi, at tað er ógvu-
liga stuttligt, at skótarnir
hava eina grein fyri teir
eldru limirnar, 4. grein.
Men um eg fari til há-
tíðarhaldið, veit eg ikki
rættiliga. Eg vil ógvuliga
gjarna,
men
tað
er
avmarkað, hvussu langt
kreftirnar strekkja, sigur 89
ára gamla Eva Thomsen at
enda.
Ein av fyrstu skótunum, Eva Thomsen:
Enn limur
í KFUK
Eva Thomsen er 89 ára gomul, og var hon ein av teimum fyrstu KFUK skótunum. Hon er framvegis limur í 4. grein hjá KFUK
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 122 - 29. juni 2002
Tað eru í dag liðin 80
ár, síðan KFUK í
Havn varð stovnað.
Sama dag vórðu
húsini, KFUK í dag
húsast í, vígd
FØÐINGARDAGUR
Edvard Joensen
KFUK fyllir í dag 80 ár.
Tann 29. juni 1922 vórðu
bretsku konslahúsini, sum
keypt vórðu til KFUK ar-
beiðið í Havn, vígd, og
sama dag varð felagið
KFUK í Tórshavn stovnað.
Táverandi drívkraftin, Frk.
Hansen, stóð persónliga
sum keypari, og familja
hennara í Vági veðhelt.
KFUK arbeiðið hevði í
eini tvey ár frammanundan
verið í Tinganesi, greiðir
Jona Henriksen, fyrrver-
andi KFUK, skrivari, frá.
Men í Tinganesi var
vorðið ov trongligt, eins og
tað var heldur dýrt at leiga
høli har, úti, og tí varð farið
undir at leita eftir hóskandi
hølum til arbeiðið, sum
Frk. Hansen, ið nevnd er í
grein aðrastaðni í blaðnum,
stóð fyri. Avtala varð gjørd
við enska konsulin um
keyp av konslahúsunum,
sum enn dagin í dag stutt
og greitt eru kend sum
KFUK.
Konslahúsini vóru eitt
sindur øðrvísi vorðin, enn
tey eru í dag. 15 ferðir 30
alin við úthúsum og jarðar-
stykkinum, sum í dag er
kent sum KFUK trøðin.
Kostnaðurin var 35.000
krónur.
Neyðugt var at umbyggja
húsini fyri at fáa tey egnað
til tað brúk, tey vóru ætlað
til. Í hesum sambandi varð
tikið eitt lán upp á 52.000,-
krónur í Føroya Sparikassa,
sum sama Frk. Hansen stóð
fyri, og familja hennara í
Vági veðhelt fyri.
– Neyðugt var, at hon
sum privatpersónur stóð
fyri allari forrætningini, tí
einki felag var, tá húsini
vóðru keypt. Og tað var
rættiliga stórsinnað av fa-
milju hennara í Vági at
veðhalda fyri eini so ó-
tryggari ætlan, heldur Jona
Henriksen.
Seinnapartin tann 29.
juni 1922 varð húsið vígt av
Jákupi Dahl, prósti. Um
kvøldið var veitsla í húsin-
um, og har varð gjørt av at
stovna felagið KFUK, sum
síðan yvirtók ognir og
skyldur, sum Frk. Hansen
hevði átikið sær persónliga.
Á
stovnandi
fundinum
vórðu 45 limir teknaðir í
nýggja felagið.
Gerandisdagurin
Men lán skal gjaldast aftur,
og tað noyddust tær so
undir í KFUK. Tað var, sum
so mangan hjá slíkum
feløgum, fingið inn aftur
við árliga basarinum, gáv-
um og tí, sum fekst inn fyri
leigu.
Frá fyrsta degi, sum enn
er í dag, hava ungar gentur
leigað á loftinum í KFUK.
Tann inntøkan fór so upp í
ta puljuna, sum gjalda
skuldi íløguna við Varða-
gøtu aftur.
Men húsini vórðu keypt
at hýsa tí virksemi, sum
KFUK rak. Og tað er
heldur ikki broytt stórvegis
hesi áttati árini, sum farin
eru, síðan flutt varð í gomlu
bretsku konslahúsini, hóast
onkur deild tó er komin
afturat í bæði yngra og
eldra endanum.
Byrjað var við Várgleði,
sum eru smágentur, ið
koma saman í KFUK.
Næsti bólkur var Ung-
mannadeildin, sum var fyri
gentur, ið vóru 13 ár og
eldri, meðan tær vaksnu
fylktust í Aðaldeildini,
greiðir Jona Henriksen frá.
Frk. Hansen hevði ymisk
hjartamál, og var eitt teirra
skótaarbeiðið.
KFUK skótarnir vórðu
settir á stovn tann 9. mai
1928, og fýra ár seinni
komu títtlingarnir upp í
bólkin. Títtlingarnir hava
fyri stuttum hildið 70 ára
hátíðarhald.
Einaferð í seksti árunum
byrjaðu eldri fólk at hittast í
KFUK, og verður eldra-
samkoman sera væl vitjað í
dag, sigur Jona. Og fyri
umleið trimum árum síðan,
varð farið enn longri niður í
aldursbólki enn Títtling-
arnir, tá Spírarnir komu
undan. Tað eru gentur í
fimm til sjey ára aldri.
KFUK er felagskapur,
sum stendur kirkjuni nær.
Aðalfundarsamtykt er, sum
sigur, greiðir Jona Henrik-
sen frá, at um so skuldi
verið, at KFUK helt uppat,
skulu ongir felagsins latast
kirkjuni í varðveitslu, til ein
felagsskapur
við
sama
endamáli
sum
KFUK,
verður stovnaður, ið so
kann yvirtaka ognirnar.
Missiónsarbeiði
KFUK er stovnað við tí fyri
eyga at reka sosialt arbeiðið
á trúargrund her heima á
landi. So sum skótarørslu
og kristiligar fundir, eins og
limafundir regluliga hava
verið hildnir.
Men eitt av mongu
hjartamálunum hjá Frk.
Hansen, sum var fyrsta
drívkraftin i felagnum, var
Ytri Missiónsarbeiðið.
Hon stovnaði ein so-
nevndan Ytri Missiónsring,
veit Jona Henriksen at siga
frá. Hetta arbeiðið varð sera
væl stuðlað av føroyingum.
Frá mammu síni, sum
hevði fingið tað at vita
beinleiðis frá Frk. Hansen,
veit Jona at siga, at tað
komu nógvir føroyskir sjó-
menn í KFUK við peninga-
gávum til Ytri Missiónina.
Serliga
undir
seinna
heimsbardaga, tá Danmark
var avskorið og ikki fekk
latið pening til missións-
støðirnar úti í heimi, komu
føroysku gávurnar væl við.
Sagt varð frá eini støð,
sum skuldi latast aftur, men
kortini helt fram, tí føroy-
ingar lótu so stórar pen-
ingagávur, at tað bar allan
raksturin, greiðir Jona frá.
Nútíðin
KFUK er í dag ein býar-
mynd. Húsini eru sjónsk og
eingin ivast í, hvør har
heldur til. Ja, so kend eru
tey, at eisini teir, sum eru á
floti í Nólsoyarfirði, av og á
brúka tey sum ýti.
Hóast tey vóru umbygd,
tá flut varð inn, er virk-
semið vaksið so mikið við
tíðini, at neyðugt hevur ver-
ið við útbygging, sum gjørd
varð í 1972, tá salurin varð
vaksin við einum triðingi.
Í kjallaranum á hesum
tilbygninginum húsast eis-
ini
skótarnir
í
einum
skótasali, køki o.ø.
Skrivari í KFUK í dag er
Louisa Niclasen úr Hesti,
sum samstundis er skrivari
hjá KFUM í Havn.
NÚ KFUK í Tórshavn í
dag fyllir 80 ár, eru umleið
100 limir í felagnum.
Áttati ár í KFUK
Ensku konslahúsini vórðu
keypt til KFUK virksemi og
vígd av Jákupi Dahl,
prósti, tann 29. juni 1922.
Sama dag varð felagið KFUK
stovnað, og hevur
felagið við sínum fjøltáttaða
virksemi hildið til í KFUK
síðan
Lousia Niclasen, felagsskrivari hjá KFUM og KFUK
C
M
Y
K
14