leygardagur 29. juni 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 122 - 29. juni 2002
Nr. 122 - 29. juni 2002
17
KFUK 1922 – 29. juni – 2002
Motto: Ikki við mátti
og ikki við megi, men
við Tínum anda, sigur
Harri herliðanna
14.4.1920
Fyri áttatitveimum árum
síðan hin 16. apríl varð
boðað til fundar í táverandi
Meinigheitshúsi, nú bý-
ráðssalur.
Eitt skriv varð sent í
hvørt heim í Havnini, tær
innbodnu vóru ungar gent-
ur og kvinnur. Kvøldið
byrjaði við prædiku av Ják-
upi Dahl, prósti, síðan
greiddi Henrietta Hansen,
K.F.U.K. skrivari, frá ar-
beiðnum.
K.F.U.K.
Bókstavirnir standa fyri
Kristiligt felag fyri ungar
kvinnur, men næstan bein-
anvegin varð tað fyri allar
aldrar.
Deildirnar vórðu:
Várgleði, smágentudeild-
in, fekk frk. Hansen frá eini
havnarkvinnu, Honnu
Hansen. Henda vildi so
gjarna fara út í heidninga-
lond at boða evangeliið,
men so sjólætst hennara
einasti beiggi, og hon kundi
ikki fara frá foreldrunum,
tó helt hon, at hon kundi
byrja eitt ytrimissiónsar-
beiði millum gentur, tað
fekk seinni Navnið Vár-
gleði, og hetta arbeiði gav
hon frk. Hansen, ein eina-
standandi gáva givin við tí
rætta kristiliga sinnalag-
num.
Unggentudeildin frá 13
árum til 17.
Aðaldeildin frá 18 árum
og uppeftir. Síðan helt frk.
Hansen fundir fyri ungar
menn, onki slíkt arbeiði var
í býnum. Aftrat var so heim
í húsinum fyri avbygda-
børn.
Allir fundir vóru og eru
almennir, tó undantikið
limafundirnir, sum vóru og
eru eina ferð um mánaðin.
Hesir fundir, sum byrjaðu í
1922, tá K.F.U.K. felagið
varð stovnað, eru teir somu,
sum fyrsta K.F.U.K. í Ong-
landi (fyrsta K. í heimin-
um) byrjaði við í 1855: Vit
savnast um eina opna bíbliu
og felagsbøn.
Innihaldið í
arbeiðnum
Sum tað liggur í navninum
var og er tað eitt kristiligt
arbeiði.
Í øllum deildum er and-
akt, síðan vóru og eru
bíbliutímar, ytrimissión og
ítriv av ymsum slagi og
spøl.
Summarlegur
vóru
hæddin í arbeiðnum. Frk.
Hansen vildi so fegin hava
eina slíka sama summarið;
tí bleiv ytsta húsið á Tinga-
nesi leigað og var hetta
fyrsta summarlega í Føroy-
um. So nógvar gentur
teknaðu seg, at tvær legur
vórðu hildnar. Her úti byrj-
aði so eisini arbeiðið við
øllum tess greinum. Betri
stað fannst ikki, tá hugsað
verður um, at her var Jesus
boðaður á fyrsta sinni í
landi okkara. J. Waagstein,
listamálari, ið var giftur við
mostur frk. Hansen, gav
okkum eitt varandi minni
um hesa ríku hending við tí
stóra málninginum, har
Sigmund Brestison boðar
Hvíta Krist. Í salinum í
K.F.U.K. við Varðagøtu
hongur
hesin
søguligi
málningur og øll eru væl-
komin at støkka inn á gólv-
ið at síggja hann.
Frk. Hansen, sum hon al-
tíð varð rópt, vaks upp suð-
uri í Vági, har okkara elsta
K.F.U.K. varð stovnað 5.
januar 1912. Pápin, ið var
dani, doyði tá hon var 2 ára
gomul, og mamman flutti
við henni aftur til barna-
heimið á Gørðunum.
Sum vaksin á veg til
Danmarkar, fortelur hon, at
KFUK í Varðagøtu
Stovnari av KFUK og fyrsti
skrivari var Henrietta
Hansen. Hon var skrivari frá
1920–1948
KFUK summarlega í Tinganesi 1920. Fyrsta summarlega í Føroyum
Sigmundur boðar kristindómin á Tinganesi. Málningur eftir Jógvan Waagstein 1922
tá fjallatindarnir fóru undir,
føldi hon seg so einsamalla
og fór sostatt niður í kam-
arið, legði seg á knæ á
dúrkið og gav seg og lív sítt
til Jesus.
Hon tók læraraprógv
niðri, fór síðan á Martha-
boð, har K.F.U.K. skrivarar
tá fingu útbúgving, og í
1920 gjørdist hon ferða-
skrivari innan K.F.U.K.
Kallið, ið frk. Hansen fekk,
var: Føroya ungdómur fyri
Kristus, og helt hon, at
Havnin hevði mesta ung-
dómin, tí her leitaðu øll til
víðari skúlar og aðra út-
búgving, og her var hon so
í arbeiðnum í 28 ár.
Tað er ikki ov mikið sagt,
at vit fáa ongan skrivara, ið
kemur henni nær, bæði í
andans og handans arbeiði.
Tá frk. Hansen fór frá, fór
hon í aðra tænastu, bønar-
innar tænastu, og var hon í
bøn alla tíðina meðan teir
ymsu fundirnir varaðu.
jh
Skótar frá stovningarárinum 1928
… og 2. patrulja
Skótar og títtlingar í 30-árunum
Gamla meinigheitshúsið í Havn, sum nú er býráðssalur
C
M
Y
K
17
16