Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. juni 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 122 - 29. juni 2002 Nr. 122 - 29. juni 2002 19 London kann vera ein trongur býur, ræðu- ligar røðir av fólkum allarstaðir. Heimurin sveimar um London. Annar hvør er indari, pakistanari, kinverji, dani, afrikanari. Heimleys, biddarar nærum loypa á, av og á er hetta sum at vera í Delhi. Øll vilja tær okkurt, ringt er at fáa frið, so eg plagi at rýma inn á bókhand- lar, bókasøvn, inn á British Museum og British Library. Sum býarbúgvi eri eg ikki áhugaður í keyps- gøtum og vil helst sleppa undan alt ov stórum fólkamongd- um. FERÐAMANNABRÆV Kim Simonsen úr London og Frankfurt am Main Í hesum døgum eru brøl- andi fótbóltsfans allarstað- ir. Ofta skít fullir í stórum flokkum, men nú er tað lið- ugt. Timburmenninir venda aftur, og tóm blikk rekast við vindinum á St. Pangras Station, dagin aftaná. Tað er okkurt við atburðinum hjá fótbóltsáskoðarum, ið minnir um roynd at vinna onkran bólkasamleika gjøgnum bóltin, ella felags- skapin rundan um fótbólt. Fyri tey flestu er fótbólt- ur nakað heilt serligt, men fyri onkran gerst hetta sjálvt lívið, sum ein italskur fótbóltsfanatikari helt fyri, at fótbóltur er meiri enn kærleikin, unnustan, lívið og sjálvt meiri enn mamma. Ofta er fótbólturin hjá slík- um áskoðarum nakað, ið minnir um ein trúgv. Men handan tjaldið hjá verulig- um hooligans finnur ein vónloysi, arbeiðsloysi og ein ófatuliga negativan sosialan arv, ið stingur sera djúpt, serliga í Onglandi. Lívið hjá tí einstaka er av- gjørt frammanundan, tí málið hjá ymisku bólku- num og stættunum avgerð møguleikarnar. Maðurin á Kings Cross Station, ið seldi mær eitt Times Liter- ary Supplement, tosaði eitt nærum »svart« cockney mál, eitt stættarborið mál, ið er sera torført at skilja hjá okkum, ið hava lært onkra versión av Oxford enskum, ið hesin bólkur einki følir seg hava til felags við. TLS (Times Literary Supplement) hevði eitt tema um heimspeki, um brøvini hjá Ludvig Witt- genstein, ið undir øðrum heimsbardaga vildi sleppa at tøma vesir skamt frá King Cross, har eg stóð. Hesin maðurin, ið á Cam- bridge University, altíð setti seg ímillum tey lesandi ístaðin fyri til háborðs sam- an við hinum professaru- num. Í 1947 hevði hann fingið so stórt stikni ímóti professaraveldinum, fá- fongd teirra og akademiska lívinum sum heild, at hann helt til Írlands, har hann búði hareftir úti á landi- num. Eftir ein túrin til Noregs og ein túrin til Cambridge doyði hann av krabba í 1951. Eg var mitt í rokinum á Trafalgar Square, tá Ong- land vann á Danmark, men nú er sum øll vita, alt tapt. Um morgunin fleyg eg til Frankfurt am Main í Týsk- landi úr London, har undir- grundsbanin var á tremur við fullum fólki, sovandi ungum bretum, onkur kyss- ir náttiranir fong, men um 7 tíðina um morgunin gløða tey flestu út í loft. Eg haldi, at enski siðurin at lata pubbar og barrir aftur klokkan 23 á ein løgnan hátt fremir drykkiskapin og ger býarlívið nógv meiri ógvusligt enn t.d. í Dan- mark og Týsklandi, at alt stongir fær fólk til at herja á klubbarnar og diskotekini ístaðin. Koma fólk ov seint, standa tey í røðum uppá 80 til 200 metrar, fyri at gjalda eini 8 til 14 £ fyri at sleppa inn í hesar hallir, har ein drinkur ella ein øl kostar nærum tað sama. Hetta fær fólk til at kveyla sterkar øl, áðrenn tey fara á “Club”, serliga Carlsberg Lager, ið er væl sterkari enn ein Ele- fant øl. Úrslitið er, at fólk er rættuliga full, og brúka sera nógvan pening, tá tey fara í býin. Veruleikin er tann, at Ongland er eitt stættarsam- felag, har órætturin er stór- ur, samfelagsmunurin sera umfatandi og grefligur. Milliónir av ungum fólki fáa ongantíð eina veruliga útbúgving, tey arbeiða á McDonald, á pubbum, hotellum o.s.fr. fyri lítla og onga løn, samstundis sum t.d. London er ein av heim- sins dýrastu og ríkastu bý- um. Tað er hetta, ið merkist tá ein gongur ein túr frá St. Pancras til Bloomsbury, tvey øki við síðuna av hvørjum øðrum. Við Kings Kross Station er drøggsøla, alt slag av merkiligum fólki og ungar gentur, ið leggja á at spyrja menn, um teir vil- ja keypa tær. Í Bloomsbury skamt frá eru lærdu háskúl- arnir University College London (UCL), har eg møtti Michael Barnes pro- fessaran, ið dugir og lærir onnur føroykst. Eg var á rá- stevnu hjá UCL, har eg møtti honum, ein fittur maður. Tað er eisini her at University of London finst og stovnar sum British Museum, heimsins stórsta fornminnissavn, vil alskyns hjálandaveldsins eyrændu dýrd, nærum sum eitt monument yvir enska hjá- landaveldið, yvir óendaligu arrogansuna hjá onglend- ingum, her er alt ein kann droyma um serliga úr Egyptalandi, Rom. Úr mið- eystri: Mesopotamia, Sýriu, Babylon, Grikkaland, sjálvt Parthenon frisan (partur av Parthenon templinum á Akropolis fjallinum í Athen) stendur í London enn. Eg sat uttan fyri Brit- ish Museeum eftir at hava sæð eina framsýning um Mesopotamiu, á hesi café kallað Forum, ið lovar meiri enn hon heldur, sand- wichin var ein »joke« sum nærum allur enskur matur ein greytur, eg varð noydd- ur, at siga sum er, at Lond- on í dag er ein fjølbroyttur heimur við 12 milliónum íbúgvum, har alt Føroyar kundi búð á hesi einu gøtu- ni. At London er fyri tey ríku, er góður við tey, sum hava, og eitt helviti fyri tey, ið eru heimleys, sálarliga sjúk, ella bert fødd skeivu megin vegin, hetta avlagar javnvágina og ger henda heim so ógvusligan, teirra hooligans so svakar. Flogvallir eru mangan ræðulig støð, púra dustsog- in fyri mentan, alt tykist rópa um skund, stress og effektivitet. At flúgva nógv ella langt er altíð tengt at stressi. Heathrow Airport við fýra terminalum er myndin av stressi, eins og risa floghavnin í Frankfurt am Main. Eftir hin 11. sept. í fjør, er neyðugt at koma í sera góðari tíð áðrenn frá- ferð, tí tú ikki longur kanst rokna við nøkrum, um røð- in er 30 ella 300 metur long til tjekk-inn, passkontrol ella inn til metaltevjaran, ið nú er instillaður at uppdaga hvørt 1 pence stykki. Ein fitt føroysk au-pair genta skuldi heim til jóla úr Lon- don. Teir kannaðu hana so leingi, at flogfarið fór und- an henni. Í dag er eingin náði, sjálvt 16 ára gamlar gentur verða mettar sum møgulig yvirgangsfólk. Einki annað er at gera, enn at koma eini 3 til 4 tímar áðrenn flogfarið skal í luft- ina. Eg kom meiri enn 2 tímar áðrenn, og kláraði at berja meg til útgongdina hjá Lufthansa í seinastu løtu, aftaná at hava staðið í trimum sera stórum røðum. Munurin á London, Ong- landi og mongum øðrum londum í Europa er, at stættarmunurin er ikki so ógvusligur. Tá tokini nærk- ast eini støð, sigur tokførar- in í hátalaranum: »mind the gap«, t.v.s. ansið eftir muni- num ímillum tokið og hæddina á jarnbreytarstøð- ini, men hetta kann eisini í speisemi sigast um alt enska samfelagið, »mind the gap«, veri varin fyri stættarmuninum, tí tað er hann, ið Margareth Thatch- er gjørdi størri, og Tony Blair ikki kemur at broyta. Hetta skilti Ludvig Witt- genstein, millum vinirnar hjá honum vóru mangir kommunistar og sosialistar sum m.a. John Meynard Keynes, faðir at hópin av góðum tonkum um fíggjar- frøði. Men Javnarflokkurin í Onglandi í dag er nærum meiri høgravendur enn dan- ska stjórnin í løtuni. Frankfurt am Main er fullur av sunnudagsfriði, her eru kilometrar ímillum ferðafólkini, gøturnar breið- ar sum fótbóltsvallir. Onkur snjallur tóni av og á frá stóru jarnbreytarstøðini, ella frá fartelefonunum, ið halda á við at køva hugnan á hvørjari café uttan grið og skil. Í Týsklandi eru tó mangar friðarligar caféir, har slíkt ikki er loyvt, men serliga japanskir turistar, ið annars eru friðarlig fólk, halda enn at tey eru í Tokyo. Tað er morgun enn, fyri løtu síðani var eg í London, nú eri eg í einum øðrum landi, har alt er øðr- vísi. Og mær dámar væl tað týska, Týskland hevur bygt eina mentan uttan serliga tjóðskaparliga sjálvshevj- an, her er rúm, møuleikar fyri øll. Skúlarnir eru ókeypis, fólk hava eitt nógv meiri sosialt lyndi. London tykist kámur og langt vekk, har var regn, toka allar dag- arnar, men her er hitabylgja og um 31 hitastig. Sjónvarp eru sett út á gøtuna, spani- ólar royna seg í dag. Alt riggar her, her eru ongar langar røðir… friður fellur á meg, eg orki ikki at ganga meiri, og eg setist at lesa Die Zeit og Das Spiegel, men tað er ein onnur søga. Mind the gap FERÐAMANNABRÆV Kim Simonsen skrivar úr London London skamt fra Kings Kross, leygarmorgun um 11 tíðina. Barrvørurin er púra kykur, við ristandi hondum skrivar hann: “England – Denmark” á talvuna. Tveir svartir dreingir ganga fram við, eru ikki so vísir í, at Dan- mark fer at tapa í dag. Ong- land heldur ondina, ein merkir tað allar staðir, á caféinum, á tokstøðunum, listaskálar og søvn eru nær- um tóm, onkur amerikanari sløðist runt í gøtunum. Hetta er sum at vera við i cowboyfilmi, har Clint Eastwood ger seg kláran at fara út í sólina, showdown her í gøtunum í London, her er alt at vinna og alt at tapa. Onglendingar drekka longu øl fyri at dulma nervarnar. The Sun skrivaði á deg- num: “Danish quaking – We’ll hammer Hagar’s boys”. At dreingirnir frá Onglandi vilja fáa danir at líða í dag, og hala teir úr VM. Meðan ein onnur Tab- loid avís, hevur mynd av eini Carlsberg dós, ið eingilsmenn drekka sera nógvar av, har tað stendur: “Probably the best player in the world” við mynd av enskum spælara. Ein skemtitekning vísir ein lítlan mann inni á eini pub, ið sigur:” A pint of Carls- berg, Please”, og eini 20 herðabreiðir fotbóltsáskoð- arar venda sær við. The Sun heldur fyri á baksíðuni: “Put the Danes on the Plane”. Daily Express hev- ur stóra forsíðu, sum allar hinar avísirnar, í Onglandi í dag, har stendur:” Roar for England’s Lion”, og á síðu 2: ” No room for fear”, ið venjarin Sven-Goran Erik- son helt fyri við ensku tjóð- ina áðrenn dystin, tí vit vilja møta Brasiliu. Lovað varð vinna eingilsmenn, fer ein jumbojet til Japan við konum, familju hjá spælar- unum innan 24 tímar frá London, ein gáva til enska landsliðið. The Times, er ein meiri álvarsom avís, íð heldur fyri, at Danmark er eitt gott land, og at: ” There’ s no- thing rotten in the state of Denmark”, sjálvt um hetta land hevur strammað teirra flóttafólkapolitik, teir fara entá aftur til víkinga tíðina, til 1864 og til annan heims- bardaga, tá danir hjálptu eini 7000 jødum til Svørík- is. Landið, ið fostraði Kierkegaard, Bohr, H.C. Andersen, Karen Blixen, Carlsberg øl og Helena Christensen. Einki nevnt um Piu Kjersgaard ella at Per Stig Møller kláraði seg sera illa í BBC sendingini Hard Talk um nýggja poli- tikkin hjá dønum mótvegis innflytarum og flóttarfólki. Skribenturin hevur bland- aðar kenslur, tí honum dámar so væl Danmark, serliga tí teir hava sagt nei til Euro og havt fleiri fólka- atkvøður enn nakað annað land í ES, og endar tí við at siga, at: “So let’s hear it for the Danes, Probably the best other country in the World Cup”. Klokkan er 12.26 og eg eri, spentur, ávegis innar ein stóran enskan pub, har eru sjónvarp í hvørjum enda, men í dag keypa vit ikki Carlsberg, ella rópa á Danmark. Vóni at Hagar og teirra dreingir fara at vinna, men so fari eg at sleppa mær á dyr í góðari tið. Men mær nýttist ikki at vera bangin, danir vóru sendir heim, frá 4 minutti. Stemningurin í London henda dagin var órealistisk- ur, fólk dansaðu á borð- unum, á barruni og gøtur- nar vóru fullar av ungum monnum við flagginum bundið um hálsin. We’ll hammer Hagar’s boys – HM stemningar í London Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? Men mær nýttist ikki at vera bangin, danir vóru sendir heim, frá 4 minutti. Stemningurin í London henda dagin var órealistiskur, fólk dansaðu á borðunum, á barruni og gøturnar vóru fullar av ungum monnum við flagginum bundið um hálsin. C M Y K 19 18 Fuglafjarðar Sjónleikarafelag bjóðar til hátíðarhald í samband við, at Mentanarhúsið alment verður tikið í nýtslu tann 29. juni 2002. Húsið letur upp kl. 16.00 og hátíðarhaldið byrjar kl. 17.00. Á skránni verður m.a. frásøgn um felagið, brot úr fyrsta leikinum hjá felagnum, avdúking av vinnaranum av búmerkjakappingini og uppboðssøla av málningum til frama fyri húsið. Eisini verður kaffi, te og okkurt ábit. Okkurt verður til børnini. Við mentanarkvøðu Fuglafjarðar Mentanarhús HESTPRENT