leygardagur 29. juni 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 122 - 29. juni 2002
Nr. 122 - 29. juni 2002
21
Fer boriskipið West
Navion at raka við
olju, tá tað borar
skamt frá føroyska
markinum í næsta
mánað, verður farið
undir royndarfram-
leiðslu og kunnu Før-
oyar tá koma eitt týð-
andi fet nærri at
gerast oljuframleið-
andi tjóð
OLJULEITING
Jan Müller
Nú tað hevur verið so kvirt
leingi um oljuleiting á land-
grunninum, merkir tað tó
ikki, at einki rørist á hesum
øki. Longu í næsta mánað
kemur risastóra boriskipið
West Navion á leiðina mill-
um Føroyar og Hetland, har
tað skal fara undir eina fyri
føroyingar sera týdningar-
mikla boring. Brunnurin,
sum skal borast, er í bretsk-
um øki skamt frá føroyska
markinum og ikki so langt
frá Marjunbrunninum, sum
Amerada Hess boraði í fjør
og har fann munandi nøgdir
av olju. At felagið hevur
stórar vónir til hesa boring
sæst m.a. á umhvørvislýs-
ingini, sum Amerada Hess
hevur almannakunngjørt í
Bretlandi. Her stendur, at
ætlanin er at testa brunnin,
tvs. at fara undir eina
royndarframleiðslu, um so
er, at troffið verður við
olju. Ein slík testing merk-
ir, at man vil síggja, hvussu
goymslan (reservoirið) og
oljan eru háttað og bera seg
at og um hesi vera grundar-
lag undir eini veruligari
framleiðslu.
Í
umhvørvislýsingini
stendur m.a.: »If commer-
cial
hydrocarbons
are
found it may be necessary
to »test« the well in order to
obtain detailed information
to evaluate the reservoir,
which
would
involve
flowing the well and flaring
the hydrocarbons«. Við
øðrum orðum sleppur olja
at renna og verður gassið
eisini brent av. Tvs. at fær
Amerada Hess bingo, so
vilja skip og bátar, sum
koma framvið boriskipin-
um í september ella harum
síggja loðan, sum so aftur
kann bera boð um, at olju-
keldan, ið funnin var á før-
oyska landgrunninum í fjør,
møguliga er lønandi.
Aðrastaðni í skjalinum
»Environmental Statement
– Faroes Extension Well –
Block 204/16« stendur
m.a.: »AHL propose to drill
an appraisal well in block
204/16 in the second quar-
ter of 2002, currently targe-
ted to commence in May.
The operation to drill, test
(if required) and abandon
the well is expected to take
approximately 87 days if
commercial hydracarbons
are detected. This Environ-
mental Statement presents
the findings of the environ-
mental impact assessment
undertaken by AHL for the
proposed apprailsal well
and the company´s re-
sponse
to
the
issues
raised.«
Tvs. at talan er um eina
boring, sum tekur í mesta
lagi 87 dagar.
Umboð fyri Amerada Hess
hava longu boðað frá, at tað
er sera sannlíkt, at feltið,
sum funnið varð í før-
oyskum øki, eisini gongur
inn á bretskt øki. Harvið vil
tað fyrsta føroyska oljufelt-
ið nakrantíð verða bretskt
eisini. Tað er so eitt úrslit
av tí marknaavtalu, sum
varð gjørd millum londini,
og har miðlinjan gjørdist
úrslitið. Sigast kann, at um
føroyingar ikki fingu krav
sítt um miðlinjumark, so
hevði øll henda møguliga
keldan ligið á bretskum øki
og í víðasta konsekvensi
vildi
eitt
mark
nærri
Føroyum merkt, at stórur
partur av økinum, sum vit
hava boðið út, vildi verið á
bretskum
hondum.
Í
marknaavtaluni við bretar
verður møguleikin fyri at
gera fund tvørtur um mark-
ið nevndur. Vil væl til kann
nettupp hetta gerast ein av
áhugaverdu spurningunum,
sum fokus fer at verða sett
á á altjóða oljumessuni í
Stavanger seint í august.
Bretski oljuráðharrin Brian
Wilson verður hjástæddur
og Sosialurin skilur, at tað
er ikki óhugsandi, at før-
oyski starvsbróðurin Eyðun
Elttør verður har eisini – og
at nettupp hetta felags
fundið kann gerast partur
av dagskránni. Tað fáa vit
tó ikki váttað.
Ben Arabo, stjóri í Ame-
rada Hess sigur við Sosi-
alin, at teir sjálvandi eru
sera spentir um komandi
boringina. Men hann hel-
dur tað er skeivt undan
boringini at gera sær ov
stórar vónir, hóast útlitini
eru góð. – Her er so nógv,
sum skal sampakka, skal
talan vera um eitt lønanndi
fund. Men ómøguligt er tað
heldur ikki. Tað skal bor-
ingin í næstum geva eitt
svar uppá sigur hann.
Nú nærkast týðandi oljuboring:
Fara undir royndarframleiðslu
verður oljan funnin
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Nýggjur
OPEC-
leiðari
Orkumálaráðharrin
í
Venesuela,
Alvaro
Silva Calderon, er sett-
ur sum nýggjur aðal-
skrivari í felagsskapin-
um hjá oljuútflytara-
londunum OPEC. Hann
tekur við eftir Ali Rod-
guez.
Rodguez fór frá fyri
nøkrum vikum síðani,
tá hann fekk starvið
sum stjóri í almenna
oljufelagnum í Venesu-
ela, PDVSA. Venesuela
hevur í løtuni formans-
skapin í OPEC, og tí er
tann nýggi aðalskriv-
arin eisini haðani.
Alvaro Silva Calde-
ron sigur, at sum aðal-
skrivari ætlar hann sær
ikki einans at virka fyri
áhugamálunum
hjá
OPEC-londunum, men
at hann eisini fer at
virða áhugamálini hjá
øðrum
oljuframleið-
andi londum.
SAS tapti
Tað gongur sum kunn-
ugt illa hjá skandi-
naviska flogfelagnum
SAS, og í vikuni fekk
felagið
aftur
ein
frammaná.
Tað hendi, tá felagið
tapti kappingina um
atflyta alment starvs-
fólk í Noregi. SAS
hevði hendan sáttmál-
an í fjør, men tapti nú
ímóti tí lítla norska
flogfelagnum Norveg-
ian Air Shuttle. Sam-
bært
sáttmálanum
kunnu tey 170.000 al-
mennu
starvsfólkini
flúgva á norsku innan-
ríkisrutunum fyri ser-
prís. Eitt nú kostar tað
teimum 850 krónur at
flúgva millum Oslo og
Tróndheim og 1500
krónur millum Oslo og
Tromsø. SAS sleppur
heldur ikki at flyta tey
almennu starvsfólkini á
rutuni til Keypmanna-
havnar. Ta uppgávuna
fekk Sterling.
Norska stjórnin hev-
ur samstundis gjørt
sáttmála við fleiri út-
lendsk flogfeløg um at
flyta almenn starvsfólk
á altjóða flogrutum.
Sáttmálar
eru
við
KLM, Air France, Brit-
ish Airways, Finnair og
SN Brussel Airlines.
Úr Norðurlondum:
Fekk skeivt
blóð
Fylkislæknin í Norður-
noregi vil hava kannað,
hvussu tað kundi bera
til, at ein sjúklingur
fekk skeivt blóð á norð-
urnorska Universitets-
sjúkrahúsinum í síðstu
viku.
Gerd Ersdal, fylkis-
lækni sigur, at málið er
sera álvarssamt, tí eitt
mistak sum hetta eigur
ikki at henda.
Í mars doyði ein sjúk-
lingur á sama sjúkra-
húsinum, eftir at hann
hevði
fingið
skeivt
blóð. Tað sama mundi
hent
fríggjadagin
í
síðstu viku, men til alla
lukku varnaðist sjúk-
lingurin sjálvur, at alt
ruggaði ikki rætt.
Færri verða
doypt
Flestu foreldur í Dan-
mark doypa síni børn,
men
hagtølini
vísa
kortini, at talið á børn-
um, sum verða borin til
dópin, er minkað nógv.
Á tølunum sæst, at 20
prosent
av
teimum
børnunum, sum vórðu
fødd í 2000, høvdu ikki
verið til dópin, tá tey
fyltu eitt ár. Í Keyp-
mannahavn
høvdu
uppaftur færri ársgom-
ul børn verið til dópin.
Hans Raun Iversen,
lektari á lærda háskúl-
anum í Keypmanna-
havn heldur, at gjógvin
millum
tað
vanliga
danska fólkið og kirkj-
una er vorðin breiðari
tey seinnu árini. Ein
annar granskari, Johan
Peter Paludan, sigur, at
tann gamli siðurin at
doypa smábørnini er
viknandi í Danmark.
Fáa færri
børn
Bergens Tidende skriv-
ar, at talið á nýføð-
ingum í Bergen er nú so
lítið, sum tað ikki hevur
verið seinastu fimtan
árini. Sum gongdin
hevur verið higartil í ár,
koma
umleið
4600
børn í verðina í Bergen
í ár, og tað eru 300
færri enn í fjør. So lítið
hevur talið ikki verið
síðani 1987. Hagtøl
vísa, at tað er ikki bara
í Bergen, at barnatalið
fellur, men at hetta er
galdandi fyri megin-
partin av Noregi.
Amerikanska stjórnin
hóttir við at nýta
sýtingarrættin, um
hermenn í ST-
tænastu kunnu
dragast fyri altjóða
revsirættin
USA OG REVSI-
RÆTTURIN
Árni Joensen
Amerikanska stjórnin hev-
ur sýtt fyri at skriva undir
sátmálan um altjóða revsi-
rættin, sum verður settur á
stovn tann 1. juli, og nú
hóttir stjórnin við at taka
tað fyrsta stigið ímóti rætt-
inum.
Ætlanin var, at trygdar-
ráðið hjá ST skuldi leingja
heimildirnar hjá friðar-
varðveitandi løgregludeild-
unum í Bosnia hósdagin,
men málið mátti útsetast. tí
USA sýtti fyri at taka undir
við tí. Amerikanski ST-
sendiharrin, John Negro-
ponte, segði, at um neyðugt
fer USA at nýta sýtingar-
rættin ímóti málinum.
Amerikanska stjórnin ber
ótta fyri, at amerikanskir
hermenn
og
yvirmenn
kunnu verða drignir fyri
tann nýggja altjóða revsi-
rættin í Haag av politiskum
orsøkum,
og
tí
hevur
stjórnin kravt, at ameri-
kanskir hermenn og løg-
reglumenn í ST-tænastu
skulu ikki kunna dragast
fyri rættin.
Hetta vilja hini londini
ikki góðtaka.
USA krevur serreglur
fyri sínar ST-hermenn
Hjálparfelagsskapir
eru als ikki nøgdir við
stuðulin, sum G8-
londini hava játtað
Afrika
G8 OG AFRIKA
Árni Joensen
Tey ríku londini í G8-
bólkinum samtyktu á topp-
fundinum í Kanada at játta
Afrika 580 milliónir doll-
arar um árið tey næstu trý
árini. Tað er lítið saman-
borið við uppskotið hjá ST-
aðalskrivaranum
Kofi
Annan, sum segði tað vera
neyðugt at lata afrikanska
heimspartinum 10 milli-
ardir dollarar, skal tað bera
til at basa sjúkum sum
malaria,
tuberklum
og
AIDS.
Leiðarin í hjálparsamtak-
inum Ofram, Phil Twyford,
sigur, at stuðulin frá G8-
londunum munar einki og
er í veruleikanum bert ein
dropi í havinum. Í Ofram
eru
tólv
hjálparfelags-
skapir, sum m. a. virka í
Afrika.
Talsmaðurin hjá Ofram,
Mark Fried, sigur, at undan
fundinum høvdu øll londini
í G8-bólkinum lovað at
veita munandi størri stuðul,
so børn í tí fátæka heim-
inum kunnu sleppa í skúla.
Heimsbankin hevur mett, at
tað fer at kosta 15 milliardir
dollarar at útvega 125
milliónum børnum skúla-
gongd. Men nógv restar í,
og í síðstu viku boðaði tað
ríkasta landið, USA, frá, at
tess stuðul til skúlagongd-
ina verður bara 20 milliónir
dollarar næsta ár.
- Tað svarar til 28 cent til
hvørt barnið og ger við
øðrum orðum ongan mun.,
sigur Mark Fried. Hann
biður amerikansku stjórn-
ina spegla sær í teirri
japansku, sum hevur gjørt
av at játta fimm milliardir
dollarar tey næstu fimm
árini.
G8-stuðulin til Afrika
alt ov lítil
Leiðararmnir á G8-bólkinum, sum hittust í í Kanada. Frá vinstru Silvio Berlusconi úr Italia, Gerhard Schrøder úr Týsklandi,
George W. Bush úr USA, Jacques Chirac úr Fraklandi, Jean Chretien úr Kanada, Vladimir Putin úr Russlandi, Tony Blair úr
Bretlandi og Junishiro Koizumi úr Japan. Uttast til høgru umboðini hjá ES, spanski forsætisráðharrin Jose Maria Aznar og ES-
nevndarformaðurin Romano Prodi
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
21
20
<script language="javascript1.1"><!--
var javas=1;
//--></script>
<script language="javascript"><!--
eigandi = "973"
<title>Eimskip Faroe Islands : Tænastur</title>
<META name="Keywords" uppl_singar um starfsfólk og skrifstofur.">
if(javas) {
run = "1"
} else {
<html>
<head>
<title>Eimskip : Um okkum</title>
<td><img src="/img/utlit/blar_kassi.gif" width="6" height="6" hspace="5" vspace="4" border="0" alt=""></td>
<td width="100%">Tænastur<br>
<a href="greinar.asp?cid=180">- flogfrakt</a><br>
<a href="grein.asp?cid=177&aid=378">- fl_tigó_s</a><br>
<a href="grein.asp?cid=177&aid=491">- smásendingar</a><br>
<a href="grein.asp?cid=181&aid=388">- frígoymsla</a><br>
<br>
</td>
</tr>
<!--<tr valign="top">
Tracscape,Trackscape">
<td><img src="/img/utlit/blar_kassi.gif" width="6" height="6" hspace="5" vspace="4" border="0" alt=""></td>
<td width="100%">Búsló_arflutningar<br>
<td><img src="/img/utlit/blar_kassi.gif" width="6" height="6" hspace="5" vspace="4" border="0" alt=""></td>
<td width="100%">Siglingalei_ir<br>
<a href="grein.asp?cid=127&aid=679">- Frá Íslandi</a><br>
<a href="grein.asp?cid=126&aid=683">- Til Íslands</a><br>
<a href="siglingaleidir.asp?cid=139&routeid=1L">- Ameríkulei_</a><br>
<a href="siglingaleidir.asp?cid=139&routeid=2I">- Su_urlei_</a><br>
<a href="siglingaleidir.asp?cid=139&routeid=2K">- Nor_urlei_</a><br>
<a href="siglingaleidir.asp?cid=139&routeid=3S">- Strandsiglingar</a><br>
<br>
<area href="http://www.eimskip.net" alt="The global overview for Eimskip websites"
</map>
www.eimskip.fo