Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. juni 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 122 - 29. juni 2002 Nr. 122 - 29. juni 2002 23 Hera Niclasen dámar væl brasilskan fót- bólt, men fyri hans- ara starvsøkið og føroyska samfelagið er tað betur, um Týsk- land vinnur HM- finaluna sunnudagin FERÐING OG FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Stjórin á Ferðaráðnum ætlar sær at rópa á Týsk- land sunnudagin, hóast tað gongur út yvir fótbóltssnill- ingarnar úr Brasil. – Brasil hevur nakrar frá- líkar fótbóltsspælarar, og teir spæla góðan fótbólt, men tað er gott fyri Føroy- ar, um tað verða týskarar- nir, sum vinna finaluna sunnudagin. Tað er kanska eitt sindur av handilsligum orsøkum, men eg fari at halda við Týsklandi, sigur Heri Niclasen. – Tað er munur á at spæla ímóti einum týskum lands- liði og heimsmeistarunum. Um nú Týskland vinnur HM, so fáa vit ein gyltan møguleika at spæla ímóti heimsins besta landsliðið, og áhugin fyri einum slík- um dysti verður uppaftur størri, enn hann var framm- anundan, heldur hann. Týskarar skulu steðga longri Síðani tað gjørdist greitt, at Føroyar skulu spæla tveir EM-dystir ímóti Týsklandi, hevur Ferðaráðið arbeitt miðvíst við at nýta hendan møguleika til fulnar á týska marknaðinum. – Nógvir týskarar vitja sum í Føroyum, men ein stórur partur av teimum steðgar bara her á veg til Ís- lands. Vit vilja fegin hava teir at steðga longri í Før- oyum, og at hava Føroyar sum veruliga ferðamálið hjá sær, sigur Heri Nicla- sen. Tí hevur Ferðaráðið sett fólk burtur av at arbeiða við EM-londunum. Áhugin fyri fótbólti er ovurhonds stórur í flestu londunum, og tí er tað ein framúr møguleiki hjá føroyskari ferðavinnu og øðrum at gera vart við seg í hesum sambandi. – Vit royna við okkara orku at føra Føroyar fram á ymsan hátt. Vit hugsa ikki bara um ferðavinnuna, men eisini um ítrótt, mentan og vinnulív. Vit hava ført okkum fram í Týsklandi í eina tíð, og hóast úrslitið ikki er so gott, sum vit høvdu vónað, so gongur tað væl við hesum arbeiði, sig- ur Heri Niclasen. Vónar gott úrslit Eitt er, at føroyska landslið- ið sleppur at royna seg ímóti Týsklandi. Tað er í sær sjálvum spennandi og gott fyri føroyskan fótbolt og samfelagið annars. Men stjórin á Ferðaráðnum sær fyri sær, at um føroyingar avrikað eina sensatión, so kann tað geva Føroyum enn meira burturúr. – Fótbóltur hevur so ómetaliga nógv at siga fyri Føroyar, og tí taki eg undir við teimum, sum halda, at landsliðið skal hava enn betri møguleikar til at venja undir. Tað ræður um at vera við, men tað ræður eisini um at fáa góð úrslit og at gera vart við seg á tann hátt, heldur Heri Niclasen. – Í løtuni er eitt sindur ør- kymlaður um føroyska fót- bóltslandsliðið, tí eg veit ikki, hvussu tað stendur til. Venjari hevur ikki enn ver- ið í Føroyum, og tá er liðugur við sínar feriu, eru bara fáar vikur at arbeiða í, áðrenn vit skulu møta Týsklandi fyrru ferð. Tí ivist eg eitt sindur í ítróttar- liga møguleikanum at gera vart við okkum, sigur stjór- in á Ferðaráðnum. Fólkini í Clickhaze vóru sera væl nøgd við framførsluna á festivalinum í Ros- kilde, og í Nibe leit- aðu fólk frá kon- sertini í fjør aftur til konsertina við før- oyska bólkinum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Seinastu dagararnar hev- ur føroyski rockbólkurin Clickhaze spælt á tveim- um tónleikafestivalum í Danmark, og tað hevur gingið væl. Festivalarnir eru nógv- ir í tali, men tað er eingin við síðuna ella yvir festi- valinum í Roskilde, sum fyri kortum var kosin at vera heimsins besti festi- valur, tá tað ræður um tónleik, trygd og umstøð- ur annars. Mikukvøldið spældi Clickhaze á camping- pallinum í Roskilde. Tað er her nýggj nøvn fáa møguleikan at gera vart við seg. Sjálvur festival- urin byrjaði ikki fyrr enn hóskvøldið, men nógv fólk kom fyrr í vikuni til Roskilde. Tað var nógv fólk til konsertina hjá Clickhaze mikukvøldið, og fólkini í bólkinum eru væl nøgd við framførsluna. – Tað var gott lív í áhoyrarunum, og fram- førslan var væl eydnað. Tað var ikki minst lív í teimum hundraðtals før- oyska áhoyrarunum, sum savnaðust framman fyri pallin og settu týðiliga dám á konsertina, sigur bólkurin á internetsíðu síni. Tá Clickhaze hevði sett punktum fyri fram- førlsuni við sanginum Indigo Brow trivu føroy- sku áhoyrararnir í tjóð- sanginum, og tað var ein øðrvísi endi á konsertini. Aftur í Nibe Eftir konsertina í Ros- kilde legði Clickhaze leiðina til Nibe, har næsta uppgávan var á skránni hósdagin. Click- haze spældi á festivali- num í Nibe í fjør, og tað gekk so væl, at leiðarin fyri festivalin beinan vegin bjóðaði Clickhaze at koma aftur í ár. Clickhaze eru sera feg- in um viðferðina, sum tey hava fingið frá festi- valinum í Nibe, og tað er ikki minst leiðarin har, Peter Møller Madsen, sum eigur æruna av, at tað hevur gingið so væl hjá bólkinum í Danmark. Clickhaze spældi á sama palli í ár, sum tey spældu í fjør, og aftur í ár gekk tað upp á stás. Ljóðið var gott, og bólk- urin fegnast um, at fólk, sum vóru til konsertina í fjør, leitaðu sær aftur til Måneskinsteltet í ár. Fleiri teirra vildu vera við, at konsertin í ár var betri enn tann í fjør. Í gjár fóru fólkini í Clickhaze til Keyp- mannahavnar, har tey skulu vera komandi dag- arnar. Tey ætla at halda frí í nakrar dagar, og tey ætla sær at leita aftur til festivalin í Roskilde, har tað er møguleiki at hoyra nógvan góðan tónleik um vikuskiftið. Næsta konsertin hjá bólkinum verður í Føroy- ingahúsinum í Keyp- mannahavn týskvøldið klokkan 20.00, og tá fer bólkurin 200 eisini at spæla. Hósdagin skal Clickhaze spæla á Midt- fyns festivalinum, sum er næststørsti festivalurin í Danmark. – Vit hava fingið óvanliga nógv brøv sendandi úr útlond- um, síðani vit drógu Týskland í okkara bólk. Tað er vónleyst at svara øllum brøv- unum, sigur Dánjal Andreasen, formaður í FSF, sum er sann- førdur um útseldan dyst næsta summar FSF Eyðun Klakstein Fótbóltssamband Føroya hevur merkt øktan áhuga fyri føroyskum fótbólti, síðani vit komu í EM-bólk saman við Týsklandi. – Vit fáa eina ørgrynnu av brøvum sendandi úr út- londum. Fólk vilja hava upplýsingar um føroyskan fótbólt og landsliðið, og tey biða um nálir og vimplar, sigur Dánjal Andreasen. – Vit royna at svara so nógvum brøvum, sum vit klára, men tað er vónleyst at svara øllum brøvunum, sigur hann. Tað er vanligt, at FSF fær nógv brøv úr útlondum, men áhugin fyri føroyskum fótbolti hevur verið størri enn vanligt, síðani Týsk- land kom í okkara bólk. Heldur við Brasil Bossurin í føroyskum fót- bólti fer sunnudagin at halda við Brasil, hóast dysturin kann geva føroy- ingum fyrsta møguleikan at møta heimsmeistarunum. – Eg má bara siga sum er, at eg haldi við Brasil, tí mær dámar betur teirra fót- bóltsspæl. Tað er stuttligt at hyggja eftir dystum, tá Brasil spælir væl, meðan Týskland ikki rættiliga kann undirhalda á sama hátt, sigur Dánjal Andrea- sen. Fyri Fótbóltssamband Føroya hevur tað ikki so nógv at siga, hvørt Týsk- land verður heimsmeistari ella ikki sunnudagin. Allar avtalur, sum FSF byggir sítt virksemi á, eru gjørdar fyri fleiri árum síðani, og tí kastar tað einki eyka av sær, at Týskland vinnur HM. Tá Føroyar komu í bólk saman við Týskland, hevði táverandi formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson, ilt við at fjala stóru gleðini um, at tað gevur milliónir í FSF- kassan umvegis sjónvarps- rættindini, sum UFA hevur keypt frá FSF. Hendan av- tala verður ikki ávirkað av úrslitinum í finaluni sunnu- dagin, men Dánjal Andrea- sen heldur, at um Týskland – Fyri fótbóltin ynski eg, at Brasil stendur seg væl i finaluni, men fyri Føroyar og føroyskan fótbólt er einki at ivast í, at Týskland er rætti vinnarin. Tí haldi eg við Týsklandi sunnu- dagin, sigur stjórin á Atlantsflog FERÐING OG FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Tað vóru nógv fólk, sum høvdu trupult við at fáa armarnar niður, eftir at Før- oyar varð drigið í sama bólk sum Týskland til EM- undankappingina næstu tvey árini. Hesi fólk hava fingið enn meira at fegnast um, síðani Týskland spældi seg í final- una í heimsmeistarakapp- ingini í fótbólti, sum verður hildin í Japan og Suður- korea í hesum døgum. Ein av teimum, sum er fegin um týsku mótstøðu- na, er Magni Arge, sum er stjóri fyri føroyska flog- felagnum, Atlantsflog. – Tað er ógjørligt at siga, hvussu nógv virði er í um- taluni, sum Føroyar fara at fáa í sambandi við dystir- nar ímóti Týskland. Hend- an umtala kann næstan ikki metast ov høgt, og í krón- um og oyrum er talan eina risastóra milliónaupphædd, sigur Magni Arge. – Atlantsflog – og føroy- sk ferðavinna annars – hev- ur lítlar møguleikar at keypa sær lýsingar í útlend- skum fjølmiðlum, tí tað kostar so nógv, men tveir fótbóltsdystir ímóti Týsk- landi geva eina rúgvu av ókeypis umtalu, sum vit kunnu njóta gott av. Heldur við Týsklandi Atlantsflog hevur ikki merkt øktan áhuga fyri EM-dystinum millum Før- oyar og Týskland næsta summar, síðani týskarnir spældu seg í HM-finaluni, men áhugin hevur verið stórur, síðani lutakastið var. – Tað var ómetaliga gott fyri Føroyar og føroyskan fótbólt, at vit fingu Týsk- land í okkara bólk, og at teir nú eru komnir í HM- finaluna og hava møguleika at gerast heimsmeistarar, ger bara støðuna betur, sig- ur Magni Arge. Sunnudagin skal tað ger- ast av, hvør kann kalla seg heimsmeistara næstu fýra árini. Dysturin stendur millum Týskland og Brasil, og tað kann fáa ein fót- bóltsáhugaðan stjóra at iv- ast eitt sindur. – Fyri fótbóltin ynski eg, at Brasil stendur seg væl í finaluni, men fyri Føroyar og føroyskan fótbólt er einki at ivast í, at Týskland er rætti vinnarin. Tí haldi eg við Týsklandi sunnudag- in, sigur Magni Arge. Gera nógv við Týskland Atlantsflog gjørdi eftir EM- lutakastið av, at næstu tvey árini skal felagið gera meira við at fáa viðskifta- fólk í Týsklandi. Umrøðan frá fótbóltsdystunum skuldi brúkast sum frægast, og longu tíðliga í ár, var føroy- ska flogfelagið umboðað á eini ferðavinnustevnu í Berlin. Tá høvdu teir Allan Simonsen við sær á stevn- uni, og tað var nevniliga við fótbóltinum í huga, at fyrrverandi landsliðsvenj- arin var við. – Vit hava lagt eina ætlan um at gera vart við okkum í Týsklandi, og nú týskarar møguliga gerast heims- meistarar, styrkir tað bara okkara ætlan um at gera serliga nógv við Týskland næstu tvey árini, sigur Magni Arge. Atlantsflog hevur síðani 1995 verið ein av bestu stuðlunum hjá føroyska landsliðsfótbóltinum, og stjórin í felagnum heldur, at tað ferð eftir ferð vísir seg, at fótbóltslandsliðið er besta umboðið fyri Føroyar og føroyska ferðavinnu. – Vit hava havt víst góðan vilja mótvegis fótbólts- landsliðnum í nógv ár, og tað hava vit gjørt, tí vit halda, at tað er umráðandi, at Føroyar eru við í altjóða fótbóltskappingum. Tað er gott fyri føroyskan fótbólt, men sanniliga eisini fyri føroyska samfelagið annars, heldur Magni Arge. – Umframt at fótbólturin skapar størri áhuga fyri Føroyum, økir tað eisini um ferðsluna til og úr Føroy- um, tá dystir eru, sigur Magni Arge. Og tá Týskland og Føroy- ar hittast í Havn næsta summar, kann Atlantsflog eisini roknað við at fáa lut í nógvu ferðingini, sum verður til og úr Føroyum í sambandi við dystin. Clickhaze fegnast um Roskilde-konsertina Clickhaze hevur havt tvær góðar framførlsur á festivalum í Danmark seinastu dagarnar, og í næstu viku skal bólkurin spæla á enn einum stórum festivali FSF gongur undir í útlendskum brøvum vinnur, so kann tað kanska fáa positiva ávirkan á sam- ráðingar í framtíðini. Væntar útselt Landsdysturin millum Før- oyar og Týskland næsta summar skal spælast á Tórsvølli í Havn, og for- maðurin í FSF gleðir seg til tann stórdystin. – Eg dugi ikki at hugsa mær til annað, enn at øll áskoðaraplássini verða seld, og at vit fáa ein góðan dyst, sigur hann. FSF-bossurin viðgongur, at áhugin fyri týska lands- liðnum ivaleyst verður størri, um teir koma til Før- oya sum heimsmeistarar, men tað fær hann ikki at broyta støðu til, hvønn hann heldur við í HM- finaluni sunnudagin. Hann vil hava Ronaldo og teir at vinna á Kahn og teimum. – Eg dugi ikki at hugsa mær til annað, enn at øll áskoðaraplássini verða seld, tá Týskland kemur til Føroya at spæla næsta ár, sigur Dánjal Andreasen Ferðráðið roynir at lokka týskarar Magni Arge: Best um Týskland vinnur – Tað er umráðandi, at Føroyar eru við í altjóða fótbóltskappingum. Tað er gott fyri føroyskan fótbólt, men sanniliga eisini fyri føroyska samfelagið annars, heldur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi Fuglfirðingar fáa nýggja mentanarborg Leygardagin verður nýggja Mentanar- húsið í Fuglafirði al- ment tikið í nýtslu. Í august mánaði verð- ur rættilig ferð sett á virksemið í húsinum MENTAN Eyðun Klakstein Fuglafjørður: Leygardag- in verða dyrnar latnar upp á víðan vegg í nýggja Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og tað er ikki sørt, at fuglfirðingar gleða seg til, at húsið rættiliga fer at virka. Mentanarhúsið er klárt at taka í nýtslu, og leygar- dagin verður hetta stað- fest við einum hátíðar- haldi. Hetta hald skal gera greitt, at húsið nú er tikið alment í nýtslu. Mentanarhúsið í Fugla- firði hevur kostað stívliga 12 milliónir at byggja, og tað hevur verið leingi ávegis. Nú eru ídnu fólk- ini aftan fyri húsið umsíð- ir komin á mál, og í august mánaði verður rættilig ferð setta á virk- semið í húsinum. Røður og frágreiðingar Men fyrst er almenna há- tíðarhaldið leygardagin á skránni. Dyrnar lata upp klokkan 16.00, og sjálvt tiltakið byrjar ein tíma seinna. Fyrst fer Eyðun Hansen at siga frá um Fuglafjarð- ar Sjónleikarfelag, sum eigur húsið, og hann fer eisini at greiða frá gongd- ina við at byggja húsið, og hvussu tað hevur latið seg gjørt. Arnold Abrahamsen fer at siga frá, og eldri sjón- leikarar fara at spæla brot út fyrsta leikinum hjá Fuglafjarðar Sjónleikar- felag. Leikurin kallaðist »Hjá Dalabóndum« og varð spældur í 1955. Pall- setingin frá hesum leiki verður eisini brúkt á eini plakat, sum verður gjørd í avmarkaðum upplagi í sambandi við hátíðar- dagin. Hesa plakat hevur Vígdis Petersen lagt til rættis. Jóhan Heri Joensen, sum formaður í menta- málanevndini hjá Fugla- fjarðar býráð fer at halda røðu, og ætlanin er, at landsstýrismaðurin við mentamálum, Annlis Bjarkhamar, eisini skal leggja leiðina fram fyri at siga nøkur orð. Kapping um búmerki Fuglafjarðar Sjónleikar- felag hevur skipað fyri kapping um nýtt búmerki til Mentanarhúsið, og vinnarin av hesi kapping verður funnin undir til- takinum leygardagin. Vinnandi búmerkið verð- ur sjálvandi eisini víst fram. Harafturat verður eisini ein uppboðssøla við mál- ningum, sum ymsir listar- menn hava latið til tiltak- ið. Hesari uppboðssølu fara Ditleif Eldevig og Terji á Lakjuni at standa fyri. Aftaná verður møguligt hjá fólki at fáa orðið, um tey hava onkra heilsu at bera ella onkra viðmerk- ing at koma við. Byrjar í august Tiltakið leygardagin mar- kerar, at nú er Mentanar- húsið í Fuglafirði opið. Næstu tíðina verða iva- leyst onkur tiltøk, millum annað í sambandi við varmakeldustevnuna, men frá 1. august verður rætti- lig ferð sett á virksemið. Mentanarhúsið ætlar sær at bjóða tiltøk mest sum hvørt vikuskiftið, og talan verður bæði um framførslur av ymsum slag, dansitiltøk, konsert- ir, framsýningar og annað. Størsta tiltakið í august mánaði verður helst, tá norski dansibólkurin Gluntan fer at spæla har. Hetta tiltak verður 30. august. Listarstevnan verður hildin kring landið í august mánaði, og eini fimm tiltøk verða í hesum sambandi í Mentanarhúsi- num í Fuglafirði. Onnur forvitnislig tiltøk verða eisini á skránni fyr- stu tíðina. Væl útgjørt Mentanarhúsið í Fugla- firði er væl útgjørt við ljóðanleggi og ljósi. Nógv er gjørt burtur úr ljóð- viðurskiftunum í húsi- num, og her hevur Jóan- nes Steingrund verið íðin at skipa fyri. Sagt verður um húsið, at tað valla eig- ur sín líka í Føroyum, tá tað ræður um ljóðviður- skifti. Mentanarhúsið hevur eisini sína egnu matstovu, og skeinkiloyvi er til hús- ið. Ætlanin er, at matstov- an skal lata upp fyrst í august mánaði. 350 fólk kunnu sessast í húsinum, men verða stól- ar ikki settir upp í stóra salinum, kunnu sløk 800 fólk verða inni í senn. Edward Fuglø hevur eisini havt ein fingur við í spælinum. Hann hevur valt litirnar, sum húsið er prýtt við innan. Jonhard Hammer úr Gøtu er settur sum daglig- ur leiðari í Mentanarhúsi- num í Fuglafirði. – Fótbóltur hevur so ómetaliga nógv at siga fyri Føroyar, og tí taki eg undir við teimum, sum halda, at landsliðið skal hava enn betri møguleikar til at venja undir, sigur Heri Niclasen C M Y K 23 22