leygardagur 29. juni 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 122 - 29. juni 2002
Loppumarknaður
Kyndil skipar fyri loppumarknaði í miðbýnum
leygardagin 6. juli. Tikið verður ímóti lutum (ikki
klæðir) hósdagin 4. juli frá kl. 17 til kl. 19 í Kyndils-
hølunum í Gundadalshøllini.
Tit eru vælkomin at ringja á tel. 312234 Erla ella tel.
317022 Katrin, um tit hava størri ting, sum skulu
avheintast.
Kyndil
Sethús til sølu
Sethús á Kambsdali til sølu, um hóskandi boð
fast.
Telefon : 444244 ella 212656
Vaskifólk
Søkt verður eftir fólki at vaska rávørumóttøku- og
pakkihøllina á P/F Kollafjørð Pelagic í Kollafirði.
Arbeiðið fer fram eftir vanliga arbeiðstíð.
Arbeiðið byrjar 1. juli 2002.
Eysturoyar Reingering
Postboks 41, 650 Toftir
448988 & 225350
Sosialurin - Tel. 311820
Ólavsøkuframsýningin
2002
Ólavsøkuframsýning
í
Ólavsø
ýningina.
í hendi
í
í seinasta lagi
í
tø
ølu, og øll
ýð
anum.
Tilmeldingarblað til framsý
sýningina f
ýn
æ
fæst í Lista-
ská
kálanum.
Myndir undir glasi skulu hava rammu.
Listafelagið setir eina nevnd at skipa fyri fram-
sýningini, og tilskilar sær rætt til at taka dagar
í
úrval og samanseting skulu vera.
Listaskálin er opin mánadag-fríggjadag kl 11 -
Listafelag Føroya
Gundadalsvegur
postsmoga 1141
FO-110 Tórshavn
tlf 31 35 79
Hús í Leynum til
sølu
Hús í Leynum til sølu um hóskandi boð fæst.
Húsini eru 42 frm., við hálvum kjallara. Í stovu-
hæddini er stova og alrúm í einum. 2 sovikømur,
gangur og wc.
Í kjallaranum er gangur, fýrrúm og brúsa.
Vídd á grundøkinum er 451 frm.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
tlf. 311810
fax 318310
Avloysarastarv
Søkt verður eftir fólki til fulltíðarstarv á Dómara-
skrivstovuni til setan skjótast gjørligt. Setanartíðin
er 6 mánaðir.
Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:
•
Vanligt skrivstovuarbeiði
•
Skráseting á teldu
•
Telefonavgreiðslu
Førleikakrøv:
Til starvið krevst:
•
Skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving
•
Góð evni at samskifa á føroyskum og donskum
máli
•
Telduførleiki á brúkarastøði
•
Góð samstarvsevni
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir eru sambært felagssáttmála
millum Statsansattes kartel og Finansministeriet og
sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet. Set-
anarøkið fevnir um allar deildir á Dómaraskrivstov-
uni.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Kathrinu Magnussen, skrivstovuleiðara, tlf. 311003.
Umsóknir:
Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli skulu verða
Dómaraskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 5. juli
2002.
Sorinskrivarin í Føroyum,
tann 21. juni 2002
Jørgen B. Petersen, adm.
Venjari søkist
Høvuðsvenjari til svimjifelagið Ægir søkist til
svimjiárið 2002– 2003. Løn sambært sáttmála.
Umsókn sendast til Ægir,Postboks 342,700 Klaks-
vík, í seinasta lagi 15. juli. Nærri uppýsingar fáast
við at ringja til Dan Mikkelsen, tlf. 222207.
Ægir
Til sølu
Scania 112 6x4 dumpari
Scania 142 6x2 dumpari
Scania 141 6x2 dumpari
Scania 143 6x4 chassis
Volvo F16 Dumpari
Tlf. 228543
www.sosialurin.fo
Nr. 122 • leygardagur • 29. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Startspurturin verður
uppaftur meiri av-
gerandi á jóansøku,
enn hann hevur verið
í undanfarnu kapp-
ingunum
FM KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Tíðin flýgur avstað. Í dag er
fjórði FM kappróðurin á
skránni, og harvið er róðr-
arárið meiri enn hálvrunn-
ið. Einki FM heitið verður
formliga vunnið í dag. Men
um genturnar umborð á Síl-
inum og kvinnurnar um-
borð á Jarnbardi vinna í
Vági, so er sera ilt at
ímynda sær, at tað skal bera
til at hótta hesar manning-
arnar.
Genturnar og kvinnurnar
kappast á 1000 metrum.
Tískil verða hesar báðar
kappingarnar í dag undir
somu treytum, sum tað hev-
ur verið kappast á teimum
trimum undanfarnu stevn-
unum. Higartil hevur eing-
in hótt Sílið við gentum. Tí
verður talan um sanna
sensatión, um genturnar í
Havnar Róðrarfelag ikki
vinna í dag.
Jarnbardur við kvinnum
var suverenur í tveimum
teimum fyrstu kappingun-
um. Í Hósvík vunnu tær
eisini, men tann sigurin var
ikki so tryggur, sum hinir
báðir vóru tað. Riddarin úr
Miðvági hevði hug at bjóða
av. Spurningurin er so, um
tað í dag verða uppaftur
fleiri knotur í vágakvinn-
um, enn tað vóru síðsta
leygardag. Kvinnurnar á
Páll Fanga vóru nógv best-
ar í fjør. Higartil hevur tað
ikki ligið fyri hjá somu
manningini í Klaksvík, sum
vann so nógv í fjør. Tær
siga seg ikki hava givið
skarvin yvir, og tær skulu
neyvan heilt avskrivast.
Dreingirnir kappast í
Vági á sama teininum, sum
teir altíð gera. Men í tí
kappingini er lagt upp til
rættuligan spenning. Fípan
Fagra vann tvær tær fyrstu
ferðirnar, men fyri einari
viku síðani var Sílið fremst.
Blikur hevur verið framvið
í øllum kappingunum, og
báturin, sum tvey tey sein-
astu árini hevur vunnið FM,
Tjaldrið, eigur ikki at verða
avskrivaður, hóast tað ikki
enn hevur hilnast heilt væl
hjá honum í ár.
Nýggj og opin kapping
6–mannaførini við monn-
um,
8–mannaførini
og
10–mannaførini fara í dag
undir so at siga nýggja
kapping. Stigini, sum eru
vunnin í undanfarnu kapp-
ingunum, eiga manningarn-
ar sjálvandi. Men í dag og í
hinum báðum kappingun-
um, sum verða seinni í juli
í Miðvági og á ólavsøku,
fer alt at ganga fyri seg á
eitt túsund metrum og ikki
á 1500 og 2000 metrum,
sum hesir bátarnir higartil í
ár hava kappast á.
Stóri spurningurin undan
jóansøkuróðrinum
er,
hvussu tað, at teinurin nú er
væl styttri, enn hann hevur
verið, fer at ávirka kapp-
ingina.
Tað er altíð sera týdning-
armikið í kappróðri at fáa
góðan start, men tað er
uppaftur týdningarmiklari,
tá teinurin er stuttur.
Hetta vóru bátsformaður-
in á Havnarbátinum, Magni
Brøðraberg, og bátsfor-
maðurin umborð á Klaks-
víkinginum, Martin Ven-
ned, samdir í, tá vit eftir
Sundalagsstevnuna tosaðu
við teir.
Undanfarnu árini hevur
tað víst seg, at kappingin
millum 10–mannaførini á
1000 metrum hevur verið
ein langur spurtur. Á 2000
metrum er startspurtur,
miðróður, sum teir kalla
tað, og endaspurtur. Í mið-
róðrinum er nógv taktiskt
spæl, har onkrir fara upp í
bekk eina ella fleiri ferðir
og styttri og longri teinar. Á
1000 metrum verður spurt-
að allan vegin, og føturnir
sleppa ongantíð bekkinum.
Broyttu umstøðurnar eru
við til at gera róðurin í Vági
sera spennandi.
Undanfarnu kappingarn-
ar leggja eisini upp til stór-
an spenning. Í Vági eru tey
sjálvandi
serliga
spent
uppá, um tað fer at eydnast
Smyrli í heimasjógvi at
vinna
róðurin
millum
6–mannaførini, ella um
Páll Fangi skal endurvinna
plássið, sum hann vann í
Klaksvík og á Skálafjørð-
inum.
Kvívíkingur og Argjabát-
urin fara at kappast um
fremsta plássið millum
8–mannaførini, og so er tað
kappingin
millum
10–mannaførini. Har er alt
fullkomuliga opið. Eystur-
oyingur hevur vunnið tvær
ferðir, og Havnarbáturin
vann í Hósvík. Vestmenn-
ingurin og Klaksvíkingurin
hava higartil ikki vunnið,
men teir hava verið fram-
við, og eingin ivi er um, at
bæði í Vestmanna og ikki
minst í Klaksvík eru teir
sera tystir eftir at vinna.
Neyvan nakrantíð áður hev-
ur uppleggið undan einum
kappróðri verið so spenn-
andi, sum tað er undan
10–mannafarsróðrinum
hesa ferð.
Tað verður bekkspurtað allan vegin
Á stutta málinum í Vági er einki at ivast í, at talan verður um ein langan spurt, tá bátarnir, sum vanliga rógva 1500 metrar, fara
undir sínar róðrar
C
M
Y
K
25
24