leygardagur 29. juni 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 122 - 29. juni 2002
C
M
Y
K
26
Nr. 122 - 29. juni 2002
27
Bæði liðini hava
skaðar og leikbann at
dragast við undan
dystinum
UPPTAKT
Páll Holm Johannesen
Eftir eyðmýkjandi tap á
sundalagsstevnuni
ímóti
felagsliðnum EB/Streymi,
skal oddaliði úr Havn aftur
reisa seg. Sunnudagin kem-
ur aldursforsetin av Tvør-
oyri á vitjan í Gundadal.
Onki annað, enn ein sigur
kann góðtakast av havnar-
liðnum. Undan dystinum
má sigast, at HB er stór-
favorittur, og skal odda-
sessurin
varveitast,
er
kravið trý stig. Tvøramenn
berjast fyri at sleppa undan
niðurflyting, og vónirnar
um stig sunnudagin eru
ikki av teimum bestu.
Rógvi leikbannaður
Klaksvíkingurin á HB-
miðvøllinum fekk sítt triðja
gula kort ímóti EB/Streymi
seinasta vikuskiftið, og er tí
leikbannaður ímóti TB.
Rógvi hevur havt eitt gott
kappingarár, og tað er tí
smeitur fyri HB-liðið, at
hann ikki er tøkur. Vanda-
mikli framherjin, Uni Arge,
er framvegis skaddur og
onki røkist fyri, at hann
verður klárur at spæla í
bræði. Annars er Hallur
Danielsen so smátt byrj-
aður at venja aftur, men
hann er enn ikki heilt klárur
og verður heldur ikki at
síggja á vøllinum sunnu-
dagin. HB-liðið hevur ikki
staðið seg so væl uttanfyri
Havnina í ár, so kravið er
trý stig hvørja ferð í
Gundadali.
Mugu berjast
Hjá TB stendur ikki so væl
við fólki, teir hava tvey
leikbann og tveir mans, ið
sita uttanfyri við skaða.
Nebosjé og Andrass Nolsøe
hava ikki vant hesa vikuna,
og hvørgin teirra verður við
sunnudagin. Nær teir verða
klárir, er enn ikki greitt. Í
dystinum á Sevmýri sein-
asta vikuskifið, fingu bæði
Tórður
Mortensen
og
Wladimir Matijivic gula
kortið, og vera heldur ikki
við í Gundadali.
Av Tvøroyri verður sagt,
at tað gongur tann rætta
vegin, og menn verða
noyddir at berjast fyri søk-
ini, um tað skal eyðnast at
fáa nakað stig úr Gunda-
dali. Eftir at Lynge Nielsen
gjørdist venjari, hava venj-
ingarnar verið góðar, og
moralurin er góður undan
dystinum ímóti HB. – Vit
eru bara noyddir at vóna
tað besta, tí tað hevur víst
seg, at vit hava tað altíð
sera torført Í Gundadali,
verður sagt av Tvøroyri.
Sterku miðvallarnir,
Magni Jarnskor og
Zdizislaw Janik, hava
báðir leikbann, og
vera tí ikki við í
Sarpigerði sunnu-
dagin
UPPTAKT
Páll Holm Johannesen
Eftir eina heldur slaka
byrjan uppá kappingarárið,
er liðið úr Gøtu so spaku-
liga
byrja
at
nærkast
oddinum. Eftir sigurin á
B36 seinasta vikuskiftið,
eru nú bert fýra stig upp til
oddaliðini.
Vinnur
GÍ
sunnudagin, og oddaliðini
snáva, so eru gøtumenn
brádliga væl fyri í stríðnum
um heiðursmerkir. Sunnu-
dagin kemur felagsliðið
EB/Streymur á vitjan, sum
seinasta vikuskiftið óvænta
vann á oddaliðnum HB.
Magni og Janik ikki
við
Úr Gøtu verður sagt, at
liðið er væl fyri undan dyst-
inum ímóti EB/Streymi
sunnudagin. Allir, uttan
langtíðarskaddi Krzystof
Popczynski, hava vant hesa
vikuna. Bæði Magni Jarn-
skor og Zdizslaw Janik
fingu sítt triðja gula kort
seinasta vikuskiftið í Havn,
og eru tískil leikbannaðir til
dystin. Johan Nielsen er tí
noyddur at fremja nakrar
broytingar á miðvøllinum
frá dystinum seinasta viku-
skiftið. Bartal Eliassen
hevur havt ein skaða at
drigist við, men hann er
blivin so mikið frægur, at
hann við vissu verður at
síggja á vøllinum sunnu-
dagin.
- Skal liðið gera seg
galdandi í ár, er kravið trý
stig sunnudagin, verður
sagt úr Gøtu. Vónirnar eru
eisni góðar í Gøtu, tí GÍ
plagar at hava gott tak á
felagsliðnum.
Nøgdir við javnleik
Sjálvt um tað bleiv til trý
stig ímóti oddaliðnum HB á
sundalagsstevnuni, so eru
teir eru úr EB/Streymi
lítilatnir, tá talan er um
dystin í Gøtu. –Vit fara
altíð inn á vøllin eftir trim-
um stigum, men fáa vit
annað stigið í Gøtu sunnu-
dagin, eru vit væl nøgdir,
verður sagt úr EB/Streymi.
Teir vísa á, at tað er altíð
torført at spæla í Gøtu,
haraftat tykist GÍ at vera
væl fyri í løtuni, og tí eru
vit væl nøgdir við javnleik.
Hjá EB/Streymi eru allir,
uttan verjuleikarin Andrzej
Pacek, tøkir. Pacek var
heldur ikki við ímóti HB
seinasta vikuskiftið, so tað
verða ikki tær heilt stóru
broytingar frá dystinum
ímóti HB.
Bæði liðini fara eftir
sigrinum á jóansøku.
Dysturin verður
spældur leygardagin
UPPTAKT
Páll Holm Johannesen
Skal B36 gera sær vón um,
at endurtaka meistaraheitið
frá í fjør, kann onki annað
enn ein sigur góðtakast í
stevnudystinum í Vági.
Eftir, at B36 misnýtti
møguleikan at koma heilt
fram í oddin seinasta viku-
skifti, vóna havnarmenn-
irnir, at teir fáa trý stig
norðuraftur við sær. Vág-
bingar hava góðar vónir
undan jóansøkudystinum,
og um nøkur vón skal
gerast um heiðursmerkir, er
kravið ein sigur.
VB fer eftir trimum
stigum
Vágbingar hava vant við
fullari ferð hesa vikuna.
Eftir venjaraskiftið eru
nógvir mans til venjing og
úr Vagi siga teir, at tað nú
gongur framá. Eftir góða
úrslitið í Klaksvík seinasta
sunnudag, eru vónirnar
góðar
undan
dystinum
ímóti B36. VB plagar at
hava gott tak á havnar-
liðnum á Eiðinum, og fara
teir eisini eftir sigrinum
hesaferð. VB-liðið hevur
allar mans tøkar, uttan
Bobo, ið fekk reyða kortið
ímóti KÍ.
B36 skert
B36 fer við skerdum liði á
jóansøku. Jákup á Borg er
leikbannaður eftir reyða
kortið seinasta sunnudag,
og Jens Kristian Hansen
verður heldur ikki við. Jens
Kristian meiddi seg so illa
mitt í vikuni, at hann
allarhelst ikki verður at
síggja á vøllinum aftur, fyrr
enn eftir summarsteðgin.
Eisini rumenin, Din Sandu,
er skaddur, og miðvallarin
verður heldur ikki at síggja
á B36-liðnum leygardagin.
Umframt hesar er fram-
herjin, Tórálvur Poulsen,
rættiliga ivasamur undan
dystinum. B36 hevur ikki
staðið seg so væl í ár, og
skal liðið gera seg galdandi
í toppinum, skulu teir
vinna.
HB skal reisa seg
GÍ ætlar sær í oddin
B36 skal vinna á jóansøku
Miðvallarin, Rógvi Jacobsen, er
leikbannaður í dystinum ímóti
TB
Skulu gøtumenn aftur gera seg galdandi í toppinum í ár, skulu
teir vinna á EB/Streymi sunnudagin
Stevnudystur er í Vági, og bæði VB og B36 ætla sær øll trý
stigini
27
Góðar umstøður í
startinum hava verið
settar sera høgt í
Vági, har tað kanska
er eitt sindur torført
hjá áskoðarunum at
finna røttu myndina
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Kappróðrarhýrurin hevur
verið góður í Vági í hesi
vikuni. Smyrla dreingirnir,
sum hava vunnið tvær tær
seinastu kappingarnar, eru
komnir suður aftur. Teir
hava verið í Havnini og
gingið í tekniska skúlanum,
men í hesi vikuni hava teir
aftur verið til arbeiðis, og
so hava teir vant á Vágs-
firði.
– Tá Vágbingur var upp á
tað besta, plagdu bátar at
stima saman við teimum, tá
teir vandu. Hetta hava vit
ikki sæð enn. Men bilar
hava verið á kaiuni, og teir
hava givið ljóð frá sær, tá
kappróðrarbáturin er komin
inn ímóti.
Tað er Heri Mortensen,
formaður í Vágs Kappróðr-
arfelag, sum vit hava í tele-
fonini. Sjálvandi eru hann
og teir spentir uppá, hvussu
tað fer at gangast Smyrli í
dag. Men tá vit tosaðu við
hann, vóru hann og hinir
ábyrgdarmenninir
fyri
kappróðrinum í Vági upp-
tiknir av at fyrireika.
– Tað er bara gott, at
strembanin eftir at fáa um-
støðurnar so góðar, sum tað
á nakran hátt ber til, er
vorðin stór kring alt landið.
Hetta økir um krøvini á
okkum. Vit seta okkum
sjálvar undir trýst, og vit
ætla at gera okkara ýtarsta.
Umboðini hjá Róðrarsam-
bandinum koma suður í
kvøld at kanna umstøðurn-
ar, og vit vóna, at alt verður,
sum tað eigur at vera, segði
Heri Mortensen fyrrapartin
í gjár.
Tá vit spyrja, um teir
hava styrkt um fyrireiking-
arnar sammett við undan-
farnu árini, so nevnir Heri
Mortensen eitt nú, at teir
hava sett merki upp á báð-
um ørmum á fjørðinum, so
tað ber til at fylgja við,
hvussu langt tað er á mál,
og teir hava gjørt ein nýggj-
an sigurspall, sum er so
mikið stórur, at tað ber til
hjá øllum vinnarunum at
koma á pallin, tá Óli í
Hjøllum, skúlastjóri í Vági,
fer at handa steypini. Óli er
ættaður av Toftum, og hann
róði við 8–mannafarinum
Toftabátinum, tá teir mið-
skeiðis í sjeyti árunum vóru
væl við í kappingini.
Tey umleið fýra hundrað
róðrarfólkini koma suður
við Smyrli, sum verður á
Vági um hálvgum tólv tíð-
ina. Tá bátarnir eru fingnir
upp á pláss verður borðreitt
í Framtíðini fyri róðrarfólk-
unum og súkklarunum,
sum eisini skulu kappast á
jóansøku.
Tryggur startur
Kappróðrarmálið í Vági er
frá grótkastinum á vestara
landinum og vestureftir ella
inn eftir fjørðinum. Soleið-
is hevur tað verið, síðani
grótkastið kom fyri einum
tíggju árum síðani. Startur-
in hevur borið orð fyri at
rigga sera væl, og tað verð-
ur kanska uppaftur betri í
ár.
– Alt valdast um veðrið.
Tíbetur sigur hann so at
siga stilli, so tað skuldi
boðað frá góðum. Í ár hava
vit ein stóran krana, sum
verður á ytra endanum á
grótkastinum. Hann røkkur
einar níggju metrar út og
skal halda ytra endanum á
startinum. Í innara endan-
um fer ein gravkúgv at
spenna startin. Harafturat
verða endar knýttir úr grót-
kastinum og út til boyurnar,
sum halda starttrossanum.
Hetta skuldi havt við sær, at
fasti starturin verður rættu-
liga fastur, sigur Heri Mor-
tensen, sum vónar, at tað
fer at ganga væl og skjótt
við kappróðrinum í dag.
Misvísandi
At teir í Vági hugsaðu so
nógv um startin, tá teir
máldu nýggja kappróðrar-
málið upp, hevur við sær, at
áskoðararnir hava eitt sind-
ur ilt við at fylgja við, tá
bátarnir koma inn ímóti
málinum. Tá sær tað út
sum, at sunnaru bátarnir
eru fremri, enn teir í veru-
leikanum eru.
– Tað er rætt, at málið er
ikki vinkulrætt á Diasa
brúgv, sum vit kalla brúnna,
har málið er. Grótkastið
hevur við sær, at sunnaru
bátarnir starta vestari, enn
teir norðaru bátarnir gera.
Tí er tað soleiðis, at t. d.
200 metra merkið á norðara
landinum stendur yvirav
300 metra merkinum á
sunnara landinum. Sjálv-
andi rógva allir bátarnir
sama teinin, men tað hevur
víst seg, at tað verður meiri
lagt til merkis, at viður-
skiftini eru soleiðis, tá bát-
arnir koma inn ímóti málin-
um, enn tað verður, tá teir
starta. Manningarnar fyri-
reika seg væl, og ein partur
av hesum eigur sjálvandi at
vera at seta seg inn í,
hvussu málið sær út, heldur
Heri Mortensen.
Hava tit ongantíð tosað
um at flyta róðrarøkið?
– Jú, tað hava vit gjørt.
Men higartil hava vit fyrst
og fremst hugsað um góðar
umstøður í startinum og at
rógva. Tær eru best undir
grótkastinum. Hin møgu-
leikin hevði verið at flutt
startin longri norður. So
hevði hann verið í innsigl-
ingini – millum grótkastið
og á Marknoyri. Tað hevði
havt við sær, at endamálið
hevði verið meiri yvir eitt,
men tað hevði eisini havt
við sær, at starturin kundi
verið meiri viðbrekin yvir-
fyri vindi og streymi. Nú
verður av álvara tosað um
at útbyggja havnina í Vági.
Teir siga, at tað fer fram-
vegis at verða møguleiki
fyri at rógva kapp her. Men
um tað verður neyðugt at
broyta vísningin av málin-
um, ella um vit annars fara
at broyta málið, tað vita við
ikki, sigur Heri Mortensen.
Tað verður roknað við, at
útbyggingin av havnarlagn-
um í Vági verður liðug, tá
jóansøka aftur verður í
Vági um tvey ár.
1. deild menn
30.06
GÍ-EB/SSuni Johansen
30.06
HB-TB Eiler Rasmussen
30.06
NSÍ-KÍ Niklas á Líðarenda
30.06
VB-B36 Petur Skarðenni
03.07
Skála-B68
Oddmar Andreasen
2. deild menn
29.06
VB-B71 Petur Hans Joensen
29.06
LÍF-B36Rúni Gaardbo
29.06
NSÍ-Sumba
Regin Egholm
29.06
FSV-ÍF Petur Reinert
29.06
HB-KÍ
Johann Krogh
3. deild menn
30.06
GÍ-AB
Edvard Højgaard
30.06
HB-TB Georg Rasmussen
30.06
Royn-B68
Eyðun Kjærbo
30.06
FSV-B71
Jan E. Glyvradal
30.06
ÍF-B36 Jan Gardar
1. deild kvinnur
30.06
B36-KÍ Pætur Clementsen
30.06
B68-HB Óli Samuelsen
Inter-Toto
29.06
B68-St.Gallen
Dystir um vikuskiftið
Vágbingar vilja ikki standa aftanfyri hinar
Vágbingar vilja ikki vera aftan fyri hinar, og tí man tað kennast hugaligt, nú teir aftur hava fingið ein vinnarabát í felagnum