Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 1977síða 6

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Brot úr Dagbók Um at skriva fyri olmussu. Um depressiónir og manio. Um gjøgnum arbeiði vid sær sjálvum, at finna fram til ein máta, at liva uppá, eksistera. Um bókaútgávu. Um arbeiðsgongdina í eini bók. Hvussu ein bókaútgáva verður skipað og útbygd. Um lán- og studningsmøguleikar. Um Rithøv- undafelag Føroya Onkur spurdi um eg kundi liva av at skriva. Eg svaraði: >Nei! men tað at skriva heldur meg á livi«. Eg kundi lagt afturat, at eg átti at kunna liva av at skriva. Men, tað krevur arbeiði. Langrekjut og hart arbeiði. Ein leggur eina ætlan. Brúkar stra- tegi og taktik. Ti, fyri at liva av at skriva, nyttar ikki bara at skriva. Nei, tu skalt eisini duga at skriva. Tad vil aftur siga, at tú mást finna ein stil og ein form, ið kann seljast, verður keyptur. Kanst tú ikki tað, so kanst tú ikki liva av at skriva. Hetta er einki annað enn lívsins lóg. Kemur tú á marknaðin við einari vánaligari veru, fert tú á heysin beinanvegin. Men, gert tú royndir, arbeiðir við veruni, og emballaguni, so kemur tú til úrslit. Men, tað gongur altíð ein tíð, longri ella styttri, helst longri, áðrenn tú veitst um veran kann bera seg. Og ber hon seg, verður hon keypt og seld, so kanst tú eisini liva av henni, um tú annars hevur nóg mikið av tilfari. Hetta er grundarlagið undir ellum kappingarførum verum, tað verið, seg Ælaboga- silum ella skrivaðum tilfari. Vit kunnu taka eina bók, sum Í GRØNLANDI VIÐ KONGS- HAVN. Hendan bókin fylti, tá eg reinskrivaði hana, á sumri 1972, einogtjúgu maskinskriv aðar síður. Hetta varð tað eg skrivaði á Grenlandstúrinum 1965. Einogtjúgu elendigar síð- ur. So vánaligar, sentimentalar at ein má undrast sum og óbúgvnar, á, hvat síðan hendi. Tað, hendi, var, at eg gjordist sjúkur. Undir arbeiðnum við mær sjálv- um, tað eg kalli Ego-terapi, fyri at koma uppundan aftur, burtur úr ti djúpa tunglyndinum, og óttanum, eg var sokkin í, skriv- aði eg, villur og desperatur, dagbók. Tá eg kom til løtuna, har eg, eftir einum månada å afturlatnari deild å Sankt Hans, flyggjadi og var å veg heim til Føroyar umborå å einum coast- ara, kom eg fram å, hvussu eg hevði livað fyrr í tidini. Og her kom eg fram á dagbókina. Tá eg kom til Feroyar og sá, at hugsan min um at gerast friskur við at venda aftur til kend stød og fólk, tá eg så, at hendan min hugsan var skeiv, fór eg undir, uttan so mikið, sum at ivast, eg gjørdi tað bara, drekka meg íhel. Eg varð innlagdur. Flýggjaði. Inn- lagdur. Flýggjaði. Gjørdi so av ikki at flýggja. Tók bardagan upp. Eftir knappan mánaða á afturlatnari deild fekk eg fyrsta herindið av manio (ovfarakæti). Leyp sum ein springari upp úr vatninum. Royndi, uttan at vita av ti, at skræða meg leysan av eyðmýkingum, forfjóningum, av ollum bondum og heftum. Tað er ein av orsøkunum til, at eg havi springaran, sum merki. Tå eg hevði ligið ein mánaða á aftur latnari deild, fór eg undir at arbeiða, og varð samstundis fluttur á opnu deildina. Eg hevði tað gott, ov gott, sum læknarnir kalla tað. Fyribrigdið eg her kom, at uppliva, verður av fak- fólki nevnt manio-depressión, men kundi líka so gott itið depressión-manio. Vit hava øll lagt til merkis, hvussu gott vit fáa tað, tá vit hava havt tað ringt. Ja, verri ein hevur verið fyri, betur fær ein tað. Soleiðis gekk tað eisini við mær. Ég hevði bara havt tað so ringt, at eg fekk tað ov gott. Gjerdist anio. Og við tí sinnalagi eg havi, var hetta ikki við mýkind- um. Og, lat meg vera erligan. Hetta varð tað besta, ið kundi henda mær. Ti, í hesu steðu var eg upprunaligur og feskur. Alt, sum annars hevði ligið niður- bundið, tað fyrsta innani mær, tiðnaði, og tað við brestin. Var fullkomiliga ótamdur. Urkraft. Og einki ánaði eg um, hvat fyrigekk. Eg skrivaði mítt fyrsta BROT ÚR DAGBÓK um Pump- arnar í Havnini, sum eg havi fyrstakunnleika um. Onkur kendi seg raktan beinanvegin. »Gloymdi«, at eisini hevði nevnt sjálvan. Taki úrdrátt úr brotinum: »Hvar var tað vit plagdu, at siga<. Hetta lærdi meg at halda gák um, hverjir meg sosialurin Nr. 34 — 11. mai 1977 Chevetturin stóð seg væl Í Gjønge Rally stóð Chevetturin seg ógvuliga væl. Hann gjørdist nr. persónarnir vóru. Og lærdi meg, at skuldi eg skriva, soleiðis, sum eg mátti, so mátti eg læra at verja meg. Ikki við penninum. Nei, hann trenaði sjálvur, var eg sjálvur. Eg mátti læra kamptek- nik. At verja meg kroppsliga. Hetta var líka so neyðugt, sum at læra abc. Tað er nú eina- ferð ein royndur sannleiki, at smá fólk, ið einki sjálvi for- máa sær, hóast tey kanska havi evnini, men ikki viljan og handlikraftina, hava tað best, tá ein liggur í rennuni. Hetta fær tey, at kenna tey sterri. Við uppgongdini kemur evundsjúk- 1 og var 4 1/2 minutt frammanfyri nr. 2 an og tey fara at tala um, at »uppføra seg«, um >etikettuc, um at tey vid meg »siga sina erligu meining«, sjålvandi ikki alment ella i brøvum, men »mann til mann« og gjøgnum telefonina. Ikki eiti á, sum fólk eru farin at siga mær >sannleik- are um meg sjálvan. Koma við ávaringum og ráðum. Og alt hetta er sjálvandi í »næstkær- leikans< navni. Men, hetta má ein duga at taka. Og tá eg veit tað, ger evundsjúkan ongan mun. Ein tykist bara synd í teimum. Framhald YV» Vid automatiskum undirspæli. Ljóðar professionelt frá fyrstu løtu. Kostar við loki og bonki bert Kr. 9.570, — Kontant Kr. 8.985, mr musikkhus TELF. 12625 — 11687 pk 89 YAMAHA BK. HYGG HER NYGGJHEIT vr aga np cm" Í hesum døgum hava vit fingið. ein hóp av nýggjum. lampum, tað sokallaða QUALITY- SYSTEM. Hesar lampur, ið vit hava fingið, eru lamp- ur, ið ein kann samla. Soleiðis kunnu tygum fáa eina bíliga lampu. Í hesi seriu er hugsað bæði um bernini og tey vaksnu. Vakrar lampur til barnakamari, spísi-, og dagligstovu. Vitjið inn í fakmans- forrætningina, har tyg- um trygt kunnu keypa lampuna. Omanfyri vista stativ fæst til útstilling til forrætningarnar. Smá- og heilsøla Einaumboð LAMPUBUÐIN R.C. Effersøesgøta 3800 Tórshavn