Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 37 — 21. mai 1977 KOPAR ETA ARLIGA 8.500.000 HL AV LODNU Hvat sigur franska sjónleik- arkvinnan Brigitta Bardot til hetta: Kópurin í Norðuralt- lantshavi etur árliga 8,5 mill. hektolitrar av lodnu umframt fleiri hundrað túsund tons av ødrum fiskasløgum og rækj- um. Hetta skilst av norska havforskningsinstituttets frá- greiðing fyri 1977. Fyribils er vorðið greitt, at einans kópurin undir Grøn- landi etur millum 300.000 og 500.000 tons av fiksi um árið. Eins stórar negdir eta kópar- nir í Barentshavinum og Hvíta Havinum vilja norskir vitskapsmenn vera við. Tá ið henda Brigitta Bar- dot og djóravinir fremst í Canada venda sær so hvass- liga móti kópaveiðu, sum tey skýra djorapinslu, so eiga tey at leggja sær í geyma, at kópurin, sum nerist dag frá degi, ger ógvuliga stóran skaða á fiskastovnin ikki ein- ans við at eta fiskin men eisini við at vera smittuber arar, ið kann gera fiskin, ið livir eftir, óetandi fyri fólk. Ti eru fleiri og fleiri, ið siga at tað vil vera ein móti mannaættini at tvinga igjøgnum fulla friding av kópastovninum. skaðagerð TYSKI FISKIMARKNAD- URIN IKKI SUM FYRR Tað er ikki sum fyrr tá ið trolarar í feskfisk kundi fara í havn í Vesturtýsklandi sum Cuxhaven og Bremerhaven at skipa upp farm og fáa topp- prísir. Prísirnir á flestu fiska- sløgum eru og hava sidani i februar verid fallandi. Eina- helst innflutningur av fiski ur Fraklandi, Pollandi og Holl- andi hevur tryst prisin, og av fleiri fiskasløgum er ov nógv komið á marknaðin, t.d. av upsa. Einans marnkaðurin fyri hýsu hevur verið hampi- ligur og útlit er til at prísurin fer at standa við eina tid enn ið hvussu er. Pnr So skuldi tú tann skøgvin, heldur sæð sum slapp frá mær í áðni Føroyingar at manna nýggj foroysk fiskifør? Av skipasmiðju í Nordmere í Noreg varð um dagin latið eitt spildurnýtt fiskifar til tveir norðmenn í Aure, ein línubátur úr viði ætlaður til fiskiskap á bankanum við Noregs strond. Hesin bátur er í mongum forum eðrvísi enn vanligir linubátar hjá norðmonnum, hann er nevniliga bygdur sum shelter-dekkari, so at arbeiðslíkindini vera munandi betur fyri manningina. Báturin er 81 føtur til longdar og 22,5 fót breidur, hann kemur at fåa ein Caterpillar huvuðsmotor vid 425 hestakreftum og skal sigla 10 mil. Hesin båtur skal kunna ferma 80 tons av fiski. Ætlanin er at 10 mans skulu vera vid båtinum til fiskiskap, og norska »Fiskeribladet« skriv- ar at talan møguliga kann koma at verða um at fáa manning úr Foroyum, av tí at striltið gongst ofta hjá norðmonnum sjálvir at manna fiskifer síni. Bankafiskiskapurin er hart lív, skrivar blaðið, men á hesum nýggja fari er alt gjørt fyri at rasjonalisera sum mest, siga eigararnir teir báðir Johan Engli og Einar Smáland í Aure. Ætl- ingin er at báturin, ið hevur fingið navnið »Mjosund«, skal vera triggjar vikur burtur til fiskiskap í senn. Myndin vísir Mjosund beint aftaná at hann fór av bakka- stokki i Norðmeore. Peru og Brasil fáa sær nútiðar fiskiflotar Fiskiskapur fram við Atlants- g Kyrruhavsstrond er av stórsta týdningi fyri mong fiska- slog í Suðuramerika, og í seinni árum hava londini har gjort nógv burtur úr at byggja út ein veruligan havfiskiflota, eins og fleiri flakavirki og mjelvirki eru bygd á landi. Peru var einaferð heimsins stersti framleiðari av fiskamjøli burtur úr anchovis, men henda framleiðsla er í synd- arligari afturgongd orsakað av m.a. broytingum í sjóarhita- num, so fiskurin er horvin. Eitt av nýggjastu mjølvirkju- num í einum ødrum Suðuramer- ikalandi liggur nærhendis Belem har Amazon-áin rennur út í havið í Brasil. Fleiri smærri fiskifor hava stoð í Belem hagar tey flyta ráevnini beinleiðis úr havinum, og á myndini síggjast nøkur av hesum fyri okkum heldur sjáldsomu fiskiforum.