leygardagur 21. mai 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 37 — 21. mai 1977
sosialurin
Síða 5
RÅDID
FYRI
FERDSLUTRYGD
Ur formansfrågreidingini:
Ferdslulæra eigur at vera
tvungin lærugrein i skulunum 2
Ráðið fyri ferðslutrygd skal fyrireikað undir-
vísingartilfarið og lata tað prenta. Skúlamenn
eru hugaðir fyri, at ferðslulæran verður tikin við
Starvsnevndin prioriterar undir-
vising í ferðslulæru. Hon kann
hugsast at verða býtt í fimm
bólkar:
1. Ferðsluundirvísing 3-6 ára
gomul. Her er ætlanin at koma í
samband við barnagarðar og for-
skúlar. Øll børnini eru jú ikki at
hitta her, men tað ber til at skipa
serliga ferðsluklubbar fyri bern,
sum fáa tilfarið sent. Hesin
háttur rínir ógvuliga væl við
bern, men serliga við foreldrini.
2. Ferðsluundirvísing fyri 7-17
ára gomul. Hetta er vanlig und-
irvísing í skúlum býtt sundur í 3
bólkar:
7—9 år
10—12 år
13—16 år og i serskulum.
3. 17-67 åra gomul. Her kann
verda skipad fyri årstidarbundn-
um evnum i fyrilestrarformum
og greinum. Eisini kann her
verða skipað fyri serligari kenslu
fyri foreldrum.
4. Undirvísing fyri fólkapensio-
nistar.
5. Undirvising fyri serhópar,
sum ikki reiðiliga kunnu fylgja
hinum.
Til oll hesi fimm skal fyrireikast,
prentast og greiðast úr hondum
serligt undirvísingartilfar. Hetta
er ein uppgáva hjá ferðsluráðn-
um.
Hetta undirvísingartilfar
verður sostatt grundstuðulin í
menningararbeiðinum. Sjálv-
andi skal eisini gerast eitt dygt
arbeiði til tess at ávirka fólk við
blødum, útvarpi, fyrilestri og
filmi. Avirkanin kemur kanska
ikki so nógv at rína við tann
partin av fólkinum sum orsakar
vanlukkur og óhapp, men tað er
ógvuliga umráðandi at kunna
ávirka ein so stóran part av
fólkinum, at tað sjálvt sum ein
heild tekur stødu ímóti skilaleys-
ari og hættisligari ferðslu.
A hendan hátt fáa vit doyvt
tær ringastu aggressiónirnar hjá
teimum, sum ikki lata seg
temja.
Ráðsins arbeiði verður at fyri-
Føroyar — fleiri vanlukkur í
ferðsluni enn nakað annað
norðanland
ki.
Útbyggingin av samferðsluni
við vegabygging skapti eina
veldiga broyting í ferðsluni
uttan at teir sum fyri hesi
menning stóðu, hugsaðu um
at tað samstundis var neyð-
ugt at búgva fólkið út til
hetta umskiftið, tí fólkið átti
samstundis sum vegir vórðu
gjørdir og akfør floymdu inn i
landid og fyltu vegir og tun,
at verid fyrireikad og moti
verad til at liva i hesi motori-
seraðu verð.
Vit bygdu vegir fyri einar
fimti mill. og settu einar 50
mill. árliga í bilar og akfor,
men tað var ikki farin ein
króna til at fyrireika fólkið til
hetta umskiftið. Ti fingu vit
stórsta vanlukkutal í ferðsl-
uni, sum nakað norðanland
hevur. Triggjar ferðir so
nógvar ferðsluvanlukkur
sammett við fólkatal, vega-
longdir og bilatal.
Vit missa líka nógv
mannaliv av ferðsluávum,
sum vit missa á sjónum í
sambandi við útinning av
dagligum yrki
reika undirvísingartilfarið og
lata tað prenta. Haraftrat verður
neyðugt eftir ráðsins metan og
gera ferðslulæru til eina fasta
lærugrein í skúlunum. Sum er,
er hon ikki tvungin, men vit
hava skilt á teimum, sum ráða
fyri skúlanum at teir hava hug
til at mæla til, at ferðslulæra
verður tikin við. Ráðið verður
sostatt at halda í oyruni á
teimum, sum avgerðirnar taka. Í
mars mánaða skrivaði starvs-
nevndin til landsstýrið og skúla-
stjórnina um at fáa ferðslulæru
gjørda til tvungna lærugrein á
sama hátt sum skipanin er í
grannalondunum.
I Danmark og Noregi t.d. er
undirvising í ferðslulæru tvung-
in, t.v.s. at næmingurin skal
igjøgnum ein ávísan setning
hvert skúlaár.
Í Danmark skal hver næming-
ur verða undirvístur í hesi læru-
grein 5—6 tímar árliga ella
umleið 48 tímar í alt gjøgnum 9
skúlaár.
Skipanin í Noregi er 10 tímar
árliga ella umleið 100 tímar í
gjøgnum 10 ár.
Sum ferðsluviðurskiftini hava
tikið seg upp her heima hjá
okkum, er neyðugt at oll, bæði
tey sum ganga, og tey sum
koyra, fáa hollastu vitan um
ferðslureglurnar.
Enn er einki svar komið uppá
hetta skriv.
Ein nevnd av lærarum og
1
|
dagliga leiðaranum hjá ferðslu-
ráðnum er sett at fyrireika tað
fyrsta undirvísingartilfarið. Men
eg meti, at tað er so mikið nógv
sum skal gerast til alt undirvis-
ingarprogrammið er fult, at tað
fara at ganga kanska tvey ár,
áðrenn alt liggur klárt.
STØRRI KRØV
Ráðið eigur eisini at hava sum
stavnhald at tey, sum læra at
koyra bil fáa uppaftur
dyggari læru, enn tey fáa í dag,
eins og tað eisini verður neyðugt
at hava nøkur skeið fyri tey,
sum hava tikið koyrikort í eini
tíð, at ein koyribreyt verður
gjørd til at læra fólk at koyra í
hálku á. Hendan breyt kostar
1,2 mill. krónur, men hon skal
einki vidlikahald hava, so rakst-
urin verður ódýrur
At tað tykist neyðugt hjá
teimum, sum hava tikið koyri-
kort at halda fram við einum ella
fleiri skeiðum, man lítið vera at
ivast í, tá ið vit hoyra um eina
kanning, sum gjørd er i Miinch-
en, sum visir at tad ganga sjey
ár, áðrenn tú dugir at koyra bil á
tryggan hátt. Tey fyrstu fýra
árini veksur talið av óhappum
hjá bilstjóranum. Síðani fellur
talið, men ikki fyrr enn sjey ár
eru farin, er talið komið niður á
eitt stabilt stødi.
Starvsnevndin heldur eisini, at
rådid eigur at virka fyri, at tey,
Framhald á síðu 7
eina
**xx
Føroyingar mugu hava
eina nýggja ferðslulóg
BORNINI OG TEY ELDRU
MUGU DVÍNA
Okkum tørvar eina nýggja
ferðslulóg. Tann, sum galdandi
í landinum er frá 1963 og tað
sigur seg sjálvt, at hon kann íkki
svara til tíðina í dag, segði Niels
Juul Arge í frágreiðing síni á
fundi hjá Ráðnum fyri ferðslu-
trygd í farnu viku.
— Landsstýrið hevur fyri rúm-
ari tíð síðan sett eina nevnd til
at fyrireika nýggja lóg, men
nevndin hevur ongantíð enn
verið saman og royndir í betur til
tess at royna at fáa nevndina at
fáa til arbeiðis, miseydnaðust.
Eg vil ti skjóta upp, at vit hidani
frá ráðnum senda eina áheitan
annaðhvert á nevndarlimirnar at
fara til verka ella á landsstýrið
um at taka nevndina av og seta
eina nýggja, sum hevur vilja til
at gera nakað við málið.
Á fundinum víst Atli Jensen frá
bileftirlitinum á, at tann núgald-
andi ferðslulógin er Otidarhosk-
andi. Hon átti fyri langari tíð
síðani verið ajourførd, segði Atli
Jensen, sum samstundis helt
fyri, at tað í dag er møguligt hjá
eldri fólki og børnum at ganga í
ferðsluni. Tað er tann veiki í
ferðsluni sum má dvína, segði
Atli Jensen.
Jákup Lindenskov, landsstýr-
ismaður segði, at landsstýrið vil
taka spurningin upp, um tað
skal seta eina nýggja nevnd at
gera uppskot til eina nýggja
ferðslulóg. Hann helt, at tað
avgjørt er neyðugt við eini
tilikari, men visti samstundis á,
at landsstýrið tianverri ikki
hevur nóg mikið av fólki til at
taka sær av ávísum málum,
sum t.d. ferðslutrygd
Frá fundinum
Vit fara í blaðnum í dag at
triva í nakað av ti, sum kom
ársfundinum hjá
ferðslutrygd
fram á
Ráðnum fyri
herfyri
I formansfrágreiðing síni,
sigur Niels Juul Arge frá
arbeiðinum hjá ráðnum, sid-
ani tað byrjaði virksemi sítt,
og hann vísir á teir trupul
leikar, sum ráðið hevur havt
hesa tíðina. Hann kemur til
ta nidurstødu, at tað undir
núgaldandi umstødum einki
er í at velja. Ráðið hevur als
ikki figgjarligt grundarlag at
halda fram við arbeiðnum
Hann vísir á, at dagligi
leiðarin hjá Ráðnum. Eli
Nolsee longu ger fyrireiking-
ar til at leggja arbeiði frá sær
Fundurin kom tó til ta
nidurstødu, at Ráðið eigur og
skal halda fram, kosta hvat
tað vil. Tað vil siga, at
ávarandi myguleikar mugu
skilja, at peningur má setast
av til endamálið. Endin varð
tann, at fundurin samtykti at
senda landsstýrinum bræv,
har biðið verður um at fáa
játtaðar 100.000 krónur aftr
at.
Skilaleyst
Fyri Tórshavnar Kommunu
møtti Olavur Michelsen.
Hann segði, at tað á sinni tók
drúgva tíð at fáa býráðslim-
irnar at ganga við til at fara
upp í ráðið sum limur. Hetta
helt hann vera logið, tí
»Havnin er sundursorlað av
hesum skilaleysa bilinnflutn-
inginum, sum fer frame
Vit eiga at læra fólk, at
tað er ikki altíð neyðugt at
koyra í bili, tað ber jú eisini
til at ganga, segði Olavur
Michelsen.
Ráðið fyri Ferðslutrygd varð
sett á stovn í januar mánaða
1976. Tað var tryggingar-
sambandið, sum var íbirtarin
av ráðnum og landsstýrið tók
undir við tankanum og góð
kendi, at ráðið varð stovnað
Tryggingarsambandið og
landsstýrið skuldu lata eins
mikið til
skuldu kommunurnar skoyta
uppí.
raksturin og so