Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mai 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 — 28. mai 1977 ML. sosialurin Síða 5 Vágs Bóltfelag fingið hús vesturi á Eiðinum Ometaligan tydning fyri ítróttarfólki Eisini innan ítróttina eru gjørd nógv framstig í Vági tey sein- astu árini. Korini hjá ítróttar- fólkinum og umsteðurnar at íðka eru nógv batnaðar. Síðst í 60'unum varð gjørdur nýggjur fótbóltsvellur vesturi á Eiðin- um og nú fyri nøkrum mánaðum síðani varð dreymurin hjá vág- bingum, tað nógv tiltrongda VB-húsið veruleiki. Tað er ikki dulsmál, at tervurin á einum húsum hevur verið sterri hjá vågbingum enn hjá kanska nøkrum eðrum, tá tað at fara heim í skúlan at skifta klæði og fáa brúsubað, hverja ferð spæl- ast skuldi, tað var ikki lív. Stór og snotulig hús Nú hevur > Vágs Sportforening«, sum tað at, tá felagið varð sett á stovn í 1905, fingið egin heli. Og hetta eru stór og stotulig heli við ellum teimum hentleikum, ið hoyra til eitt tílíkt ítróttarhús. Húsið er 30x10,5 metrar við einum 120 m? stórum kjallara. Í húsinum er ein stór hell, id er ætlada at nytast til innandura venjing um veturin. Henda høll- in er eisini ætlad at leiga ut til ymsar samkomur. Sidani er um- Kappróðurin í summar 38 bátsmanningar til FM í róðri Tilmeldingar frestin til feroya- meistarakappingarnar í kapp- róðri er lokin og 38 bátsmann- ingar hava boðað frá luttøku. Tað eru 9 manningar við 4- mannaførum við gentum, 12 manningar við 4-mannaførum vid dreingjum, 3 manningar við seksmannaferum, 5 manningar við 8-mannaferum og 9 mann- ingar við 10-mannaførum. Tann fyrsti róðurin verður á Norðoyastevnu 4. juni. Áðrenn stevnurnar ætlar ÍSF at prenta eina skipan fyri kappróðrarnar í summar, har eitt yvirlit yvir, hvussu bátarnir skulu liggja á teimum stevnunum, verður prentað. Somuleiðis er ætlanin, at henda kappingarskipanin skal innihalda eitt yvirlit yvir nevnd- irnar í teimum ymsu róðrarfel- øgunum, eitt yvirlit yvir dóm- arnar og eitt yvirlit yvir bátsfor- menninar. Ætlanin er, at fútin skal draga um hvussu bátarnir skulu liggja á ellum stevnunum, so nummar- rødin til allar stevnurnar liggur greið, áðrenn farið verður undir fyrstu stevnuna. klæðingarrúm við nytimans brúsum, toilet, koki og skriv- stovu. Kommunan stuðlað Tað var í januar mánaða í fjør at menn fóru at leggja arbeiði til rættis — at byggja eitt VB-hús. Stutt aftaná varð farið undir at grava út. VB fekk grót og sand frá kommununi, og teir fingu eisini loyvi til at læna maskin- urnar frá Vágs Kommunu. Hús- ið varð liðugt herfyri. 700.000 kr. Roknað verður við at samlaði kostnaðurin fyri húsið verður 700.000 krónur. Av hesum eru tey 30% studningur frá landin- um. VB fær meguliga studning frá Tipsfonden. VB er fyrst og fremst fótbólts- felag. Men nú í longri tíð hava vágbingar eisni spælt hondbólt og hava fleiri lið við í hondbólts- landskappingunum. Ætlanin er møguliga eisini at fara undir borðtennis í nýggju húsunum eru góðir meguleikar til borð- tennis verður sagt í Vági. Tað eru annars umleið 120 aktivir limir í VB. Í aðalstjórn VB's eru Óli Holm, Páll Augustinussen og Magni Eidesgaard. Góða evdnu við húsunum, VB! kring oyggjarnar Gávan gil Listasavnið Fasta framsýningin Í dag letur fasta framsýning- in upp í listaskálanum í Havn. Kjarnan í framsýning- ini er hin sama sum árini frammanundan, men nekur nýggj nevn eru kortini við hesaferð. Harímillum finna vit Eyðun av Reyni, sum stutt herfyri hevði framsyn- ing í Listaskálanum saman við pápanum, Ingálvi. Framsýningin heldur fram til Olavsøku. Tá verður hin árliga Olavsøkuframsyningin Fasta framsýningin heldur so áfram til einaferð í septemb- ur. GÁVA TIL LISTASAVNID Danin, Áge Hansen, sum í fleiri ár hevur verið limur av realkredittstovinum og sum tí hevur verið í Feroyum fleiri ferðir, hevur latið listasavn- inum eina gávu. Tað er træ- skurður eftir Fritjof Joensen. Eisini hevur hann latið savn- inum nakrar tekningar av Zacharias Heinesen. SKIFTANDI FRAMSÝNINGAR Tá fasta framsýningin verður tikin niður aftur í september, er ætlanin at sýna úrslitið av noðurlendsku arkitektkapp- ingini um Norrena húsið, sum ætlanin er at byggja í Feroyum. Annars verður sagt at eftir hesa framsýning- ina verða ymsar framsýning- ar. Janus Kamban sigur, at nógvir fyrispurningar koma 2 Age Hansen frá fólki, sum hava í hyggju: at halda framsýning. Tað er ógjerligt at ganga øllum hes- um á meti, sigur Janus Kamban. Til Skotlands Í juli fara piltar og dreingir av Tveroyri til Skotlands. Hetta eru leikarar úr TB, men verður vitjanin í Skot- landi tá ikki nekur fótbólts- vitjan. Piltarnir fara úr Fer- oyum 3. juli og dreingirnir 17. juli. Í hverjum ferðalagi eru 15, og vera teir burtur í eina viku. Tað vera Mervyn Dimon og Sverri Midjord, sum hva skipað fyri ferðini og vera eisini við sum ferðaleiðarar. Uppihaldid í Skotlandi skulu dreingirnir ikki gjalda skjálv- ir, men ferðina skulu teir sjálvir gjalda.