Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mai 1977síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Suðurkoreanarar hálshegdir í Saudi-Arabia Stórt tal av fremmandaar- beiðarum úr Suðurkorea heldur til í Saudi-Arabia, har teir einahelst eru í vinnu á byggiøkinum, og nú er stór gøla í spunnin, orsakað av at 4 suðurkoreanskir arbeiðs- menn teirra eru fongslaðir, sigur ein bretskur verkfrød- ingur, beint heim aftur komin til London, fyri bladnum Daily Telegraph. Hesin verkfrødingurin sig- ur, at hann sjålvur var hjå- staddur, tá ið menninir mistu høvdid, og orsekin var, at teir vórðu tiknir, tá teir vildu órógva einari kvinnu — tað er stórsta brotsverk, ið fremjast kann í arabara-londum. Tá ið landsmenn teirra avrættaðu frættu um hendingina gjørd- ust teir sansaleysir av ødi, »gingu amokk«, og síðani endaðu 300 í geglinum. Tað ljóðar nú, at Saudi Arabia umhugsar at senda heim allar teir tilsamans 600 verkamenn úr Suðurkorea, ið hava havt arbeiði á saudiar abiskum virkjum Skattirnir av Titanic skulu bjargast Miljónvinning kunnu teir gera sær vón um, ið vilja seta pening í eini ætlan um at hevja skattirnar, ið liggja á havsins botni í bretska risa- skipinum »Titanic«, ið fórst aftaná samanstoyt við isfjall i 1912. Tad eru 3 idnadarmenn i Vesturtýsklandi, ið eru farnir út á peningamarknaðin at reisa pening til hesa ætlan. Vrakið av Titanic liggur á 3000 metra dýpi út fyri New Foundland. Fyri 45 mill. markar — ella smáar 100 mill. kr. í okkara peningi — meta teir at teir kunnu bjarga peningaskápinum, the safe teir nevna, í vrakinum. Í tí eru m.a. gimsteinar til virði av í minsta lagi 500 mill. D-Mark. Tað er fritt at fara hjá einum og hverjum at royna at bjarga tey ødiligu virðini í skipavrakinum. Reiðaríið Cunard Line í Onglandi hevur ikki eigararættindi longur til skipið aftaná at 60 ár eru farin síðani skipavanlukkan hendi. Tað sigur lógin. Allir serkenir eru samdir um, at tað ikki ber til at hevja vrakið, men teir vilja royna at spreingja peningaskápið burtur úr skipinum. 708 kring knøttin Tå id Stalin ætladi at taka Vestur-Europa Tjekkoslovakiski søjgumad- urin og rithøvundin Karel Kaplan, id livur i utlegd i Italiu, almannakunngjørdi nyliga i bladgrein, at Josef Stalin i 1951 hevði ætlanir um, at kommunistalond inn- an Warzawa-samgonguna skuldi leggja alt Vestur-Eur- opa undir seg. Kaptlan hevði eina tíð, áðrenn hann varð útvístur úr heimlandi sínum, líkindi at kanna keldutilfar í tejkkoslovakiska rikis-skjala- savninum. Nú hevur blaðið Pravda i Moskva tikið til orða móti Karel Kapek, ið verður skýrdur eitt lyguvætti. Sovjetiskt bumbuflogfar lårdi amerikanarar Eitt Sovjetiskt bumboflogfar lúrdi seg nyliga undir allar amerikanskar radarskermar og kom nærri at amerikansku eysturstrondini enn nakað sovjetiskt flogfar nakrantid hevur verið. Flogfarið var útgjert við nýggjasta foto- og njósnara- tólum og var einans 120 km úr landi, tá ið tað vendi. Tvey amerikansk jagaraflogfer vórðu send at tvinga tað at lenda, men tá var ov seint. Sovjetiska flogfarið var av slagnum TU-95, vanliga nevnt »Bjørn«. Hendingin fór fram 14. apríl, og flogfarið kom beint upp yvir 4 amerik- ansk herskip, sum høvdu venjingar uttanfyri strondina í North Caolina. Millum skip- ini var stóri amerikanski flog- berin »Saratoga« og fleiri rakettskip. Vanliga halda sovjetiskt kriggsflogfer seg 200-300 km frá amerikansku strondini, tá ið tey gera flogferðir til kommunistiska Kuba. USA hevur seinastu tolv árinini minkað munandi um útreiðslurnar til radar- verju, tí at serkenir hava sagt, at hóttanin frá sovjet- iskum bumbuflogførum er vorðin minni. Nú tykist ikki vera so. Bresjnev 1 sosialurin unvunung HHUNMUN D.F.D.S. er aftanå fleiri rakår figgjarliga komið fyri seg aftur og ætlar komandi fimm árini at gera ileggingar við millum 700 Norski stjórin Erik Heirung Nr. 39 — 28. mai 1977 Flaggskipið hjá DFDS í dag, ms >Dana Regin DFDS skal seta 7-800 miljónir í nýggj skip og 800 milj. kr. í nýggj skip. Fremst liggur rutan Esbjerg- Harwich, har felagið nú fær bygt eitt nýtt 12.000 tons stórt ferðamannaskip, ið skal sigla saman við higartil stórsta skip- inum hjá DFDS, »Dana Regina« å hesi rutu. Nyggja skipid skal vera lidugt næsta år, og tå er sum kunnugt ætlanin, at ms. »Winston Churchill« skal koma at sigla uppå Newcastle og Føroyar i stadin fyri »England«. Winston Churchill er bæði nyggjari og størri enn England. Danska skipafelagid skal um- framt byggja trý nýggj farma- skip til sonevnda Nordana-far- leiðina, ið fevnir um Meðalhavið og persiska flógvan, og fleiri smærri skip til flytan av donsk- um búnaðarverum yvir um Norðsjógvin til Bretlands. DFDS hevur í dag sum ovasta stjóra ein norðmann, Erik Heir- ung, ið eigur sin stóra part av heiðrinum fyri, at tað nú aftur gongur fram á hjá DFDS. Tað eru bert eini tvey ár síðani hann var biðin at koma úr Oslo til København og taka við stjórnar- starvinum. Hann sigur við norsk blød, at danir í veruleikanum duga betur at reka handilsflota sín enn norðmennteirra. Hvat í DFDS viðvíkir er orsøkin til at felagið nú stendur seg væl figgjarliga við umsetningi í fjør uppá 36,9 mill. kr. at teir hava duga at rasjonalisera raksturin; meðan 2200 fólk í 1972 starv- aðust innan DFDS er hetta tal nú komið niður í 1650, sigur stjórin. Seinasta Afrika-hjáland fær sjálvstýri Sum seinasta europæiska hjá- land í Afrika kemur franski Djibouti at fáa fult sjálvstýri 27. juni undir heitinum lýðveldi Djibouti. Tó skal ein viss tíð ganga til Frakland tekur alt herfólk sítt aftur, og enn er ikki heilt greitt, um ikki Frakland framvegis skal sleppa at hava eina hersteð í hesum ógvuliga stratetiska týdningarmikla eki við innsiglingina til Reyða Hav- ið. Aður hava bæði Etiopia og Somalia gjert krav uppá at fáa Sjibouti. Tað búgva eini 250.000 fólk í Djibouti. Ein folkaatkvøda av- gjørdi herfyri, at Djibouti skal vera sjålvstødugt ríki, og sam- stundis varð val hildið til tjóðar- tingið, ið hevur 65 limir. Hildið verður at nýggja stjórnin heldur kemur at knýta samband við Somalia sunnanfyri enn við Etiopia og marxistiska stýrið te SYD-