leygardagur 29. juni 2002síða 21
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 122 - 29. juni 2002
Nr. 122 - 29. juni 2002
41
Starvið
Vegna farloyvi er eitt áhugavert og fjøllbroytt starv
sum undirvísingarleiðari leyst at søkja í Vinnu- og
Miðnámsskúladeildini. Setanartíðin er frá 1. august
2002 til 1. juli 2003.
Høvuðsuppgávurnar hjá undirvísingarleiðaranum
verða m.a. at:
• Leggja til rættis og menna útbúgvingarnar serliga
innan tað tøkniliga økið
• Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið,
tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a.
• Málsviðgerð
• Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar
deildir, stovnar og áhugafelagsskapir
• Fremja samstarv við vinnulívið o.o., ið varða av
økinum
Undirvísingarleiðarin skal tryggja, at nevndu upp-
gávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi,
og at mannagongdir eru í samsvari við nútímans
krøv.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjararnir hava
• Viðkomandi hægri útbúgving
• Góð samstarvsevni og hug at arbeiða í bólkum
• Førleika at menna samstarvið við vinnulívið og
áhugafelagsskapir
• Áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggj-
ar leiðir
Vit bjóða
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti inn- og úteftir.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi,og møgu-
leikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning
eru góðir.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi
tætt saman við politisku myndugleikunum og stovn-
um innan undirvísing og mentan.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Viðmerkjast skal,at setanarøkið fevnir um aðalstýrini,
Løgmansskrivstovuna og deildir tess.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10.
juli 2002.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Eyðgunn Samuelsen, deildarstjóra, á tlf. 355050.
Avloysari fyri Undirvísingarleiðara
(Teknisku skúlarnar)
Mentamálaráðið
Vinnu- og Miðnámsskúladeildin
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Økið hjá Vinnu- og Miðnámsskúladeildini fatar um studentaskúlarnar, HF-skeiðini, handilsskúlarnar, teknisku skúlarnar, Fiskivinnu-
skúlan, sjómansskúlarnar, Maskinmeistaraskúlan og lærlingaútbúgvingar.
Handilslærlingur
Søkt verður eftir lærlingi til handil okkara at byrja
skjótast tilber, tó kunnu vit bíða eftir tær, um tú
verður liðugur í handilsskúlanum nú.
Arbeiðið umfatar alt vanligt handilsarbeiði so
sum kundaavgreiðslu, útkoyring og bílegging av
vørum og goymsluhald v.m.
Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort og HH ella
FHS.Lærutíðin er 2 ár við HH og 3 ár við FHS.Part-
ur av lærutíðini gongur fyri seg í skúla í Danmark.
Vit vænta at tú ert fryntlig/ur, hevur góð sam-
starvsevnir,dugir væl at umgangast fólk og ikki er
bangin fyri at arbeiða sjálvstøðugt og taka eina
ábyrgd.
Um tú ert tann rætti, kunnu vit bjóða tær spenn-
andi lærutíð við nógvum spennandi avbjóðing-
um, sum tú kann hava stóra gleði av seinni í lív-
inum.
Eru spurningar hesum viðvíkjandi kunnu tit
ringja til okkum á tlf. 311071.
Umsóknir við viðmælum verða at senda til okkum
í seinasta lagi 22.07.02.
Stiðjagøta 2 - Postboks 378
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 31 10 71
Telefax +298 31 04 60
e-mail: demich@demich.fo
Grannskoðaravirki Højmose, FRR
v. Børge Christiansen, Cand.merc.aud.
Reg. revisor
Í Heiðum · 370 Miðvágur
Tlf. 333498 · telefax 333490
E-mail: hoejmose@post.olivant.fo
www.rev-hoejmose.dk
Bogholder/revisor-
assistent - deltid
Jeg har brug for en erfaren bogholder til at
hjælpe med at bogføre hos en klient i Tórshavn
1– 2 timer om ugen. Det kan godt foregå om aft-
enen.
LFÚ-Ráðgevingin
er stongt vegna summarfrí 3.-29. juli ‘02.
LFÍ-Skrivstovan
er opin sum vanligt
mánadag & mikudag kl. 12.00-16.00
& týsdag kl. 16.00-18.00.
Landsfelag Føroyinga í Útbúgving,
Tinghúsvegur 18, 3. hædd, 100 Tórshavn
Tlf. 310220 · Fartlf. 222131 · e-mail: lfu@post.olivant.fo
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Góði Mortan
Hjartaliga tillukku við
studentspróvnum. Her ert
tú lítil drongur. Alt tað
besta í framtíðini.
Ynskja vit øll Gumma
og guðsonurin í Kvívík
Hjartaliga takka vit øllum tykkkum, ið gleddu okkum á
hjúnabandsdegi okkara 13. apríl 2002.
Meinhild og Bogi Kallsberg
Jens Olivur 25 ár
Føðingardagsbarnið er at
hitta undir kappróðrinum á
keiini í Vági, øll eru
vælkomin.
Til gubba
Hjartaliga tillukku við 25
ára degnum, gleða okkum
at sleppa í tivoli á
Jóansøku.
Heilsan Heiðrun
og Jóhan
Góði Pauli
Hjartaliga tillukku við 11
ára degnum, sum var tann
26. juni. Takk fyri at tú er
so góður við okkum.
Heilsan Heiðrun, Jóhan,
Annfinn og Tummas Óli
Føðingardag ella ikki
Tú má aftur upp á jakt
allíkavæl á Jóansøku.
Minnist tú tá eg mátti
smakka »kølluna« á
nýggjárinum?
Tillukku við 1/4 hundrað
TXXX
Góði elskaði Jacob
Hjartaliga tillukku við 12
ára degnum. Alt tað besta.
Ynskja mamma og babba
Eg og foreldur míni takka
hjartaliga tykkum, sum
gleddu meg á
fermingardegi mínum 24.
mars 2002.
Heilsan Anna Christina
Brink Dalsgaard
Góði Hensar!
Tillukku við runda føðing-
ardegi tínum í dag 29.
juni.
Tað eru nøkur ár runnin
síðani hendan myndin var
tikin, og sum ikki eina-
ferð, eru vit á veg í býin at
partrola.
Takk fyri títt stóra vinsemi
ígjøgnum allar tíðir.
Góði Hensar, eg ynski tær
alt gott í framtíðini.
Heilsan Hildibrandur
Kári og Katrin
Góðu tit bæði. Hjartaliga
tillukku við prógvunum
Heilsan omma
Góða fitta Halldis
Hjartaliga tillukku við 2
ára føðingardegnum 29.
juni.
Muss og klemm frá
mammu og babba
Góði elskaði Jacob
Hjartaliga tillukku við 12
ára degnum (her ert tú
cool). Jesus signi framtíð
tína.
Ynskir omma
Góða fitta Emma
Hjartaliga tillukku við 3
ára føðingardegnum tann
1. juli. Vit elska teg.
Heilsan mamma, babba,
Henning og Uni
Góði Boje
Hjartaliga tillukku á 50 ára
degnum. Tú ert ikki nógv
broyttur hesi ár.
Heilsan EMHMSTM
Eydna, Ata og Vivian
Hesar smekru diddurnar hava júst fingið studentar-
húgvuna. Tillukku við tí, og alt tað besta í framtíðini!!!
Heilsan ein vinkona
Allarbesti babba
Hjartaliga tillukku við
degnum 28. juni. Takk fyri
alt tú ert fyri okkum.
Heilsan Hallur, Rani
og Tóki
Jákup fingið kortið!
Góði Jákup, hjartaliga
tillukku við kortinum,
altso stóra koyrikort-
inum...
Heilsan babba
C
M
Y
K
41
40
HEILSANIR
Góða langomma!!
Hjartaliga til lukku við
føðingardegnum 30.06.
Takk fyri at tú ert so góð
við okkum
Kærar heilsanir Jona,
Rebecca og Karl
Góði stóribeiggi
Hjartaliga tillukku við 12 ára degnum. Vit eru stoltir av
tær.
Heilsan Hans Edmund og Teitur