hósdagur 28. juli 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 49 — 27. juli 1977
trongd«. Soleiðis var lagið á
ólavseku og er tað enn. Hjá
børnum var ofta ringt at koma
fram. Nógvir av monnunum
vóru í góðum lag, hålsfevndust
og kystust. Eg ræddist teir, tá
ið teir gjørdust ov mælskir og
veipaðu við ormunum og slødr-
aðu. Eg helt meg til konufólkini,
sum gingu so svinn og ansalig.
Ólavsekan er einasta hátíð
eftir enn úr miðeldini, fólkahátíð
og kirkjulig hátíð, hevur ein
skrivað. Og ein annar: Ólavsek-
an er hásummarhegtið, sum
hevur sín uppruna í heidnari tíð,
men nú er bundin at minninum
um Ólav hin heilaga, sum fall á
Stiklastødum í árinum 1030.
Slíkum hátíðarligum málbering-
um vórðu gætur ikki givnar
eftir, fyrr enn ein var so toliliga
tilkomin.
Vit, sum hava upplivað ólav-
søkuna í nógv harrans ár,
munnu øll vera á einum máli um,
at hon nú er hvorki kristin ella
heiðin burturav, ið hvat hon so
annars upprunaliga hevur verið.
Hon er ein håsummarhøgtid, ein
linni í dagsins strevi, eitt spæl,
tá id farið er um longsta dag,
foldin stendur í fagrasta blóma,
og heystingin er í hondum. Tey,
Kathrina Carlsen,
starvskvinna
Sum játtandi kristin er mín
meining tann, at ólavsokan er
farin skeiva leið. Ég eri full-
vís í, at Olavur kongur hevði
aðra vón um tann boðskap,
hann bar okkum, enn tað, vit
nú síggja á Olavsøku. Onkur
er ímóti kristiligum fundum,
og kundi tonkt sær at útihýst
teimum. Ég haldi, at teir seta
ein penari dám á eina annars
kaotiska ólavseku.
Andrea Arting
Olavsøkan hevur verið hildin
her í Feroyum alt síðan
Føroyar vóru kristnaðar.
Havnin var miðdepulin í Fer-
oyum, her sótu > embætis-
menninir, her var einahandil-
in, her var skansin og hesir
seinastu nevndu stovnarnir
kravdu menn.
So lang eg kann minnast
frá tíðini um aldarskifti komu
nógv fólk til Havnar at halda
ólavseku; torvið var komið til
sættis, og hoyggingin byrjaði
i august mánaða, so nú vóru
sum minnast samfelagið nærri
bundið at bóndaskapi enn nú,
síggja fyri sær allar menninar,
sum gingu í havnargøtum dagin
eftir ólavseku við liggjum og
rívum í hondunum, leitandi
oman til bátarnar, sum skuldu
føra teir heimaftur. Hesi mynd-
ini hava maskinamboðini beint
fyri og bilarnir, sum nú flyta
flestu fólk upp á pláss, áðrenn
havnarfólk eru uppi dagin eftir
ólavsoku.
Men tað eru tey, sum vilja
hevja ólavsekuna, sum tjóðar-
høgtidina miklu, upp á hægstu
verðsligu og andaligu tindar.
Landsins kosnu menn, prestar
og embætismenn ganga skrúð-
gongu úr legtinginum í kirkj-
una, har teir verða mintir á at
vera rættvísir í orðum og gerðn-
ingi og at hugsa minni um seg
sjálvan enn um landsins og
fólksins sakir. Og teir ganga
skrúðgongu úraftur kirkjuni
niðan í løgtingid, har løgmadur
setir tingið. Og hver trúarbólkur
roynir í sínum lagi at spenna seg
út við orðum og tónleiki fyri at
bjarga sálum undan illamanni,
og hetta er alt sum tað eigur at
vera.
Tey, sum hava loyvi at selja
okkurt, strevast sum harðast
fyri at sópa so nógvan pening
saman sum gjørligt eftir so
stutta tid sum møguligt, og tey
sum hava lyndi til brennivin
drekka seg dýrandi so skjótt
sum gjørligt, og alt hetta er
helst ikki sum tað eigur at vera.
Gamalt var, at feløg høvdu
aðalfundir um ólavsekuna, tí tá
kom so nógv fólk saman. Men
hesum siði eru feløgini gingin
frá, tí nú hava fólk so nógv um
at vera, at eingin hevur stundir
at koma á aðalfund á Olavsøku.
Tiltikin er aðalfundurin í tí við-
gitna bókmentafelagnum >Varð-
in«, sum so ofta hevur verðið
havt á máli í seinastuni bæði fyri
dygdir og lastir. Einaferð tid-
liga í tíðini, tá ið áhugin fyri
felagnum og tíðarriti tess var so
stórur, sum summir
hava
avbæra
menn nú siga hann at
verið, varð aðalfundur lýstur at
vera í Avhaldshúsinum í Havn,
ólavsokuaftan. Triggir mans
mettu á fundi, men teir sluppu
ikki inn, tí maðurin, sum hevði
lykilin kom ikki. Fundurin var
hildin í trappuni í Avhaldshúsin-
um, og nevndin varð sjálvandi
afturvald.
Fyrst ið eg minnist, vóru tveir
fastir fundir á ólavseku: Ein
politiskur útifundur á Doktara-
grund og ein meira menningar-
ligur fundur úti á Háskúlanum
Pápi var vanur, tá ið tað upp á
nakran máta bar til, at fara á
báðar fundirnar.
Og ástarfundirnir hava ikki
verið fáir. Einki er at ivast 1, at
ólavsekan hevur havt nógv at
týða fyri nøringina av okkara
fólki og blanding av blóði, áðr-
enn vegir, havnir og flogferðsla
styttu um leiðina millum gentu
og drong
Ein gamal maður segði mær
herfyri, at hann helt dimmið
liggja nógv longur um ólavsok-
una nú, enn tá ið hann var
ungur. Eg mutaði ímóti, og helt
tað ikki kunna bera til, at munur
sást á bara í hansara tíð. Men
hann helt fast við sitt. Ég
nærri um, hverjum
Hann
fregnaðist
hann miðaði seg eftir
svaraði, at tá ið hann var ungur
og var á Olavsøku, lå dimmið so
stutt, at tað nóg illa vóru
stundir at friggja, men nú hevði
hann sum gamal verið aftur á
olavsøku, og nú var dimmið
rættiliga drugt. Hvør ber sum
hann royndir
Í sudurlondum, har fólk yvir
hovur eru glaðari og minni
smæðin og innanhokin enn her
hjá okkum. ganga tey gerandi
og heilagt turraedrú, dansa og
syngja og brosa um alt andlitið
og eru so kát og ósmæðin sum
vit á olavsøku. Men einaferð um
árið, á føstugangi, skifta tey
ham. Tá fara tey í gekkaskort og
halda stórar grýluveitslur við
levind og larm.
Mær tykist vera øvugt her hjá
okkum. Her ganga fólk og
krógva seg aftan fyri gekka
skortar og dulnevni gerandi og
heilagt. Men einaferð um árið,
fara í hvussu er tey, sum halda
verðsliga ólavseku, úr grýlu
klæðunum, skræða gekkaskort-
in burtur av sær, og halda sær
so eiggiliga á gaman, at mangur
øtast við. Hóast summi hava
lyndi til ikki at vilja halda upp-
ataftur at halda ólavseku, lata
tey flestu vera »well« við einum
tveimum døgum. Sålarfrødingar
eru, sum vilja halda, at tað er
gott fyri heilsuna at skræða
gekkaskortin av sær vidhvørt
Men um hetta skal eg einki siga,
ti í sálarfroði eri eg ein dólgur
Karsten Hoydal
stundir at taka eina frilotu og
vitja skyldfólk og næstingar
Serstakliga minnist eg há-
tíðardagin fyri 50 ára endur-
reisingina av legtinginum,
ólavsokan 1902. Skrúðgong-
una av embætismonnunum,
logtingsmonnunum og prest-
unum úr kirkjuni nidan i
logtingið, og seinri hátíðar-
haldið úti á skansanum, hvar
nógvar talir vóru hildnar,
sangir yrktir til dagin og
sungnir, hornblásturin ljóm-
aði og kanónskotini dunaðu
um fjørdin.
Annars gjørdu havnarfólk
altíð nógv til (tó pengarnir
ikki vóru nógvir tá í tíðini) at
laga tað so hugnaligt sum
møguligt fyri at taka ímóti
hesum vitjandi skyldfólkun-
um á hesum okkara
hátíðardegi. Basararnir vóru
eisini á hvorjari ólavsoku við
einum ella ødrum góðum
endamáli. Ikki at gloyma hin
foroyska dansin, sum gekk
lystiliga um kveldini til langt
út á náttina, nakrir menn
høvdu helst fingið nakað væl
upp í munnin, men friðarligt
var kortini.
Børnini høvdu fingið nøkur
oyru at keypa sær nakað góð-
gæti, men tá klokkan var
farin um 10 á kvoldið vóru oll
undir 14 ár farin til hús.
Stuttligt var tað at ganga
oman í Vágsbotn, ella
Kongabrúnna ella Miillers-
brúgv og síggja allar bátarn-
ar, sum komnir vóru til
Havnar við ferðafólki.
Nógvir av båtsmonnunum
sungu sálmar, tá ið teir fóru
avstað aftur til sína heims-
bygd: tað sljóðaði so hátíðar-
ligt.
Olavsøkan er ein
sum vit eiga at varðveita tað
hon er: ein håtidardagurin,
stóra
arvur,
ein tjóðarogn, og vit eiga at
halda hendan dag við spekt
og sóma.
D. P. Danielsen, sakførari
Tað er alt í lagi vid ólavsok-
uni. Kundi vit hildið hana
innanfyri triggjar dagar ella
so. Øll kunnu kenna trongd
til at smoyggja sær burtur úr
gerandisdegnum av og á
Men vit halda jú ólavsoku
alt árið. Vit lata eyguni aftur
fyri veruleikanum. Leggja
alla ábyrgd frá okkum. Nokta
at hugsa um, at einaferð
koma timburmenninir.
Ongan fiskivinnupolitikk.
Einki stig til at bøta um tær
skeivu iløgurnar í fiski-
vinnuni. Á eðrum hverjum
veruvogni síggja vit novn á
útlendskum fyritøkum, ið
leggja seg eftir at súgva
virðini burtur úr samfelagi
okkara.
Alla tilveru okkara byggja
vit á handil við onnur lond
Og har hava vit valt veikasta
gjaldsoyra í heiminum at
styðja okkum til: Dollaran
Men eingin letst um vón.
Vit fara í tey føroysku
klæðini á ólavsoku við ting-
monnum og landsstýris-
monnum á odda. Og eru
Foroyingar, serstøk tjóð
Og nokta at hugsa um,
hvussu endin verður hjá hon-
um, ið heldur ólavseku alt
árið
Marius Johannesen, blað-
stjóri
To at flestu
munnu halda, at stenvuhald
ið hevur vundið ov mikið upp
á seg nú á døgum, so munnu
stevnurnar kortini vera
komnar fyri at vera, ti helst
vil ongin av bygdunum
sleppa sinari stevnu, og so
kunnu vit bara siga, at tær
eru komnar staðin fyri
fólkafundirnar, sum
ymsa staðni í Feroyum í
gomlum døgum, t.v.s fyrra
partin í hesari eldini. Men tá
áttu hesar nýggju stevnurnar
toroyingar
voru
ikki at vart meir enn tann
eina dagin, ti ringt er at fylla
teir tveir stevnudagarnar út
við nokrum. sum hugtekur
fólk so mikid, at tað er
ómakin vert at vera eitt av
stevnufólkunum. Itrotturin
tykist at vera tað, sum
dregur mest ungdómin til sin
og nógv av vaksnum við.
Tær flestu stevnurnar hava
eisini lagt fólkafund inn í
skránna, men hesir fólka-
fundir eru mest bara viðfán
ingur sammett við fólkafund-
irnar. sum vóru í gomlum
døgum, og tað er ein spurn-
ingur, um bygdastevnurnar
áttu ikki at verið itrottar-
stevnur burturav og so ikki
vart meir enn tann eina dagin
Men 6lavsøkan eigur enn
stevnan
fram um allar aðrar stevnur,
tann stevnan, sum allir før-
sum áður at vera
oyingar eiga í felag. og sum
so nógvir, sum eru førir fyri
ti. eiga at taka lut í. Men vit
eiga at ansa eftir. at ólar
søkan ikki verður ovbyrjad
av fjanti og fjasi, so at hon
kemur at líkjast einum út-
lendskum marknadi ella
lopputorgalevnadi, men at
hon kemur at, varðveita Í
hvussu er nakað av ti gamla
dåminum, sum áður gjørdi
hana til tjodarstevnu