hósdagur 28. juli 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 49 — 27. juli 1977
kring oyggjarnar
A nýggjan
saltfiskatúr
Tey trý línuskipini hjá pf.
Joensen á Olsen, Hans Erik,
Sigurfari og Pison fóru øll til
New Foundlands á nýggjan
saltfiskatúr í seinastu viku
Trolarin Nónhamar hevur
lagt Grønlandsveiduna upp í
Klaksvík. Teir høvdu 356
tons. Veiðan er seld til Frak-
lands og varð avskipað við
Róki, sum fór av Klaksvík
við lastini miðskeiðis í vik-
uni. Nónhamar skal á nýggj
an túr eystanfyri.
Fyrstu sethúsini
í 37 ár
Úr Mikladali frættist, at har í
bygdini verður nú farið undir
at byggja eini sethús, og
verða hetta tey fyrstu sethús-
ini, sum bygd eru í Mikladali
seinastu 37 árini. Seinasta
húsið varð bygt í 1940 og í
1933/34 vórðu eini trý sethús
bygd í Mikladali.
Í Mikladali hava menn
annars arbeitt við at stoypa
trappurnar niðan úr fjeruni
av nýggjum og eisini hava
nakrir manns arbeitt hjá SEV
við at umvæla spennið, sum
gongur um Djúpadal, ið ligg
ur millum Mikladal og Trella
nes. Teir hava skift linjurnar
ut
Annars varð sagt úr Mikla-
dali mánadagin, at teir bert
høvdu eitt fjall eftir at ganga,
og at væl hevur gingist við
vårsfjøllunum. Seinasta leyg-
ardag vórðu bæði Mikladals-
menn og Nesmenn i bjørgun-
um. Mikladalsmenn fingu
150 og Nesmenn 250 lundar.
Í Mikladali filast fólk ann-
ars á, at ov smátt gongur við
vegagerð“; norðan fyri Kals-
oynni, og sagt verður, at onki
verður grivið í summar. Har
eru so at siga ongi amboð at
arbeiða við, og bert nakrir
fáir manns fáast við at gera
tað strekkið liðugt, sum griv-
ið er árini frammanundan
Av Feskfiskaveiðu
Týskveldið kom Jógvan S á
Klaksvík við 170.000 pund
um av línufiski. Teir hava
roynt við Rokkin. Mánadagin
om Dragasund av snellu-
veiðu undan Íslandi. Teir
mettu seg at hava 80.000
pund
í Annars frættist úr Klaks
ik at lítil útróður er i løtuni
við linu
Nógv ferðafólk
Ur Fugloy frættist nog
ferðafólk hevur verið t ar úti í
ummar, og inasta viku
skifti vóru eini Á estir 1
oynni
Annars arbeiða fuglingar
við at gera veg millum Kirkju
og Hattarvík. Tveir kilometr-
gjørdir
ar av vegnum eru
SA A ST: AV ONO A BA AA
Samlaða strekkið er uppá
fimm kilometrar. Arbeitt
verður við tveimum gravi-
maskinum og tveimum
dumparum. Átta manns ar-
beiða í løtuni á vegnum.
Í letuni verður eisini ar-
beitt við at útbyggja lending-
ina á Skorðagjógv á Kirkju.
Tað nógva av tilfarinum er út
komið verður sagt, og talan
er um eitt arbeiði uppá
4—500.000 kr. Tað er Dávur
Jacobsen úr Klaksvík, sum
stendur fyri arbeiðnum á
Skorðagjógv.
Úr Fugloy verður arnars
sagt, at onkur sekir bjørgini
av og á, og at nógv er til av
lunda. Tá vit hevdu samband
við Fugloynna fyrst í vikuni
hevði ættin ikki verið til
vildar, og tí hevði veiðan ikki
verið av ti besta. Ein dagin
vórðu 230 lundar veiddir og
ein annan dagin í seinasta
viku vórðu 400 lundar fingnir
av fýra monnum.
Torført at fáa lærara
Av Húsum frættist, at tað
hevur verið sera trupult at
fingið lærara til skúlarnar á
Húsum og á Syðradali, og
úrslitið er, at skiftandi vik-
arar hava undirvíst nú í mong
ár. Á Húsum eru fýra skúla-
børn og á Syðradali eru
børnini tvey í tali.
Annars verður sagt av
Húsum, at 14 manns arbeiða
á vegnum, sum gjørdur verð-
ur millum Husar og Mikladal
Av teimum eru sjey av
Husum, triggir ur Mikladali,
triggir av Syðradali og ein úr
Klaksvík. Arbeitt verður vid
tveimum bilum og einum
rennigravara.
Gjørdu góðan
lomvigadag
Fyri stuttum fekk ein bátur
av Viðareiði 400 limvigar eftir
einum degi. Hetta er rættu-
liga gott, tá hugsað verður
um, hvussu lítið lomviga-
veiðan hevur givið tey sein-
astu árini. Av Viðareiði verð-
ur sagt, at teir ongatid eru
komnir upp um 200 limvigar í
fleiri ár. Báturin, sum fekk
teir 400 limvigarnar. royndi
við snaru, og eisini vóru teir á
landi við stongini. Við stong
ini fingu teir 170 lomvigar.
Annars hava viðingar tveir
aðrar dagar fingið ávikavist
160 og 150 lomvigar uppa
dagin
Í seinastu viku vórðu við-
ingar bæði Settorvu or 1
Urðini teir lati
illa at. I Settor'u fingu teir
1150 lundar eftir
legum og tann triðja dagin
300 lundar. Tá
I Urðini nav;
tveunum
fingu teir
vórðu teir noyddir at rýma av
ti at hann kom høgt.
Ein dagin i seinastu viku
var Tórur Hansen á Viðareiði
einsamallur á útróðri við
snellu. Hann var so heppin at
fáa ein kalva uppá 135 pund á
snelluni
Frostvirkið í Norðdepli:
Fólksins ogn
Tikið ímóti væl av fiski í ár
Frostvirkið í Norðdepli, sum nú hevur tikið ímóti
fiski í nærum 17 ár, ætlar at byggja út. Virkið um-
hugsar at fáa eina íssilo
Frostvirkið hevur fingið væl av
fiski í ár. Til 1. juli hevði virkið
tikið ímóti tilsamans umleið
1100 tonsum av ráfiski. Alt ár í
fjor komu tilsamans 1326 tons
upp á land í Norðdepli. Gongur
tað tann rætta vegin restina av
árinum, rokna teir við at fáa eini
1600 til 1700 tons.
Besta árið hjá Frostvirkinum
var í 1974. Tá avreiddu bátarnir
tilsamans 1400 tons.
Einasta arbeiðsplássið
Frostvirkið í Norðdepli er so
avgjørt stórsta og einasta veru-
liga arbeiðspláss á hesum leið-
um. Her avreiða bátar av Viðar-
eiði, Hvannasundi og úr Norð-
depli, og her arbeiða fólk úr
øllum hesum bygdum. Tá nógv-
ur fiskur er man helst vera
arbeiði til eini 40 fólk á virkin-
um. Tá nógvur fiskur er, stendur
ofta á at fáa fólk. Harumframt
gevur egningin til útróðrarbát-
arnar nakað av arbeiði.
Fólksins ogn
Frostvirkið í Norðdepli er fólks-
ins ogn. Tað eru kommunurnar í
Hvannasundi og Viðareiði, ið
eiga virkið. Viðareiði hevur 3
limir í nevndini og Hvannasund
hevur 4 limir.
Tað eru liðin umleið 17 ár,
síðani Johan Kristiansen bygdi
Frostvirkið. Frammanundan av-
reiddu norðamenn allan fiskin til
Fiskavirkið hjá Kjølbro, sum lá í
Hvannasundi. Av og á kom
gamli Gardar úr Klaksvík norð-
ur til Hvannasunds eftir fiskin-
um. Hesin varð síðani førdur til
Klaksvíkar, har hann varð vask-
aður og turkaður.
Kjølbro gevst
Men i 1960 for nyggja Frost-
virkið eisini at taka ímóti fiski,
og nakað seinni legði Kjølbro
Fiskavirkið í Hvannasundi nið
ir.
Frostvirkið er síðani útbygdt í
1963, 68 og sidst í 1973, tá
gjoyt varð eitt saltfiskahús uppá
400 m?. Í dag eigur Frostvirkið
eisini goymslu bygningarnar hjá
Kjølbro í Hvannasundi. Teir
verða brúktir til egningararbeiði
og kuldagoymslu, sum kann
taka 350 stampar.
Tilsamans 12 bátar avreiða
fast til Frostvirkið. Tað eru
Rókhamar, Brættanes, Hjerdis
Maria og Sundaenni. Síðani eru
tveir Viksundbátar, Fossabrúgv
og Urenni. Harumframt eru einir
4—5 opnir bátar.
Størsta avskipan
higartil
Í letuni royna bátarnir við
snellu. Teir royna eystan- og
sunnanfyri og eisini norðan fyri
Fugloynna
Nakað herfyri var farmaskipið
Frost eftir tilsamans 112 tonsum
av flaki. Hetta er tann stórsta
avskipan, sum Frostvirkið i
Norðdepli hevur havt øll hesi
árini. Stjóri á virkinum er Jason
Johannesen.
Hotel Norð á Viðareiði
ætlar at byggja út
Fleiri av ferðafólkunum koma aftur ár undan ári
Talið á gestum er støðugt vaksandi, og nógvir út-
lendingar koma aftur hvort summar. Klára vit árið
í ár, byggja vit út, sigur Rasmus Lassen sum eigur
hotellið
Rasmus sigur víðari, at tað er
tryggjandi at vita, at fólk koma
aftur. Øll tey trý árini, vit hava
tikið ímóti gestum, hava t.d. 6
útlendingar vitjað aftur á hverj-
ari hvítusunnu. Eisini ein sveis-
ari og kona hava verið her hesi
trý árini. Herfyri vóru fýra ung-
fólk á súkklu á Viðareiði og gistu
hjá Rasmussi. Júst hesi somu
fólkini vóru her norðuri fyri
tveimum árum síðani, sigur
Rasmus.
Fåair føroyingar vitja
Hóast sambandið millum nær
um allar oyggjarnar í landinum
er gott og skjótt er at koma stað
úr stað, so gista fáir foroyingar á
Hotel Norð á Viðareiði. Vit
spurdu Rasmus, hvussu hetta
kann bera til, og hann svarar
okkum, at fólk, sum koma aðra-
staðni frá í Føroyum eru ikki
náttina yvir. Tey koma á morgni
og fara avstaðaftur um kveldið.
— Sjålvur haldi eg, at her er so
vakurt á Viðareiði og annars her
norðanfyri, at ein skuldi trúð, at
foroyingar sunnanfyri javnan
steðgaðu her í nakrar dagar.
Sum er, er Hotel Norð bert
opið um summarið. — Men verð-
ur eftirspurningurin sterri og
fara fólk at koma higar um
Fr
dm te AHR AAA GO
ir
veturin eisini, letur tad seg gera
at hava opið alt árið. Rasmus
nevnir í hesum sambandi, at
hotellið væl kann nýtast til skeið
ella fundir av ymsum
—-Her kunnu luttakararnir
búgva, eta og fundast alt í
somu húsum.
slag.
Vágaverk at byrja
Tað eru nú trý ár síðani at
Rasmus, sum sjálvur er vág-
bingur, gjørdi av at byggja
hotell á Viðareiði. —Eg visti
væl, at hetta var eitt vágaverk.
Nógv hildu fyri, at tað bert er á
teimum størru plåssunum, at ein
tilik vinna kann bera seg. Men
sjålvur helt eg tad vera so
vakurt her norðuri, at eg gjørdi
av at byrja, sigur Rasmus.
Tað fyrsta árið vóru 3 dupult-
komur við tilsamans 6 seingja-
plássum. Í dag eru 10 dupult-
komur við 20 seingjaplássum. Á
kømrunum er bæði baðirúm og
toilet.
Stórt arbeiðspláss
Tá Hotel Norð er opið arbeiða
har fast 6 fólk. Harafturat
kemur eykahjálp í weekendun-
um, so samanumtikið er hotellið
eitt stórt arbeiðspláss her norð-
uri.
Uppá spurningin at byggja út
sigur Rasmus, at hann vildi
ynskt, at tað vóru 5 seingjapláss
fleiri. Ofta koma bólkar av ferða-
fólkum, og har eru sum vanliga
umleið 25 fólk.