Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 1977síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Trygdarviðurskifti á arbeiðsplássunum sosialurin Nr. 51 — 6. august 1977 Tørvur á einum vælvirkandi arbeidseftirliti ið saman um kemur, ikki upp- Tað er synd at siga, at trygdar- viðurskiftini á teimum føroysku arbeiðsplássunum kunnu metast javnt við tey, sum eru í granna- londum okkara. Heldur ikki man okkara arbeiðseftirlit vera á hædd við tey, sum eru í hesum londum. Javnaðarflokkurin hevði hetta mál til umreða á seinasta landsfundi sínum, og fara við á Sosialinum í hesum og komandi blødum at taka hetta mál upp til viðgerðar, tá ið hevi er til tað. — Hesaferð viðgerða vit ein tilburð úr Lopra fyri fáum árum síðani, sum var nær við at kosta einum manni lívi. Í 1973 kom ein arbeiðsmaður á verksmiðjuni í Lopra hjá P/f Kyrruvík út fyri eini vanlukku, sum mundi kosta honum lívið. Maðurin var við at rigga av, tá ið ein spreinging hendi í ketlin- um, sum viðferdi, at lúkan í ketlinum skræðnaði — maðurin varð slongdur fleiri metrar gjøgnum luftina av lufttrýstin- um. Smeiturin var honum so dyggur, at hann varð koyrdur á sjúkrahús við heilaskjálvta, og fekk aftaná at verða útskrivaður arbeiðsforboð í triggjar vikur. Hann fekk tilsamans 2.000 kr. fyri hendan mista mánaðin frá Arbeiðsmannafelagnum og Van- lukkutryggingini, men ikki eitt oyra frá P/f Kyrruvík. Hver hevur ábyrgdina? Mað- urin sigur seg vera uttan ábyrgd í hesi vanlukku, og at hetta kom heilt óvæntað. Tað er neyvan nøkur grund at mistrúgva hon- um. Ongin setur seg í livsvanda av egnum ávum. Stjórin á virkinum, Heri Hjelm, sigur, at tað var arbeiðs- maðurin, sum hevði allan feilin, tí hann dugdi ikki at arbeiða við ketlinum. Men maðurin visti eftir ollum at døma ikki hverjum standi ketilin var í, og er tað, tá gávan hjá virkiseigarunum at syrgja fyri at fólk verða upplærd til at arbeiða við arbeiðstólunum i ti åvisa virkinum? Maskin- og ketilseftirlitið hjá landinum hevdi givid virkinum loyvi at fara i rakstur vid ymiskum treytum, sum skuldu lúkast so hvert. M.a. stendur ketilin óinnigyrdur í verksmiðj- uni, sum er í strid við galdandi lóg. Og afturat hesum kemur so ymiskt, sum tydir á, at alt ikki riggaði, sum tað skuldi. Er tað maskin- og ketilseftir- litið hjá landinum, sum má taka ábyrgdina av vanlukkuni? Eftir- litsmaðurin hjá landinum, Nikl- as Magnusen, sigur, at ábyrgdin altíð liggur hjá virkiseigaranum- ella leiðaranum. Liggur so á- byrgdin hjá stjóranum, Hera Hjelm? Men tað sum fær ein at undr- ast er, at hóast meir enn fýra heil ár eru liðin síðan vanlukkan Hvat sigur arbeiðsmaðurin ? „Ég var inni og stongdið og slektið fyri oljutilforingini, og meðan eg standi á kantinum við instrumentbrettið, exploderaði Hurðin krynglaðist upp, og eg var slongdur burtur av luft trýstinum. Síðan visti eg ikki meira. Eg var fluttur á sjúkra- húsið á Tveroyri við heila- skjálvta. Har lá eg í eina góða viku. Og fekk ikki arbeitt í triggjar vikur aftaná. Í >endur- gjaldi« fekk eg kr. 2.000 ikki frá partafelagnum Kyrruvik, men frá Arbeiðsmannafelagnum og Vanlukkutryggingini« Vit: Hatta kom heilt óvæntað? Arb.: Ja tað er heilt vist. Ketilin hevur ikki klárað at forbrent alla oljuna. Aftaná at tað er sløkt gongur motorurin í einar 3 min., soleiðis at allur dampurin, sum er í forbrenningsrúminum, skal verða blástur út. Men ketilin hevur helst ikki klára at forbrent alla oljuna. Og tað exploderaði, ti ketilin var so heitur. Vit: Fingu tit ongantið at vita, hvussu statt var við ketlinum? Arb.: Nei, ikki nakað slag av upplýsingum fingu vit. Vit: Tað var ikki nógv tygum fingu í endurgjaldi? Arb.: Nei, ein fær onki uttan ein steindoyr, so kanska teir koma við ti eitt sindur aftaná. Vit: Hevur arbeiðsmannafelagið sett nakað krav fram um sterri eftirlit? Arb.: Nei, ikki tað eg veit um. Vit: Vórðu nakrar broytingar gjørdar í samband við trygdina aftaná ólukkuna? Arb.: Nei ikki tað eg veit um. Tað er tað sama nú sum fyrr. Einasti munurin er tann, at damp trýstið er sett niður aftan- á, at rerini fóru einaferð. Vit: Hava umboð hjá eftirlitin- um tosað við teg um vanlukk- una? Arb.: Nei, teir hava ikki so mikið sum ringt til mín! hendi, so hevur eftirlitið hjá landinum enn ikki kannað, hver orsekin var til vanlukkuna. Tað er onki annað enn eitt sjálvsagt krav, at málið verður kannað út í æsir. Ikki bert hevur arbeiðsmaðurin, sum var úti fyri hesi syndarligu vanlukku, krav upp á eina frágreiðing, sum hann hevur bíða eftir í meira enn fýra ár. Men eisini hansara arbeiðs- felagar, ja, fólk yvirhevur hevur krav uppá eina slíka frágreiðing. Ti slíkt sigur ofta væl meir um støduna í landinum enn fleiri bøkur av prentaðum reðum hjá okkara politikkarum. Sum okkara framleiðsluviður- skifti eru, hevur arbeiðsmaðurin onki krav, ongan rætt til at verða settur inn í tey viðurskifti, hann skal arbeiða undir. Tað er ti lætt at leypa hann um, og fjala Ohugnaligar og vandamiklar veruleikar fyri honum. Er tað hetta, sum hent er í sildaverk- smiðjuni í Lopra? Vit: Hvussu nógv kostar tað at innigyrða ketilin? Heri Hjelm: Tað dugi eg ikki at siga. Vit hava ongantíð gjørt nakra kostnaðarætlan yvir tað. Annars er at siga, at maðurin, sum var úti fyri vanlukkuni, hevði sjálvur feilin. Tað hevði hann. Tað er heilt sikkurt. Og var ketilin innigyrdur, sum hann skuldi, so var hann full- komiliga knústur. Tit kunnu gott skriva, at maðurin bleiv við at kynda ketulin, og hann noktaði at starta. Hann fekk ikki ketulin at starta, og hann setti olju til fleiri ferðir, og ketulin var heitur og undir trykki, og so nú einaferð er oljan so heit inni í, at hon explo deraði. Hvat sigur stjórin? Maðurin hevur ikki dugað at arbeiða við hesum. Vit: Var hann ikki upplærdur til tað? Heri Hjelm: Nei. Vit: Er tað ikki tykkara upp- gáva at upplæra fólk til slíkt arbeiði, serstakliga tá ið tað er so vandamikið sum hatta? Heri Hjelm: Tað kunnu tit vist siga. Vit: Hevur tað verið nakað gali við ketlinum? Heri Hjelm: Nei, yvirhovur ikki. Ketulin hevur virkað sum hann skal. Ketulin og verksmiðjan hevur verið og er undir eftirlitið frá landinum. Tað er Niklas Magnusen, sum stendur fyri ti.