Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 53 — 13. august 1977 Løgmansrødan 1977 Batnandi hølisvidurskifti til mentunartiltøk Byggingin av landsbókasavni, útvarpshúsi og norðurlendska húsinum vilja fyri eina tíð upp- fylla húsatervin hjá flestu lisagreinum Skúlamál Hetta seinasta árið hava sam- ráðingar verið millum landsstýr- ið og ríkisstýrið um samskipan av allari skúlaumsiting í Føroy- um. Sett varð ein donsk-føroysk embætisnevnd at kanna, hvussu stóran myndugleika landsstýrið og logtingið eiga at hava at gera reglur og lógir, hóast skúlin framvegis partvís verður goldin av ríkiskassanum. Henda nevnd hevur havt fyrsta fund sin, og miðað verður ímóti at fáa eitt álit klárt til heystar, soleiðis at landsstýrið eftir samráðingar við rikisstyrid kann leggja eitt upp- skot viðvíkjandi skúlaumsiting- ini fyri løgtingid í hesi tingsetu. Í seinastu tingsetu hevði log- tingið orðaskifti um framtíðar skúlaskap i Føroyum sum heild Út frá ti, sum kom fram undir hesum orðaskifti, og út frá teimum álitum um fólkaskúla, vinnuskúla og aðar skúlar, sum áður eru gjørd, verður nú arbeitt við lógartekstum fyri framtíðar skúlaskapin. Landsstýrið ætlar at leggja uppskot fyri tingið í hesi setuni um m.a. fólkaskúlan, framhaldsskúlan og læraraskul- an. Møguliga verður eisini upp skot lagt fram um nyskipan av sjómansútbúgvingini Handilsskúlin hevur framveg- is ikki egin hølir at virka i. Landsstýrið hevur mælt stýrinum til fyribils at byggja tveir handilsskúlar í Feroyum, annan í Eysturoynni og hin í Havn. Somuleiðis hevur lands- stýrið mælt til, at hægri hand- ilsskúlaprógv skal kunna fáast í Føroyum. rikis Mentunnarmål Utbygging fer fram å stovnun- um å Debessartrød. A Føroyamålsdeildini á Fróð- skaparsetrinum fingu fyrstu næmingarnir tvey ára exam.art. prógv í føroyskum og norður- lendskum bókmentum. Sáttmáli er fingin og tingingar fara fram við norðurlendskar læristovnar um viðurkenning av prógvum í samband við framhaldsnám. Sett er eisini nevnd, ið skal koma við tilmæli um rættindi til starv við foroyskar stovnar. Stoðisútbúgvingin og guð- froðideildin eru undir útbygging við góðum úrsliti. Evnafrødisliga starvsstovan starvast nú, sum upprunaliga ætlanin var, vid trimum deildar- leidarum og er soleidis før fyri at åtaka sær fleiri og fleiri uppgåv- ur. Byggingin av nyggjum lands- bókasavn er komin væl áleiðis, og í Klaksvík er bókasavnið flutt í nýggj og tíðarhóskandi høli. Verður ætlanin við einum bóka- savnsbussi framd, skuldi mogu- leiki verið fyri einum nógv betur og aktivum bókasavnsarbeiði enn frammanundan. Hini søvnini starvast undir ringum húsaumstoðum. Støda eigur skjótast gjørligt at verða tikin til byggjan av fornminnis- savni, helst saman við frilands- savni, meðan hini søvini fyri ein part verða hjálpt, tá landsbóka- savnið flytir í nýggju húsini. Senditíð útvarpsins er longd og farið verður undir bygging av nýggjum útvarpshúsi. Tingið hevur gjølla prinsipsamtykt, at foroyskt sjónvarp skal setast á stovn, og eru neyðugar kanning- ar skjótt lidnar, millum annað um sendingar frá fylgisveini. Norðurlendska húsið í Føroy- um er boðið út í arkitekskapping og verða uppskotini domd fyrst í oktober, og skuldu húsini verið liðug um 3—4 ár. Stórur áhugi tykist at vera fyri tónleiki, sjónleiki, mynda- list og ødrum listagreinum. Ætlandi vilja ådurnevndu byggingar, landsbókasavnið, útvarpshúsið og norðurlendska húsið fyri eina tíð uppfylla húsa- tørvin hjá felstu listagreinum. Vega- og havna- byggingar Landsveganetið verður fram- vegis útbygt, og er komið langt við at útbyggja hevuðsferðslu- vegirnar. Veksturin í ferðsluni setur størri krev til vegirnar, og er tí neyðugt at breiðka og út- byggja stóran part av teimum eldru vegunum, og eru hesi arbeiði mangan arbeiðs- og pen- ingakrevjandi. Upprunaliga peningajáttan á uppskotið til figgjarlogina frå landsverkfrødingsstovninum varð munandi lækkað av játt- andi myndugleikunum. Verður ti minni gjørt av vegnum, enn har er ætlað um, og neyðugt hevur verið at bíða við summum arbeiðum. Ætlanin er so at fara undir hesi arbeiði komandi ár. Enn eru tó fleiri bygdir, ið einki vegsamband hava, og sum ikki er lív lagað, um ikki tílíkt samband fæst. Tá landsvega- netið er komið so mikið ávegis, sum tað er, asfaltstød og verk- staðarbygningur gjørd og grót- brot og nýmótans skervknusi- verk útbygt, skuldi meguleiki verið fyri, um figgjarliga gongd- in í samfelagnum verður sum higartil, at útbygt vega- og bergholssambandið til tær bygdir, ið eftir eru. Havnaætlanin frá 1969 og 1974 er at enda komin næsta fíggjarár, og eru flestu arbeiðini antin gjørd ella í gerð. Nýggj havnaætlan er logd fyri tingið seinast í tingsetuni og kemur til viðgeðar í hesari. Er her talan um mikla útbygging um alt landið. Verður skipanin fylgd í landsstýrisuppskotinum, skuldi tað verið lættari hjá kommununum at figgja havna- byggingarnar, enn verid hevur frammanundan. Fylgjuskjølini frå landsverk- frødingsstovninum siga frá gongdini innan tey ymsu arbeið- ini. A Strandferðslan Hetta seinasta árið hevur strandferðslan siglt við somu skipan sum áður, og onki nýtt far er komið í flotan. Eftir upp- skoti frá landsstýrinum hevur logtingið nú játtað lániheimild oe upp til 12 mill. kr. til bygging av nyggjum fari at sigla um Lor- viksfjørd og somuleiðis til bygg- ing av einum fari til Skúvoyar. Tilboð eru komin inn uppá ta nýggju Ternuna, og ein av fyrstu degunum verður steða tikin til, hvar skipið skal byggj- ast. Síðani bergholið í Eystur- oynni varð latið upp seinasta heyst, hevur stór ferðing verið við bilum um Lorviksfjørd, og mangan er tað torfert hjá Tern- uni at taka alla ferðsluna. Tað hevur verið hildið fram við at útbyggja farmasambandið landvegir hetta seinasta árið, og sum heild er Strandferðslan nú komin á mál hesum viðvíkjandi. Smyril er aftur í ár í uttan- landasigling, og talið av ferða- fólkum og bilum er steðugt vaksandi. Seinasta ár flutti Smyril 17.000 fólk í uttanlanda- siglingini, og líkt er til, at talið á ferðafólkum í ár verður omanfyri 20.000. Hetta hevur givið eitt rakstraryvirskot summarmán- aðirnar, men harafturímóti hev- ur skipið undirskot um veturin í innanoyggjasigling. Dugvan verður framvegis nýtt sum hjálparskip um summarið, men er ikki væl hóskandi til hetta endamál, bæði ti at hon ikki kann flyta bilar, og ti at hon ikki tekur nóg nógv ferðafólk. Um- hugsað verður at útvega annað far ístaðin fyri Dúgvuna, men í lotuni er onki slíkt far tøkt. Stødutakan til spurningin um samskipan av fólka- og farma- flutningum kann nú ikki bíða longur Verður eingin broyting í ver- andi mynstri framd, kann ein gera sær greitt, at ávísar smærri bygdir vera heilt afturútsigldar, og vera kanska verri fyri enn tær vóru, áðrenn vegaútbyggingin Framhald á síðu 7