Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Er i Í Nr. 54 — 17. august 1977 sosialurin Politisk tónlist B Benny Holst og Arne Wiirgler i Føroyum Strembanin eftir ti »reina«, av ymsum áhugamálum ódálkaða, hevur hjá okkum verið so eina- ráðandi innan list eins væl og onnur eki, at hetta er vorðið ein sjálvfylgja, sum ongin spyr um ella ivast um. Listin er vorðin ein avmarkaður partur av veru leika okkara. »Politikkur« er ein annar avmarkaður partur. Fert tú til dømis at ummæla ymisk slog av listarverkum út frá ein- um politiskum sjónarmiði, so ert tú ikki hin rætti ummælarin, við tað at tú blandar tvey fullkomi- liga sundurskild oki saman. Tú hevur ikki skil fyri list. Fyri ti 6- dálkaða upplivilsinum, njóting- ini, sum hevur eitt virði í sær sjálvum. Nakað líknandi ger seg galdandi um tú spyrt ein tíð indamann, um hann heldur sitt arbeiði vera »politiskt«. Neinei, góði, eg havi lært at solda tað »objektiva« frå ti »litada«. Eg umbodi hin turra sannleikan, eg eri ómerktur av samfelagsligum åhugamålum. Mina sannføring havi eg aftanå arbeidstid, og hon kemur ongum vid. Ti lygnin um hin ópolitiska sannleikan er enn ikki avdukad. Hon er ein hent hugmynd hjå ti sum ikki vil broyta, av ti at hann situr væl í ti núverandi. Hjá ráð- andi bólkum í skiftandi samfe- logum. Men til eru tey við teim frá- víkjandi, og fyri summi ótolandi hugsanum, at alt sum viðvíkur lívinum í einum samfelag er pol- itiskt. At tað sum umræður, ikki er at skilja millum politiskt og ó- politiskt, men millum tey duldu ella opinberu áhugamál sum liggja í einumhverjum samfel- agsligum virksemi. Spurningur- in er um listin eigur at vera dag- dvelja og undirhald, ella um hon eigur at vera eitt amboð, ein framdráttarmegi. Upplýsing heldur enn doyvandi njóting. Á Ølavseku høvdu vit vitjan av tveimum slíkum ervitis- knokkum, sum hugsa so frá- víkjandi um uppgávuna hjá list- arfólkum. Benny Holst og Arne Wiirgler teljast millum teir kend- astu og best umtóktu nutidar- vísusangarar í Danmark. Hetta vil tó ikki siga, at teir rilla ovast á »Dansk-toppen« ella steppa frammarlaga at standa i bidirød- ini hjá útvarpi og sjónvarpi. Grundin til tað er heilt einføld: teir syngja politiskar vísur, sum ikki hoyra heima í stovnum, sum ikki enn hava mist sín hugsjón- arliga moydóm. Í staðin hava Benny og Arne spælt og sungið úti millum fólk, tá okkurt hevur verið áfatt og fólk eru komin saman. Her á landi er politisk list enn ódyrkað lendi, hóast listin í roynd og veru neyvan sleppur undan at hava- onkra politiska funktión. Vit kenna ikki Benny og Arna, eins og vit kenna >Shu- bi-du-a< ella Lollipops, tá talan er um danskan tónleik. So ei undur í, at konsertirnar hjá teimum ikki vóru hin heilt stóra magnetin, hóast tær vóru ein sjáldsamúr møguleiki at uppliva okkurt forkunnugtimillumdiska- betonglarm og hallelujapopp Tónlistin hjá teimum er, mill- um annað, ein roynd at prika hol á ta fyrigykladu hugblødru, at politikkur er nakað avmarkad frå restini av samfelagsliga veru leikanum. Og hóast tey útvaldu mannfólkini, sum hava fingið politikk sum professión, helst ikki skulu blanda politikkin saman við restini av teimum sjálvum, so meina Benny og Arne at hesir politisku leikaranir eisini dyrka sina ser sjón- ligu list: „ferst valser de til venstre sá halser de til højre så mødes de på midten og sá er de lige vidt ...< Taka vit tann partin av tonlist armonnum, sum opið viðurkenna sítt politiska endamál, so kunnu vit skilja millum >parolulist< og »sosialrealistiska« list. Hin fyrsta fæst vid at framleida rakstrarróp, politiskar lærusetn- ingar, og viðhvert ov einfaldar patentloysnir Sosialrealistar harafturimóti taka viðurskifti og hendingar í samfelagnum upp til viðgerðar, royna at vekja fólk politiskt við at byrja, har tey kenna seg sjálvan aftur. Og royna at skumpa undir fólk, sum eru steðgaði innilæst av trupul- leikum, fáa tey at hóma megina i ti at standa saman, virka fyri felags áhugamálum, móti felags figgindum. Benny og Arne hoyra heima millum hesar sidstnevndu. At teir syngja politiskt, merkir ikki at teir gloyma kensluliv, kær- leika, sorg, skemtivisur og ann að. Hesi fyribrigdini eru fyri teimum nevniliga eisini politisk. Og verða treytað av politiskum og økonomiskum áhugamálum. Sum dømi um hetta samband kunnu vit nevna vísuna »Sangen om arbejdskraftens fri bevæge- hed« frá plátuni >„Europa- sange<. Felagsmarknaðarlondini eru eitt domi um, hvussu mið- savningin av kapitali setur krav um eina »mobila« arbeiðsmegi, t.v.s.arbeiðsfólk,sum ikki nokta at flyta frá familju og heimi, fyri at festa búgv í eini trongari barakk har sum kapitalurin held- ur tað loysa seg best at byggja arbeiðspláss. Hetta verður lýst kenslurørslurnar hjá manninum, sum stendur á jarn- breytarsteðini og skal siga kon- uni og børnunum farvæl, áðrenn hann fer til Ruhr-økid i Vestur- tysklandi fyri at yvirliva figgjar- liga. „jeg ser dig stå og skælve på den grumsede perron, i bukselommen knuger jeg billetten om lidt så lyder der en fløjte, og en mand i uniform vil løfte hånden halvvejs til kasketten Hvorfor skal jeg afsted, jeg ved det ikke selv gjøgnum arbeids- jeg var vist kun uheldig ved rouletten...« So vid og vid sum medvitid um hvussu politiskt hvert eitt vet av tilveruni er, vaknar, so av- dúkast lygnin um tað >ópolit- iska« og tað »objektiva«. Av og á kennir tú eisini, hvussu høv- undin er sum eitt við tað um- hvørvi, sum útvegar honum list- arliga råevnid. Svørtu síðurnar av vælferðarsamfelagnum, tey, sum aftur og aftur tapa 1 væl- ferðar-kappdubbingini Tey, sum verða uppfataði sum >oðr- visi« og skúgvaði til viks. Verts- húsini, eitt nú »Cafe Neuroser- nes Paradis« „de klapper dig på ryggen og ler når de hører om din nyeste udskejelse bryd nu ikke den gode stemning her, med din sidste selvmordsover- vejelse, kan du holde masken for enhver pris blir der hygget om dig i café Neurosernes Paradis der er ingen der kan li at være alene derfor er det godt med sån et sted hvor man kan sidde og mene »nu er jeg i hvert fald sån lidt med«, du føler dig så klog og viis efter »dagens ret« i Café Neurosernes Paradis« Sera virdismikid hevur arbeidid i listarbólkinum »Agitpop« verið eitt framleiðslu-kollektiv av rit- høvundum, tónleikarum, teknar- um og listarmálarum og ødrum. Av teimum verkum sum Benny og Arne framleiddu innan hetta kollektiv kunnu nevnast »Skole- sange« um leiklut skulans i ein- um kapitalistiskum samfelagi, »Hvorlænge endnu« um vidur- skifti á arbeiðsplássum, og »Eu- ropa-sange< um dreymin um eitt veruligt europeiskt samarbeiði, har fólkið skal ráða, og har ikki skal dansast eftir pipuni hjá bú skaparligu monopoleigarunum. Verk teirra eru givin ut av for- lagnum »Demos«. Ein berandi megi i hesum bólki hevur rithøvundin Jesper Jensen verið. Hann er ein hin idnasti og best umtókti visu- og sjónleikahevundi = á danska vinstravonginum, hann skrivar millum annað verk til »Fiolteat- ret«, seinast avbera góða skemti- leikin >Gá stille, tal sagte«. Við orðum, sum ein og hver kann svølgja uttan at skola niður, ger hann annars torskildar samfel- agsligar sannleikar so einfaldar, sum teir í veruleikanum eru, um borgarliga tokan lættir. Sum til dømis í hesum sanginum um pengar: „jeg star op hver morgen jeg gár hen pá mit job jeg laver noget jeg får min løn men det jeg laver er mere værd end det jeg får hvordan kunne nogle mennesker ellers bli rige uden at lave noget? nogen laver mere end det de får andre bruger mere end de er værd penge i sig selv skaber ingen værdier penge skaber penge, papir, papir Ein sum av og å upplivir Benny Holst og Arne Wiirgler til fram- førslur i Danmark, og sum er kunnugur við tað teir hava givið út, mátti gerast eitt sindur mis- nøgdur við framførsluna her i (Her verður hugsað juli í Sjónleikarhúsi- hava aðrar Føroyum um hin 27. num møguliga konsertir verið oðrvisi). Eitt var, at teir ikki høvdu aðrar tónleik- arar við. Men konsertin kundi verið nógv betri fyristilad, og ein fjølbroyttari skrá løgd til rættis. Hin kenda atmosferan kom aldri. Tað sýntist eisini sum at teir dent á gamlar kærleiksvisur og Holst løgdu sterri kvædavisur, sangir um ommu Benny (sum ivaleyst er ein litfagur per- sónletki), enn tær beinleiðis pol- itisku visurnar, sum annars eru teirra sterkasta sida. Kanska hava teir frætt at føroyingar eru so sålarligir yvirfyri politiskum »provokationum«. Ella hava teir hildið áhoyraranar verið ov ó- kunnugar við tey viðurskifti í Danmark, sum nógvar av teim politisku vísunum eru spiradar upp úr. Og hetta kann fyri ein part vera rætt Serliga synd var tað, at Ut- varp Feroya ikki nýtti tann upp- lagda kjansin at bjóða teimum oman á Bryggjubakka at prata, spæla og syngja. Tað er ikki so oftani at vit hava vitjan av so forkunnugum listarmonnum. Og útvarpinum tervar eftir ollum at doma tílíkt tilfar. Vit fara at enda við »En blandt mange«, orðini eru eftir Benny Holst, av plátuni >Sange af Benny Holst« (1972, Sonet). -krip EN BLANDT MANGE eftir Benny Holst jeg skal synge en sang om en fyr jeg kender der som livets gave var en blank og åben bog man misforstod ham, man stækked hans vinger nu er han neurotisk men klog han er blandt mange der spør sig selv og siger hvad gør jeg i grunden her? skønt kulde og frost den dag han blev født kom kun varme følelser ham imøde siden har hans sjæl forpint grædt og blødt hvorfor sår man, for straks at lægge øde han er en blandt mange der spør sig selv og siger hvad gør jeg i grunden her? så hvis du ser ham på gaden, lad være at gøre ham ondt selv om han ikke ser ud lige som dig han er helt alene, men hans ur skal gå rundt han er veg, men slet ikke fej, í . bare en blandt ma ge der spør sig selv og siger hvad gør jeg i grunden her .