Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 1977síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Síða 6 stubbar uttaneftir Mýs herja í Hvíta Húsinum í " . Washington Hvíta Húsið í Washington, har Jimmy Carter forseti hevur bústað, er ikki einans fylt á tremur av arbeiðandi kvinnum og monnum í tæn- astu forsetans eisini av mýsum í hópatali! Mýsnar eru alla staðni og klúgva upp í gardinurnar til stóran ampa fyri starvsfólki. Tær gera um seg á gólvunum og á vegjj- unum. Sum tað sigst hevur Jimmy Carter ikki enn sjálv- ur mett mýsnum andlit til andlit, men tað kann skjótt fara at henda, vilja tey verða við Nú eru mýs ikki nakað 6 vanligt í Hvitu Húsunum, dóttir Andrew Johnson for- seta segðist at hava eina mús sum »kelidyr, meðan dóttur Lyndon Johnson forseta hevði serstakan kærleika til hamstrara-djórið Pierre Sal- inger, ið var pressuskrivari hjá Kennedy forseta noyddist einaferð at slíta ein pressu- fund, samstundis sum hann upplýsti av nakrir hamstrar- ar vóru sæddir í baðikari for- setans! Músafellur vórður uppsettar alla staðni í for- setaborgini men djóra- verndarfelogini mótmæltu! Men framvegis eru tó músa- fellur at síggja á mest »trafi- keradu« plássunum í Hvíta Húsinum. Helst summartíð í Danmark komandi ár Búskaparnevnd fólkatingsins hevur samtykt at skjóta upp at summartið verður skipað í Danmark frá komandi vári, men endaliga avgerðin verður tikin av Anker Jørgensen, forsætirráðharra. Tað vil siga, danir skulu upp 1 tíma fyrr á morgni í tíðarskeiðnum frá apríl til september, um samtyktin verður framd. Orsøkin til, at Danmark ætlar at skipa fyri summartíð er, at felstu EF-lond, teirra millum Frakland, Holland, Belgia og Luxembourg longu hava summartid, og Vestur and hevur avgjørt eisini at hava summarti frá kom- andi ári Danmark eins og Førovar høvdu summartíð undir sein asta heimsbardaga, men hvert Føroyar fara at skipa fyri summartið aftur kemur logtingið at avgera Val í Noreg 12. september il til norska stórtingið verð eptember i ár og stríði er Í 1 byrjað um landið. 13 politiskir flokk r hava r ldað luttøku til valid, harav 9 borgarligir flokkar. Samiski minnilutin i Finmørkini stillar egnan lista. Roynt verdur longu nu at skipa fyri einari borgarlig- ari samgongu, ið aftaná at valið, um teir borgarligu fáa meiriluta hava í kvittanum at taka ræði av arbeiðaraflokk- inum og samgongustjórn. Men teir borgarligu eru í mongum eins ósamdir um ein felags politikk eins og áður, so menn halda ikki vera stórar vónir um at tað skal eyndast teimum at fáa eina kollvelting í lag. Bretski arbeiðara- flokkurin vil avtaka yvirhúsið Bretski arbeiðaraflokkurin, stjórnarflokkurin Labour, kemur helst at hava uppskot um avtøku av yvirhúsinum áðrenn næsta parlamentsval. Landsfundur hjá Labour til heystar kemur helst at sam- tykkja uppskotið. Bretska fakfelagsrørslan styðjar uppskotið, ið teir vinstrahallaðu innan Labour eru komnir við, og nú hava eisini fleiri stjórnarlimir tikið undir. Fakfelagsleiðarin Jack Jones í landsarbeiðsfelagnum sigur, at yvirhúsið í sjálvum sær er ein háðan móti ollum demokrati. Í stjórnini eru tað varaforsætisráðharri og leið- arin í undirhúsinum Michael Foot og orkuráðharrin Ant- hony Wedgewood ið eru heit- astu talsmenn fyri at taka av yvirhúsið, ið at kalla einans er mannað av aðalsmonnum, biskuppum og ødrum av ti „hægra slagnum«. Yvirhúsið hevur sum er meiriluta av konservativum lordum og teir mótarbeiða við vilja allar vidtøkur, ið undirhusid vil fremja. Limaskapur av yvir- húsinum er arvaligur Heimsins vápn kunnu drepa 4 milj. 12 terðir Sovjet ræður í dag yvir 5,3 miljardum kjarnorkuvápnum og USA yvir 4,2 miljardum, siga amerikanskir serfroðing ar Hagfrødisliga sæð merkir hetta, at Sovjet kann drepa hvønn einasta amerikanskan borgara við spreingjiorku, ið svarar til 23,7 tons TNT spreingievni uppá fólkið, meðan USA hevur 16 tons fyri hvønn russara tuth Leger Sivard, úr amerikanska vápanaeftirlit inum og avváparráðnum sig ur, at hvert av stórveldunum hava kjarnorku til at drepa heimsins 4 miljardir íbúgvum ikki færri enn 12 ferðir! Hugnaligt útlit sosialurin Nr. 54 — 17. august 1977 Vána útlit fyri bananframleiðsluni Ov stór framleiðsla er høvudsorsøkin Banarnir eru í dag týdningar- mesta fruktmeti á heimsmarkn- aðanum, samstundis sum ban- anir eru av stersta týdningi í kostarhaldinum í tropiskum økj- um. Nýtslan kann rekka uppí 100 kilo uppá fólkið, og bana- framleiðslan er í slíkum ekjum 80 prosent av heimsframleiðsl- uni. Seinastu árini hevur fram- leiðslan av bananum í tilafturs- komnum londum givið millum 550 og 600 miljónir dollars av sær. Men í løtuni eru álvarsligar vansar hjá hesum 6 miljóna tonsa handli, sigur matveru- stovnur Sameindu Tjóða, FAO, og orøskin er einahelst, at fram- leiðlan er sterri enn nýtslan Eitt dømi er Ecuador, id er stórframleiðari av bananum Har fær framleiðarin um 15 oyru pr. kg., meðan småsøluprisurin til brúkaran liggur millum 2 og 2,50 kr. pr. kg. Kanningar í inn- flutnings- og útflutningslondum visa, at prísirnir yvirhovur vaksa við 80 prosentum frá fyrsta uppskipingarplåssi til fyrsta selulið í innflutningsland- inum. Orsakad av høgum skattum og avgjøldum, kann hesin mun- ur i vissum føri vera meiri enn 80 prosent, og endaligi søluprisurin kann væl liggja 80— 120 prosent hægri. Frágreiðingin hjá FAO vísir til, at meirframleiðslan hevur verið ein álvarslig hóttan seinnu árini, og í vissum forum hevur hon rakt valutainntøkuna hjá útflutningslandinum sera meint. i þa pi Fyribils yvirlit vísir øking i handlinum, men fall í prísinum. Ein FAO-serfrødingur sigur seg vóna, at lond við plan-økonomi vilja bjóða betri marknadar- møguleikar í framtíðini. ES ln % ea / miljónir ungfólk uttan arbeiði Eingin tekin til, at stoðan fer at batna Arbeiðsloysið millum ungfólk í idnaðarlondunum í vesturheimi hevur ongantíð verið so nógv sum í hesum døgum. Seinastu tølini fyri Vestureuropa og Nordamerika hava lopið hvøkk á fólk: umleið 7 miljónir ungfólk hava einki arbeiði. Men uppaftur verri er, at sjálvt um steðgur knappliga skuldi komið í núver andi búskaparkreppuni, so vildi eingin bati verið. Miljónir av ungfólki vildu framvegis verið uttan arbeiði og uttan vón um í rimiligari framtíð at fáa arbeiði. Høvudsorsøkirnar hartil eru, at 1) skúlaundirvísingin í mong um londum sigur lítið um vinnu lív og moguleikar í vinnulívinum 2) trot er á læruplássum, og ikki eru nóg góðir møguleikar fyri fakliga útbúgving í aðrar vegir 3) mangir arbeiðsgevarar vilja ikki geva teim ungu ein kjans at royna seg og 4) samfelagið ger einki politiskt fyri at skapa fleiri arbeiðspláss til tey ungu Tað er ein misskiljing at halda, at arbeiðsloysið millum ungfólk fyrst fór at vaksa, tá ið olju kreppan byrjaði í 1973 ar- beiðsloysið tók seg upp fyrr enn so. Eitt dømi er Ongland, har í árinum 1968 vóru umleið 28.000 arbeiðsleys undir 20 ár. Í 1971 var hetta tal vaksið uppi 58.000, í 1975 var tað komið uppí 175.000, og í 1976 var talið meiri enn 200.000. Millum lond, ið hava stórt tal av ungum arbeiðsleysum, eru USA og Canada og í Europa: Frankaríki og Italia. 40 prosent arbeiðsleys í teimum 23 ríkastu londum Í løtuni meta teir eftir, hvat ið arbeiðsstovnurin ILO hjá Sam eindu Tjóðunum sigur, at umleið 10 prosent av ollum arbeiðsleys um í teimum 23 ríkastu londum í heiminum eru undir 25 ár, hóast hesi bert eru 22 prosent av samlaða fólkatalinum Í teimum 9 felagsmarknar- londum er talið av skrásettum arbeiðsleysum undir 25 ár meiri enn tvífaldað síðani 1973. Um- leið ein tridingur av teimum meiri enn 5 milj. arbeiðsleysu í felagsmarknaðarlondum eru ungfólk. Teir sakkønu innan ILO vísa á, at hetta ikki er oll myndin, tí mong ung missa mótið og leggja ikki í at royna at fáa sær arbeiði. Og tá ið tey ikki royna at fáa sær arbeiði, verða tey heldur ikki skrásett sum arbeiðsleys. Ringast stendur til innan bil idnaðan og skipasmíð. Har er lítil vón um, at nýggj arbeiðs- pláss koma til, Afturímtoi er orsøk at halda, at betur útlit er til, at vøkstur verður innan maskinbyggiidnadan, sigur ILO