mikudagur 24. august 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
H am telf. 11820 — giro 6282725
sostalurin box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Bladstjori: Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411
Blaðmaður: Jan Miller
Prent: Dimmalætting
Tørvandi stýring
Í BLAÐNUM leygardagin høvdu vit samrødu
við formannin í bilstjórafelagnum SAMFYLK-
ING.
TAÐ KOM tidiliga fram í samrøduni, at akst-
urvinnan hevur stórar trupulleikar at dragast
við, og at hesir trupulleikar hava sín uppruna
í tí, at eingin almenn styring er á hesum øki.
VIT HAVA onga almenna meting av, hvussu
stórur tørvur er á hýruvognum í teim ymsu
kommununum og teim ymsu oyggjunum við
tí úrsliti, at fleiri persónar, ið annars hava
aðra vinnu, reka aksturvinnu við síðuna av.
Hetta førir aftur við sær, at tey, sum hava
aksturvinnu til livibreyð, fáa ov lítið burturúr,
og megu finna sær annað arbeiði afturat.
HETTA undirstrikar tørvin á eini størri
almennari stýring av samfelagsviðurskiftun-
um. Eitt ovstórt tal av hýruvognum á einum
ávísum øki førir eisini til eitt ov høgt gjald hjá
teimum, ið nýta skulu hesi flutningstól. Tað
skuldi verið sjálvsagt, at tað almenna hevði
eina meting um, hvussu stórur tørvur er á
teimum ymisku gkjunum og eitt tilsvarandi
tal av hyruvognsførarum fekk loyvi til akst-
urvinnu á viðkomandi økjum.
TAÐ TYKIST tíverri, at menn ræðast orðið
»almenn styring«, men hví, hava vit ongantíð
fingið nakra skilagóða motivering fyri. Vit
vita tvørturimåti, at eins væl og tað er neyð-
ugt at stýra bilunum og skipunum, er tað
eisini neyðugt at stýra samfelagnum, og
hetta gerst best við at stýra teimum einstøku
greinunum.
TØRVANDI styringin ger seg galdandi á so
mongum økjum. Hon ger seg galdandi innan
vinnulívsútbyggingina. Í íbúðarspurningin-
um. Innan landbúnaðin, samferðsluna o.s.fr.
Og aksturvinnan er so aftur eitt dómi um
tørvandi stýring.
UM VIT skulu fáa eitt væl skipað samfelag
gerst neyðugt, at vit fáa stórri almenna stýr-
ing á samfelagsviðurskiftunum. Alternativið
til almenna stýring er lógin, hvar hin stóri,
sterki og freki ger av við hin lítla og veika,
og eitt tílíkt samfelag vilja føroyingar ikki
byggja.
TEIR TAKA tí undir við javnaðarhugsjónini,
sum byggir á eina almenna styring, ið tryggj-
ar hinum einstaka samfelagsborgaranum
rættvísan lut, tá talan er um »nita« og njóta.
sosialurin
dagbókin
Várgleði
Várgleði hevur fund í dag
klokkan 16.15 í KFUK
Í Perluarbeidi.
Unggentudeildin
Unggentudeildin í KFUK
hevur fund í kveld klokkan
20: Vit líma.
KFUK
Hóskvoldi kl. 20 verður lima-
fundur í KFUK.
Stjóri
Frú Hanna Mortensen er sett
sum stjóri í Norrena Felagn-
um frá 17. august.
Saman við formanninum í
felagnum luttekur frú Hanna
Mortensen í ársfundunum hjá
Meginfelagnum hjá Norrønu
Felogunum í Vestmanna-
oyggjunum 3—5 september.
Tað er hitt vaksandi sam-
bandi við hini norrønu feløg-
samstarvið
ini og norrena
yvirhøvur, sum hevur gjørt
tað neyðugt at seta ein
stjóra.
Evangeliihúsið
Í kveld verður útifundur í
Vestmanna kl. 8.30.
Telefonandaktin: tlf.1 22 66
Uppistova
Í kvold kl. 8 verður arbeitt til
basar.
:/ KJARTAN
$#/ DALSGAARD
Nr. 56 — 24. august 1977
Almenn kvøldskeid
Í oktober 1977, frá 3. og fram, verður farið
undir hesi kvøldskeid á Fróðskaparsetrinum:
Undirvísing í føroyskum
1. Tey, ið hava føroyskt
sum móðurmál
a-flokkur
b-flokkur
Lærari: Paulivar Andreasen
månakvøld kl. 19.00
tyskvøld kl. 20.30
2. Tey, id hava føroyskt
sum fremmant mål
Byrjanarskeid fyri næmingar, id
ikki skilja føroyskt:
a-flokkur
b-flokkur
Lærari: Paulivar Andreasen
månakvøld kl. 20.45
tyskvøld kl. 19.00
Framhaldsskeid fyri utlendingar, sum
gingu til føroyskt veturin 1976/77, og
aðrar vid sama kunnleika:
I flokkur
Lærari: Jeffrei Henriksen
týskveld kl. 20.00
Gomul skrift og leiðbeining
í ættargransking
a-flokkur
b-flokkur
Lærari: John Davidsen
týskveld kl. 19.30
friggjakveld kl. 19.30
Enskt — skeið í talumáli
1. Skeið fyri nýggjar næmingar við á-
visum forkunnleika:
a-flokkur
b-flokkur
c-flokkur
tyskvøld kl. 20.30
mikukvøld kl. 19.00
mikukvøld kl. 20.00
2. Framhaldsskeid fyri næmingar, sum
hava gingið til enskt á Fróðskapar-
setrinum, og aðrar við sama kunnleika
l. stig
a-flokkur
b-flokkur
týskvold kl. 19.00
mikukvøld kl. 21.00
2. stig
a-flokkur
b-flokkur
kl. 19.00
kl. 20.30
månakvøld
mikukvøld
3. stig
I flokkur månakvøld kl. 20.30
Lærarar: Cecilia O'Hagen:
c-flokk mikukvøld kl. 20
b-flokk mikukvøld kl. 21
Seån Sweeney:
allar hinar flokkarnar
Franskt — skeið í talumåli
1. Skeið fyri nýggjar næmingar við á-
visum forkunnleika: mikukvøld kl. 20.00
2. Framhaldsskeid fyri næmingar, ið
hava gingið til franskt á Fróðskapar-
setrinum, og aðrar við sama kunnleika mikukveld kl. 20.00
Lærari: Louisa Bernard
Undirvísing í Russiskum
Byrjanarskeið månakvøld kl. 19.00
Lærari: Andre Niclasen
Gjølligari upplysingar um skeidini, t.d. innihald, samlad tima-
tal, bøkur 0.a., eru at fáa frá Fróðskaparsetrinum. Viðmerkt
skal verða, at til skeiðini í fremmandum málum og framhalds-
skeiðið í foroyskum fyri útlendingar er næmingatalið avmark-
að til 10—14.
Tilmeldingin, ið kostar 50,— kr. fyri hvort skeiðið, eigur at
fara fram í seinasta lagi 7. september 1977. Tilmeldingarblað
fæst við at skriva til Fróðskaparsetur Feroya, 3800 Tórshavn,
ella ringja Tlf. 14191 (Tlf. 15302, um 14191 ikki svarar).
Fróðskaparsetur Føroya